Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. september 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 174 - 15. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið 9 Alt livandi verður ávirkað — Seyðurin á leiðini við Funn- ingsfjórð fær langa og tunga leið at fara at fáa sær vatn, tá útbyggingin hjá SEV er framd. Neyvan verður nakar seyður niðan fyri vatninntókini í áu- num, sigur Durita Brattaberg Liss HANSEN Ofta verður sagt, at tað er gott og neyðugt at gera ting int á ein demokratiskan hátt, men í veruleikanum verður hetta ikki gjørt. Tað átti at verið hildin - ein hoyring fyri fólkini á staðnum. og øðrum áhugaðum, heldur Durita Brattaberg Landsmyndugleikarnir áttu at havt gjørt tað, tí at teir hava bundið seg til at gera tað, m. a. í tí norrøna millumlandasáttmálanum. og ti at tað er rætt, at fólkini á staðnum verða hoyrd. Tað eru tey, sum verða mest á- virkað av tí, sum verður gjørt í teirra nærumhvørvi, og tí mátti tað verið sjálv- sagt at tosa við tey um mál- ið, heldur Durita Brattaberg. Sev átti at havt gjørt tað, tí at tá kundu teir havt spælt við opnum kortum og so- leiðis kunnað fólk um, at teir fara at gera hetta, og at tað hevur nøkur árin. Tá kundi talan verið um ein uppbyggjandi dialog, ið møguliga fekk undirtøku millum fólkini á staðnum. SEV kundi soleiðis møgu- liga eisini havt spart seg sjálvt fyri tí mótstøðu, sum nú er ímóti útbyggingini. Stór ávirkan á umhvervið Í staðin fyri at hava kunn ingarfundir um málið fyri almenninginum, har teir kundu havt sagt, at hetta er tað, vit ætla okkum at gera, og at tað fer at ávirka so ella so, hava teir hjá SEN næstan sagt, at tað ikki á virkar nakað að er ikki rætt, tí tað eru stórar ávirkanir av einari slíkari vatnorkuútbygging Alt livandi, sum hevur síni livistød í økinum á landi, og fiskur, sum í øldir hevur ferðast niðan í áirnar at gýta, verður nógv ávirkað. Til dømis kemur seyðurin á leiðini við Funningsfjørd at hava langa og tunga leið at fara at fáa sær vatn. Tað kemur helst ikki at vera nakar seyður niðan fyri vatninntøkini í áunum har á leiðini, eftir at vatnið er leitt burtur haðani. Vilja ikki missa av margfaldinum Uppaftur eitt annað, sum er vert at nevna úr hesum sátt- málanum, er greinin um lív- fróðiligt margfeldi (biodi- versitets-konventiónin). Hornasteinurin í tí er m.a. Seyðurin á leiðini við Funningsfjór fær langa og tunga leið at leita sær eftir vatni, og helst verður eingin seyður g g niðan fyri vatninntøkini har á leiðin, heldur Durita Brattabe rg at margfaldið av ymisku liv- andi verunum (djórum, plantum) ikki má minka. Eisini greinin „Metan av ávirkan á umhvorvið“ sigur, at um ivamål eru um nakað, eigur tað at koma náttúruni til góðar. Tað vil eisini siga, at um ikki nóg umfatandi kanningar eru gjørdar, ella um okkurt serligt plantu- ella djóraslag er í økinum, skal ein møgulig útbygging ikki fara fram. Ein planta er mist Hetta er kortini hent við Eiðisvatn, ti har var ein planta funnin, sum er heilt serlig. Orsakað av, at Eið isvatn nú er blivið so nógv stórri, er hendan plantan møguliga útruddað, tí hon í dag liggur undir í vatni — Tað kann vera, at tað eru onnur eintøk av henni onkustaðni rundanum byrg- ingina, men tað vita vit ikki við vissu, tí tað er ikki kann- að! Um so er, at tað ikki eru onnur eintøk av hesi plant- uni har á leið, er hon kanska mist fyri alla eftirtíð, vísir Durita Brattaberg á. Broyta náttúruna Møguleiki er eisini fyri, at tað eru onnur rár eindømi í onkrari av teimum åunum, sum SEV er í ferð við at taka inn eftir Funningsfirði, tað vita vit heldur ikki, ti tað ikki er kannað! Vit vita eisini, at tað fer at ávirka fjørðin, men vit vita heldur ikki við vissu hvussu, og tað er skeivt fyri náttúruna og fyri okkara eftirkomarar. Vit eiga at hugsa um at vit hava náttúruna til láns frá okkara eftirkomarum Nógvar kanningar eru gjørdar av vatnorkuútbygg- ingum í øðrum londum, og tær vísa allar, at tað ávirkar umhvørvid í heilt stóran mun. Í hesum førinum fer tað at ávirkað serliga nógv. ti her vera tunnlar gjørdir upp i åirnar, og tå er ikki serliga stórur møguleiki fyri at fiskurin sleppur niðan at gyta, fyri ikki at tala um at sleppa omanaftur, og út á sjógv! Óhildnar treytir Tá tosað verur um Eiði-l. hevur Sev tó fingið „Labo- ratonum for ferskvannsøko- logi og innlandsfiske“ i Oslo at gera eina kanning av sílastovninum i Eiðis- Tað fær stjóra åvirkan á alt plantu- og djóralív, at SEV fer at taka vatnið úr áunum millum Fjarða og í Funningsfyrði vatni. Hetta var í 1987. og í frágreiðingini verður mill- um annað greitt frå, hvørji møgulig árin vatnorkuút byggingin á Eiði í 1986 kann hava fyri sílastovnin og fødidjørini hjá silastovn inum í framtíðini Frágreiðingin gevur m.a góð ráð um, hvat kann ger ast, fyri at bóta um gytiøkini hjá sílunum í áunum. sum renna til Eiðisvatn. Rátt verður til, at fleiri kanningar verða gjørdar seinni fyri at fylgja gongdini Durita Brattaberg sigur, at vit í dag vita, at hetta íkki er gjørt, og tað sær ikki út til, at nakar krevur at tað verður gjørt. Hon sigur, at myndugleikarnir hava mis- røkt sína uppgåvu, og SEV hevur ikki uppfylgt treyt- irnar, settar vórðu, tá farast skuldi undir at byggja byrg- ingina. Ikki ov seint enn Nú siga summi kanska, at hetta er eitt gamalt mál, og at nú er ov seint at gera nak- að við tað, men eg haldi at tað er neyðugt at tala at, tí eg vert, at máttloysi er eitt nógv verri alternativ. Her er gjørd ein »fadesa«, er betri at royna at fåa hana vidgjørda og rættada, enn bara at tiga. Hvat vid næstu ferð, Sev vil byggja út, skal og tað tað sama kanska henda um- aftur? Hvar verður tað tá? Spyr Durita Brattaberg Tá eg hugsi um SEV málið, renna mær í hug orð mi hjá Albert Einstein um. at tað ikki ber til at loysa trupulleikar við somu tank um, sum teimum, bruktir vórðu, tá teir vórðu skaptir Og góðtaka landsmynd ugleikarnir at SEV ikki skal søkja landsstýrið eftir, hvat teir kunnu gera, tí at ein lóg frá 1800-talinum loyvi teimum tað? - endar Durita við at spyrja