Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. september 1999síða 10

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið NR. 174 - 15. SEPTEMBER 1999 Javnaðarflokkurin landsstevnu í Skopun: Útspælið til hvítubók kemur um vikuskiftið Fyrsta lands- stevnan á Sandoynni — Vit eru stak fegin um at lokalfel- agið í Sandoynni hevur boðið sær til at skipa fyri landssteynuni hesa- ferð, sigur formaðurin í Javnaðar- Fríggjadagin og leygardagin fer Javnaðarflokkurin at hava landsfund í Skop- un. Hóast ríkisrættarliga stødan óivað fer við stórum parti av landsstevnuni, so verður vónandi eisini tíð at viðgera onnur mál, sum eisini hava so stóran týdning, sigur Jóannes Eidesgaard, floksformaður Eg eri sera spentur upp á at hoyra hvat Ole Stavad, danskur skattamálaráðharri, fer at bera fram, tí tað fer at geva okkum eina ábending um hvorja støðu danskir politikarar hava, sigur Jóannes Eidesgaard nú fáar dagar und- an landssteynuni hjá Javnaðarflokkinum. Stevnan verður í Skopun, og tað er fyrstu ferð nakrantíð, at Sandoyggin er karmur um eina landsstevnu hjá Javnaðarflokkinum SVEINUR TRÓNDARSON Um vikuskiftid fer Javnað- arflokkurin at hava lands- stevnu og eins og hjá øðrum flokkum, so verður lands- stevnan ein gjøgnumgongd av ti, sum farið er fram síð- ani seinasta landsfund. Men landsstevnan er ikki bara afturlitandi, tí eins væl og hugt verður aftureftir, so verður sett út í kortið til tær stóru viðgerðir, sum bíða fyri framman Og tað er eingin loyna, at tað bíða veruliga stórar við- gerðir fyri framman. Størsta málið - ella í hvussu er tað málið, sum fær mestu umtaluna í løtuni - er fullveldisspurningurin. Lítið hevur verið at hoyrt til Javnaðarflokkin síðani Hvítabók varð almanna- kunngjørd, men tað er ikki i, at flokkurin ikki ætlar sær at vera við í orðaskiftinum. Tað er tí, at flokkurin ætl- ar sær at koma við einum væl fyrireikaðum útspæli sum fær undirtøku frá landsstevnuni Jóannes Eidesgaard, for- maður í Javnaðarflokkinum sigur, at hetta útspælið kem- ur út á seinnapartin leygar- dagin, og tað fer at boða frá teirri leið. sum Javnaðar- flokkurin ætlar sær at halda í hesum málið Vanlig landsstevna sum so Henda landsstevna floksins er ikki ødrvisi enn so mang- ar aðrar undan henni, men málini, sum standa á polit- isku dagsskránni eru stór og týdningarmikil, og ti er for- maðurin í flokkinum eitt sindur keddur av, at tað eina málið kann enda við at fara vid so nógvar tíð. — Tað sigur seg sjálvt, at eitt mál, sum fullveldismál- ið fer við nógvari tíð, av teirri einføldu orsøk, at tað er so stórt og so ótrúliga umfatandi. Men kortini fari eg í formansfrágreiðingini at royna at hyggja at øðrum málum eisini. Alt annað hevði verið at gjørt gjøldur við teimum. Formansfrágreiðingin kemur tí at vera í tveimum pørtum, har annar parturin er afturlítandi á tað, sum er farið fram, meðan hin parturin fer at hyggja at tí, sum liggur fyri framman, greiðir Jóannes Eidesgaard frá. Og tað skuldi gjarna enda við eini yvirlýsing, sum landsstevnan kann taka undir við. Henda yvirlýsing fer sum sagt at boða frá hvor leiðin verður, sum Javnaðarflokk- urin fer at halda í málinum um ríkisrættarligu broyting- arnar eins og í øðrum stór- málum við. Hvat sigur Stavad Beint eftir viðgerðina av virkisskránni fer danski skattamálaráðharrin Ole Stavad á rødarapallin. Ole Stavad gjørdist næst- formaður i danska Javnað- arflokkinum fyri nøkrum árum síðani, tå hann var utt- anfyri stjórnina. Orsøkin til at Ole Stavad fór frå var, at hann varð raktur av eini skattagølu, í sambandi við, at Spar Nord yvirtók ein annan peninga- stovn í Norðurjútlandi. Seinni vísti ein kanning kortini, at Ole Stavad var ósekur, og tað beindi fyri seinastu forðingunum fyri at hann aftur kundi gerast ráðharri. Tað er tí ein av teimum tungu monnunum í donsku stjórnini, sum hesaferð kemur á vitjan, og tí er Jó- annes Eidesgaard sera spentur upp á hvat Stavad fer at siga. Aftursvar til Jóannes Seinasta vikuskiftið var Jó- annes Eidesgaard gestarød- ari á landsfundinum hjá danska javnaðarflokkinum og tá helt hann eina rættiliga kontanta rødu um ríkisrætt- arligu vidurskiftini við serl- igum atliti til tær broytingar, sum standa fyri framman. — Tí vænti eg, at Ole Stav- ad fer at svara upp á tað, sum eg tosaði um á fundi- num í Odense, sigur Jóann- es Eidesgaard, sum ikki dyl- ir fyri, at hann er sera spent- ur uppá tey boð sum danskir politikarar hava til komandi samráðingar millum før- oyskar og danskar myndug- leikar. Hann vísir á, at danir hig- artil einki hava vilja sagt nakað sum helst um ríkis- rættarligu broytingarnar, tí tað er ein føroyskur spurn- ingur. Donsku boðini fara at geva okkum eina åbending um hvat vit kunnu vænta okkum, sigur Jéannes Eid- esgaard. Hini målini mugu fåa sitt Hóast alt og øll eru fullgreið yvir, at tad vera tær rikis- rættarligu = broytingarnar, sum fara at standa fremst í viðgerðini í nærmastu polit- isku framtíðini, so leggur Jóannes Eidesgaard enn einaferð dent á, at politikkur eisini er annað enn fullveldi ella ikki fullveldi. Pensjónsmálið, sjúkra- húsini, arbeiðsmarknaðurin og marbeidsumhvørvismål eru øll mål, sum standa frammalaga í huganum hjá floksformanninum og hans- ara starvsfeløgum á tingi, og tey skulu eisini hava sína viðger. Um øll vera við- gjørd hesaferð má tíðin so vísa. flokkinum SVEINUR TRÓNDARSON Um vikuskiftid verður Samljóð í Skopun karmur um árligu landsstevnuna hjá Javnaðarflokkinum. Hóast tað er vanligt, at landsstevnan annað hvort ár er aðrastaðni enn í Havn, so er hetta kortini fyrsta ferðin, at stevnan verður hildin í Sand- oynni. Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðar- flokkinum sigur, at floks- leiðslan er sera fegin um, at lokalfelagið í Sand- oynni hevur átikið sær, at skipað fyri stevnuni hesa- ferð, tí hóast tað er >lætt- ari< at vera í Havn, so er tað rættari ikki altíð at vera á sama stað. Men er tað fyri at geva sandoyingum moralskan uppbakning, at leggja landsstevnuna har suðuri nú, júst í tí tíðarbilinum tá teir ongan tingmann hava? — Nei, tað hevur einki við tað at gera. Í veruleik- anum hevur Sandoyggin verið sera væl góð fyri Javnaðarflokkin. Vit hava havt tingmann í oynni síðani 1932 burtursæð frá tveimum valskeiðum. og fjøllini Tað er eitt orðatak, sum við einari lítlari umskriv- ing ljóðar soleiðis, at allir vegir leiða til Havnar. Hetta kennir Jóannes Eidesgaard eisini, og hann kennir eisini vandan fyri, at nøkur setast aftur tå landsstevnan ikki verð- ur hildin í Havn. Kortini heldur hann tað hava stóran týdning, at stevnan >fer út at ferð- ast«, serliga tí, at fólk á øllumplåssum skulu kenna, at tey eru ein part- ur av politikkinum. — Ti hava vit lagt hesa landsstevnuna júst nú. Nátatíðin er júst farin aft- ur um, og um stutta tíð verður farið at ganga fjøllini. Tað mugu vit, sum takast við politikk hugsa um, sigur Jóannes Eidesgaard og leggur aft- urat, at tað annars kann vera torført at fáa meiniga mannin við í politiska ar- beiði. Um tað so fer at síggj- ast aftur mugu Jóannes og restin av floksleiðsluni bíða við at fáa at vita til vikuskifti. Skopuningar vera um vikuskiftið vertir fyri landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum