Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. september 1999síða 21

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 Sandoyingar kunnaðir um Hvitubok Fundarrødin hjá Landsstýrinum at kunna fóroyingar um innihaldið í Hvítubók og fullveldisætlanina fór av bakkastokki sunnukvóldið í Virkinum heima á Sandi haldinum høvudsnidurstødu- Bergur Berg, Sig mund Isfeldt, Jonhard Eliasen og Høgni Hoydal umboðandi Landsstýrið vóru umboðini. Høgni Hoydal var berføttur, men vónandi var hetta ikki ein ímynd av einum møguligum komandi fullveldi. Nei, orsøkin var tann, at hesin ídni poli- tikkarin heyði tikið lut í fólkafundinum uppi á Slættaratindi fyrr um dagin, og skuldi hann náa í Sandoynna til ásettu tíð, mátti fótbúnin verða irnir, ið blivu parkeraðir í ganginum í Virkinum Innihaldið í Hvítúbók og fylgibindunum er rúgvismikið, og tí er bitin hjá áhoyrarunum stórur at svølgja. Og mong mundu vera, ið als ikki kláraðu at svølgja mongu tor- skildu heitini á hesum og hasum økinum, men framsegufólkini skulu helst ikki lastast fyri hetta, tí teirra arbeiði var væl úr hondum greitt. Sjálvsagt eru nútímans hjálpitólini við til at gera fløkt ting einklari og har- við verður arbeiði hjá framsøgufolkunum lætt- ari. Hetta sást einabest, tå ið Jonhard Eliasen fyri búskaparbólkin sum ein annar gandakallur spældi h TONU stivi sær vid tølum og prosent- um å telduni. Ikki sørt at tey i salinum gapaðu av undran, so hvørt grafarnir broyttust fyrst ein veg, kanska uppeftir, fyri síð- ani í næstu lotu at peika beint niður eftir. Utrokn- ingar, ið allarhelst tóku vikur fyri nøkrum fáum árum síðani og nú taka fá sekund. Harvið ikki sagt, at hesir ella aðrir grafar gjørdir av búskaparfrøð- ingum ella onkrum ødr- um serfrødingum er sannleikin ella allur sann- leikin. Jonhard upplýsti, at um ikki so langa tíð er tilfarið at finna á heima- síðuni hjá Landsstýri- num, og tá ber til sjálvur at spæla sær við tølunum, sum hann málbar seg. Fundarfólki heyði høv- ið at seta fram spurningar til umboðini, so hvert tey vóru liðug ella tá ið liðugt var. Nakrir spurningar vóru, men eldri sanding- urin á fremsta bonki hevði hug at ótolnast nú klokkuni leið til hålvgum ellivu og helt at nú var songartíð, so Høgni skuldi helst lata verda vid at biðja um fleiri spurn- ingar. Og hvat hernaðar- verju í krigsstødu við- víkti, so høvdu danir vist, hvat teir dugdu seinast kriggj var, so teir skulu vit ikki biðja um hjálp. Seinastu orðini vóru søgd og Hvítabók og full- veldiskjakið ferðast víð- ari. tíðindablaðið Sendiharrar úr 20 londum við fylgi vitjaðu í Klaksvík i Klaksvík Umframt vinarbýargestirnar hava m. a. við fylgi vitjað í Klaksvík Klaksvíkar býráð hevur havt nógvar áhugaverdar vitjanir í summar Nevnast kunnu formans- kapurin í íslendska altingi num, ymiskir ambasadørar einsaris og m. a. eisini av Poul Nyrup Rasmusen for- sætismálaráðharra. Vinarbýarstevnan, har 25 fólk frá vinarbýunum Kóp avogi, Odense, Tróndheimi, Tammerfors og Norrkøping at fundast um framtíðar- setning innan mentan, út- bugving, vinnulív, um- hvørvi, samskifti 0. m. a Í síðstu viku varð vitjan av ambasadørum úr 20 ym- iskum londum vid fylgi. Chile, Croatia, Luxen- burg, Indonesia, Swaliland, Russlandi, Ungarn, Týsk- landi, Kina, Algeria, Irlandi, Japan, Marocco, Korea, Eysturríki, Kuba. Eisini var fylgi úr danska uttanríkis- málaráðnum. Klaksvíkar byråd var vertur við dógurða, við sera litríkari matskrá — eisini tí, sum árstíðin kann bjóða Steiktir Havhestaungar Hesir, turrur fiskur, spik og saltgrind dámdu gestunum væl sum nakað serstakt, umframt annan sera góðan mat, ið bert Jákup Ziskason kann gera hann. Japanski ambasadørurin var ógvuliga áhugaður í hvørji fiskasløg føroyingar fiska og hvaðar, tey verða seld. Sum kunnugt eta japanar nógvan fisk av alskins sløg- um og fegnaðist japanski ambasadørurin um, at NR. 174 - 15. SEPTEMBER 1999 Mynd: Dávur Winther Áhugaverdar vitjanir Í summar sendiharrar úr 20 ymiskum londum Klaksvík hevði "flaggskip- 10” Agot innan tunfiska- vinnu í samráð við japanar. Fann Eysturrikski ambas- adørurin segði errin, at hann kendi Føroyar væl, og at tað gjørdu øll i Eysturriki. Tit duga væl at spæla fótbólt. Øll vita hvar og hvat Føroyar eru, men spyrt tú nær teir spældu fótbólt móti Føroyum, og hvussu nógv Føroyar vann, vita tey kanska ikki at svara ollum. Men Føroyar kenna oll. Aðrenn ambasadørurin fór til Føroya, ringdi hann til fótbóltsambandið í Eyst- urríki og hevði sett sær fyri, at telefondaman har skuldi svara sær nakrar spurningar — ikki ein serliga fótbólts- konur. — Nær spældi Føroyar móti Eysturriki? — 1990 Hvar spældu teir? — Landskrona Hvør vann? — Føroyar 1-0 "Tað er við virðing at før- oyingar eru kendir i Eyst- urriki, og ein góðan læru- setning hava Føroyar givið okkum - ikki at forsmáa nakran"! segði Eystur- ríkski ambasadørurin. A vitjanini varð kunnað um ymisk viðurskifti í Klaksvík — eisini innan vinnulívið, og at ein av stoltleikum Klaksvíkar er Chistian í Grótinum, tekn- aður í Noregi og bygdur í Chile. Chilenski sendiharrin í Danmark var sera áhugaður at frætta um verkætlanina við Christiani í Grótunum, sum er bygdur í Chile Eftir kunnanina spurdi tann chilenski ambasadør- urin eftir navni og adressu til hetta felagid og vildi sera fegin hitta hesar menninar. Umboð fyri Chistian i Grót- inum vóru boðin við til døgudran, men høvdu ikki stundir just tå. Tó eydnaðist tað at fáa hendur á skipara- num Jón Rasmussen at koma framvið seinni. Chil- enin og Jón fingu, hóast Stutt, gott prát ílag og býttu adressur og slíkt. Eftir vitjanina í Klaksvík segði tann chilenski ambas- adørurin, at hann var so hugtikin av verkætlanini við Chistian i Grétinum og teimum dugnaligu monnu- num, sum stóðu aftanfyri hana, at um hann ikki var komin til Klaksvikar og hevði hitt handa mannin, var ferðin at kalla nyttuleys. Vitjað varð í Christians- kirkjuni, har Alex Sólstein hugtakandi greiddi frá. Kós- ina vitjaðu tey eisini, har Jóhanna Vang og Egil Jó- hannesen tóku í móti og vístu runt á virkinum — Eisini her vóru gestirnir hugtiknir av virkisfýsni, á- ræði og dugnasemi og vón- aðu stórri samvinnu í fram- tíðini. Tað eru nógvar líknandi søgur at siga frå, sum boða frá eini sera væl eydnaðari ferð: har vinnulívið av røtt- um fær gott høvi at gera vart við seg. Fyrireikingarnar til slika ferð eru umfatandi og tíð- arkrevjandi. Tó er eingin ivi um, at tað er altumrådandi, at slík ferð eydnast væl og at dyr verða latnar upp fyri samvinnu, serliga innan vinnulivid, sum jú er ríkt í Klaksvík og tað verða tær! Á á 3 i Á