leygardagur 15. januar 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 10 - 15. januar 2005
HUGNI
Orð og myndir
Edvard Joensen
Sandi: Hugnaligt er at koma á
gátt hjá pensionistunum í Sand-
oynni, sum tvær ferðir um vik-
una hittast í tilhaldinum Hugn-
anum heima á Sandi.
Hóast tilhaldið er í húsunum
hjá Sands Kommunu, sum eisini
hevur søkt um stuðulin til og
stendur aftan fyri tiltakið, er
hetta ætlað øllum eldri sand-
oyggjafólki. Og tað koma eisini
fólk úr øllum bygdum í oynni til
tiltøkini, sum skipað verður fyri,
sigur Kristina Johannesen, sum
er leiðari fyri tiltakinum.
Jú. Tey kundu tað sama sungið
gamla missiónssangin »De
kommar från öst och vest«, hóast
tað, at tey flestu kortini mundu
vera heiman av Sandi.
Men nú er tað tað, at tey eru
júst flutt úr missiónshúsinum í
húsini, sum Sands Kommuna
nýliga hevur ognað sær, til
kommunuskrivstovu og onnur
tiltøk, sum vera kunnu í slíkum
húsum. Millum annað dagtil-
haldinum fyri tey eldru.
Og tey møttu stundisliga
hendan dagin, húsið alment varð
tikið í nýtslu, hóast hann var
tann ringasti til veður hesumegin
nýggjár. Stormurin leikaði í, so
tað stóð alvorliga á postkass-
anum í Skopun, og rættiligur
uppgangur var í Todnesi, har
Kálvur Lítli gamli ivaleyst hevði
havt hugsað um illveðrið á
Genesaretvatni, sum annars var
evnið í morgunlestrinum í
Útvarpinum júst hendan sama
morgun.
Nógv tiltøk
Men annað skal enn stormur og
eitt sindur av vátaslettingi til at
halda pensionistum frá at koma
til hugnaliga samveru. Soleiðis
eru tey yvirhøvur, sum ganga til
hesi tiltøkini, og sandingar eru
einki undantak. Og tey hava
nógv at koma til, sigur Kristina
Johannesen.
Hon er sett í halvtíðarstarv til
burtur av at taka sær av tilhaldin-
um. Fyrireika og standa fyri
Hugnaligt
tilhald
á Sandi
Dagtilhaldið Hugnin á Sandi er
flutt í nýggj og rúmlig høli í
húsunum hjá Sands Kommunu.
Samkoma var mikudagin, har
hølini vórðu víst fram fyri
almenninginum
Tey lurta spent eftir røðuni hjá borgarstjóranum
Menninir hildu seg eitt sindur burturfrá, men sóu kortini út til at ha
Talv fe
handað
Ljós og blómandi tykist framtíðin. Og enn er langt til pensionistaaldur