leygardagur 11. september 1999síða 18
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 172 — 11. SEPTEMBER 1999
fóti við onnur framkomin lond.
Tað er ein óreingiligur veruleiki,
at donsk børn kunnu samanberast
við børn í Venesuela, tá talan er
um lesiføri. Ti er tað ikki nóg
mikið at siga, at vit halda, at børn-
ini kunnu læra okkurt nýtt og
spennandi. Kunnu tey tað, so
skulu vit undir øllum vera før fyri
at prógva tað fyrst, og síðani av-
gera, at júst tann spildurnýggja
lærugreinin er hin mest umráð-
andi, og at tað sostatt ikki er neyð-
ugt, at børnini duga so væl at lesa,
sigur ein avgjørdur Egelund, ið
eisini heldur tað vera tiltrongt at
spyrja, um tað er í lagi, at donsk
børn ikki skikka sær serliga væl
longur.
- Tú kemur inn í flokkin, og
har sita nakrir næmingar í tjúkkum
jakka og við beinunum uppi á
borðinum og kalla teg reyvara, og
gera púra greitt, at teir ikki ætla
sær at flyta beinini av borðinum.
Hetta er alt ov linligt og lætt, og
tað eru lærararnir, ið sjálvir hava
biðið um hetta, eins og teir hava
biðið um, at næmingarnir koma
ov seint í skúla - lærararnir koma
jú alt ov ofta sjálvir darlandi ov
seint, sigur Egelund, sum í hesum
sambandi heldur tað vera eins
umráðandi, at lærarar eru væl
klæddir.
Líkjast lærararnir ótrivavætt-
um, ja so gera næmingarnir tað
eisini, heldur hann fyri.
>Tær góðu dygdirnar<
Egelund er púra vísur í, at tann
»fesjuta og ófantaliga líkasælan<
í danska fólkaskúlanum júst er eitt
serligt danskt fyribrigdi. Hóast
norðmenn og sviar eisini kenna
tað, er tað ikki so eyðsýnt har,
heldur Egelund.
— Hetta er ókent t.d. í Finnlandi,
Bæ
— Eg noyði:
og høvdu týskarar borið seg so-
leiðis at: ja so vórðu teir blakaðir
úr skúlanum við brestin; lærarar
og næmingar í ein dunga..! Nei,
eg skal siga tær, vit eiga at taka
tað góða, ið til ber at finna úr
farnum tíðum; tær góðu dygdirnar.
T.d. haldi eg, at børnini ikki eiga
at fara inn í flokshølini, fyrr enn
lærarin er komin; og kemur lær-
arin seinni, ja so eiga tey at reisa
seg upp, eins og tey skulu reisa
seg, kemur onkur fremmandur á
vitjan. Summir starvsfelagar siga
hetta vera tað kølsvarta afturhald,
men tað haldi eg als ikki.!
— Hetta er at vísa hvørjum ødr-
um virðing, eins og tað gevur fólki
frið at arbeiða, sigur professsarin
í nåmsfrødi, og leggur dent á, at
skúlin kortini ikki skal gerast kúg-
andi, køvandi og merktur av júkan
uppí saman og treytaleysum lýdni
— Argumentið hjá mótstøðufólk-
unum er, at »børnini eiga at sleppa
at menna seg sjálvi, og at lærarin
ikki skal ráða. Lærarin skal sáa
sjálvseggjan í børnini«, sigur Ege-
lund hermandi, og heldur áfram.
— Hóast eg sjálvur sigi, at lærar-
in skal ráða, so haldi eg at næm-
ingarnir skulu hava stórt frælsi
innan teir karmar, sum eiga at
vera, skal frálæran rigga eftir
ætlan. Lærarin skal seta nøkur
endamál, og gera eina ætlan, ið
skal stuðla uppundir endamålini.
Síðani skal hann bera so í bandi,
at ætlanin verður framd. Hetta er
»at ráða< í mínum hugaheimi, sig-
ur hann, og skoytir uppí. at før-
oysk børn tykjast sær sera dåmlig
og fólkalig.
Skelkada gentan
Flestu føroyingar, ið Niels Ege-
lund hevur hitt, eru kortini vaksn-
ir; og teir hevur hann hitt bæði i
sambandi vid flúgving og lærara-
háskúlan. Og serliga eina ferðina,
tå hann møtti einari ungari kvinnu,
minnist hann serliga væl.
— Eg helt fyrilestur á lærara-
háskúlanum. Beinavegin sá eg, at
ein dama sum sat í fremstu rød
var føroyingur; hon var í mor-
reyðari troyggju! Eg heilsaði uppá
hana aftan á fyrilesturin, og eg helt
hana vera stak fitta. Hetta var í
september, og stutt eftir fór eg
aftur at flúgva við Atlantsflog.
Avegis til Føroya kemur flogtern-
an út í stýrihúsið, og sigur, at ein
bilsin genta umborð spyr, um tann
Niels Egelund, sum hon júst hevði
hoyrt tosa í hátalarunum umborð,
var hin sami Egelund, sum eisini
var sålarfrødingur. Flogternan
hevði svarað jåttandi, og gentan
spurdi, um hon kundi sleppa at
»At skula flúgva til Føroya, og vera púra
greiður yvir, at meldurhvirlur eru í gkinum
yvir Føroyum, at tað regnar illa, og vøllurin
er hålur; tá er neyðugt at vísa hvør dugur er í
tær, og tað sigist ikki frá kenslunum í tílíkum
løtum.«
heilsa uppå meg. Forfarda konu-
fólkið kom síðani fram i stýrihús
10, og ålvarsom spurdi hon meg:
Er tað tú, sum situr har og
stýrir..? Ert tú vísur í, at tú ert førur
fyri hasum tú situr og ger..? Eg
bað hana sissa seg og koma fram
at seta seg. Men hon segði, nei
takk. Hon helt tað vera burtur úr
vón og viti, at eg, seinast hon
hevði hitt meg var sålarfrødingur
og professari, men at eg nú sat
her og skuldi royna at lenda einum
stórum flogfari i Føroyum. Okkurt
mátti vera spinnandi galið, helt
hon...
Alvarsamur noyddist Egelund
at greiða henni frá, at leiðslan í
Atlantsflog neyvan hevði givið
honum »lyklarnar« til eitt flogfar,
sum kostar yvir 100 mió. krónur,
og lagt lívið á knøppum 100
menniskjum í hendur hansara, um
so var at hon ikki metti mannin
megna uppgávuna til fulnar.
— Gentan skilti meg umsíðir;
men hon noktaði framvegis at sita
hjá mær undir lending, minnist
Egelund hugsanarsamur.
BA€146 er best
Stórur munur er á at vera pro-
fessari í sernåmsfrødi, og at vera
flogskipari. Spurdur um, hvørja
persónliga gleði hann fær i arbeið-
um sínum, gerst Egelund eygna-
fjarur. Hugurin lættir sær á; hann
hugsar um flúgving...
— At fara buldrandi við eini 40
tonsum eftir flogvøllinum við 130
míla ferð, lætta sær á og lotu
seinni hanga í leysari luft yvir
skýggjunum í erva; tað er ætrúligt
Somuleiðis at skula flúgva til For-
oya, fullgreiður yvir, at meldur-
hvirlur eru í økinum yvir Føroy-
um, at tað regnar illa og vøllurin
er hálur; tå er neyðugt at vísa, hvor
19
at flúgva eisini, og tað vita og skilja tey á læraraháskúlanum, sigur Niels Egelund, professari og flogskipari
dugur er i tær, og tað sigist ikki
frå kenslunum í tilikum løtum,
sigur hann, og fegnast um flog-
farið hjá Atlantsflog, ið hann sigur
vera fyrimyndarliga gott til enda-
málið at lenda í Fóroyum..
BA 146e-flogfarið hjá okkum
er nógv betur til hetta endamálið
enn Boing 737, sum Maersk flýg-
ur við til Føroya. Okkara flogfar
hevur fýra smærri motorar, og teir
svara aftur beinanvegin tú setur á
teir. Ein stórur fyrimunur liggur í
hesum, tá tú hongur yvir Sørvågs-
firði í ringum melduri og ferðin
broytist við jøvnum millumbili.
Harumframt hevur tað týdning, at
veingirnar ganga á skák úr erva
og niður, tí hetta veingjasniðið
hevur við sær, at flogfarið er nógv
lættari at stýra. Tað, sum er allar-
best við okkara flogfari er kort-
ini, at undirstellið er so sterkt, at í
roynd og veru ber til at klamsa
flogfarið til jarðar, gerst tað neyð-
ugt, sigur Egelund.
Meira bit í flúgving
Flogskiparin og professarin er ikki
í iva um, hvat er meira spennandi,
at flúgva, ella at halda sálar- og
nåmsfrødiligar fyrilestrar
At standa og tosa um sálar
frødiligt åstødi einar 6 tímar er
roynd og veru ikki
spennandi. Betur dámar mær at
halda stuttar fyrilestrar: tá kann
eg av álvara gera burtur úr mær,
eins og eg geri undir flúgving
Eftir ein slíkan fyrilestur, tá ein
triðingur av áhoyrarunum situr og
hålvgrætur í illsinni, og hini sita
og gána eftir mínum hugsanum,
kann eg væl fáa somu kenslu, sum
tá eg flúgvi. Hóast meira bit er í
flogferðslu enn í námsfroði
serliga