leygardagur 11. september 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TÆNARI. Hóast hann á um jóltíðir tænir fleiri av
heimsins kendastu filmsstjórnum sum Omar Sharif
og Elisabeth Taylor umborð á glæsiligum cruise-
skipum í heitari høvum, so gongur leiðin kortini
aftur til Føroya og Island á hvørjum sumri
Tænarar
gerast
ongantíð
ríkir
Orð Jan Miller Myndir: Alvur Haraldsen
Su siglingin hjá Norrønu er n
r Ha, og utlendsku starvs
re sudur i heitari lond at
Ein teirra er bosniarin Igo
zju summar hesi seinastu 11
árini hevur Ígo verið fastur fúsur í
restaurationini umborð á Norrønu
Kennist man ikki við navnið, so
munnu mong tó kennast við henda
høga, fryntliga, skjóta og sera pro-
fessionella tænaran frá mongum
hugnaligum løtum umborð á Norr-
ønu
Hvør er so hesin spelkni og myrk-
dæmdi fremmandamaðurin, sum
eftirhondini líkasum er vorðin ein
av okkara egnu - ein, sum í ger-
andisarbeiði sínum roynir at fáa
fremmanda ferðamannin, sum er á
eg til Føroya, at kenna eg væl!
Iso Piquka er føddur í syðra parti
av Bosnia Herzegovina nærhendis
býnum Mostar. Hesin býurin var
millum teirra, ið fór illa í borgara-
krígnum fyrst í 90-unum. Vit minn-
ast ikki minst býin frá hansara á so
stolta skjaldramerki, nevniliga hina
vidagitnu miðaldarbrúnni, sum
serbar bumbaðu
Tvey ára gamal flutti påpin til
Sarajevo, ið er høvudsstadur i
Bosnia Herzegovina. I dag kennir
Igo seg sum bosnara, men hann
hevur eisini kroatiskan rikisborg-
Foreldrini búgva enn í
Tey vóru eisini í býnum
gu tíðina, tá býurin varð
hersettur av serbum frá 1992 til 94
Foreldrini í
hersetta Sarajevo
Iso vil helst ikki minnast aftur á
hesa tíðina. Tí hon var so óhugnalig
Sjálvur sigldi hann tá við Norrønu
um summarið og við týskum cruise-
ferðaskipum um veturin. Hann
hevði ikki samband við foreldrini í
langa tíð
lgo er rættiliga avgjørdur, tå man
spyr hann um fortíðina og uppgerð-
ina við serbar. Hann dylur ikki fyri,
at hann hevur andstygd fyri Milo-
sovic forseta, ið hann uttan nakað
himpr samanber við Hitler. Eftir
Hitler hevur hesin serbiski dikta-
torurin framt størsta fólkadráp í Eur-
opa í hesi øldini. -Eg skilji bara
ikki, at fólk í Serbia framvegis
stuðla Milosovic
I dag býr Igo, sum er 41 ára gamal
og ógiftur, í Sarajevo, saman við
foreldrum sínum. Har búgva eisini
tvær systrar hansara. Igo hevur
eisini eina íbúð í kroatiska høvuds-
staðnum Zagreb.
Til Týskalands
Hann tók útbúgving sum tænari í
Sarajevo fyri meira enn 20 árum
síðani. Hiðani gekk leiðin til
Týskalands at arbeiða. Har var hann
í tvey ár men helt, at tað kundi vera
spennandi at royna tænaralívið á
sjónum og tann vegin at uppliva og
síggja heimin. Hann fekk tjans
við við skipunum hjá Royal Viking
Lines. Hetta var í 1982. Igo starvast
enn hjá hesi fyritøkuni partar av
árinum. Cruiseskip tess sigla um
allan heimin. Hann hevur siglt á
flestu av heimsins høvum og hevur
tænt mongum kendum fólkum.
Í apríl mánað 1988 fekk Igo
áheitan um at fara við Norrønu og
arbeiða umborð summarrutunum
hjá Smyril Line. Hann helt tilboðið
ljóðaði spennandi og var hetta eisini
nakað annað enn siglingin í fjar-
eysturi og í Karibiska havinum. So
væl dámdi honum skipið, rutuna og
ferðafólkini, at hann er komin aftur
á nærum hvørjum sumri. Uttan at
nakar varnaðist tá, so var Igo um-
borð, tá summarsiglingin tók seg
upp ár eftir ár. Á henda hátt hevur
hann hesi seinastu elluvu árini verið
tænari á Norrønu í níggju summar.
Dámar væl
Honum dámar væl skipið, hóast tað
er við at gerast nakað gamalt. Sjálv-
ur sær hann fram til, at Smyril Line
skal fáa eitt nýtt skip. Tað er til-
trongt heldur hann.
-Mær dámar sera væl her umborð.
Tað at arbeiða saman við føroying-
um og at skula tæna føroyingum
og øðrum fólkum hugar mær sera
væl.
Hóast málið er enskt, so hevur
hann lært seg so frægt av føroysk-
um, at hann skilur, hvat føroyingar
siga. Og so tekur hann eisini til
onkra føroyska glosu, tá tað liggur
fyrr.
„Eitt tað mest umráðandi í arbeiðinum
sum tænari er hvussu tú tøsar við fólk.
Tann fyrsta kontaktin er sera týdning-
armikil, og tú mást verða blíður og
smíla. Hetta er eitt hart arbeiði.<
Igo dámar væl Føroyar og før-
oyingar. Hóast mentanin í Føroyum
og fólkini her eru so nógv ødrvisi
enn landsmenninir í heimlandinum,
so heldur Igo, at tað er nakað ser-
stakt og positivt við oyggjafólki.
Ein føroyingur og ein týskari t.d.
eru so ymiskir. Føroyingar eru so
stillførir og „relaxed“, meðan eitt
nú týskararnir ganga eftir klokkuni
alla tíðina.
Ospilt náttúra og friðsæla
Igo ivast ikki í, at tað verður brúk
fyri Smyril Line og Norrønu langt
inn í næstu øld. Hann hevur tænt so
mongum fólkum úr nógvum yms-
um londum, at hann heldur seg við
vissu kunna siga, at hesi ferðafólk-
ini virðismeta Føroyar og Ísland so
ómetaliga nógv, at tey fara at koma
aftur og aftur, og tey fara at siga
gðrum frá sínum upplivilsum.
-Tað, sum dregur, er serstakliga
hetta, at londini hava pure
nature“. Hesi ferðafólkini velja
náttúruna framum hitan, og eg haldi
sjálvur, at bæði Føroyar og Island
eru vælegnað ferðamál fyri euro-
pearar, sum vilja njóta frítíðina við
tí friðsælu, sum ein óspilt og vøkur
náttúra hevur at bjóða. Hesi fólk
eru von við at síggja so nógv fólk
og við so nógv stress, at fyri tey er
tað at vitja Føroyar og Ísland, ein
kærkomin gáva sigur Ígo og leggur
aftrat, at hetta eru tankar og kenslur
>Mær dámar sera væl her umborð. Tað at
arbeiða saman við førovingum og at skula
tæna føroyingum og øðrum fólkum hugar
mær sera væl.«
tú fær fram, tá tú starvast sum tæn-
ari og borðreiðir fyri teimum góðan
mat og drekka.
Igo heldur ikki, at tað er rætt, sum
onkur vil vera við, at ferðafólkini,
sum brúka hesa rutuna, bara eru
áhugað í at vitja ísland. -Eg havi
hoyrt so mong fólk tosa um, hvussu
vakurt og gott tað er at vera í Før-
oyum eisini. Tí haldi eg eisini, at
myndugleikarnir í Føroyum, sum
taka sær av ferðavinnu, eiga at gera
seg til reiðar at kunna hýsa nógv
fleiri ferðafólkum í framtíðini. Við
hesum sipar hann eisini til ta løtuna,
tá Smyril Line hevur fingið eitt nytt
og stórri skip.
Gott „slag“ av ferðafólki
Igo heldur eisini, at hetta slagið av
ferðafólki, sum velur at ferðast til
Føroyar og Ísland, eru góð ferða-
fólk, tí tey tveita ikki um seg við
burturkasti ol., og tey gera sum
heild lítið um seg.
-Fáa vit eitt nýtt skip, so verður
pláss fyri fleiri fólkum og fleiri
bilum. Tað verður so helst eisini bí-
ågari hjá hverjum einstøkum at
ferðast henda vegin. Og umstødur-
nar umborð fara so eisini at vera
80gv betri. Tað haldi eg fer at draga
fleiri ferðafólk henda vegin.
Igo heldur, at tørvur er á einum
skipi, har tað ikki minst er meira
plåss, so fólk kunnu eisini vera fyri
jeg sjálvan, eitt nú rúm til kortspæl,
tilv ol. men eisini felagshøli sum
gáttklubbar ol. Við sínum drúgvu
toyndum frá sigling við cruiseskip-
um í Karibia og í Kyrrahavinum
veit Igo, hvussu nógv tað hevur at
siga eisini at hava fjølbroytt tilboð
til gestirnar.
Hann sigur seg annars hava hoyrt,
at aðrir nú eisini ætla sær undir hesa
rutu, men hann heldur, at Smyril
Line hevur so drúgvar royndir og
hevur brúkt so nógva tíð til at ar-
beiða hesa rutu upp, at tað verður
torført hjá ødrum at koma inn á
marknaðin.
Bert ein heilt ringan túr
Hóast Atlantshavið og Norðsjógv-
urin kunnu vera ringt farvatn, so
minnist Igo bert ein serstakan ring-
an túr við Norrønu. Hetta varð í
1994. Tá varð veðrið sera sera vána-
ligt, og tað var lítið hugaligt at sigla
um Norðsjógvin við ferðafólki.
Hetta mundi vera í byrjanini av
august mánað.
-Men eg skal viðganga, at eg havi
ongantíð verið serliga bangin, tí eg
havi mett, at vit altíð hava havt sera
góð fólk á brúnni.
Øll árini við Norønnu hevur Igo
arbeitt har frammi í restauratiónini.
Hann sigur seg trívast væl saman
við føroyingum, sum arbeiða um-
borð men heldur teir kanska vera í
so smædnar, og tá vit spyrja hann,
hvat hann kundi hugsað sær øØr-
vísi við føroyingum, so heldur hann
fyri, at vit áttu kanska at verið eitt
sindur meira opin og tosa meira.
Men hann vónar, at okkurt av tí
hann hevur lært og ikki minst tær
royndir hann hevur gjørt umborð á
cruiseskipum um allan heim kunnu
koma øðrum umborð á Norrønu til
góða.
-Eitt tað mest umráðandi í arbeið-
inum sum tænari er hvussu tú tosar
við fólk. Tann fyrsta kontaktin er
sera týdningarmikil, og tú mást
verða blíður og smíla. Hetta er eitt
hart arbeiði.
Igo Piquka
saman við
starysbrødrum
og -systrum
umborð á
Norrønu
>Tænarar gerast
ongantíð ríkir, men
hetta er eitt frálíkt
arbeiði, har tú lærir
at kenna fólk og
uppliva heimin.<
Igo í sínum dagliga
arbeidsumhvørvi i
restauratiónini
umborð á Norrenu
Øll hesi nýggju árini hann hevur
verið við Norrønu hevur hann ikki
havt nakrar serliga trupulleikar við
fólki. Fólk duga væl at bera seg at
og hóast tey hava fingið nakað í
høvdid, so eru tey sera friðalig. Tey
eru glað og syngja, men gera ongar
ónáðir.
Heim til Sarajevo
Nú er henda summarsesongin við
Norrønu við at vera av. Hon endar
15. september, og tå fer Igo heim
til Sarajevo at halda frí í eina tíð
Móti jóltíðum leitar hugurin aftur
til arbeiðið á havinum, og hann fer
tá aftur við einum stórum og nú
tímans ferdamannskipi, hesaferð
helst um Floridaleiðina og í Kari
biska havið
lgo hevur siglt við ferðamann
skipum kring allan heimin. Eitt
skifti var hann í Kina, og tað dámdi
honum sera væl
-Vil tú uppliva verðina, so er ar-
beiði umborð á einum cruiseskipi
tað rætta sigur Igo, men hann dylur
ikki fyri, at tú verður ikki nakar
ríkur maður at arbeiða sum tænari
-Tænarar gerast ongantíð ríkir.
men hetta er eitt frálíkt arbeiði, har
tú lærir at kenna fólk og uppliva
heimin
Fáið tykkum fleiri born
Hóast Igo er útlendingur, so fylgi
hann eisini við í prátinum um fram-
tíð Foroya. Sjálvur heldur hann, at
vilja føroyingar vera sjålvstyrandi,
so eiga danir at loyva teimum tað.
-Tað eru so mong onnur lond við
lítlum íbúgvaratali, sum - gerast
sjålvstødug, eitt nú Monaco, Monte
Carlo 00. Tit eru ein tjóð í vøkstri.
Men eg haldi, at tit áttu fingið
tykkum uppaftur fleiri børn, soleiðis
at tit vóru fleiri í framtíðini at standa
fyri hesum landi. Eg ynski tykkum
eisini góða eydnu við komandi olju-
og gassleiting. Vónandi finna til
olju leggur Igo Piquka aftrat. Sjålv-
ur hevur hann lagt til merkis oll hesi
seinastu árini hann hevur siglt við
Norrønu, at boripallarnir koma
nærri og nærri Føroyum. Nú liggja
teir so nær Føroyum, at tað er næst-
an stytri frá teimum til Havnar enn
til Lervick sigur Igo brosandi.
Ígo er so smátt farin at gleða seg
til nakrar frídagar heima í Sarajevo
og í Zagreb. Skjótt nærkast jólum,
og so fer hann aftur í arbeiðsklæð-
ini. Hóast ruturnar eru tær somu,
so eru fólkini ongantíð tey somu.
Altíð onkur nýggj og spennandi
andlit. Millum mongu kendu fólk-
ini, sum Igo hevur borðreitt fyri,
eru kendir sjónleikarar sum Omar
Sharif og Elisabeth Taylor og
amerikanski rúmdarmaðurin, Ald-
rin, ið var millum teir fyrstu á mán-
anum.
Og gongst sum ætlað verður Igo
Piquka aftur at síggja rundan um
Kalda borðið umborð á Norrønu
næsta summar