Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. september 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 174 - 15. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið Stjórin á Atlantic Radio handan mikrofonina á ný ggju útvarpsstóðini Mynd: Álvur Haraldsen Atlantic Radio Í ringum sjógvi Atlantic Radio hevur havt tungar fíggjarligar trupulleikar at dragast við, men stjórin og eigarin Lárus Robert Ára- son ivast onga løtu í, at stødin er komin fyri at vera, og at vunnið verður á trupulleikunum JOHN JOHANNESSEN — Eg kann ikki avsanna, at vit hava figgjarligar trupul- leikar ar dragast vid, og at starvsfólk hjá Utvarpsstød- ini hava verið noydd at bíð- að nakrar dagar eftir at fáa løn, men eg haldi ikki, at tað sigast kann, at talan er um stórar trupulleikar. Hetta sigur stjórin og eig- arin av einastu privatu út- varpsstødini í Føroyum, Lá- rus Robert Arason, í sam- bandi við, at Sosialurin hev- ur frætt, at støðin hevur ál- varsligar fíggarligar trupul- leikar at dragast vid, og at starvsfølk å stødini hava trupult vð at fáa løn fyri sítt arbeiði. Føroyskar fyri- tekur gjalda ikki Lárus Robert Arason sigur størstu orsøkina til trupul- leikarnar vera, at føroyskar fyritøkur, ið lýsa í Atlantic Radio, eru ov seinar at gjalda. Hann sigur, at út- varpsstødin eigur hópin av peningi standandi úti hjá fyritøkum, ið enn ikki hava goldið fyri lýsingar, tær hava havt í útvarpsstøð hansara, og um hesin pen- ingurin kom inn, heyði stað- ið væl til hjá Atlantic Radio. — Jú, tað er rætt, at starvs- fólk hjá okkum hava verið noydd at bíða eftir at fáa løn útgoldna, men tey hava al- dri bíðað meira enn seks til tíggju dagar, leggur stjórin í Atlantic Radio dent á. Hann er vísur í, at talan bert er um byrjunartrupulleikar, ið støðin nú er ferð við at stíga fyrsta stigið yvirum. Lítla og onga løn Nøkur av starvsfólkunum hjá Atlantic Radio eru longu farin til hús orsakað av, at tey lítla og onga løn hava fingið. Tað frættist, at hesi starvsfólk bert hava fingið nakrar fáar túsund krónur, hóast tey hava starvast hjá stødini nærum síðani hon byrjaði at senda. Tey siga eisini, at tá tey hava rykt eftir lønini hjá stjóranum á útvarpsstøðini, hevur hann verið ógvusligur og hevur hótt tey bæði við einum og øðrum. Men orðini hjá stjóranum í Atlantic Radio eru, at starvsfólkini aldri hava bíð- að leingi eftir at fáa løn sína útgoldna. Sosialurin frættir frå starvsfólkunum hjá Atlantic Radio, at tey ætla sær at hava fund við Blaðmanna- felagið hósdagin, har finn- ast kann útav, hvat tey kunnu gera, fyri at fáa løn sína útgoldna. Vidka um virksemi Lárus Robert Arason vísir á, at hann hevur keypt eina útvarpsstoð í Íslandi, sum í løtuni hevur næsthægsta lurtaratalið í Reykjavík. Hann metir, at hendan stød- in kann vera við at fíggja Atlantic Radio, samstundis, sum keypið eisini kann geva stødini í Føroyum tøkniligar fyrimunir, við tað, at útgerð kann lænast ímillum stødirnar báðar. Stjórin í Atlantic Radio sigur, at ætlenin er at fáa fatur á fleiri lurtarum og fleiri lýsarum, og væntar hann, at hetta fer at eydnast. Eisini er ætlanin at selja partabrøv, soleiðis, at tað fer at bera til hjá privatum at ogna sær lut í fyritøkuni. — Atlantic Radio skal ger- ast føroysk fyritøka burtur- av, og eg vóni ikki, at Sosi- alurin fer at mótarbeiða okkum, endar stjórin í At- lantic Radio við at siga. Arbeiðsloysisskipanin fær nýggjan fíggjar- leiðara 1. oktober Í august søkti Arbeiðs- loysisskipanin eftir nýggj- um fíggjarleiðara, eftir at Finn Danberg, ið hevur verið fíggjarleiðari síðan mai 1998, segði seg úr starvi. Tá umsóknarfreist- in var úti 30. august, vóru 5 umsóknir innkomnar. Nýggjur fíggjarleiðari verður Regin I. Jakobsen úr Havn. Hann byrjar í starvinum 1. oktober. Reg- in er 33 ára gamal, giftur og eigur 3 børn. Hann hev- ur HK-útbúgving í rokn- skapi. Regin hevur síðan 1994 starvast sum grann- skoðari hjá KPMG Paula Ellefsen. Pakkaferð — andi upplivingar Pe. fil pr AE Elben Cruise-ferð við Ms. Clara Schumann 12. oktober - 18. oktober 1999 Flogið verður beinleiðis til Prag í Tjekkia við Atlantic Airways, har gist verður eina nátt áðrenn farið verður umborð á MS. Clara Schumann. ið liggur í Usti. Nú gongur leiðin eftir ánni Elben frá Usti í Tjekkia inn í Tyskland tilDresden, Meissen, Torgau, Lutherstadt og endar ferðin í Magdeburgh. Útferðir verða gjørdar hvønn dag. Undirhald er umborð hvert kveld. Frá Magdeburg verður farið við bussi til Keypmannahavnar, har gist verður eina nátt áðrenn farið verður aftur til Foroyar. Kostnaður fyri hvønn í dupultkamari: Kr. 9.255 - Íroknað er: Flogferðir. Innivist í Prag við morgunmati, útferð í Prag, 5 dagar og 4 nætur umborð á MS. Clara Schumann, í 2-mans kømurum við bad/wc, allar máltíðir og útferðir. Bussferðin til Keypmannahavnar. Innivist á hotelli í Keypmannahavn við morgunmati Íkki íroknað: Atgongumerki til t.d. Opera, Teater o.a. Ferðatrygging og ferðaavgjald. | | Ferðin er treytað av nóg stórari luttøku. Seinasta freist at tekna luttøku er 20. september. Frætti meira hjá Atlantic Airways tlf. 33 39 00 ÆR “= Atlantic Airways