leygardagur 11. september 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 172 - 11.. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið
Nýtt uppskot í ár
Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum vissar um, at arbeiðsbólkurin, Almanna- og Heilsumála-
stýrið hevur sett at koma við uppskoti um nýggja dagpeningskipan, verður liðugur við arbeiði sítt í ár
JOHN JOHANNESSEN
Helena Dam á Neytabø vis-
ir staðiliga aftur skuldset-
ingunum um, at tað ikki
passar, at Landsstýrið ar-
beiðir við at broyta dagpen-
ingskipanina. Hon sigur, at
nevndin arbeiðir støðugt við
málinum, og væntast hon at
verða klár við einum upp-
skoti áðrenn árið er úti.
Tað er ikki rætt, tá Inge-
borg Vinther sigur við Sosi-
alin, at nevndin, ið arbeiðir
við uppskoti um nýggja
dagpeningaskipan, íkki
hevur havt fund síðani des-
ember 1998, og at nevndin
sostatt ikki er virkin. Sein-
asti fundurin var 16. febru-
ar, og tå gjørdust limirnir
samdir um, at umboðini úr
Almanna- og Heilsumála-
stýrinum og frá Dagpening-
askipanini skuldu arbeiða
víðari sjálvi og síðani koma
aftur til samlaða bólkin við
einum uppskoti. Umboðini
fyri arbeiðsmarknaðin skul-
du gera viðmerkingar til
ymiskar spurningar.
Helena Dam á Neystabø
vissar um, at full semja var
í arbeiðsbólkinum um at
býta arbeiði soleiðis upp, og
somuleiðis vissar hon um,
at arbeiðsbólkurin kemur
við einum tilmæli í ár.
Rykt eftir tilfari
Landsstýriskvinnan sigur, at
nevndarumbodini frá Al-
manna- og Heilsumålastyr-
inum allatíðina hava arbeitt
vid målinum, men hava ver-
ið noydd at rykkja eftir til-
fari frá hinum pørtunum í
arbeiðsbólkinum. Tilfarið er
nú komið inn, og Helena
Dam á Neystabø sigur, at
umboðini fyri Almanna- og
Heilsumálastýrið hava ar-
beitt víðari við hesum til-
fari, so tey kunnu venda aft-
ur til arbeiðsbólkin við eini
rammu, ið nýtt uppskot um
dagpeningaskipan = kann
byggja á.
Tey, ið sita í arbeiðsbólk-
inum eru juristar úr Al-
manna- og Heilsumálastýr-
inum, partarnir á arbeiðs-
marknaðinum og fólk frá
Dagpeningaskipanini. For-
maður í arbeiðsbólkinum er
Petur Elías Nielsen.
Sosialmál ella ikki
Helena Dam á Neystabø
sigur, at lyklapunktini, ar-
beiðsbólkurin arbeiðir við,
millum onnur eru, hvussu
høgt útgjaldið skal vera,
hvussu langa tíð tað skal
bera til at fáa dagpening og
eisini spurningurin um,
hvør kann vera við í dag-
peningaskipanini. Hon vísir
á, at spurningurin nevniliga
er, um skipanin bert skal
fevna um tey timaløntu á
arbeiðsmarknaðinum ella
tað eisini skal bera til, eins
og í verandi skipan, hjá
heimagangandi og sjálv-
støðugum vinnurekandi at
tryggja seg í skipanini.
Viðvíkjandi spurningi-
num, um fólk skulu fáa pen-
ing úr dagpeningaskipanini
beinanvegin frá fyrsta sjúk-
radegi, vísir Helena Dam á
Neystabø á, at stóða má tak-
ast til, nær talan er um ein
arbeiðsmarknaðarspurning
og nær talan er um eitt sosi-
almál.
Landsstýriskvinnan í al-
manna- og heilsumálum
vísir á, at í Danmark er ikki
talan um sosialmál fyrr enn
tú hevur verið burtur frá ar-
beiðinum í meira enn fjúrt-
an dagar. Hon heldur, at tey
timaløntu sjálvsagt skulu
fáa dagpening frá fyrsta
sjúkradegi, eins og tey fast-
løntu ikki verða drigin í løn,
men at greiða má fáast á,
um talan er um eitt sosi-
almál frá fyrsta degi ella
ikki.
Sjálv heldur landsstýris-
kvinnan avgjørt ikki, at tal-
an er sosialmál beinan veg-
in, og tiskil heldur hon, at
talan er um ein spurning, 10
partarnir á arbeiðsmarknað-
inum eiga at samráða seg
til.
Helena Dam á Neystabø
heldur ikki, at tað ber til at
samanbera støduna hjá
teimum fastløntu og teim-
um timaløntu. Hon vísir á,
at orsøkin til, at karensdag-
arnir eru avtiknir er, at fag-
felag teirra fastløntu hevur
hetta
megnað gjøgnum
samráðingar. Tískil heldur
hon eisini, at verkafólk
kunnu klára at samráða seg
til eina loysn, har arbeiðs
gevarin rindar løn fyri sjúk-
radagar.
Var eg formaður í ein-
um verkamannafelag, heyði
eg kravt, at arbeiðsgevar-
arnir rindaðu dagpening.
Tað er jú í tráð við allan nú-
tímans arbeidspolitikk, at
tað ikki ber til at fáa eitt gott
arbeiði burturúr fólki, uttan
arbeidsumstødurnar eru í
lagi, sigur Helena Dam á
Neystabø avgjørd.
Torført at umsita
Landsstyriskvinnan visir å,
at ein slik skipan, sum and-
stødan hevur lagt uppskot
fyri Løgtingid um, gerst
ógvuliga torfør at umsita.
Hon vísir á, at tað kann ger-
ast ein ræduligur ruduleiki,
tå øll skulu renna til lækna
beinanvegin tey eru vorðin
sjúk, fyri at fáa læknaváttan,
so til ber at fáa dagpening.
Hugsar tú figgjarstyring,
hugsa so Formula Føroyar!
— Vit vita jú, hvussu long
bíðitíðin í løtuni er at sleppa
framat hjá lækna, og tá so
alt hetta kemur afturat,
verður ein ræðuligur ruðu-
leiki, tí fólk skulu helst fáa
læknaváttan sum skjótast,
sigur Helena Dam á Neyst
abø og vísir á, at hetta
somuleiðis krevur eina stóra
og kostnaðarmikla umsit
ing
Viðmerkjast kann, at í
uppskotinum hjá andstød
uni verður broytingin í dag
peningaskipanini mett at
kosta tíggju milliónir krón
ur og síðani eina ávísa eyka
arbeiðsbyrðu hjá Almanna-
stovuni.
Nógvir aðrir
spurningar
Helena Dam á Neystabø
staðfestir, at arbeiðsbólkur-
in ikki bert arbeiðir við mál-
inum um, frå hvørjum degi
dagpeningur skal rindast.
Nógvir aðrir spurningar eru
eisini at taka støðu til, og ti
kann ikki væntast, at ar-
beiðsbólkurin fer at loysa
málið fullkomuliga, og tað
heldur hon heldur ikki hann
skal, tí Almanna- og Heilsu-
málastýrið eigur ikki at
blanda seg í arbeiðsmark-
naðarmál.
Landsstýriskvinnan bjóð-
ar sær tó til at bjóða pørt-
Helena Dam á Neystabo
landsstýrismaður í al-
mannamálum
unum á arbeiðsmarknaði-
num á fund, har viðgerast
skal, um ikki arbeiðsgevarin
eigur at rinda ein part av
dagpeninginum. Hon vísir
á, at um arbeiðsgevararnir
vilja gjalda dagpening, ber
til at fáa eina skipan. har tey
minni og veikaru feløgini
kunnu tryggja seg. soleiðis.
at byrðan av dagpeningi-
num ikki verður ov tung
- Eg vil tó enn einaferð
vísa á, at arbeiðsbólkurin
ikki er farin i koma, og
roknast kann við einum til-
mæli frá honum í ár, sigur
Helena Dam á Neystabø at
enda.
Formula Føroyar hevur umboðað Navision figgjarstyringsskipanir síðani 1986, og er
sostatt elsta Navision?-umbod í landinum
Kring landið eru hundraðtals figgjarstyringsskipanir, sum Formula Føroyar hevur sett
Formula Føroyar hevur 18 fakfólk, sum kunnu ráðgeva í øllum tættum innan
figgjarstyring og figgjarstyrings-tøkni!
Formula Føroyar er einasta fullmannaða, góðkenda Navision” Solution Center í
landinum. Vit hava serútbúgvin fólk i Navision? og Navision Financials%, sum kunnu
ráðgeva tygum i kravfesting, uppsetan av bókhaldi og verksetan av skipanum:
e Bokhaldskøn, figgjarfrødingar, grannskoðara og løgfrøding
e Forritarar vid upp til 13 ára royndum í forritan av Navision*-figgjarstýringsskipanum
e Roynd netfolk vid hægstu sertifisering (Microsoft Certified System Engineer)
for ula
NAVISION
solution center
Set teg i samband vid okkum, og vilja vit finna
røttu loysnina. Vit kunnu hittast å tel. 311 115 ella
á teldupostadressu navision(dformula.fo
Navision og Navision Financials eru skrásett vørumerkir hjá Navision Software a/s, Frydenlund Allé 6, DK-2950 Vedbæk, Danmark