Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. september 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

: Marknaðardeild: Olsen |: Postadr: Postsmoga 76, omsobede Ábyrggarblaðstjóri Dagfinn Hyndamann Poet Pos Dagbjørt S. Hansen Sveinur Tróndarson Álvur Haraldsen Telefon: 311820 Blaðstjóri: Eyðun Klakkstein , uppseting Telefax. 314720 — Eirikur Lindenskov Blaðfólk: i Mohr Sosialurin e-mail: postQsosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Áki Bertholdsen, iclas Johannesen Bústaður: | Lýsingar: lysing€ sosialurin.fo Turið Kjølbro Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin Saman tey standa - ímóti tí timalønta Oddagrein Tað var sum fryktað. Tjóðveldisflokkurin tekur ikki undir við at tryggja tí timalønta somu rættindi sum ti fastalønta við at broyta lógina um dagpening soleiðis, at dagpeningur fæst frá fyrsta sjúkradegi. Viðgerðin av andstoðuuppskotinum á tingi fyrradagin vísti, at Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin standa saman um at fella uppskotið. Og umberingin frá Tjóðveldisflokkinum var sum væntað, at landsstýrið arbeiðir við málinum. Viðgerðin í tinginum vísti eisini, at sam- gongan als ikki er samd - og at hon eftir øllum at doma ongantíð kemur við nøkr- um uppskotið. Tjóðveldisflokkurin vil hava, at arbeiðsgevarin skal rinda tveir teir fyrstu sjúkradagarnar hjá timaløntum - og ikki landið. Fólkaflokkurin vil als ikki hoyra um nakað slíkt, og Sjálvstýrisflokkurin helt, at tingið ikki skal blanda seg upp í at javnseta timalønt og fastlønt. Men viðgerðin av hesum evnið i Sosiali- num í gjár prógvar, at undanforsla Tjóð- veldisfloksins bert eru lótir. Landsstýrið arbeiðir als ikki við málinum. Landsstýris- kvinnan í almannamálum hevur sett eina nevnd - satt er tað. Men hendan nevnd hevur ongan fund havt síðani 1998! - og landsstýriskvinnan hevði tí als einki at leggja afturat viðgerðini hesum viðvíkj- andi. Á hesum stað vístu vit fyrr í vikuni á, at júst hetta málið var eitt upplagt høvi hjá Tjóðveldisflokkinum at vísa, hvar hann stendur sum verji løntakaranna - og tað hevur hann nú víst. Flokkurin fær ikki tikið seg saman um annað enn fullveldið - og tí mugu allar aðrar ósemjur við borgarliga Fólkaflokkin liggja - flokkurin tykist ikki tora at taka eitt stríð um 10 milliónir til timalønt upp, fyrr enn fullveldið er rokkið saman við Fólkaflokkinum. Páll á Reynatúgvu, formaður í Trivnaðar- nevndini og tingmaður Tjóðveldisfloksins, tosaði so niðursetandi um andstøduupp- skot - kallaði tað opportunismu - og Finnur Helmsdal kallaði tað atkvødufiskari. Tann kaldi veruleikin er kortini tann, at Tjóðveldisflokkurin forðar fyri, at timalønt og fastlønt verða javnsett - og einki bendir á, at nakað verður broytt hesum viðvíkj- andi hetta valskeiðið. Kallið tað bara atkvødufiskari og opport- unismu - men einans tríggjar tjóðveldis- atkvødur kunnu beina burtur ójavnan... Sosialurin Sjónleikarastevna í Havn I sambandi við at Meginfelag åhugaleikara Føroyar í ár verður 20 ár, skiðar Havnar Sjónleikarafelag fyri landsstevnu. M. a. vitja sjónleikarar úr Íslandi Tað hevur verið síður nú í mong ár, at tað um heystið verður skipað fyri einari landsstevnu fyri oll, ið á- huga hava í sjónleiki. Og hvort ár er tað okkurt av limafeløgunum, sum skipar fyri. Nú, ið MáF fyllir 20 ár, varð hildið hóskandi at stevnan í ár verður í Havn og at Havnar Sjónleikarfel- ag skipar fyri. Tað vóru Havnar og Klaksvíkar Sjonleikarfeløg, sum 23. september 1979 stovnaðu Meginfelag áhug- aleikara Føroya. Havnar Sjónleikarfelag hevur saman vid Nordur- landahúsinum boðið bólki- num „Hugleiki“ úr Reykja- vík at koma higar at fram- føra leikin „Sálir Jónanna ganga aftur“. Bert ein al- menn sýning verður - hon verður í Norðurlandahúsi- num leygardagin 18. sep- tember kl 16:00. Boðiðini um, at Harry S. Johansen var farin, komu ikki óvæntað. Hann hevur verið heilsuveikur síðstu árini, og stutt fyri middag mikudagin 8. september varð lívstráðurin kvettur. Harry varð føddur 26. juni 1921, foreldur hansara vóru Kristina á Trødni og Johan hjá Vágaheina, bæði úr Havn. Í heiminum í Kongagøtu vuksu tey 4 systkini upp undir tryggum umstødum og tá barna- skúlin var frá hondini byrj- aði arbeiðsdagurin hjá Harry, gll arbeiðspláss hansara vóru á leiðini Térsgøta; hann var fyrst í kjøthandlinum undir Sjó- mansheiminum, tey róptu >Esbjerg<, síðan í Sápufa- brikkini, sum tá var í Tórs- gøtu, har vaskaríið seinni var. So var hann í handli- num hjá Karl hjá Vága- heina í Steinagøtu, har hann var krambakallur, seinni eisini bókhaldari. Men tað var sum forrætn- ingsførari í sjúkrakassa- num, Harry hevði sín drúgva arbeiðsdag. Hann tók við hesum starvi 1. jan- uar, 1946 og røkti hann hetta starv til fulnar, til hann fór frå fyri aldur. Millum manna er Harry kendur undir navninum Harry í Sjúkrakassanum. Tá Bette og Harry giftust í 1949 og settu búgv uppi í Gundadali var tað sjálv- sagt við bjartastu vónum. Men longu 8. august 1950 brustu vónir. Tann alfagra summarmorgunin vóru Høvi verður eisini at síggja íslendskan leikara framføra = einmansleikin Triati ár“ i Sjónleikarhús- inum sunnukveldið kl 18:00. Stevnan byrjar í Sjónleik- arhúsinum friggjakvøldid 17. septebmer kl 19:00 við stuttari setanarrødu, einum drekkamunni og hugna- pråti, og kl 20:30 verður pallborðsfundur um evnid „Er sjónleikurin, sum hann er, førur fyri at klára tær avbjóðingar, ið liggja fyri framman“. Til pallborðið eru boðin umboð fyri MáF, Leikara- felag Føroya, Leikpallin, Undirvísingar- og Menta- málastýrið og Tórshavnar Býráð. Sjonleikarafeløgini venja nú ymisk brot á føroyskum úr „Gyltaliði“ eftir Dávíð Stefánsson, sum tey so fara at framføra leygardagin á Harry S. Johansen fløggini vundin í hálva stong í Havn. Bette heyði átt væl skapt gentubarn, men lagnan vildi, at mamman, 27 ára gomul, lat lív. Samstarvið við Harry tey nógvu árini hava sett spor á so mangan hátt. Hansara serligu evni at skipa fyri og at syrgja fyri at tingini riggaðu vóru ofta avgerandi. Tú fekst innlit í so mangt og ymiskt undir hansara lið, tí hann var í øllum felagsarbeiði hin á- lítandi og samstundis krav- mikli og ikki minst ídni, soleiðis, at tað hann legði úr hondum var, sum tað skuldi. Evnini at samvinna dugdi hann, og hann hevði serlig evni at geva frá sær. Var ikki kargur, tá um ráddi at vegleiða, veita frá sær kunnleika og tað lá í honum, at alt hann hevði um hendi varð væl fráging- ið. Soleiðis var hann í fel- agsvirksemi, og hetta var eyðkenni hansara í dagliga starvinum. Harry giftist uppaftur við Emmy í 1965 og vit eru mong, sum kunnu sanna orðafellið >maður kemur í mans stað<, tá hús- frúa aftur kom í heimið í Gundadali. Emmy hevði tá sitið einkja við tveimum gentum aftaná vanlukkuna í 1959 við Hans Hedetoft. Emmy og Harry eiga dóttr- ina Annu Kristinu, sum gift er og búsitandi í Jút- landi. Tað eru ikki tær nógvu vikurnar síðan vit sóu stevnuni í Sjónleikarhúsi- num. „Gyltalið“ og „Sálir Jónanna“, sum íslendsku gestirnir framføra, eru báðir gjørdir eftir somu kendu søgnini - men upp á hvor sín máta! Kanska kann hetta verða feløgnum okkara til íblástur, tá ið vit síggja, hvussu til ber at fáa nýtt lív í gamlar søgur og leikir. Tað er ikki nøkur treyt at vera við í framførslum til tess at koma á stevnuna. Øll áhugað eru vælkomin at Harry á fótum. Hann hevði altíð góðan vilja og var á- haldin, eisini eftir at sjúka merkti hann. Tey mongu tingini, hann fegin vildi gjørt, tosaði hann ofta um, virkin og umhugsin sum hann altíð var. Nevnast kann, at hann var virkin í vitjunartænastuni hjå Reyða Krossi. Saman við Ejler Rubeksen røkti hann sinar vitjanir. Av mongum åhugamål- um, eitt var filateli - fri- merkjasavnari - var Harry virkin brævaskrivari; hann hevði brævaskifti við mong uttanoyggja, og tað var ikki bara so hissini. Frásagnirnar frá vidfevnda brævaskiftinum hevði Harry mangan frammi á losjufundi, tað var tíðum sera áhugavert. Stóra felagsáhugan hevði Harry í fráhalds- rørsluni, hann var limur í losjuni Støt Viljen í Havn frå ungum av. Fyrst f barn- alosjuni »Summardåin«, sum varð stovnað í 1933. I Ungmannadeild N. I. O. G. T.s var hann frå ti fyrsta eftir stovnanina i 1936 og sat í nevnd, og serliga vóru boð eftir honum at skriva, tá roknskapur skuldi fáast frá hondini; sum heild var hann hon munagóði í tí dagliga strevinum at halda felagsskapinum uppi, geva honum lív og álit millum manna. Tá forlagið Mál & Ment- an fór undir at geva út »Gladustrok« í 1948 var Harry sjálvsagt ein av eld- tekna seg á skrivstovuni hjá MáF tlf 31 56 24 ella mayla til maf(ð post olivant.fo. Leygardagin fara øll í Norðurlandahúsið at síggja tann sera spennandi og stuttliga íslendska leikin. Og stevnan endar leygar- kvøldið við jubileums- veitslu í Sjónleikarhúsinum. Vónandi koma mong sjónleikaáhugað á stevnuna í Havn hetta vikuskiftið, heilsa tey úr MáF. sálunum; hevði um hendi roknskapin í mong ár og eisini var hann blaðstjóri langt áramál. Harry var fyrsti leiðari av Føroya Stórlosju, landsfelagsskap- inum hjá Goodtemplara- rørsluni, sum varð stovn- aður í 1957 og hevði á- byrgdarstarv í samfull 24 ár. Harry var 78 ár, nú hann legði árarnar inn. Hóast ár- ini, so mettu vit hann ong- antíð gamlan. Í sinninum var hann altíð fúsur og var kvekjarin, tí hann vildi so felgin, at nakað hendi til felags bata. Hjá tær, Emmy serliga og gentunum verður tóm- rúmið at standa eftir. Tykk- um siga vit okkara sam- kenslu. Men ein uggi er at vita sær, at hava átt ein sínámillum, sum ongantíð gavst á hondum í stremb- anini eftir at virka, meðan tíð var. Og tað var Harry. Frið lýsa vit yvir minnið um heiðursmannin Harry S. Johansen. il.