mikudagur 15. september 1999síða 20
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SE
NR. 174 - 15. SEPTEMBER 1999
Viðmerking:
Við reim og selum
Aðalmálið hjá landsstýri-
num er, at livistóðið ikki
skal versna i einum sjålv-
stødugum Føroyum. Hvita-
bók vísir, at tað ber til at
røkka hesum måli. Men
bókin lýsir "worst case"
ringasta føri. Hon lýsir
hvussu fer tað at gangast,
um tað ikki fer at gangast
væl. Alt, sum vit gera betri
í framtíðini enn vit gera í
dag, ger útlitini bjartari, enn
tey eru lýst í Hvítubók
Hvítabók slær fast, at við
eini rímiligari skiftistíð við
Danmark og einum ábyrgd-
arfullum búskaparpolitikki
er gjørligt at minka ríkis-
veitingarnar burtur uttan at
fremja beinleiðis skerjingar.
Fleiri hava í hesum sam-
bandi í fjólmiðlunum eftir-
lýst nærri viðgerð av nøkr-
um viðurskiftum í Hvítu-
bók:
1. Vinnulivsmenning
1. Eykaútreiðslur til fyrisit-
ing i einum sjålvstødugum
Føroyum.
1. Buskaparligu útlitini hjá
ti einstaka, familjuni og
virkjum.
Undirritaði hevur ábyrgd av
arbeiðssetningunum hjá
nevndunum, og eg skal tí
gera greitt, hvussu hesi við-
urskifti eru vidgjørd
Vinnulívsmenning
Grundhugsanin hjá lands-
stýrinum var, at Hvítabók
skuldi geva fólki eitt grund-
arlag at standa á, tá tey
skulu taka støðu til fullveld-
isætlanina.
Vit royndu at orða ar-
beiðssetningarnar soleiðis,
at hetta grundarlag gjørdist
veruleikakent, trygt og álít-
andi. Her skuldi alt á borðið,
og her skuldu ongar ljósa-
reyðar metingar vera.
Tí byggja niðurstøðurnar
í Hvítubók í stóran mun á
tað, tey nevna "worst case"-
útrokningar. Altso, tær
byggja á ringasta føri. Við
ødrum orðum sigur bókin,
hvussu tað fer at gangast
okkum, um tað ikki fer at
gangast okkum væl
Tí er vinnulívsmenning
ikki innroknað sum ein for-
treyt, tå Buskaparnevndin
hevur gjørt sínar nidurstød-
ur. Metingarnar byggja enn-
tá á, at buskaparvøksturin
verður helvtina minni enn
hann hevur verið í miðal frá
1962 til í dag og tá eru
kreppuárini íroknað.
Øll menning av vinnulivi-
num innan fiskivinnu, ali-
vinnu, kunningartøkni, olju-
vinnu, landbúnað, gransk-
ing, tónleik ella annað, fer
sostatt bert at gera búskap-
arligu útlitini bjartari, enn
tey eru lýst í Hvítbók.
At tryggja hesa menning,
er sjálvsagt altavgerandi
fyri framtíðar føroyska væl-
ferðarsamfelagið. Tí leggur
landsstýrið eisini stóran
dent á, at karmarnir hjá
vinnulívinum skulu bøtast.
Hetta verður m.a. gjørt við
tí vinnulívspolitikki, sum nú
er orðaður og stungin út í
kortið, og við álitinum um
útbúgving og gransking í
einum sjålvstødugum Før-
oyum. Hetta álit viðger ser-
liga samspælið millum út-
búgving, gransking og vinn-
ulívsmenning. Alitið er lið-
ugt, og verður lagt fram í
hesum mánaðinum.
Nýggjar inntøkur
ikki roknaðar við
Buskaparnevndin er heldur
ikki biðin um at rokna við
inntøkum sum stava frá eitt
nú betri handilsviðurskift-
um, bíligari innflutningi, og
beinleiðis atgongd til aðrar
stjórnir um politiskt, vinn-
uligt og handilsligt sam-
starv. Tílíkt verður ikki tikið
við í "worst-case"-útrokn-
tíðindablaðið
ingar, men tað er ógvuliga
sannlíkt, at tað fer at hava
við sær lægri útreiðslur og
hægri inntøkur, enn tað vit
kenna í dag
Uppgerðirnar yvir teir bú-
skaparligu fyrimunir, sum
danskar fyritøkur og vinn-
ulív hava havt av, at Fóroyar
hava verið heftar í ríkisfel-
agsskapinum, eru heldur
ikki tiknar við
Tann vinningur,
Danmark í sambandi við
NATO hevur havt av at
hava fullveldi í Føroyum, er
heldur ikki við
Við øðrum orðum: Tá Før-
oyar fáa fullveldi verða
nógvir møguleikar fyri økt-
um inntøkum, sum eru
hildnir uttanfyri útrokning-
arnar. Vit hava ongan bita
kannað okkum, fyrr enn
hann er svølgdur
sum
Lagt er upp fyri
nyggjum utreidslum
Buskaparnevndin sigur i
Hvítubók, at samanløgdu
rikisveitingarnar til Føroya
eru 1,3 milliard. Og útvarp-
ið nevndi í tíðindunum her-
fyri, at vit fáa nýggjar út-
reiðslur fyri 200 milliónir
tá Føroyar gerast sjålvstød-
ugar. Hetta tal er fingið við
at leggja saman fleiri
smærri tól úr fyrisitingarál-
itinum. Lise Lyck, búskap-
arfrødingur, nevndi sama tal
í samrødu við útvarpið.
Fleiri hava skilt hetta so-
leiðis, at vit skulu rinda 200
mió. kr. afturat teimum 1,3
mia. kr., sum búskapar-
nevndin nevnir og byggir
sínar metingar á.
Tað er ein
álvarsom misskiljing
Tá Buskaparnevndin hevur
roknað týdningin av ríkis-
veitingunum og hvussu tær
kunnu minkast burtur, so er
lagt upp fyri ollum nýggjum
útreiðslum í ríkiligt mát.
Nevndin er biðin um at telja
alt tað við, sum danir brúka
til eitt nú fiskiveidieftirlit.
Færgernes Kommando,
løgregluna, fólkakirkjuna,
tænastumannapensiónir,
krígspensiónir o.s.fr. Tað er
orsøkin til, at talið er so stórt
1,3 mia. kr
Men av hesum eru í minsta
lagi 230 mió. kr., sum ikki
verða útreiðsla hjá Føroy
um. Hetta er eisini nevnt í
Hvítubók
* PensiOnir fella ikki yvir
á Føroyar, tá vit fáa full
veldi. Her er talan um meira
enn 100 mió. kr
* Fiskiveiðieftirlit og tyrl-
utænasta hjá dønum í Før-
oyum eru roknað at kosta
omanfyri 140 mió. kr. ár-
liga. Men sambært meting-
um hjá fiskimålastyrinum
kunnu føroyskir myndug-
leikar taka sær av hesum
fyri 10 mió. kr. árliga. Her
eru sostatt 130 mió. kr. sum
ikki fella yvir á Føroyar
* Sostatt er meira enn nóg
mikið lagt upp fyri til at
fíggja eitt nú útbúgvingar-
stuðul og eina fult útbygda
uttanríkistænastu.
Bíligari fyrisiting
Heldur ikki í fyrisitingarfrá-
greiðingini verður roknað
við møguleikunum. Sum
tað stendur í frágreiðingini:
”Mint verður á, at tær skip-
anir, sum galda i Føroyum i
dag, í mongum fórum
byggja á danskar, búskap-
arligar og fyrisitingarligar
fortreytir, sum upprunaliga
eru ætlaðar einum donskum
tørvi. Tað er greitt, at í ein-
um fullveldi verður neyðugt
við umskiping, samanlegg-
ing og tillaging av stovnum
og arbeidsgongdum til før-
oysk vidurskifti - bædi hvat
viðvíkir fortreytum og tørvi.
Hetta eigur at kunna hava
vid sær, at umsitingin fer at
21
Høgni Hoydal, landsstyrismadur
kosta minni enn tad, sum
tølini í hesum frågreiding-
um visa.”
At skipa eina meira hósk-
andi fyrisiting verður ein
politisk avbjóðing — og har
eru uttan iva stórir pengar
at vinna.
Hvat kann tann
einstaki rokna við?
Tað, sum fólk flest sjálvsagt
hugsa mest um, er, hvussu
útlitini eru fyri tann ein-
staka, familjuna ella virkið,
tá vit fáa fullveldi.
Hetta er eisini tað, sum
landsstýrið hugsar mest um.
Tað er við hesum aðalmáli
fyri eyga, at vit leggja poli-
tikkin til rættis: Vinnumøg-
uleikarnir, livistødid og al-
menna tænastustødid skulu
ikki versna. Tað er orsøkin
til, at vit fegnast um kann-
ingarúrslitini í Hvítubók.
Tey vísa púra greitt, at tað
ber til at rókka aðalmálinum
— og væl tað
Nevndirnar hava gingið
við bæði reim og selum, tá
tær hava gjørt sínar meting-
ar. Tær hava lýst "worst
Alt, sum vit kunnu
gera betri í framtíðini enn
vit gera í dag, ger tí útlitini
bjartari, enn tey eru í Hvít-
ubók.
Og tað er í veruleikanum
eitt sera gott útgangsstoði
fyri einum sjålvstødugum
Føroyum
Vit kunnu taka vid å-
byrgdini av egnum landi,
um bert vit vilja
Vit kunnu fara undir eitt
nytt samstarv vid Danmark,
har vit eru javnbjóðis partur,
um bert vit vilja.
Vit kunnu vera við í
heimssamfelagnum og
standa uppi sum onnur fólk,
um bert vit vilja.
case
Høgni Hoydal,
landsstyrismadur
Fridarligt
viku-
skifti
Løgreglustødirnar boða frå
einum serstakliga fridarlig-
um vikuskifti, har lítið og
einki ålvarsligt er komið
fyri. Tó so, okkurt ferðslu-
óhapp hendi. Tveir bilar
rendu saman um mid-
dagsleitið fríggjadagin. O-
happið hendi, har Fríðriks
Petersensgøta og Jóanesar
Patursonargøta koma saman
í Havn. Sum sæst fingu bil-
arnir væl av skaða, men
eingin fólkaskaði hendi.
Um middagsleitið í gjár
hendi eitt ferðsluóhapp í J.
Broncksgøtu í Havn, tá ein
trailari misti vognin.
Hesin trailarin var ikki
spentur nóg væl, áðrenn
farið varð av bryggjuni
við fyrstivørum
mánadagin