Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 • leygardagur • 15. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo VB-Stjørnan 24-23(14-11): VB vann á Stjørnuni Vágskvinnur vunnu fyrru hálvfinaluna móti Stjørnuni, sum var og vitjaði í Vági hóskvøldið. COCA-COLA KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum eydnaðist tað einum av hinum kvinnuliðunum at basa greipuvinnarunum úr Stjørnuni. Men hóast Stjørnan tapti hóskvøldið, so tóktust hvørki venjari ella leikarar hjá klaksvík- ingum at verða ónøgdir við úrslitið. Framúr málmansspæl Tað vóru vágskvinnur, sum høvdu leiðsluna størsta partin av dystinum. Eitt skifti vóru tær á odda við fýra málum, men hvørji ferð at VB hótti við at fara frá Stjørnuni, so svaraði oddaliðið aftur. Úr Vági frætta vit, at talan var um ein serstakliga væl leiktan dyst við nógvari ferð, og har spælararnir stríddust um hvønn einasta bólt. Leikliga dygdin var høg, og nærdystirnir vóru harðir og kontantir, uttan at teir tó gjørdist ófantaligir og ljótir. Ein av høvuðsorsøkun- um, til at VB vann dystin, var tann, at málverjin hjá vágskvinnum, Asta, spældi ein framúr góðan dyst, og ferð aftaná ferð tók hon skotroyndir frá púra leysum Stjørnu-leikarum. Liðini bæði hittast aftur í seinnu hálvfinaluni í Klaksvík 26. januar, og við úrslitinum í Vági hóskvøld- ið er einki avgjørt, um tað verða vágbingar ella klaks- víkingar, sum fara mans- sterkir til Havnar, tá ið steypafinalurnar verða spældar 5. februar. VB-Stjørnan 24- 23(14-11) VB: Daiva Tomaite 9(4), Rannvá Augustinussen 6, Aukse Vysniaskaite 3, Christina Holm 3, Margreth Augustinussen 1, Arnleyð Hjelm 1, Laila Jespersen 1 Stjørnan: Bára Skaale Klakstein 5, Alina Olaru 5, Annika Ljósstein 4(4), Kat- arina Stjepanov 3, Joan M. Djordjevic 3, Una Olsen 3 Brotskøst: VB 4(4), Stjørnan 4(4) Útvísingar: VB 2, Stjørnan 2 Dómarar: Brandur Johan- sen og Heri Petersen Í Sunset-kappingini hjá kvinnum verður ein sera spennandi dystur um vikuskift- ið, tá ið oddaliðið Stjørnan skal spæla truplan útidyst móti Neistanum á Hálsi sunnudagin SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tríggir dystir eru á skránni í Sunset-kappingini hjá kvinnum um vikuskiftið. Uttan iva mest spennandi dysturin av teimum trimum er tann í Havn sunnudagin, tá ið greipuvinnararnir og oddaliðið Stjørnan kemur at vitja Neistan, sum tykist verða tað liðið, ið er best ført fyri at hótta tey bæði fremstu liðini Stjørnuna og VB. Neistin kann yvirraska Tá ið Neistin var og vitjaði Stjørnuna í Klaksvík fyrr í hesum kappingarárinum, endaði tað við einum 25-22 sigri til klaksvíkskvinnur. Tá var talan um ein javnan og spennandi dyst, har av- gerðin ikki fall fyrr enn seint í dystinum. Tað er heldur ikki óhugs- andi, at Neistin kann yvir- raska sunnudagin og kanska taka stig frá Stjørn- uni. Havnarliðið hevur ver- ið vælkoyrandi seinastu tíð- ina, og at liðið hevur góðan stríðsvilja, prógvaðu tær væl og virðiliga miku- kvøldið í fyrru hálvfinaluni í Coca-Cola kappingini móti Søljuni á Giljanesi. Tá var Søljan eitt skifti á odda við sjey málum, men Neist- in kom sterkt aftur og vann við sjey málum. Hóskvøldið var Stjørnan og vitjaði VB í Vági í fyrru hálvfinaluni teirra millum, og tá vóru kvinnurnar úr Klaksvík fyri sínum fyrsta ósigri í hesum kappingarár- inum, tá ið vágskvinnur vunnu tepturt 24-23. Greiðir favorittar Í hinum báðum dystunum í Sunset-kappingini er talan um dystir, har annað liðið er greiður favorittur. Í Vestmanna fær VÍF vitj- an av VB, og hevði tað ver- ið fyri bert einum ári síðani, so hevði talan óivað verið um ein spennandi og javnan dyst, men VÍF hevur eitt heilt nýtt lið í ár, og enn hevur unga manningin hjá vestmenningum ikki somu styrki sum undanfarna liðið, og tí er VB greiður favor- ittur til at vinna dystin sunnudagin. Tá ið liðini hittust í Vági, vunnu vágs- kvinnur stórsigur 31-14, og spurningurin er so, um søg- an fer at endurtaka seg sunnudagin. Seinasti dysturin í Sun- set-kappingini hetta viku- skiftið verður á Giljanesi sunnudagin, tá ið heima- liðið Søljan fær vitjan av StÍF. Vágakvinnur hava verið størsta positiva yvir- raskilsi í kvinnudeildini hetta kappingarárið, og tær mugu metast sum greiðir favorittar móti kvinnunum av Strondum, sum liggja og stríðast í niðaru hálvu á stigatalvuni. Fult umfar er í enda- spælinum í Atlantic Airways-kappingini hetta vikuskiftið, og allir tríggir dystirnir verða leiktir í høv- uðsstaðnum ATLANTIC AIRWAYS- KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Nú farið er undir enda- spælið í fremstu mans- deildini í hondbólti, økist spenningurin alsamt, og dystirnir um vikuskiftið kunnu geva eina ábending um, hvørji lið eru at rokna sum møguligir avbjóðarar til tey bæði fremstu liðini VÍF og Kyndil. Hvussu sterkir eru kollfirðingar? Leygardagin eru tveir dystir á skránni. Í høllini á Hálsi fær Kyndil, sum farna vikuskifti misti oddasessin til vestmenn- ingar, vitjan av KÍF, sum nú hevur vunnið seg upp á bronsuplássið beint aftan fyri Kyndil á stigatalvuni. Seinasta sunnudagin vann KÍF ein uppibornan sigur á Neistanum í Hoyvík, meðan Kyndil snávaði á Skála. Mikukvøldið tapti Kyndil enn einaferð, tá ið vestmenningar vunnu við einum máli í fyrru hálvfinaluni í steypa- kappingini. Tá sat at kalla alt KÍF-liðið á áskoðara- plássunum, og uttan iva hava teir lært nakað av vestmenningum, sum megnaðu at forða Kyndli í at skora meira enn fimm mál í ein heilan hálvleik. Hinvegin ætla kyndla- menn sær óivað at prógva, at ósigurin á Skála sunnu- dagin og á Hálsi miku- kvøldið ikki eru nakað tekin um, at teir hava mist stevið. Leygardagin hevur Kyndil Janus Einar Sør- ensen við aftur, eftir at hann noyddist at verða millum áskoðararnar mikukvøldið, tí at hann fekk reyða kortið á Skála. Endurtøka av mikukvøldinum Í Hoyvík verður eisini ein dystur leygardagin, og tá verður talan um eina end- urtøku av fyrru hálvfinal- uni mikukvøldið í somu høll. H71 og StÍF bresta tá saman fyri aðru ferð í tríggjar dagar, og ilt er at meta um, hvussu fer at ganga í hesum dysti. Mikukvøldið endaðu strandingar omaná við einum máli, men tað skal sigast, at tá kundi tað eins væl enda við, at tað vóru hoyvíkingar, ið endaðu omaná. StÍF tykist av álvara ver- ið komið fyri seg eftir eina trilvandi byrjan upp á kappingarárið, og við sigr- inum á Kyndli farna sunnudagin fingu teir kanska júst tí neyðugu inn- spræningina av sjálvsálit- ið, sum liðið hevur tørv, nú endaspælið er byrjað. Hoyvíkingar hava hin- vegin ikki havt marginal- arnar við sær í seinastuni, men í Hoyvík vóna teir óivað, at eydnan fer at verða við teimum móti strandingum leygardagin, so at tað aftur fer at eydn- ast teimum at fáa nøkur stig til høldar. Vestmenningar stórfavorittar Bert tann eini dysturin í Atlantic Airways-kapping- ini verður leiktur sunnu- dagin. Tá skal oddaliðið VÍF aftur ein túr niðan á Háls í Havn, og hesaferð er mótstøðuliðið Neistin. Tað er neyvan ov nógv sagt, at vestmenningar eru stórfavorittar til at vinna henda dyst. Gamaní noyðist VÍF at verða Áka Olsen fyriutt- an, eftir at hann fekk reyða kortið í dystinum móti Kyndli mikukvøldið, men tað eigur ikki at verða nøkur forðing fyri, at VÍF vinnur ein tryggan sigur á Neistanum. Neistin tapti sum áður- nevnt fyri kollfirðingum sunnudagin, og tann dyst- urin staðfesti enn eina- ferð, at spælið hjá havnar- liðnum als ikki koyrir í løtuni. Tað tykist sum um, at tað í allarflestu førum er upp til antin Áka Mørk ella Damir Oros at verða teir, sum avslutta eitt álop. Sterki vongurin hjá Neist- anum, Blagoje Buha, hev- ur verið skaddur í drúgva tíð, men farna vikuskiftið var hann eina løtu á vøllinum í dystinum móti kollfirðingum, uttan at hann tó fekk nakað serligt burturúr. Sunnudagin royndist Ólavur Brimnes, sum kanska hevur verið frægasti neistamaðurin í ár, í hvussu so er betur á veinginum enn Buha. Tríggir dystir í høvuðsstaðnum Trupul uppgáva hjá oddaliðnum VB dróg longra stráið, tá ið Stjørnan vitjaði í Vági hós- kvøldið í sambandi við fyrru hálvfinaluna í Coca-Cola kappingini