Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. september 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 Nr. 172 — 11. SEPTEMBER 1999 FLOGVIT Á FLOGI. Nú er tíð at gera upp við 30 ára drúgvu ovurkenslusama næstrakærleikan, møsnid, tvætlið, moralprædikurnar og alt hitt háfloygda fjasið í fólkaskúlanum, sigur Niels Eklund, professari á læraraháskúlanum í Danmark og flogskipari hjá Atlantsflog — Vit skulu gera upp við møsniå og tvætlið í fólkaskúlanum Orð: Høgni Mohr Myndir: Álvur Haraldsen Seinni partur av samrøduni Í fyrra parti av samrøduni við Niels Egelund, ið er flogskipari hjá Atlantsflog og professari á læraraháskúlanum i Danmørk, greiddi hann frå um Gstødugu tilveruna millum námsfreði, sålarfrødi og flúgving. Hann avdúkaði, hvussu hann megnaði at gerast sálar- frødingur eftir bert trimum árum, og nam við umstríddar náms- frødiligar hugsanir. Fyrri partur var í blaðnum seinasta leygardag. Tidin rann, og Egelund gjørdist meira og meira upptikin å lærara- håskulanum, og minni og minni å Muk-Air. Men longu árið eftir, at Atlantsflog vegna niðurskurð hevdi sent danan heim. var hann aftur i Føroyum ein mánaða og fleyg millum Vágar og Trónd- var ein føroysk roynd arleið, ið varð nidurløgd stutt eftir I 1996, beint eftir at danska i-flogfand datt niður, aftur í Føroyum, tí ein flogskipari vildi sleppa a. Hesin sami ringdi og spurdi um danin na aftur til Atlants- log. Egelund var vorðin pro- fessan í januar, men játtaði kortini at koma til Føroya at flúgva í nov ember sama árið. Hann fleyg o.u ein túr um vikuna í eitt ár og fulla tíð um jóltíðir, meðan aðrir høvdu fri. Í fjør fekk Atlantsflog sær ann- að flogfar, og tå var Egelund aftur hein I nem, sun í Føroyum Ongantíð í lívi mínum havi eg vitað, hvat komandi ár hevur havt at bjóða. men eg vænti, at eg haldi áfram, sigur Egelund. ið sunnudagin 29. august fleyg sein- asta túrin til Danmarkar í hesum umfari Hendan sunnudagin gleddi hann seg til at síggja meira til damuna í Danmørk. Egelund er annars frá- skildur maður, og saman eiga hann og fyrrverandi konan 25 ára gamlan son, og 22 ára gamla dótt- ur. Tá børnini fluttu heimanifrå, valdu hjúnini Egelund at fara hvor ui sitt Tað var ótespiligt og harmi- ligt, men nú havi eg fingið mær eima aðra damu, og hon er flog- skipari hjá Maersk Føroyskar veitslur spennandi Hóast tað neyvan man vera spennandi hjá teimum kæru, ið bíða heima, noyðist Niels Egelund at viðurkenna, at tað er spennandi, ongantíð at vita, nær tú ert heima aftur, og hvar tú fert at lenda tá tú flýgur á føroyaleidini. Føroyska veðurlagið er nú einaferð soleiðis háttað, og hetta heldur hann vera stuttligt. Ostøduga veðrið her um leiðir heldur hann hava sera stóra ávirkan á føroyingar, og hetta heldur hann sæst aftur í medferð- mi - Bjóðar tú føroyingum i veitslu, koma teir dettandi inn á gólvið í einum tíðarskeiði inn- anfyri einar tríggjar til fýra tímar. Eg leggi ikki petti í tað, tí eg haldi tað vera sjarmerandi, eins og alt tað sum hendir í føroyskum veitsl- um er munin meira spennandi enn í teimum donsku. T.d. at proppurin á snapsafløskuni verður tveittur burtur, og drukkið síðani verður til tómt er. Nøkur drekka seg eisini so etandi skít, meðan onnur kanska fara uppá gólv. Tað er for- biðið stuttligt, heldur Egelund stórlæandi fyri, áðrenn vit aftur royna at fáa flogskiparan at tiga, og professaran at tala. Eiga at fara til verka Egelund, professari, er í donskum fjølmiðlum endurgivin fyri at siga at danski fólkaskúlin er >út- kleimdur í ovurkenslusomum næstrakærleika<, og hetta stendur hann við, hóast hann í dag er í fulltíðarstarvi á tí virda danska læraraháskúlanum, og stendur yv- ir 25 fólkum á stovni sínum. Hann hevur ábyrgdina av út- búgvingini hjá einum 500 lesandi, >Tú kemur inn í flokkin, og har sita nakrir næmingar í tjúkkum jakka og við beinunum uppi á borðinum og kalla teg feyvará, og gera púra greitt, at teir ikki ætla sær at flyta beinini av borðinum. Hetta er alt ov linligt og lætt.< og harumframt er hann gransking- arleiðari á einum vælmannaðum stovni á skúlanum. Hann situr í altjóða nevndini, ið kannar m.a. lesiførnd og náttúruvitanina hjá børnum kring knøttin, og harum- framt er hann við í øðrum gransk- ingarætlanum; sum leiðari og fyri- skipari, skilst... Bert hendan arbeiðsbyrðan hjá Egelund hevur við sær, at hann, tá árið er farið at halla, kann telja sær yvirtímarnar upp til millum 1.000 og 1.500. — Men eg noyðist at flúgva eisini, og tað vita og skilja tey á læraraháskúlanum. Og tað bilar valla, tí eg veit eisini, at fólk eru nøgd við arbeiði mítt á háskúl- anum. Danski kenslumálaráðharr- in ringdi til mín hendan dagin, og bað meg koma við í fólkaskúla- ráðið, ið er hægsta nevndin yvir danska fólkaskúlanum. Kanska vilja fólk, sum t.d. kenslumálaráð- harrin, hava meg við har avgerðir verða tiknar, tí tey vita at eg fari beinrakin til verka. Eg havi altíð hildið, at best er at hava nøkur stevnumið at ganga eftir; stevnu- mið, sum síðani eiga at verða eftirmett, og brúkt, um dugur er í teimum. Altso, ikki alt hitt møsnid og tvassið. Eg sigi stutt og greitt, latið okkum fara til verka... Á jøvnum feti við Venesuela — Tíðarandin er við mær í hesum; eg havi bara verið óheppin, at eg havi verið ov skjótur á sjóvar- fallinum. Í stuttum kann sigast, at eg umboði ta nýggju hugsanina; at nú er tíð at gera upp við 30 ára drúgvu »anti-autoriteru« náms- frødina, ella við øðrum orðum: Ovurkenslusama næstrakærleik- an, møsnid, tvætlið, moralprædik- urnar og alt hitt háfloygda fjasið. Nú er tíð at fáa fingrarnar út. Børnini skulu læra at lesa og rokna, og vit eiga at vera á jøvnum á |