leygardagur 15. januar 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 • leygardagur • 15. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
For så vidt angår
Færøerne
Síða 30
MINNISVARÐI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Stóra farma- og ferðamanna-
skipið Hans Hedtoft, sum
Kongligi Grønlendski Handilin
átti, gekk burtur við Kappan í
Grønlandi tann 30. januar í 1959.
Nú hava avvarðandi tikið stig til
at reisa ein minnisvarða fyri
teimum, ið sjólótust við Hans
Hedtoft.
30. januar í ár, 46 ára dagin
síðani skipið gekk burtur, verður
minnisvarðin avdúkaður á Norð-
uratlantsbryggjuni í Keypmanna-
havn.
Í hesum sambandinum vilja
tvær danskar kvinnur, sum báðar
mistu pápa teirra, í samband við
onnur avvarðandi frá Hans
Hedtoft.
Í sambandi við, at tað vóru
liðin 40 ár síðani tilburðin við
Kappan, hevði Sosialurin tann
29. januar í 1999 eina samrøðu
við Emmy Johansen, ættað úr
Sandvík, sum gjørdist einkja, tá
skipið gekk burtur.
Tveir føroyingar vóru við
skipinum.Teir vóru Ólavur
Guðjónsson, ættaður úr Klaksvík
búsitandi í Grønlandi og Richard
Jacobsen úr Sandvík, sum var
annar stýrimaður. Hann var
giftur við Emmy.
Av teimum 95 fólkunum
umborð taldi manningin 40 og
ferðafólkini vóru 55 í tali. Harav
vóru 19 kvinnur og seks børn.
Skiparin var høgt virdi Poul L.
Rasmussen, sum var ein royndur
grøndslandsfari. Hvar skipið
fórst er ongantíð uppklárað. Ein
bjargingarkransur við navninum
á skipinum varð seinni funnin
við Ísland nógvar mánaðir
seinni, og hurðin á kahyttini hjá
2. stýrmanni varð funnin í Grøn-
landi.
Ókend lagna
Tað er ongantíð vorðið greitt,
hvat hendi stóra skipinum hjá
Kongliga Grønlendska Handl-
inum. Rendi skipið á eitt ísfjall?
Ella vóru álvarslig bygningsbrek
í skipinum? Hvussu doyðu hesi
neyðars fólkini? Hví kom eingin
í bjargingarbátarnar?
Tann 29. januar var skipið
liðugt lastað í Julianehåb og kl.
21.15 lokala tíð setti tað kós
ímóti Keypmannahavn. Um
náttina sendi skipið fleiri ferðir
boð um radio um veðrið, vind og
posisjón. Og alt var sum tað
skuldi vera.
Klokkan 13.56 sendi Hans
Hedtoft fyrsta neyðarkallið og
boðaði frá, at skipið hevði rent á
eitt ísfjall, og sjógvur streymaði
inn. Flogfør vórðu send út at
leita, men eingin fann nakra
slóð.
Klokkan 18.06 fekk Prins Chr.
Sund Radio veik signal frá
einum eftir øllum at døma heilt
róligum fjarritara. Tveir royndir
fjarritarar týddu signalini sum
eini boð til umheimin um, at alt
nú var ov seint. "Hans Hedtoft
søkkur".
Sjey dagar aftaná hildu skip og
flogfør upp at leita. Hans Hedtoft
varð skrásett sum gingið burtur,
og tey 95 fólkini umborð sum
deyð.
Tann 30. januar verður minni-
svarðin reistur fyri hesi 95 fólk-
ini. Tær báðar donsku kvinnur-
nar, sum eftirlýsa avvarðandi,
eru Kirsten Sietam og Sandra
Vinding. Tað ber til at seta seg í
samband við Kirsten Sietam á
tlf. 32 50 50 92. Eisini ber til at
senda ein teldupost til Nyheds-
magasinet hjá Danmarks Radio á
nyhedsmagasinet@dr.dk
Minnisvarði fyri Hans Hedtoft
Tvær danskar kvinnur, sum báðar mistu pápan við Hans Hedtoft, sum gekk burtur í
1959, leita nú eftir øðrum avvarðandi í sambandi við, at ætlanin er at reisa ein
minnisvarða fyri Hans Hedtoft á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn
Bjargingarkransurin, sum varð funnin við Ísland fleiri mánaðir aftaná, at Hans Hedtoft gekk burtur, hongur í dag í einari grønlendskari kirkju
Mynd: Jákup Lindenskov