leygardagur 15. januar 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Nr. 10 - 15. januar 2005
15
Silvurbrúdleyp
12. januar høvdu Johanna og Mannbjørn Olsen,
Porkeri, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í
Porkeris skúla leygardagin 29. januar kl. 19. Tey, ið
vilja halda dagin saman við okkum, verða vinarliga
biðin um at siga okkum frá áðrenn 20. janaur á tlf.
373864.
90 ára føðingardagur
Í dag, 15. januar verður Margretha Magnussen,
Vágur, 90 ár. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Margrethu
eru vælkomin í heimi hjá soninum, Niels Magnus-
sen frá kl. 14.00-17.00.
50 ára føðingardagur
Mánadagin 17. januar fyllir Kjartan Kjartansson 50
ár. Vælkomst verður í hølinum hjá Odd Fellow á
Grønlandsvegi 56 í dag, hin 15. januar.
Dagurin
15. januar. Maurus, deyður umleið ár 550. Var
næmingur hjá tí mæta kleysturhøvdinga Benedikti
úr Nursia, og fylgdi honum eftir sum abbati.
Navnið merkir blámaður.
16. januar. Marcellus, deyður ár 309. Varð kosin til
páva í árinum 307.
17. januar. Antionius, róptur hin Mikli. Føddur í
Herakles í Egyptalandi umleið ár 250. Býtti allar
ognir sínar út millum tey fátæku og livdi síðan sum
einbúgvi í oyðimørkini, men stóð í brævaskifti við
mætar kirkjumenn og gjørdi eisini vart við seg í
stríðinum um ta kristnu kirkjulæruna, sum Arius
íbirti. Antonius doyði í 356.
Grikska navnið merkir hin blómandi.
Fríggjadag fyrrapart 26. november
2004 ringdi telefonin. Tað vóru boð
um at mamma mín, Alma Sofía
Samsonsen, var sovna og farin til
Harran, 70 ára gomul.
Alma var fødd í Fuglafirði 8.
januar 1934, dóttir Sedeu & Sámal
Andrew Midjord. Hon var trielst av
átta systkjum, tríggir beiggjar og
fimm systrar. Eftir á lívi eru fimm
sysktin, tveir beiggjar og tríggjar
systrar.
Alma fór tíðliga til arbeiðis, var á
støðini sum telefongenta, og á post-
húsinum, bæði sum arbeiðsgenta
og gekk við posti.
Eitt skifti var hon í Klaksvík, har
hon var á hotelli.
Í 1955 fór hon sum 21 ára gomul
til Havnar, har hon byrjaði á
skrivstovuni á táverandi Dronning
Alexandrines
Hospital,
seinni
Landssjúkrahúsið.
Eftir eina tíð fór hon til Hjørring
at fáa sær útbúgving. Hon lærdi til
oldfrue, ella rengøringsinspektrice,
sum tað eisini verður nevnt.
Í 1957 giftist Alma við Finn
Ejlert Samsonsen, málara, av Tvør-
oyri, og tey fingu sonin Hans
Marner, vanliga nevndur Hanse-
mann.
Síðan arbeiddi hon á Lands-
sjúkrahúsinum til 1971, tá familjan
flutti til Hørsholm. Har vóru tey í
eitt ár, og Alma starvaðist á Frede-
riksborg Amts Sygehus.
Heim aftur komin var hon í
Leiðbeining á Landssjúkrahúsin-
um, har hon kom í samband við
nógv fólk. Hon fylgdi væl við og
var eitt sera livandi menniskja.
Tað var næstan ikki fólk, hon ikki
kendi ella visti okkurt um. Antin
um familjuna ella hvar í landinum
viðkomandi var frá.
Í 1977 fór hon saman við mann-
inum og soninum í gongd við
egnan málingahandil í Havn. Henn-
ara kunnleiki til fólk kom eisini væl
við har.
Tá maðurin, Finn Ejlert, gjørdist
sjúkur, var hon nógv um hann í
hansara sjúkratíð, og var hon
honum ein hollur stuðul. Hennara
partur lá ikki eftir.
Alma gjørdist einkja í 1986, bert
52 ára gomul, tá Finn Ejlert andað-
ist, bert 55 ára gamal.
Hon valdi at flyta til Danmarkar í
1988: Hon búði á Nørrebrúgv, og
lærdi hon nógv fólk at kenna. Har
møtti hon Preben, sum hon livdið
saman við í nógv ár. Hóast hon
næstan bert var millum danskarar,
segði hon altíð noy. So at mamma
var úr Fuglafirði, legði hon stóran
dent á. Hon gekk javnan í kirkju, so
tað kristna, hon fekk í beini heim-
ani frá, sat fast í henni.
Hon gjørdist sjúk í lungunum, so
hon kundi ikki arbeiða. Tað gekk
ein tíð við heimahjálp, men noydd-
ist hon á pleyguheim fyrst í 2003.
Preben var um hana í hennara
longu sjúkratíð og vitjaða hana
annanhvønn dag, meðan hon lá á
pleyguheiminum "De Gamles By" í
Keypmannahavn, har hon var í
næstan tvey ár.
Alma var nógv fyri familjuna, og
serliga tey børnini hon var mostur
til. Tey vóru mangan og vitjaðu
mammu og pápa mín, og høvdu
onnur børn við sær. Øll vóru tey
vælkomin. Har kundu vera nógv
børn, og hevði hon gott tol við
teimum. Tey senda henni eina
hjartaliga tøkk fyri tað.
Alma dugdi væl til hendurnar.
Ommubørn og børn hjá systrunum
hava fingið mangt bundið og
seyma plaggi frá henni. Tað man
verða mangur, sum eigur eitthvørt
til tann føroyska búnan, ið hon
hevur haft á hondum.
Eisini familjan hjá soninum
hevur notið nógva umsorgan frá
Almu.
Svigardótturin, Jancy, og børnini
Randi, Finn Fróði og Karin.
Hon var ikki frí fyri at forkela øll
í familjuni, og ein fór sjálvdan til
fánýtis at fáa hjálp frá henni. Tey
eru øll samd um, at kærleikan
spardi Alma ikki upp á.
Altíð spurdi hon, hvat tey gjørdu,
og um tey høvdu tað gott. Eisini
síðstu vikuna hon livdi, hóast hon
ikki orkaði at tosað, spurdi hon
eftir teimum. Hvat tey gjørdu, um
tey høvdu tað gott. Skuldi vit altíð
heilsa.
Umsorgan fyri øðrum hevði
mamma altíð. Havandi ymiskar
ræðuligar hendingar í huganum
hesa seinast tíðina, hugsi eg ofta
um, at mamma vanliga segði um
tey farnu "ja onkur eigur tey".
Onkur átti eisini mammu, og eru
vit sum eftir sita, glað fyri at hava
havt hana her hjá okkum.
Mamma ynksti at verða jarðað í
Føroyum, við síðuna av pápa
mínum. Vónandi hevur hon ikki
fortreð meira av sjúku, men kann
hon verða saman við teimum, sum
undan farin eru.
Friður veri við minninum um
mammu, vermammu og ommu
okkara, Almu Samsonsen
Hansemann
Andlát
6. januar
Tóraldur Kollsker, ættaður av Eiði, búsitandi í
Svínáum, 79 ár.
7. januar
Beinta Joensen, Miðvágur, 33 ár.
Minna Jacobsen, sosialrágevi, ættað úr Sandvík,
búsitandi í Havn, 52 ár.
8. januar
Julian Jespersen á Tvøryri, 81 ár.
Peter Dodigovic, sonur Sólrun og Ivan, í Malmø í
Svøríki, 37 ár.
9. januar
Inge Juul Hansen, fødd Petersen, vanliga nevnd
Busse, ættað úr Klaksvík, búsitandi í Svogerslev, 74
ár.
10. januar
Fredrikka Michelsen í Vági, vanliga nevnd Dikka,
89 ár.
Lis Moeskjær, fødd Hansen, ættað úr Froðba, bús. í
Keypmannahavn, 72 ár.
Kalla Samuelsen, Klaksvík, 91 ár.
Magda Bjarnastein, Fuglafjørður, 91 ár.
12. januar
Henning Anthoniussen, Fuglafjørður , 65 ár.
13. januar
Ása Mikkelsen, fødd Haraldsen í Tórshavn, 94 ár.
Til minnis um
Almu Sofíu Samsonsen
TÍÐINDASKRIV
Kunningarstovan í Havn
Mikukvøldið, tann 19. jan-
uar kl. 20.00, verður aftur
bókakafé í Havn í Hafnia
Lounge.
Jólastákanin er farin aftur
um bak - vit skriva 2005 og
leingjast eftir ljósari tíðum.
Hvat er betur enn ein góð
bók at stytta sær stundir
við? Hevur tú hug at
uppliva okkurt øðrvísi, so
kom við á bókakafé. Her
ber til at hoyra um bøkur og
at tosa við onnur um bøkur,
vit lesa.
Hesaferð geva vit yrk-
ingum og yrkingarsøvnum
rásarúm.
Kom og hoyr:
Eir í Ólavstovu lesa egnar
yrkingar.
Unn í Dali siga frá um
sítt fyrsta yrkingarsavn,
sum viðger næstrakærleika.
Maluna Marnersdóttir og
Ingrið Sondum hugleiða
um bøkur og um at lesa.
Hjalmar Jacobsens Bóka-
handil luttekur eisini hetta
kvøldið
Vit hittast á Hafnia tann
19. januar kl. 20.00 og øll
eru vælkomin.
Hug at uppliva okkurt
øðrvísi? Kom á bókakafé!