fríggjadagur 10. september 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
OT
|
NR. 171 - 10. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið =
17
Verjuparturin hjá føroyingum riggar fyri tað mesta væl, men frameftir vollinum manglar framvegis nógv
Pól stóð seg væl
a nýggjum plássi
Fótbóltur: Hóast eingin av føroysku spælarunum dumpaði, so leið avrikið
undir, at framrættaðu dygdirnar vóru ikki nóg hvassar
Jákup Mikkelsen, Her-
følge, 29 ár/13 landsdyst-
ir: Hevdi millum lítið og
einki at gera. Kann neyvan
lastast fyri málið, sum mót-
stødumenninir fingu, var
nógv við í fótbóltsspæl-
inum, tá føroyingar royndu
at vera tolnir, og tað megn-
aði hann væl. Einar tvær
ferðir vóru utspørkini eitt
sindur skeiv.
Oli Johannesen, AGF, 27/
42/1: Var tryggur á aftasta
manni, men helt seg fyri tað
mesta afturi á vellinum.
Saman við feløgunum i
miðverjuni hugsar hann iva-
leyst enn um, hvussu tað
kann bera til, at ein einsa-
mallur mótstøðumaður
kundi sleppa at standa leys-
ur og stútað í kassan.
Jens Kristian Hansen,
B36, 28/30/2: Hevur iva-
leyst somu hugsanir um
einsamalla málið, sum hinir
í verjuni. Spældi annars
væl, men var ikki so eyð-
sýndur í framrættaða spæl-
inum, sum hann var móti
Estlandi.
Pól Thorsteinsson, B36,
25/17/0: hevði leiklutin,
sum Sámal Joensen plagar
at hava. Hann var bæði
frammarlaga og aftarlaga
og avrikið var kanska tað
besta á føroyska liðnum. Í
síðstu løtuni var hann inni
undir føroyska málinum og
syrgdi fyri, at mótstøðu-
maðurin, sum var púra
blankur, varð kroy stur at
senda innleggið úr høgru
omanfyri málið.
Hans Fróði Hansen, HB,
24/10/1: Tykist vera vorðin
bólttryggari, enn hann áður
hevur verið. Avrikið líktist
annars nett tí hjá hinum
báðum í miðverjuni. Ofraði
seg stutt undan steðginum í
takling dygst undir føroy ska
målinum, og fekk ein
snudd, sum hevði við sær,
at hann lá uttanfyri í tveir
minuttir.
Ossur Hansen, B36, 28/34/
I: Hevdi fingið plássið á
vinstra vongverjanum aftur
og spældi við royndunum,
sum hann hevur. Alops-
parturin var ikki stór tyngd
í. Skrúvandi innleggini vóru
fá, og neyvleikin í horna-
spørkunum var ikki, sum
hann onkuntíð hevur verið.
Henning Jarnskor, GÍ, 26/
30/2: Hevdi fingið plássið í
høgru, sum hann so ofta
áður hevur røkt, aftur. Í 1.
hálvleiki varð hann fleiri
ferðir yvirspældur í verju-
partinum, tá mótstøðu-
menninir kontraðu, og í 2.
hálvleiki hevði hann fleiri
góð innlegg. Fyri álops-
spælið hevði tað verið kær-
komið, um vongspælararnir
báðir oftari høvdu megnad
at sneitt mótstøðumenn av
sær.
Julian Johnsson, Sogndal,
24/29/1: Hevdi tað sera
strevið á tunga og våta vølli-
num. Stríddist sum altíð
nógv, men vann ikki so
nógvar bóltar, sum hann
plagar at gera, og avspælið
var ikki nóg neyvt. At venj-
arin valdi at taka spælaran,
sum plagar at vera størsti
stríðsmaðurin á midvølli-
num út, var ikki óvæntað.
Allan Mørkøre, ÍBV, 28/
45/1: Hevdi leiklutin sum
fremsti midvallarin, og
hann var négv meiri vid i
spælinum, enn hann var tað
ímóti Estlandi. Var onkuntíð
um reppid at spæla Toda
Jónsson leysan. Langskots-
royndirnar vóru ikki nóg
neyvar, og frísparkið, sum
hevdi málið við sær, var
púra neyðugt og varð gjørt
eftir miseydnaða temjing.
Todi Jónsson, FCK, 28/36/
8: Arbeiddi nógv og var ein
støðug hóttan móti mót-
støðumonnunum, sum lógu
tætt í Toda. Hesa ferð vórðu
nógv frispørk dømd móti
mótstøðumonnunum, sum
royndu at taka bóltin av
Toda, men føroyingar tykj-
ast ikki hava somu úrtóku
úr deyðbóltsstøðum, sum
måtstødumenninir hava.
Uni Arge, Leiftur, 28/27/
S: Var væl ansaður og kom
ongantíð leysur. Tungi og
våti vøllurin var ikki nakar
lívrættur fyri Una Arge,
sum longu í steðginum
mátti víkja sætið.
Jákup á Borg, B36, 19/8/
0: Fekk møguleikan í longri
tíð enn nakrantíð áður, men
fekk ongantíð møguleikan
at skora fyrsta landsliðsmál-
ið. Reikaði nógv, tá hann
tók lut í samanspælinum, og
tá Heðin á Lakjuni kom inn,
gjørdist hann miðvallari.
Fróði Benjaminsen, B68,
21/2/0: Fall væl inn á mið-
vellinum, har hann var rask-
ur í verjupartinum og dugdi
væl at samanspæla. Var um
reppið at skora, og tað má
roknast við, at Fróði Benj-
aminsen við hesum avrik-
inum styrkti um sína støðu
á landsliðnum.
Heðin á Lakjuni, KÍ, 21/
2/0: Spældi síðstu fimm
minuttirnar, tá øll orka varð
løgd í framrættaða partin,
men eingin stóða stóðst, har
skjótleikin hjá Heðini kundi
koma til sín rætt.
John Ryan, KÍ, Jens Martin
Kundsen,Leiftur, Rógvi
Jacobsen, KÍ og Bartal
Eliasen, GÍ komu ikki inn.
jh
Tað var ikki
brotsspark
Fótbóltur: Útisetarnir iðra seg um,
at tað enn eina ferð ikki eydnaðist
at fáa mál
Todi Jónsson er toppskjútti á føroyska landsliðnum. Í
ár hevur hann ikki megnað at skora, og vit skulu aftur
til teir báðar dystirnar móti Malta í 1997 fyri at finna
tey bæði síðstu málini hjá Toda á landsliðnum. Hann
hevur í fleiri dystum fingið føroyingum brotsspark,
sum hinir hava gjørt nyttu burturúr og misnytt, og
mikukvoldið var tað eina ferð í 2. hálvleiki um reppid,
at dómarin gav honum eitt brotsspark
Men tad var ikki brotsspark. Sjålvandi spældi eg
uppá tað, men mótstøðumaðurin taklaði ikki óreglu-
liga, kom tað frá Toda Jónsson, sum burtursæð frá
einum saksisparki afturum seg og einum skoti úr átjan
metum við høgra beininum ikki hevdi nógvar møgu-
leikar:
— Teir ansaðu okkum sera tætt, og tað var so at siga
Omøguligt at koma leysur av teimum. Vit mugu spæl: 1
skjótari, um vit skulu fáa målmøguleikar. Tað gongur
skjótt fyri seg, og vit mugu læra okkum at spæla skjótt,
nú tað er vorðið tættari í verjuni hjá mótstøðumonn-
unum, heldur Todi Jónsson, sum saman við Jákupi
Mikkelsen og Óla Johannesen slapp til Danmarkar
fyrrapartin í gjár.
Óli Johannesen, sum enn eina ferð var try ggur í verjuni,
iðraði seg sum allir aðrir um, at tað skarst so illa:
— Tað ber ikki til at siga, at vit hava færri møguleikar
enn teir, tí í veruleikanum er tað soleiðis, at vit hava
fleiri møguleikar enn teir. Teir fáa ein møguleika, og
tann skora teir uppá. Tað er nógv at iðra seg um,
heldur Óli Johannesen, sum í gjár skuldi møta til
venjingar í AGF, sum í vikuskiftinum skal spæla móti
OB. jh
Vilnius var nógv
meiri strevið
Fótbóltur: Sjálvt um Pól Thor-
steinsson helt seg brúka meiri orku
á midvøllinum, enn hann plagar í
verjuni, so kendist mikudagurin
sum einki afturímóti stríðnum í
Litava
Allan Simonsen helt við ítróttarsosialin undan dyst-
inum móti Estlandi leygardagin, at Pól Thorsteinsson
er ein av lyklaspælarunum, og at ein av styrkjunum
hjá honum er, at hann kann brúkast á so at siga ollum
plássum.
Leygardagin varð hann skiftur út fyri fyrstu ferð í
teimum seytjan landsdystunum, sum hann hevur verið
við í. Mikudagin var Pól aftur millum ellivu teir fyrst
valdu, og hesa ferð var hann aftur á einum nýggjum
plássi. L eikbannini hjá Sámali Joensen og John Peter-
sen høvdu við sær, at tað var neyðugt við tveimum
nýggjum monnum á midvøllinum, og venjarin valdi
mest uppløgdu loysnina, sum var at flyta Allan Mørk-
øre og Pól Thorsteinsson úr verjuni og fram á sentrala
midvøllin.
— Min uppgåva skuldi vera tann, sum Såmal Joensen
plagar at hava. Tad vil siga, at eg skuldi fyrst og fremst
taka mær av at bakka upp og tetta, tå teir aftaru
menninir fóru fram.
Pól Thorsteinsson var við í nógvum framrættaðum,
og eina ferð seint í 1. hálvleiki var um reppið, at hann
við góðari sending, fekk stungið Todi Jónsson leysan,
men tíverri fekk aftasti maðurin akkurát tonna á.
Og so fekst tú eitt gult kort?
— Ja, eg misti ein bólt, og so tók eg mannin. Men
tíbetur kostar kortið ikki leikbann í Kekkia.
Pól Thorsteinsson iann ógvuliga nógvar og langar
teinar. Viðhvort var hann frammi og onkuntid var hann
aftastur í verjuni. Tá vit spyrja hann, um hetta var
meiri strevið, enn tað plagar at vera í verjuni, svarar
hann soleiðis:
— Jú, eg kendi tað, sum um eg brúkti meiri orku,
men eg kendi alla tíðina, at eg hevði nóg nógva orku.
Undan hesum dystinum helt eg, at tann dysturin, sum
vit hava brúkt mest orku í, var á útivelli móti Litava,
og tað haldi eg framvegis. Tað var ógvuliga strevið at
spæla í Vilnius. jh