hósdagur 16. september 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Áby
Jan Miller
Internet: www.sosialurin.fo
Tunlar og vellir
Oddagrein
SPURNINGURIN um gerð av undirsjóvartunli
um Vestmannasund og um leingjan av flog-
vellinum í Vágum er aftur frammi í tíðindunum
og almenna tjakinum. Fyri tey mongu, sum
hava hildið, at hetta vóru mál, sum longu
vórðu loyst so ella so, koma helst uttalilsini
hjá ávikavist danska ferðslumálaráðharranum
og formanni tjóðveldisfloksins dátt við. Eftir
ollum at doma eru hvorki spurningurin um
tunnil ella leingjan av vølli komin undir land.
TAÐ var áhugavert at hoyra formann tjóðveld-
isfloksins í útvarpinum í vikuni úttala seg um
undirsjónvartunnilin. Hann er so misnøgdur
við gongdina í málinum, at hann ivast i, um
hann ella flokkurin fara at atkvoða fyri máli-
num, nú ein serstok lóg fyri tunnilin verður
løgd fyri tingið. Hann er m.a. ónogdur við, at
eingin foroysk fyritoka sleppa at bjóða og við
hesum sipar hann til landsverkfroðingin.
NAKAÐ reyðir og algoystir munnu fólkafloks-
menn verða, tá teir hava hoyrt tjóðveldis-
formannin úttala seg um eitt av teirra hjarta-
málum (tó bert hjá parti av fólkaflokkinum).
Men neyvan tora tjóðveldismenn at steðga
hesum hjartabarninum hjá ávísum fólkafloks-
monnum, tá teir vita, at fólkaflokkurin bara
situr í bíðar eftir einum høvi til at leypa av
skjóttkoyrandi fullveldistokinum hjá Hogna
Hoydal & Co. Vit hava hoyra fólkafloksmenn
aftur og aftur ávarað tjóðveldisflokkin um, at
gongur flokkurin ímóti hjartamálum teirra, er
hann eisini farin at pilka við neyðbremsuna á
fullveldistokinum. I hesum sama hopi verður
áhugavert at síggja, hvussu flokkarnir báðir
fara at tacla Natomálið. Tjóðveldisflokkurin
hevur játtað at kanna spurningin um Nato-
limaskap, og tá Hvítabók nú leggur upp til
hetta, so er Spurningurin, um tað ikki bara er
undanforsla, tá Hogni Hoydal í SVF sigur, at
teir taka ikki stoðu til hetta fyrr enn eftir, at
Foroyar hava fingið fullveldi. Munnu fólka-
floksmenn verða nøgdir við hasa útleggingina,
og er sannleikin ikki heldur tann, at Hogni
Hoydal ikki torir at melda klárt og greitt út, tí
hann her veit, at flokkur hansara er í tvín-
ingum. M.a. eru tjóðveldistingmenn, sum
ganga fult og heilt inn fyri Natolimaskapi.
HITT málið er flogvøllurin. Vinnumálaráðharrin
má enn einaferð ásanna ein ósigur. Hann
trúði, at danir fóru at siga ja til at gjalda fyri
útbygging av vellinum, áðrenn hann verður
yvirtikin, men nú vísir hetta seg ikki at vera
sakin. Danir hava enn ikki nakra greiða stoðu
til málið. Tvs. at bæði tunnil og vøllur her
hava fingið skot fyri bógvin. Kann tað so
hugsast, at tunnilsætlanin dettur niðurfyri, og
spurningurin um ein heilt nýggjan flogvøll á
Glyvursnesi aftur verður aktuellur? Onkur
hevur áður reist spurningin um at brúka av
komandi oljupengum til at byggja heilt nýggjan
flogvøll fyri. Kann tað hugsast, at tað fer at
koma lívi í aftur hesa ætlan, nú leingjan av
velli í Vágum og tunnilsgerð eru komin í
„miskreditt“? Hvat vit enn halda, so eru hetta
stór og álvarlig mál, sum eiga at umroðast
alment. . .
Sosialurin
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Høgni Mohr
Niclas Johannesen
menn: Postadr: Postsmoga 76, 3
Jens Kristian Vang 110 Tórshavn |
Álvur Haraldsen Telefon: 311820 |
Utgevari, uppseting: Telefax. 314720. |
Sp/t Sosialurin e-mail: post & sosialurin.fo
Bústaður: Lýsingar: lysing & sosialurin.fo
Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin
Vidmerking:
Er Javnadarflokkurin å veg inn i fullveldisbåtin?
I oddagrein tysdagin skrivar
Sostalurin: „Tað var meðan
Edmund Joensen var log
maður. at málið um framtíð
arstødu Førova var á
skránni fyrstu ferð. Tjóð
veldisflokkurin legði málið
fyri tingið. Undir viðgerðini
kom eitt broytingaruppskot
frá Javnaðarflokkinum um
setan av stjórnmálaneynd,
sum skuldi greina ríkisrætt
arligu viðurskiftini
Við hond og fót stríddust
sambandsmenn ímóti, tí rík-
isrættarligu = vidurskiftini
skuldu ikki nertast. Logmað-
ur setti samgonguflokkuu-
num (Javnaðarflokkurin var
ein teirra) stólin fyri hurðina,
at var málið nortið varð sam-
gonguslit.“
Tað er júst ein mánaður
síðani Sosialurin á sama stað
brigslaði Sambandsflokki-
num at hava lagt veto móti
uppskoti Javnaðarfloksins
um at seta eina stjórnmála
nevnd.
Nú kann tað vera, at odd-
agreinsskrivarin ikki minn-
ist, at í samgonguskjalinum,
sum Javnaðarflokkurin und-
irskrivaði 10. september
1994 m.a. stendur: ., Broyt-
ingar í rikisfelagskapsvidur-
skiftunum kunnu bara verða
gjørdar í fullari semju mill-
um samgonguflokkarnar.“
Javnaðarflokkurin legði und-
ir viðgerðini av tjóðveldis-
uppskotinum, Framtíðar-
støda Føroya, fram uppskot
um at seta nevnd sambært 8
27 í Tingskipanini at fyri-
reika viðgerð av statsrættar-
ligu støðu Foroya. Hetta var
gjørt uttan at talað var orð
við samstarvsflokkarnar. So-
statt var hetta greitt brot á
samgonguavtaluna
Gamaní stakk Javnaðar-
flokkurin halan millum bein-
ini i juni 1996 og rýmdi úr
samgonguni. Seinast í sep-
tember legði Javnaðarflokk-
urin sama uppskotið aftur
fyri tingið, nú kallað: Fyri-
reiking til setan av stjórn-
målanevnd. Eitt visti Javn-
aðarflokkurin, ið hvussu so
er, og tað var, at Sambands-
flokkurin fór ikki at taka
undir við einum slíkum upp-
skoti
Tað var eisini ein grov
provokation móti Sam-
bandsflokkinum at seta slíkt
uppskot fram og fáa tað sam-
tykt saman við andstødu-
flokkunum, meðan Sam-
bandsflokkurin sat við leiðsl-
uni av landsstýrinum, og tað
er upp aftur grovari ferð aft-
an á ferð at brigsla Sam-
bandsflokkinum, at hann
ikki tók undir við einum
loysingaruppskoti frå Javn-
aðarflokkinum.
Tá ið Javnaðarflokkurin
fyri einum ári síðani legði
fram uppskot fyri løgtingið
um at seta eina stjórnarskip-
anarnevnd, sum skuldi
kanna og viðgera spurning-
in um broytingar í ríkisrætt-
arligu viðurskiftum F Øroya,
tók Sambandsflokkurin und-
ir vid uppskotinum av full-
um huga, ti tað uppskotið
hevði tann fyrimun, at tað
læt allar møguligar loysnir
standa opnar. Tað var ikki
sum hini, har endaúrslitið var
givið upp á forhond.
Oddagreinin endar við at
siga, at Sambandsflokkurin
nú er komin við sínum Ný-
skipanaruppskoti um dagfor-
ing av heimastýrisskipanini,
og „Samgongan eigur at
leggja sær hetta í geyma -
og heldur royna at finna eina
breiða semju - sum fær Javn-
aðarflokkin, Miðflokkin og
kanska enntá Sambands-
flokkin við.“
Tann alráðandi politikk-
urin hjá samgonguni er at fáa
fullveldi. Eftir ollum at dóma
er Javnaðarflokkurin altráur
eftir at sleppa upp í eina
breiða semju saman við sam-
gonguni at fremja loysing.
Men Javnaðarflokkurin kann
vera æviga forvissadur um,
at Sambandsflokkurin fer
ikki upp í handa bátin, tí
Sambandsflokkurin heldur
fast við at varðveita ríkisfel-
agsskapin og at varðveita
vælferðarsamfelagið.
Sambandsflokkurin hevði
annars væntad, at Javnaðar-
flokkurin meinti tað, tá ið
hann hevur sagt, at hann
ynskir at varðveita ríkisfel-
agsskapin, men nú letur til,
at tað eru tær beru látir.
Eilif Samuelsen
Barnaansingin í Nólsoy
Leygardagin 11-9-1999 var
móttøka fyri almenninginum
Nólsoyar kommunuala
dagstovni, sum tå heyði virk-
að í eina viku. Ein av bygd-
aråOslimunum helt eina
rødu, har hann gav til kennar,
at her vóru oll krøv uppfylt
Eg kann ikki siga meg
samda í hesum, tí eg seti
nógv, nógv stórri krøv til ein
stovn, sum skal ansa børn-
um frá 0 - 9 ár í 12 tímar um
dagin, 5 dagar um vikuna
Eg meini, at tey foreldur,
sum ofra so nógv á „samfel-
agsaltarinum“ hava eina ser-
liga góða og munadygga
barnaansing fyri neyðini, ið
skal verða á einum slíkum
stødi, so allir borgarir fola
tað trygt at brúka stovnin til
síni børn, sum jú er tað dýr-
abarasta tey eiga á jørð.
Eg meini eisini, at tey
starvsfólk, sum har skulu
virka, hava tørv á serligum
førleika, í og við, at tað snýr
seg um mesta partin av barn-
sins vakna lívi í 5 dagar um
vikuna.
Aftan á eina so djúpa de-
pressión, sum hesum sam-
felag hevur verið fyri, við
nógvum misbrúki og van-
trivna til fylgju, má roknast
við, at forledur eru, ið ikki
megna at seta krøv fyri síni
børn. Tískil áliggur tað
kommununi ein serliga stór
ábyrgd at gera eitt dygdar-
gott arbeiði her.
Tað lítla barnið er samfel-
agsins stórsta tilfeingi. Eitt
samfelag, sum ikki tekur sær
væl av teimum smáu børn-
unum fær stórar trupulleikar
seinni. Har meini eg við eitt
ov høgt tal av óproduktivum
borgarum, ið líða undir mis-
bruki, initiativloysi og
manglandi årædi. Somu-
leiðis vånaligt innlit í kensl-
um hjá øðrum, sum aftur før-
ir kriminalitet og vantrivna
við sær
Tað eru tey fyrstu 2-3 år-
ini, at okkara persónligheit
verður grundløgd, eitt grund-
arlag, sum byggjast skal á
restina av lívinum, tað er 70
- 80 ár fram í tíðina. Tað er
eisini í hesum allar fyrstu
árunum í lívinum, at menn-
ingin av okkara førleika til
at taka okkum av okkara
børnum verður grundlagdur.
Tann umsorgan man ikki fær
her, fær ein torført við at
geva víðari til næsta ættar-
liðið.
Fysisku rammurnar um
dagstovnin í Nólsoy eru ikki
nøktandi. Rúmið er í einum
við eini faldihurð. Hetta er
konfliktskapandi í sjálvum
sær, tí t. d. 2 árs barnið hev-
ur heilt onnur áhugamál enn
tað 8 ára gamla. Aukustikk-
urin er sera ringur (hørð
ljóð), liturin á rúminum virk-
ar dapur og lítið mennandi,
og bert nakrar fáar myndir,
ið hingu alt ov ovaliga fyri
barnaeygað. Vindeyguni eru
so ovarliga, at smærru børn-
ini als ikki síggja út. Sera
lítið av leikum, eg sá als
einkið mennandi til børn yvir
6 ár. Ein stórur talarastólur
setur ein álvarsaman dám á
rúmið, hoyrir ikki heima á
dagstovni, men í heilt øðrum
hópi. Bert plastik havastólar
at sita á hjá børnunum (í 12
tímar um dagin). Bert eitt
lítið sofabord at sita rundan
um. Bert eitt annað borð
(køksbord), ein lítil. brúkt
sofa í brúnum liti, bert ein
einkult madrassa ca. 70 x
200 cm at hvíla seg á (í 12
tímar). Eingin góður stólur
har starvsfólkið kann sita í
longri tíð við einum barni.
Alt í alt sera óheimligt og
minti mest um sjónvarps-
myndir av stovnum úr Eyst-
urevropu. Puslirúmið hevði
als einkið príðið sum tað lítla
eygað kann festa seg á.
Heldur einkið bleiv nevnt
um tað innihaldsliga (mál-
setningin) við stovninum,
hvørja menning børnini ætl-
ast at fåa, og hvussu arbeid-
ast skal vid hesum. Ti må eg
óttast fyri, at eingin peda-
gogiskur málsetningur er.
Hvat við teimum børnunum,
sum hava serligan tørv?
Hvar flóta tey í hesum sam-
anhangi? Sum medmenn-
iskja og skattaborgari vil eg
fegin vita hetta. Starvsfólk-
anormeringin er góð. 4
starvsfólk til 7 børn, harav
starvsfólkini eiga tey 3. Eftir
í bygdini eru 8 - 9 børn,
hvors foreldur hava valt ikki
at gera brúk av barnaansing-
artilboðnum hjá Nólsoyar
Kommunu. Ikki tí tey ikki
hava ein tørv.
Eingin almenn lysing hev-
ur verid i blødunum eftir
leidara til stovnin, men bert
ein lepi undir „Mikkjals-
veggi“ (kommunala kunn-
ingartalvan), har minst sann-
líkt er at nakar skikkaður
pedagogur fær eyga á lýs-
ingina. Í mínari verð er neyð-
ugt við vælskikkaðum fólki
við pedagogiskari útbúgving
til ein stovn, sum skal ansa
børnum í upp til 12 tímar um
dagin í 5 dagar um vikuna.
Havast má í huga, at tá í
„Ritan“ er farin á morgni
eru børnini heilt avskorin frá
foreldrunum, um okkurt
skuldi borist á.
Alt í alt stendur hetta í
stórari andsøgn til tann sera
góða barnaskúlan, sum
kommunan rekur við vist-
frødiligum innihaldi á sera
høgum stødi. Í ollum hesum
søknist eg eftir nøkrum yv-
irornadum målum fyri barn-
aansing í føroyum við um-
hvørvisligum og fakligum
innihaldi, tvs. nøkur kriterii,
sum tryggja børnunum eitt
minstamark av góðsku.
Hvønn politikk hevur
Landsstýrismaðurin í al-
manna- og heilsumálum á
barnaansingarøkinum?
Føroyar eru ein fåment
tjóð, vit hava als ikki ráð at
missa ein einasta vælfung-
erandi borgara. Jú fleiri, ið
koma væl undan tess betri
eru vit før fyri at taka okk-
um av teimum, ið eru við
skerdan lut og tess betri eru
vit fór fyri at menna okkara
framtidarsamfelag, sum sær
út til at fara at seta stór krøv
til borgararnar.
Nólsoy 15. September
Petrica Christiansen