mikudagur 15. september 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
” Ábyrgdarblaðstjóri:
Marknaðardeild:
Jan Møller | Jonhard Hammer
Dagbj i
Blaðstjóri: agbjørt S. Hansen
Eirikur Lindenskov — | Blaðfólk:
internet: www.sosialurin.fo | Aki Bertholdsen,
Turid Kjølbro
Klókt útspæl
Oddagrein
HESAR seinastu vikurnar hava foroyingar
luttikið á tveimum stórum altjóða ráð-
stevnum, eini fiskarímessu í Íslandi og
eini oljumessu í Skotlandi. Eingin minni
enn landsstýrismaðurin í oljumálum var
við á messuni og ráð-stevnuni í Aberdeen
og sigast má, at hann og Oljumálastýrið
bóru seg skilagott at, tá henda altjóða
oljumessan varð brúkt til at almanna-
kunngera fyrstu foroysku útbjóðingina.
Tað var nevniliga á foroyska básinum, at
Eyðun Elttor seinasta týsdag gjørdi um-
heiminum greitt, at 1. útbjóðingin verður
latin upp í januar og latin aftur í apríl - og
verða fyrstu loyvini latin oljufelogunum
næsta summar.
NU kemur hetta ikki sum nokur kollvelt-
andi nýggjaheit fyri altjóða oljuheimin, tí
signalini higartil hava bent á nakað, sum
líkist hesi tíðarætlan. Men tað, sum hevur
alstóran týdning, er, at foroyskir mynd-
ugleikar alment stíga fram og leggja kortini
á borðið. Ein kann siga, at borðið nú
fangar. Og hetta er helst gott fyri báðar
partar. Tí tá veit man, hvar man flýtur og
hvorjar skyldur liggja á einum.
TAÐ er so kanska heldur ikki so burturvið
at leggja út við tí fyrstu útbjóðingini fyrst í
eini nýggjari old. Hetta líkasum setir tingini
í relieff, men paralellt við hesum útviklingi,
eiga aðrir foroyskir myndugleikar tað verið
seg innan skúla og mentan, fígging og
landsplanlegging ol. at brúkt kreftir uppá
at fylgja gongdini væl og vera uppá for-
kant, soleiðis, at samfelagið sum heild
veruliga er fort fyri at taka ímóti hesi stóru
avbjóðing. | hesum sambandi vilja vit
endurtaka uppskot okkara um at skipa
fyri eini stórari ráðstevnu í Norðurlanda-
húsinum, har nettup menniskjað, um-
hvorvið, mentanin og liviumstoður annars
eru í fokus - har hesi verða sett í sambandi
við eina komandi oljuleiting og -vinnu. Tað
hevði verið upplagt, at Oljumálastýrið,
Fróðskaparsetrið, Fíggjarmálastýrið,
Mentamálastýrið og Norðurlandahúsið
tóku slíkt stig. Kanska hetta kundi verið
fyrsta stóra tiltakið í Norðurlandahúsinum
í ár 2000.
NU startskotið til 1. útbjóðing er latið av
kemur stóra avbjóðingin: hvørji oki bjóða
vit út og hverjar treytir seta vit oljufel-
øgunum! Hetta eru torførar uppgávur at
loysa, og vóna vit, at myndugleikarnir
brúka allar góðar kreftir til at finna besta
úrslitið, bestu javnvágina. Kynstrið er at
skipa viðurskiftini soleiðis, at samtíðis
sum foroyska samfelagið fær sín ágóða,
eiga oljufeløgini, sum skulu gera iløgurnar,
at fáa rímuligar treytir at virka undir.
Sosialurin
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Høgni Mohr |
Niclas Johannesen |
Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76,
Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
Alvur Haraldsen Telefon: 311820
Utgevari, uppseting: Telefax. 314720
e-mail: post & sosialurin fo
Lýsingar: lysing 8 sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sp/f Sosialurin
Bústaður: ;
Argjavegur 26, Argir
Jógvan Andrias á pal
og gevur fløgu út
I samband við at Jógvan
Andrias Joensen nú gevur
fløgu út, heldur hann kon-
sertir í Klaksvík og í Havn
Klaksvíkingurin Jógvan
Andrias hevur verið at hoyrt
i palli í Føroyum, Dan-
mark, Svoríki og Noregi tey
seinastu árini, men hetta er
fyrstu ferð, at hann bjóðar
til konsert vid egnum bólki.
I løtuni er hann búsitandi
i Noregi, har hann hetta
seinasta árið hevur vant
saman við fleiri norskum
tónleikarum, og á konsert-
unum í Føroyum eru tveir
av hesum við. Tað eru Inge
Dulin, percussion, og Tore
J. Bruvoll, gittar.
Harafturat er bassspælar-
in Edvard Nyholm Debess
við. Hesir fýra eru eisini
kjarnin á fløguni, ið Jógvan
Andrias gevur út um stutta
tíð. A konsertini vera spæld
løg av fløguni. Tað er plåt-
ufelagið TUTL, sum stend-
ur fyri útgávuni av fløguni.
Konsertirnar vera leygar-
dagin 18. september kl. 20
i Atlantis i Klaksvik og
sunnudagin 19. september
kl . 20.00 å Gamla Meiari-
num i Havn. Ola Nordskar,
sum hevur umsett yrking-
arnar hjá Jógvan Andrias til
norskt, kemur at byrja kon-
sertirnar.
Atgongumerki kunnu bí-
leggjast á konsertstøðunum
ella keypast við dyrnar. arfið ella Atlantis.
Minningarorð um
Reinhold og Jonettu Rasmussen, Skála
f. 16. sept. 1925 - d. 23. mars 1998
Tung kennist løtan, tá eg seti meg niður at festa orð á
blað, æra minnini um babba og mammu. Ikki heldur
deyðin gjørdi skilnað tykkara millum. Mangt kundi
ein skriva um, men velji eg her við gleði og tøkk at
hugsa um síðsu løturnar saman við tykkum.
Babba var niðri til skurðviðgerð á sumri 1996 og
hóast hann livdi væl eftir hetta, má eg viðganga, at eg
hugsaði nógv um sjúkuna og at hann møguliga ikki
heyði so langa tíð eftir. Men sum frá leið visti hann
okkum, at hann als ongar ætlanir heyði um at leggja
árarnar inn. Tíðliga í 1998 bleiv babba so aftur sjúkur,
hesaferð vísti hann okkum at nú var hansara tíð komin.
Hann valdi sjálvur at siga okkum og ødrum frá boðun-
um, sum hann hevði fingið frå læknunum. Mamma
stóð trúliga við hansara lið.
Ikki vardi tað okkum, at bert skuldi ganga gott ár til
vit mistu mammu. Saknurin kendist svárur hjá okkum
øllum tá babba ikki var hjá okkum longur, men væntaðu
vit øll at mamma nokk skuldi fara at klára hetta sum
frá leið.
f. 03. nov. 1929 - d. 18. mai 1999
Soleiðis bleiv ikki, í mars í ár bleiv mamma sjúk og
hon nevndi av og á »mær feilar nokk tað sama sum
pápi tykkara<. Seinri vísti tað seg at hon hevði rætt.
Tit vístu okkum, at deyðin als ikki var so ræðandi
sum vit hildu. Tað vóru tit sum styrktu okkum ígjógnum
sváru tíðina. Enn merkist pínan í hjartanum, sum tann
dagin á BS, tá tú mamma, aftaná andaktina, segði við
okkum »eg havi tað gott, onga pínu, men tit mugu
skilja, at nú orki eg ikki longur«. Tú varð ferðabúgvin
og vildi hava okkum saman við tær at syngja sangirnar
»Bert ein dag, eitt bil i senn eg fåi« og »Eg veit eitt
land har vakurt er<. Tveir dagar eftir hetta sovnaði tú
stillisliga.
Saknurin kennist svårur nå tit ikki eru her saman
við okkum longur, men í hjartanum goyma vit minnini.
Við hesum orðum vil eg siga tykkum tøkk fyri tað, ið
tit vóru fyri okkum. Æra verið minnini um babba og
mammu.
Jonnhild
Fleiri upplýsningar kunnu
fáast við at venda sær til
Kristian Blak/TUTL., Norð-
urlandahúsið, Gamla Mei-