Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 10 - 15. januar 2005 Í hesum døgum er HB-unglingin Christian Mouritsen og foreldur hansara í Manchester saman við Jákup í Stóru- stovu, umboðsmanni, har tey samráðast við Manchester City, ið fegin vil hava unga framherjan FÓTBÓLTSSÁTTMÁLI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Alt bendir á, at vit um nakr- ar heilt fáar dagar hava enn ein ungan føroyskan fót- bóltsspælara, ið verður sátt- málabundin við eitt felag í Premier League. Talan er um 17 ára gamla Christian Mouritsen úr HB, sum Manchester City fegin vil hava fatur á. Verður avgjørt í vikuskiftinum Fríggjamorgunin høvdu við umboðsmannin hjá Christi- ani, Jákup í Stórustovu, í telefonini, og hann váttaði, at hann var staddur í Man- chester saman við Christi- ani og foreldrum hansara. Tað hevur leingi verið al- ment, at Manchester City hevur verið áhuga í unga HB-manninum, sum serliga gjørdi vart við seg, tá ið U17-landsliðið í fjør tók lut í opnu norðurlendsku kapp- ingini í Finlandi, har Christian gjørdist stóra hetjan, tá ið hann skoraði einsamalla málið í 1-0 sigr- inum á Danmark við einum beinleiðis frísparki. Jákup í Stórustovu sigur, at tey eru í Manchester og hyggja at umstøðunum, men enn er einki endaliga avgreitt, men tað verður tað væntandi í vikuskiftinum. Um so er, at nakað positivt spyrst burturúr, so verður tíðindafundur í Føroyum mánamorgunin, sigur Ják- up í Stórustovu í telefonini úr Manchester. Samráðingar hava eisini verið millum Manchester City og HB, men hvussu vorðið er við hesum sam- ráðingum, eydnaðist okk- um ikki at fáa at vita fríggjamorgunin, tí ikki bar til at fáa fatur á formannin- um í HB. Christian nærkast Manchester City vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 11 11 - 0 - 0 300 211 89 22 2 VB 11 10 - 0 - 1 347 210 137 20 3 Neistin 12 9 - 0 - 3 354 253 101 18 4 Søljan 12 7 - 0 - 5 335 281 54 14 5 VÍF 12 5 - 0 - 7 286 271 15 10 6 StÍF 11 2 - 1 - 8 233 299 -66 5 7 Kyndil 12 1 - 1 - 10 217 345 -128 3 8 Tjaldur 11 0 - 0 - 11 190 392 -202 0 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 1 1 - 0 - 0 329 289 40 10 2 Kyndil 1 0 - 0 - 1 331 264 67 8 3 KÍF 1 1 - 0 - 0 275 301 -26 6 4 H71 1 0 - 0 - 1 327 327 0 5 5 StÍF 1 1 - 0 - 0 293 326 -33 5 6 Neistin 1 0 - 0 - 1 298 346 -48 3 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 10 9 - 1 28 7 21 18 2 TB 10 9 - 1 27 10 17 18 3 Dráttur 10 4 - 6 21 20 1 8 4 ÍF 10 4 - 6 14 18 -4 8 5 KÍF 10 4 - 6 13 21 -8 8 6 SÍ 10 0 - 10 3 30 -27 0 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 SÍ 8 7 - 1 22 7 15 14 2 Mjølnir 8 6 - 2 20 10 10 12 3 Fleyr 8 5 - 3 18 12 6 10 4 Fram 8 1 - 7 7 22 -15 2 5 ÍF 8 1 - 7 6 22 -16 2 Hetta vikuskiftið eru oddadystir á skránni bæði í meistaradeild- ini hjá kvinnum og hjá monnum í flog- bólti FLOGBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Lagt er upp til eitt spenn- andi flogbóltsvikuskifti við fleiri spennandi dystum. Hjá kvinnunum verður toppdystur í KÍ-høllini sunnudagin, har tey bæði avgjørdu oddaliðini, Mjølnir og TB, dystast. Generalprøvi upp á steypafinaluna Dysturin millum Mjølnir og TB hjá kvinnunum er samstundis ein general- prøvi upp á steypafinaluna, sum verður um ein mánað, tá ið hesi bæði lið bresta saman enn einaferð. Landskappingin í flog- bólti lá still farna vikuskifti, tí tá var árliga Com-Data kappingin hjá Mjølnir á skránni. Í hesi kapping end- aði tað við, at júst Mjølnir og TB endaðu í kvinnufin- aluni, og tá vóru tað genturnar av Tvøroyri, sum vunnu dystin 3-1 í settum. Vesturi í Vágum verður lokaluppgerð millum Drátt og SÍ, og her má Dráttur metast sum favorittur, og steypafinalistarnir frá í fjør hava eisini fyrimun av at hava heimavøll í lokalupp- gerðini. Seinasti dysturin í kvinnudeildini hetta viku- skiftið verður í Hoyvík, har KÍF fær vitjan av ÍF í einum dysti millum tvey av liðunum, ið liggja í niðara enda av stigatalvuni. Sørvingar vitja í Havn Hjá monnunum verður ein spennandi dystur í Havn sunnudagin, tá ið oddaliðið SÍ skal vitja Fleyr, sum hev- ur verið ein av harðastu kappingarneytunum hjá sør- vingum í ár. SÍ er nummar eitt í deildini, og fýra stig eru niður til Fleyr, sum er nummar trý. Mjølnir er nummar tvey við tveimum stigum færri enn SÍ og tveimum fleiri enn Fleyr. Hin dysturin í meistara- deildini hjá monnum verður eisini í Havn sunnudagin, og tá eru tað tey bæði aft- astu liðini, Fram og ÍF, sum hittast í Hoyvíkshøllini. Fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin John Petersen skrivaði hós- dagin undir sáttmála við danska 2. deildar- felagið Holstebro FÓTBÓLTSÚTISETI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í fjør heyst flutti ein tann størsti profilurin í føroysk- um fótbólti seinnu nógvu árini, John Petersen, til Danmarkar saman við fam- iljuni. John boðaði sam- stundis frá, at hann nú gavst á landsliðnum. Um John fór at gera tað stóra við fót- bóltin í Danmark, var ógreitt tá, men nú er so greitt, at skálamaðurin aft- ur fer at spæla á høgum støði. Galdandi til í summar Á tíðindafundi í Holstebro hósdagin almannakunn- gjørdi fótbóltsfelagið Holstebro Boldklub, sum vanliga bert verður rópt HB, føroyska framherjan sum nýggjasta limin í hóp- inum hjá felagnum. John Petersen og Holstebro hava gjørt ein sáttmála, ið er galdandi fram til summarfrítíðina. Sjálvur býr John í Viborg, sum liggur einar 45 min- uttir í bili frá Holstebro. Holstebro spælir í 2. deild í Danmark, sum er triðfremsta deildin í donsk- um fótbólti, og felagið liggur í løtuni triðaftast í kappingini, so alt bendir á, at royndirnar hjá John skulu verða við til at hjálpa Holstebro at varðveita plássið í deildini. Dystir um vikuskiftið: Hondbóltur Sunset-kappingin 16.01.05 Kl. 14.30 Neistin-Stjørnan Ítróttarhøllin á Hálsi 16.01.05 Kl. 15.00 Søljan-StÍF Høllin á Giljanesi 16.01.05 Kl. 15.00 VÍF-VB Høllin í Vestmanna Atlantic Airways-kappingin 15.01.05 Kl. 16.00 Kyndil-KÍF Ítróttarhøllin á Hálsi 15.01.05 Kl. 16.00 H71-StÍF Hoyvíkshøllin 16.01.05 Kl. 16.00 Neistin-VÍF Ítróttarhøllin á Hálsi Flogbóltur Meistaradeildin kvinnur 15.01.05 Kl. 13.00 Dráttur-SÍ Høllin á Giljanesi 16.01.05 Kl. 14.00 Mjølnir-TB KÍ-høllin 16.01.05 Kl. 14.00 KÍF-ÍF Hoyvíkshøllin Meistaradeildin menn 16.01.05 Kl. 15.00 Fleyr-SÍ Gundadalshøllin 16.01.05 Kl. 16.00 Fram-ÍF Hoyvíkshøllin John fingið sáttmála í Danmark Oddadystir í báðum deildunum