Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. september 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Er NR. 173. - 14. SEPTEMBER 1999 tidindabladid Sumbingar vóru ov boysnir hjá GI Fótbóltur: Avrikini síðstu ferðirnar boða frå, at tað verður harmuligt, um sumb- ingar mugu niður í næstbestu deildina — Tå id Gi og Sumba hittust i fjør fingu sumbingar ein ordans aysmurning í dystinum í Getu. ár hevur munurin verið minni og um 1. deild Sumba-GÍ 1-1 (1-0) Gøtumenn mistu tvey sera tydningarmikil stig i odda- stríðnum, tá teir vóru og vitjaðu botnliðið, men eing- in skal ákæra teir fyri at taka uppgávuna í ov lítlum álv- ara. At teir ikki gjørdu tað, sást millum annað í, at teir, hóast líkindini vóru góð, fóru suður longu leygardag- in. Sumbingar komu á odda beinanvegin. Tað var ein kærkomin leiðsla, og sjálv- andi kom hetta illa við hjá mótstøðumonnunum, sum noyddust so at siga bein- anvegin at lora eitt sindur í verjupartinum fyri at leggja trýst á í royndini at javna, og hetta hevdi við sær, at tað var sera undirhaldandi við målmøguleikum í báð- um endum. la mannaðir Hesa ferð var Pauli Jarnskor leikbannaður hjá GI. Tað hevur fleiri ferðir verið sagt, at gøtumenn eru so fáir, at teir tola ikki leikbann, og undan fráferðini til Sumbiar varð tosað ikki so lítið um, at tað fór at verða sera 6- heppið, um onkrir av lykla- spælarnum fóru at fáa gult kort, og harvið fóru at verða leikbannaðir, tá B36 kemur til Gøtu. Avrikið móti sumbingum vísti, at tað er nakað um tosið, at teir í Gøtu eru ov fáir. Magni Jarnskor, Sámal Joensen og Leivur Hansen mannaðu midvøllin hesa ferð, og teir megnaðu ikki nóg væl at fáa skipað sam- anspæl í lag. Mortan úr Hørg, Bibi og Eirikur Joen- sen lógu ógvuliga tætt í métstødumonnunum, og hjá GÍ var tað alla tíðina órudduligt, og harvið fekst heldur ikki tann nyttan burt- urúr teimum báðu ytstu, Rúna Justinussen og Súna Olsen, í álopspartinum, sum tað plagar at vera. Og stødan hjá GI gjørdist ikki betri, tá Bartal Eliasen, sum er luftkongurin í GI miðverjuni, longu í 1. hålv- leiki noyddist at taka seg úr stríðnum, tí hann hevði koykt fótin illa. GI meguleikarnir Gljavnaði til 1-1 miðskeið- is í 2. hálvleiki, og málið var ikki so lítið líkt tí, sum litavar skoraðu í Gundadali síðsta mikudag. Súni Olsen sendi fríspark stutt framm- anfyri miðstrikuna og inn í brotsteigin hjá sumbingum, og har eydnaðist tað Henn- ingi Jarnskor við pannuni at lyfta bóltin uppum málverj- an hjá sumbingum, sum í hesum førinum hevdi havt bjargað, um hann hevði ver- ið standandi á målstrikuni. Tað tóktist, sum um at Fróði Mortensen misti bóltin burt- ur í sólini. GI hevði fleiri aðrar góð- ar målmøguleikar, og at tað ikki eydnaðist teimum at fáa mál, kundu teir á heima- liðnum fyrst og fremst takka málverjanum, Fróða Mort- ensen, fyri. Hann var ein sannur brandur í málinum, hann hevði fleiri heilt góðar bjargingar, og tá hann hekk uppi undir samankomingini og fekk vart fyri royndini hjá Sasha úr trimum metr- um, var tað einki minni enn ein framúr bjarging. Jóan Petur Olsen hevði í 2. hálvleiki ein góðan møg- uleika eftir hornaspark, men tíverri fyri GI, so fór roynd- in hjá aftasta verjumannin- um uppum málið. Sumba kundi havt vunnið Sjálvandi var tað eitt gott úrslit hjá sumbingum at fáa javnleik móti GI, men alika- væl er tað væl skiljandi, at sumbingar siga seg ikki vera heilt nøgdir við årtøk- una. Tá teir komu á odda, var tað eitt samanspæl millum stórt ágrýtni, snilda sending og so góða veðrið, sum hevði við sær, at Jóan Petur Olsen í GI miðverjuni eftir langa sending frá sumbing- um misti bóltin burtur í sól- ini. René Thomsen, sum var annar av álopsmonnunum, elti bóltin, fekk fatur á fyri nøsini á gøtumanninum, og so var tað lætt hjá Baja at seta innaru síðuna á, og har- við var Sumba komið í eina stóðu, sum var fín fyri teir, og í 2. hálvleiki dugdu teir væl at draga ferðina niður og harvið so at siga at taka lívið úr dystinum, sam- stundis sum teir dúvaðu uppá snarålopsmøguleikan. Vit hava so ofta sagt tað áður, og vit kunnu endur- taka tað eina ferð afturat. Sumbingar spæla sera skip- aðan fótbólt. Teir slåa ikki stórri breyð upp, enn teir kunnu baka, men teir eru miðvísir, teir vita, hvat teir skulu gera, og tað er brodd- ur í, tá teir fara í álop. Hesa ferð var Mortan úr Hørg á midvøllinum, og tað var ein av orsøkunum til, at teir fingu tyngd í. Frammi á vellinum vóru René Thomsen og Baja, og tá Birgir Jørgensen fram móti endanum kom á vøllin lá tað í luftini, at sigurs- málið kundi koma eftir eitt snarålop, men teir komu ikki nærri enn skotroynd úr høgru og skeivu megin í síðunetið. Avrikið hjá sumbingum boðaði frá, at teir eru ikki avskrivaðir í 1. deild og so langt í frá. = jh Sumba: Fróði Mortensen - Dánjal Johan Joensen, Páll Magnar Kjærbæk, Bergur Winther - Trygvi Nielsen, Mortan úr Hørg, Bibi, Eirik- ur Joensen, Peter Jørgensen - René Thomsen, Baja GI: Sunvard Joensen - Poul Ennigarð, Jóan Petur Olsen, Bartal Eliasen - Rúni Just- inussen, Magni Jarnskor, Såmal Joensen, Leivur Hansen, Súni Olsen - Alex- ander Radosavlovic, Henn- ing Jamskor en f HB ongar trupulleikar Fótbóltur, 2. deild: Nú skulu skål- amenn av ålvara taka seg saman, um teir ætla sær at leingja livitid- ina f næstbestu deildini 2. deild HB-Skåla 3-1 (1-0) Skålamenn tóktust ikki at hava ætlanir um at leypa á við stórum kanónum, tå teir leygardagin vóru í Gundadali og spældu móti HB. Í 1. hálvleiki lógu teir fyri tað mesta aftarlaga á vellinum, har teir vóru tættir, og harvið var tað torført hjá heima- liðnum, sum heyði tríggj- ar menn í álopinum, at spæla seg til teir stóru møguleikarnar. HB setti hol å, tå fyrra umfarid var hálvrunnið, og tað vóru fleiri av spæl- arunum uppii, sum — um tað verður borið rætt at — fara at vera millum teir, sum fara at manna besta liðið hjá HB tey komandi árini. Alopið hjá skálamonn- um varð steðgað mitt á vellinum, og so spældi HB skjótt við fyrstu ferð sendingum, og eftir at Pætur Dahl úr vinstru hevði stungið inn um verjuna til ein púra leysan Eyðun Højgaard, so var lítið annað at gera hjá hes- um enn at seta innaru síð- una á. Seinna umfarið flutti Skála sítt fólk longri fram á vøllin, men tað var rár hending, at teir komu í støður, sum hóttu málið hjá Kristini Jensen. Mitt í 2. hálvleiki økti heimaliðið. Eyðstein Si- monsen, sum var tridji ålopsmadurin hjå HB, stútaði i kassan, eftir at Kristian Andersen hevdi lagt innfyri år høgru. Tiggju minuttir undan leikloki minkadi Bogi Gregersen um munin, tå hann eftir snarålop var fyrstur å returinum eftir skotroynd frå Kaysteni Rasmussen. Og næstu løtuna kom spenningur í, og tað var ikki frítt, at skálamenn lúrdu eftir møguleikanum at javna. Teir fluttu fólkið langt fram á vøllin, og tað hevði sjálvandi við sær, at verjuparturin gjørdist tunnur hjá teimum. Fyra minuttir undan leikloki varð heimasigur- in staðfestur, og enn eina ferð varð málið stútað. HB fekk hornaspark í vinstru, og Eyðun Høj- gaard var hægstur, tá bólt- urin kom í brotsteigin. Skála er framvegis í niðurflytingarvanda, men móguleikarnir hjá teim- um áttu at verði at fingið stig á heimavelli móti hvalbingum, og tá tað kanska fer at verða spælt um at sleppa undan nið- urflyting, tá teir annan leygardag í síðsta umfar- inum fara norður á Mølini á Eiði. jh Næstbesta liðið hjá HB gjørdi bart móti Skála. Teir vunnu 3-1, og trýstu harvið skála- menn enn nærri botn- inum í aðru deild, har tað nú av álvara fer at sansa at hjá skála- monnum (savnsmynd)