Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. september 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 172 — 11. SEPTEMBER 1999 15 Gomul handilsmentan fær nýtt lív NORÐURLOND. Ætlanin um ein norðurlendskan mið- depil í Keypmannahavn, har Noreg, Island, Grønland, Føroyar og Danmark møtast í fortíð, nútíð og framtíð, er komin eitt stórt stig nærri Í løtuni eru tað fyri tað mesta tær treisku dúgvur- nar, sum halda til við pakk- húsið á Den Grønlandske Handels Plads á Christians- havn. Men gongst sum ætl- að mugu tær longu næsta ár finna sær eitt annað tilhald. Pakkhúsið er nevniliga part- ur av eini stórfingnari ætlan, sum Morten Meldgaard, leiðari á Dansk Polarcenter, er upphavsmaðurin til. Hann og onnur navnframin fólk við fyrrverandi is- lendska forsetanum Vígdis Finnbogadóttir á odda, hava neyniliga í umbúna at gera ein norðuratlantiskan mið- depil fyri mentan, gransking og vinnu. Miðdepilin skal vera í gamla pakkhúsinum frá 1767, haðani danska hjá- landasøgan í útnorðri er far- in igjøgnum. Her eru turri fiskurin og hvalirnir skip- aðir inn. Revsifangar frá teim gomlu hjálondunum, sum skuldu sita tíðina í Danmark, eru eisini farnir ígjógnum har. Skipini hava lagt at, og tað krevur ikki nógv hugflog at ímynda sær tann ruðuleika av lívi og handli, sum er farin fram har. Sjálvt pakkhúsið er væl hildið við líka takkað verið góða viðinum og byggisiði- num, sum var tá. Tað hevur staðið tómt síðani fyrst í áttati árunum, tá ið tann kongligi grønlendski hand- ilin fór út og tók síðstu vør- urnar í stóra goymslubygn- inginum við sær. Ein gluggi til Norðuratlantiska økid Nevndini fyri Den Nord- atlantiske Brygge vantar 80 milliónir krónur til umvæl- ingar av bygninginum. Tá ið umvælingarnar eru fingn- ar frá hondini skuldi hesin 7000 fermetra stóri bygn- ingurin staðið klárur at hýst øllum teim mentanarligu brigdunum úr Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Dan- mark. Ætlanin er, at vinnu- livid skal vera primus motor í menningini av húsinum, tå ið tað stendur liðugt. Nevndin roknar við, at um- leið 75 prosent av húsinum verða leigað út til vinnulig endamál úr Norðuratlants- havi, soleiðis, at um ein keypir grønlendskan ganda- grip, fóroyskan turran fisk og íslendskar troyggjur, so fer ein onga aðra staðni enn í Pakkhús C á Bryggen. Hini 25 prosentini av húsi- num skulu brúkast til feløg, søvn, stovnar og hvat ein annars kann ímynda sær av norðuratlantiskum felags- skapum, sum í løtuni eru spjaddir um alt Keyp- mannahavn. Her verður alt savnað. Umframt verða kaffistovur, framsýningar Vígdis Finnbogadóttir, fyrrverandi íslendski forsetin, er forkvinna í neyndini fyri Den Nordatlantiske Brygge. Seinastu trý árini hevur hon búð í Danmark. og serbúðir. Ein nýggjur miðdepil fyri gomlu hand- ilsmentanina. Pengarnir koma Tær írestandi 80 miliónirnar eru kanska nógvir pengar. Men ikki til hetta hugskotið og so útvegar tú pengarnar. Hevur hon rætt, standa húsini klára at taka í nýtslu um trý-fýra ár. Avoldaður hugsunarháttur? Eftir stendur bert spurning- > Vit siga ofta, at dreymar kosta einki, men eitt gamalt íslendskt orðatak sigur, at tú eigur at ansa eftir, at kavirr ikki fjálir allar slóðirnar. Soleiðis er við okkara felags søgu. Vit mugu ikki gloyma hana, tí tað er haðani vit fáa íblástur til at menna norðuratlantiska økid.« og ikki fyri Vigdis Finn- bogadóttir, sum er for- kvinna í neyndini. Nevndin hevur fingið húsini í gávu frá danska statinum, eitt hús, sum er mett at vera vert 40 milliónir krónur, men við teirri treyt, at nevndin er før fyri at reisa restina av peng- unum næsta hálva árið. Kanska verður tað ikki so trupult. Á einum tíðinda- fundi í summar segði Vígdis Finnbogadóttir soleiðis: - Tú hevur eitt hugskot, urin, hvat vit skulu brúka nýggja pakkhúsið til. Er tað ikki ein avoldaður hugsun- arháttur at tosa um norður- lendskt mentanarskifti? - Mín fatan er nakað oðr- vísi. Í dag er tað ein longsul eftir at seta fótin á bremsuna í mun til altjóðu menning- ina, eittans av teirri grund, at alt ikki skal gerast ov eins. Eitt hús sum hetta er í mínum hugaheimi sera týdningarmikið fyri ung- dómin. Minnini, søguna og felagsskapin mugu vit ikki missa. Og her verða okkara felags norðuratlantisku rgt- ur. Tað var her tað hendi, sigur Vígdis Finnbogadóttir. - Stórur partur av okkara mentanarligu rótum er varð- veiddur í skaldskapi á mannamunni, sum sam- stundis er ein skrivað soga. Vit kunnu siga, at fólksligi skaldskapurin er ein vitan um, hvussu ræðuligt tað er at gloyma. - Fyri okkum er Den Nordatlantiske Brygge í hjartanum á Keypmanna- havn vorðið ein visjón um eitt stað, har Noreg, Ísland, Grønland, Føroya og Dan- mark kunnu metast í fortíð, nútíð og framtíð, og har gransking. undirvísing, vinna og mentan kunnu ger- ast innihaldið í einum liv- andi umhvørvi. Lagt til rættis: Turið Kjølbro Keldur: Aktuelt, 2. juni 1999, Polarfronten. nr. 2 1999. Heimasíðan hjá Den Nordatlantiske Brygge er wwn.bryggen.dk Okkara gluggi úteftir og inneftir NORÐURLOND. - Fyri norðurlendska samleikan og felagsskaparkensluna fær Den Nordatlantiske Brygge ómetaliga stóran týdning, sigur leiðarin á Føroysku Viðskiftastovuni í Keypmannahavn, Trygvi Johansen Turið Kjólbro Nevndin í Den Nordatlant- iske Brygge hevur eina stóra uppgávu fyri framm- an. Enn er verkætlanin á einum fyrireikandi stigi, men nevndin hevur fingið ikki so lítið frá hondini, síð- ani hon fór til verka í vár. Danski staturin hevur latið bygningin til endamálið, og londini, sum eru við í ætlan- ini hava góðkent verkætlan- ina. Endalig tilsøgn um stuðul er kortini ikki komin úr Íslandi enn, men hon er á veg. - Noreg hevur fyribils boðað frá, at tey hava ikki áhuga í at vera við, men tey lata kortini dyrnar standa á glopp. Fyri 2-3 árum síðani fingu norðmenn nýggja sendistovu í Danmark og tí hava teir ikki tørv á einum slíkum staði, sigur Trygvi Johansen, ið vegna Føroya Landsstýri situr í nevndini í Den Nordatlantiske Brygge. Føroya Landsstýri hevur boðað frá, at tað stuðlar ætlanini. Tær írestandi 80 mió. krónur, sum eru eftir at útvega til ætlanina, skulu útvegast úr grunnum, við láni og sum partapeningur. Partapeningurin verður 20 mió. krónur og føroyski parturin verður fýra mió. krónur. Á komandi løg- tingslóg verður ein partur av hesi upphædd játtaður. Tá ið hetta árið er úti skal nevndin hava útvegað alla fíggingina, tilsøgn um lån frá Realkreditinstituttinum skal vera komin uppá pláss umframt endaligu tilsøgn- irnar úr ymsu londunum, ið eru við. Ikki fyrr enn alt hetta er komið uppá pláss hvílir verkætlanin í sær sjálvari. Fólkini, ið stríðast fyri verkætlanini, eru ikki hvørji sum helst, men fyrr- verandi íslendski forsetin, danskir politikarar, hirð- stjórin í danska hovinum, stjórin í fólkatinginum, og nógv onnur stór nøvn. Tá ið Den Nordatlantiske Brygge verður veruleiki, flytir Føroyska Viðskifta- stovan í Keypmannahavn eftir ollum at dóma í bygn- ingin. Hverjir aðrir føroysk- ir stovnar, felagsskapir, fel- Øg og onnur fara at halda til á Grønlendske Handels Plads er ringt at meta um so tidliga. - Teir stovnar, har nógv fólk vitja dagliga, liggja ikki væl fyri har úti, tí tað er eitt sindur uttan fyri býin. Eitt nú hevði Føroyahusid eftir mínum tykki ikki ligið væl fyri har, men hinvegin kundu stórri tiltøk, veitslur, fundir og annað, sum verður fyriskipað í Foroyahúsi- num, verið har, sigur Trygvi Johansen. Føroyska Viðskiftastovan liggur sera væl fyri í hjarta- num í Keypmannahavn sum er, men leiðarin á Viðskifta- stovuni fer kortini at við- mæla, at stovnurin verður fluttur, tá ið Den Nordat- lantiske Brygge verður tikið í nýtslu. - Øll mugu ofra nakað fyri verkætlanini. Fyri tann norðurlendska samleikan og felagsskaparkensluna fær Den Nordatlantiske Brygge ómetaliga stóran týdning. Bygningurin verð- ur ein gluggi úteftir, eitt am- boð, sum kann brúkast á ymiskan hátt. Samstundis verður verætlanin ein góður møguleiki hjá fólki, ið ikki kenna so nógv til hesi londini, sum eru við, at fáa upplýsingar um livikor. lívstreytir, søgu og annað. Eitt nú fer at bera til hjá okkum at hava verandi og ferðaframsýningar um før- oyska grinddrápið. Tað er ørgrynna av møguleikum at gera søguligar framsýningar í bygninginum, sigur Trygvi Johansen.