týsdagur 14. september 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
á
á
NR. 173. - 14. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið
M = || = = ar
allin rapaðu Inn 2:
Fótbóltur: Eftir ein málleysan fyrra hálvleik kom ferð á botndystin millum ÍF
og B71. Seks mál komu í seinna hálvleiki
1. deild menn:
IF-B71 3-3 (0-0)
Tað kom ferð á botnupp-
gerðina í Fuglafirði í seinna
hálvleiki. Eftir ein málleys-
an fyrra hálvleik við fáum
atsøknum at málið, komu
heili seks mál seinna um-
farið.
Vertinir ætlaðu sær ein
sigur, og tað sá út til, at tað
fór at eydnast teimum, tá
Abraham Hansen skoraði til
3-2 einar átta minuttir fyri
tíð, men stutt fyri leiklok
eydnaðist tað B71 at javna
og harvid fåa eitt stig burtur
úr dystinum. Harafturat
heyði tað tydning fyri B71,
at IF ikki fekk oll stigini, ti
so hevði B71 dottið niður
um niðurflytingarstrikuna.
Tað kendist sum dyggur
smeitur hjá fuglfirðingum,
at teir ikki kláraðu at halda
leiðsluna, sum føroyameist-
arin í 1979 hevði givið
teimum stutt undan leikloki.
IF er tó framvegis trý stig
frammanfyri Sumba, sum er
aftast í deildini, og tað er
munur á at verða aftast og
næstaftast. Næstaftasta liðið
fær ein kjans afturat eftir
lokna kapping.
B71 spældi varisliga
Sandingar løgdu varðliga
fyri, tá teir komu á vøllin í
Flotugerði. Teir høvdu nógv
fólk aftanfyri bóltin, og
lúrdu so allatíðina eftir
kontramøguleikum. Nógva
av spælinum var latið heim-
aliðnum at hava, og hóast
IF hevði bóltin nógv fyrru
trý korterini, komu teir ikki
igjøgnum tøttu B71-verj-
una.
Sandingar vóru væl skip-
aðir í verjupartinum í fyrra
hálvleiki, og tá heimaliðið
ikki kláraði at samanspæla
nóg skjótt og neyvt á B71-
hálvuni var langt ímillum
nasku royndirnar.
Rúni Petersen, sum aftur
hesaferð mannaði ÍF-álopi
saman við Bárður á Lakjuni,
hevði ein stútara úr góðari
stóðu, men bólturin fór
framvið.
B71 hevði fleiri ferðir
royndir á IF-málið, tá teir
fóru í skjót mótálop, har teir
báðir fremstu menninir,
Rúni í Soylu og Eli Hentze,
høvdu týðandi leiklutir, men
antin tók Rúni Joensen í
málinum sær av roynd-
unum, ella fór bólturin fram
við málinum hjá honum.
IF hevði sett Viggo
Johannesen at mansverja
Julian Florescu, og tað rigg-
aði rímuliga væl. Men mið-
vøllurin hjá IF leið eitt sind-
ur undir, at Viggo av tí sama
ongantíð rættiliga kom við
í samanspæli, og í hálvleik-
inum valdi IF-venjarin at
broyta taktikk. Hann tók
Viggo út og setti Robert
Cieslewicz inn. Tað vísti
seg at seta meira ferð á IF-
liðið.
Málini ra inn
B71 legði seg fram um tidl-
iga í seinna hálvleiki, tá Eli
Hentze skoraði. Rúni í
Soylu kom igjøgnum, fekk
prika bóltin til Eli, júst sum
IF-verjan var um at fáa fatur
á bóltinum, og tá Eli so
gjørdist leysur var hann
tryggur og skoraði.
IF javnaði lítla løtu seini,
tå Bårdur å Lakjuni annan
dystin á rað skoraði. Hann
royndi seg við skoti uttan-
fyri brotsteigin, og hóast
skotið ikki hevði tað dygd,
sum vanliga skal til fyri at
fara fram við Valdemar
Nowisci, endaði bólturin í
málinum. Nowisci átti sín
part av skuldi fyri hesum, tí
hann mist bóltin, tá hann
tveitti seg, og umvegis
stólpan endaði bólturin í
málinum.
B71 fór aftur fram um, tå
teir fingu fatur á bóltinum á
midvøllinum. Julian Flor-
escu varð spældur leysur í
vinstru, og við einum góð-
um, fløtum skoti sendi hann
bóltin í handara síðunet.
IF kom aftur á javnt, tá
teir fingu brotsspark. Robert
Cieslewicz fekk ein bólt inn
í brotsteiginum, vendi sær,
og ætlaði sær avstað, men
tá varð hann feldur. Aftasti
maðurin hjá ÍF, Aslakur Pet-
ersen, sendi bóltin trygt í
málið av brotssparkblett-
inum.
Abraham skoraði
Veteranurin á IF-midvøll-
inum, Abraham Hansen,
spældi ein frálíkan dyst,
hann stíddist væl allatíðina,
og móti endanum av dyst-
inum skoraði ein sera gott
mál. Hann vann sjálvur
bóltin á midvøllinum hjá
B71, dróg fram móti mål-
inum, og hóast hann kundi
havt komið nærri málinum,
tók hann kjansin úr eini 25
metrum — við vinstra beini.
Bólturin streyk upp í sam-
ankomingina, brast í stong-
ina og inn í málið.
Tá var frødin ovurhonds-
stór á fuglfirðingum, bæði
á og kring vøllin. Men gleð-
in var stokkut.
Fáar minuttir fyri leiklok
fekk útiliðið brotsspark. Jul-
ian Florescu dróg móti bak-
linjuni, spældi fram við aft-
asta manninum hjå IF, sum
kom ov seint vid sinum
beini. B71'arin fór um koll
so fingu teir brotsspark.
Eli Henzte royndi seg,
men Rúni Joensen í IF-mål-
inum bjargaði, Eli var
fyrstur á bóltinum og sendi
í málið til 3-3.
Tá var so lítið av tíð eftir,
at IF fekk ikki møguleikan
at trysta. B71 fór vid einum
stigi, og tað hevði tydning,
at teir ikki taptu. Nú eru teir
framvegis frammanfyri IF,
sum í seinastu trimum dyst-
unum skulu royna at fáa stig
móti HB, GI og KI.
ek
ÍF: Rúni Joensen — Eyð-
olvur Petersen, Tomek
Przybylski, Aslakur Pet-
ersen, Tórstein Joensen,
Roy Róin — Abraham Han-
sen, Viggo Johannesen,
Rógvi Róin — Rúni Peter-
sen, Bárður á Lakjuni
B71: Valdemar Nowisci —
Kristian Nielsen, Bjørn
Thorsteinsson, Ib Mohr Ol-
sen, Jógvan Jón Petersen,
Antines Magnussen — Kári
Sørensen, Julian Florescu,
Peter Ritter — Eli Hentze,
Runi i Soylu
IF misti stigini å gåttini.
B71 javnaði í seinastu
minuttunum av
dystinum
(savnsmynd)
Væl nøgdir århusianarar:
Rosa Ola Johanne-
sen til skyggja
Fótbóltur: Óli Johannesen er sera
væl móttikin í Århus, her hann spælir
á nesta liðnum hjá AGF. Pressan, fel-
agsleiðslan og serliga venjarin rósa
honum ófórt
Edvard Joensen
úr Árhus
Óli Johannesen tykist upp
á mettíð at hava sett seg
fastan á sessin í
miðverjuni á besta fótbólts-
liðnum hjá AGF í Arhus.
Eftir bara tíggju minuttir
í fyrsta dystinum, hann
spældi við nýggja felag-
num, heyði hann sannført
venjaran, Peder Rudbæk
um, at hann eigur at vera
fastur maður á liðnum.
Og tað er ikki bara venj-
arin, sum heldur, at AGF
hevur gjørt eitt gott keyp.
nú felagið hevur tryggjað
sær Ola. Eisini í lokalu
pressuni hevur hann fingið
sera góð skoðsmál. Um-
framt at landsdekkandi
blødini eisini hava rost hon-
um eftir onkran dyst, hann
hevur spælt.
Tó skal í sannleikans ør-
indum sigast, at dysturin
móti OB á Arhus Stadion
sunnudagin var helst ikki
tann besti, Oli hevur leikt.
Hann kann ikki siga seg
ósekan í øðrum málinum,
OB fekk í dystinum, sum
endaði javnur 3-3.
Hinvegin skal sigast, at
kanska var Oli nakað tamur,
tí hann, longu tá eitt korter
var farið av dystinum, fekk
eitt gult kort fyri at hagreiða
ein OB leikara í so kontant.
Og umleið helvtina av
seinna hálvleiki spældi
AGF við bara tíggu monn-
um, tí ein leikari varð út-
vístur fyri eina ov seina
tackling.
Men í Árhus vita fólk
longu, hvør Oli Johannesen
er. Tad gingu bara nakrir
dagar, til tey fóru at nevna
hann »Muren«, ti hann stóð
so væl í verjuni hjá AGF.
Og sunnudagin hevði År-
hus Stiftstidende grein um
Óla undir yvirskriftini
»Færing står fast i storm-
en«.
Har verdur millum annad
sagt, at tað skal bæði ódn
og stormur til at taka hann
av fótum. Sagt verður, at
hann er sterkur í luftini,
kropsliga sterkur og spælir
bólt við skili.
Peter Rudbæk, venjari hjá
AGF, sigur við Arhus Stifts-
tidende sunnudagin, at hann
er sera bilsin av, hvussu
skjótt Oli Johannesen hevur
spælt seg inn á liðið. Tað
hevur gingið nógv skjótari,
enn nakar roknaði við, sigur
Peter Rudbæk.
Óli er kropsliga sterkur
og dugir samstundis at
spæla sær við einum bólti.
Men tað ger hann tíbetur
ikki í verjuni hjá okkum,
sigur Peter Rudbæk. Tí
hava vit ikki brúk fyri.
Eisini Oli sjálvur heldur,
at tað hevur gingið skjótari
enn væntað at sleppa á besti
liðið. Sjálvur hevði hann
roknað við at sitið nógv
meira á bonkinum, sigur
hann við Arhus Stiftstid-
ende.
Eisini í leikskránni til
heimadystin móti OB sunn-
udagin verður Oli umrøddur
í rósandi vendingum.
>....Specielt har Oli Johann-
esen vist stor autoritet í det
defensive spil. Sá stor, at
flere tilskuere efter kampen
mod F.C.København
sammenlignede ham med
legendariske Hans Chr.
Nielsen. At få et sådant
prædikat hængt på ryggen,
er ikke sket i mange år for
en nyankommen spiller. Det
kan Oli Johannesen være
stolt af....<
Og so fegnast oddagrein-
skrivarin i leikskrånni um,
at Oli nú fer at flyta >rætti-
liga< til Arhus. 1. oktober
flyta hann og genta hansara,
Randi, nevniliga i íbúð í
miðbýnum í Arhus. Higartil
hevur Oli búð á hotelli,
meðan hann hevur leitað
eftir bústaði.
Og tað plagar ikki at gera
støðuna verri, at hava okk-
urt at búgva í.