Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. september 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 175 - 16. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið 100 ára fødingar- dagur á Sandi Í morgin fyllir Jóhanna Michalina Poulsen, fódd Áregárd, á Sandi 100 ár JOHN JOHANNESSEN Stórur dagur er á Sandi fríggjadagin, tá Jóhanna Michalina Poulsen fyllir 100 ár. Jóhanna býr á Aar- garði á Sandi, og í sambandi við fødingardagin er opið hús á Aargarði millum klokkan 14 og 16 har fólk eru vælkomin á gólvið at leska sær við einum kaffi- munni og onkrum afturvið. Seinni, klokkan 17, bjóðar Sands Bygdaráð bygdafólki og gestum til døgurda i Ungmannafelagshúsinum Virkinum í sambandi við fødingardagin. Jóhanna Michalina Poul- sen er ættad Toppigardinum å Sandi, og er hon yngst av seks systrum. Foreldur hennara vóru Hedavig Hentze og Rasmus Jóhan- sen. Jóhanna giftist 28 ára gomul við Sigurd Poulsen, vanliga nevndur Sigurd á Túgvunum, og búsettu tey seg á Sandi og fingu trý børn, Heiðvíg, Hedvør og Rasmus. Jóhanna gjørdist einkja í 1975. Seinastu árini hevur Jó- hanna búð á pleygudeildini í Havn, men tá Aargarður á Sandi lat upp, flutti Jóhanna suður aftur at búgva. Sosialurin ynskir Jóhon- nu hjartaliga tillukku við fødingardegnum og ynskir henni Guðs signing fram- yvir. Torsvøllur vánalig loysn sum er Opið bræv til borgarstjóran í Havn um Tørsvøll Vit vóru nøkur, sum í vár dittaðu okkum at finnast at tórsvallarætlanini. Sjálvt um frælsi ítróttur- in, skúlastjórar og onnur ávaraðu ímóti eini vánalig- ari loysn, so varð uppruna- liga tórsvallarætlanin fyri- bils slept, og ein fótbólts- vøllur uttan rennibryt gjørd- ur í skundi í Gundadali. Og vit kenna øll úrslitið. Tørsvøllur var frá byrjan dømdur at fáa eina vánaliga lagnu. Tú kanst ikki fáa fólk at flokkast um eina ætlan, tá ið tú setur so nógv fólk uttanfyri. ISF og frælsi ítrótturin vórðu sett uttanfyri í tórs- vallarnevndini, arkitektarnir til upprunaligu ætlanina vórðu vrakaðir, ivi var um studningin í býráðnum og landsstýrinum og klandur er um lýsingarnar. Harnæst seta fólk stóran spurning við, um Torsvøllur yvirhøvur klárar eina vetr- aródn, nú vestanvindurin herfyri fór avstað við nøkr- um betongelementum. Tórshavnar býráð hevur ábyrgdina av, at vit hava fingið eina so vánaliga loysn í Gundadali. Eitt ljótt bygningsverk, sum eisini hevur oyðilagt útsýnið og heildarmyndina í annars vakra Gundadali. Tí seta vit bortarstjóran- um í Havn hesar 7 spurn- ingarnar um Tørsvøll. 1. Hevur býráðið í hyggju at niðurleggja partafelagið Tórsvoll og sjålvt gera upp- runaligu tórsvallarætlanina lidna? 2. Ljótu betongelementini oman ímóti Gundadalshøll- ini peika beint upp í himm- alin og taka alt útsýnið nið- an í Gundadal. Er tað satt, at býráðið skjótast gjørligt vil hava hesi elementir tíkin niðuraftur, tí tey oyðileggja alla = heildarmyndina í Gundadali? 3. Í Sosialinum herfyri segði formaðurin í Fótbólts- sambandinum, Torleif Sig- urdsson, at best var, um FSF yvirtók Tórsvoll og gjørdi hann lidnan. Fer býráðið nakrantíð at loyva FSF, sum er eitt landsfelag, at yvirtaka seinasta økid í Gundadali? 4. Hvørjar ætlanir hevur býráðið yvirhevur við frælsa ítróttinum í Havn? Er tað satt, at tit arbeiða við eini ætlan at gera eina renni- breyt uppi í Hoydølum? 5. Er borgarstjórin nøgdur við tórsvallaravrikið í Gundadali? 6. Borgarstjórin hevur sagt í bløðunum, at vit skulu hava tol, tí rennibreyt kem- ur í Gundadali. Stendur borgarstjórin framvegis við hesi orð. 7. Fólk úr býráðnum vóru í Gotlandi við endamálinum at fáa oyggjaleikirnar til Havnar 2005. Hvussu gong- ur við hesum? Okkara nidurstøda er púra greið. Tórshavnar bý- ráð eigur at niðurleggja tórsvallarneyndina og sjálvt yvirtaka Tórsvell. Boð verða send aftur eftir arkit- ektunum Arna Winther og Albert Isfelt. Ein hjálpandi hond frá fyrrverandi býar- arkitektinum Gunnari Hoy- dal hevði eisini verið kær- komin, tí hann hevur eisini æruna av øðrum vøkrum ar- beiðum í Gundadali. Kranin hjá Tórshavnar skipasmiðju verður boð- sendur og tekur beinanveg- in niður øll betongelement- ini, og síðani verður bygt upp av nýggjum. Sagt varð í vár, at tað tekur eina viku at taka elementini niðuraft- ur. Sprongt verður síðan eystureftir soleiðis at pláss er fyri rennibreytini. Til hetta arbeiðið hevur býráðið longu játtað 3 milliónir. Síð- ani verður eitt skýli við taki, sum hóskar til lendið, gjørt. Og soleiðis verður hildið fram, til vit fáa eitt stadion í høvudsstadnum, sum vit øll eru fegin um. Allar aðrar lappaloysnir føra bara til klandur og stríð og Torsvøllur fær enn fleiri fíggindar. Í seinasta enda verða okkara fótbóltslands- lið, fótbóltsfeløgini í Havn og vit oll stóra tapararnir. Fótbólturin fer heldur ikki at spinna gull av Torsvølli í núverandi líki. Hvar er tann »fantastiski rémurin«, sum rennibreytin skuldi forða fyri. Hvar eru teir 6000 áskoðararnir, sum skuldu koma í Gundadal? Seinasta økid í Gundadali er avsett til eitt stadion við rennibreyt. Frælsi ítrótturin skal sjálvandi eisini hava sítt pláss í Gundadali. Alt tos um, at rennibreytin skal oyðileggja fótbóltsrómin er tað reina tvætl. Fótbólts- spælararnir fáa eisini gleði av rennibreytini. Latum okkum standa saman og lyfta í felag, so spyrt besta úrslit burturúr, ivist ongantíð í ti. Vagnur Michelsen Skipara- og Navi- gatorfelagið nýggjan sáttmála Føroya Skipara- og Navi- gatørfelag og Figgjarmål- astýrið undirskrivadu i gjårkvøldid ein nyggjan 3 åra såttmåla galdandi frå 1. mars 1999 til 1. mars 2002. Tann nyggja semjan er í høvudsheitum: l)Løn. |. mars 1999 hækkar lønin 1,2% 1. mars 2000 hækkar lønin 2,4% I. mars 2001 hækkar lønin 1,6%. 2)Eftirløn I. mars 1999 verður gold- ið 2% í eftirløn av føstu lønini. I. mars 2000 hækkar eftirlønin til 4% av føstu lønini. 1. mars 2001 hækkar eftirlønin til 5% av føstu lønini. 3)Sáttmálafrídagar Sáttmálafríðagarnir verða avtiknir við gildi frá Í. januar 2000. Eisini blivu framdar ein- stakar umflokkingar fyri skiparar og stýrimenn á Strandfaraskipum Landsins, umframt ym- iskar broytingar í orð- ingum í sáttmálateksti- num. Sáttmálin er innanfyri ein samlaðan lønarkarm uppá uml. 9%, og er hetta tað sama sum onn- ur yrkisfeløg, ið hava undirskrivað 3 ára sátt- málar, hava fingið. Tær endaligu samráð- ingarnar gingu væl, og Fíggjarmálaráðharrin fegnast serstakliga yvir, at Føroya Skipara- og Navigatørfelag raðfesti eftirlønarvidurskiftini so høgt. Lærlingur søkist Vit sóknast eftir lærlingi at byrja skjótast gjørligt. Umsøkjarin skal hava lokid FHS ella HH. Partur av lærutidini er á skúla í Danmark. Vilt tú vita nærri, so set teg í samband við Eivind av Reyni á tlf. 313040. Vegurin Langi-188 Hoyvik-Tif. 313040