leygardagur 15. januar 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 - 15. januar 2005
21
teimum mongu tiltøkunum, tey
hava hvønn mánadag og miku-
dag frá klokkan tvey til fimm
seinnapart.
Tað kunnu vera bæði friðalig
og meira lívlig tiltøk,sigur hon.
Teimum dámar væl at spæl
boccia, sum tey vanliga spæla í
ungmannfelagshúsinum, tí har er
plássið best. Men so eru tað
dagar, tá tey heldur sita og práta,
binda, lesa ella lurta eftir upp-
lestri. Onkra spurnarkapping
hava tey havt, og so verður tað
annars, sum tað kemur.
Útferðirnar dámar teimum
væl. Og tær hava verið fleiri.
Bæði innan- og uttanlands.
Hendan dagin var tað meira
fyri at vísa nýggju hølini fram,
tey vóru møtt. Og dagurin var
kanska eitt sindur øðrvísi enn
vanligt. Har var fólk úr øllum
ættarligðum. Frá tilkomnum
pensionistum, umvegis hálv-
gamlar og yngri bygdarráðslimir,
heilt niður til børn undir
skúlaldur.
Kvinnurnar vóru so avgjørt í
meiriluta. Menninir vóru bara
nakrir heilt fáir. Onkur helt, at
teir høvdu betri hug at fáast við
seyð og tosa um fisk onkra aðra-
staðni. Men treyðugt so. Onkur
var møttur kortini. Men teir sóu
eitt sindur forfjónaðir út, har teir
sótu á einum bonki fram við
vegginum, meðan damurnar
hildu seg at borðinum, sum
noðað kundi liggja á, meðan
bundið varð, samstundis sum tær
prátaðu.
Tiltakið byrjaði við, at borgar-
stjórin sjálvur triði úr bygdarráð-
num koma við stórari blómu-
heilsan og eisini helt eina stutta
røðu, har hann endaði við eini
lítlari yrking, hann hevði fest á
kortið, sum fylgdi við heilsanini.
Aftan á var boðið ábit. Pinna-
matur og kransakøka frá bakar-
anum á Sandi, sum ger bestu
kransakøkur í verðini. Tí ivast
tey ikki í á Sandi.
Kommunuhús
Sands Kommuna hevur keypt
eini stór sethús á Sandi fyri 1,4
millión krónur, sigur Páll á
Reynatúgvu, borgarstjóri á
Sandi. Húsini fara at verða brúkt
til at hýsa kommunuskrivstovuni,
eldratilhaldinum, kunningar-
stovuni og ætlandi eini avgeiðslu
hjá Almannastovuni nakrar dagar
um vikuna.
Tilhaldið Hugnin hevur fingið
ta stóru stovuna at vera í, eins og
tey hava felags brúksrætt til
køkin saman við øðrum, sum
fara at vera í húsinum.
Húsini eru rúmlig, og góðir
møguleika eru at innrætta tey til
skrivsovuendamál uttan at gera
tær stóru broytingarnar. Tey
liggja væl fyri mitt í bygdini
beint við bankan.
–Tó hevði kanska verið best
fyri pensionistarnar, um tey
høvdu kunnað verið í kjallar-
anum. Men hildið varð, at hølis-
viðurskiftini í erva vóru betri.
Og ikki er tað verri enn so, at ein
trappulyft væl kann gerast
uttanfyri, um tað gerst ov møti-
mikið at ganga trappurnar, sigur
Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri.
Aldursmunurin er stórur, men
hugnin tann sami. Og hugaligt er
at halda seg at teimum, sum hava
lívsroyndir at geva av
ava tað stuttligt
Hesin kom í rættiligt konugildi eins og Álva Jógvan á sinni
r saktans at gerast nýtt ítriv í Hugnanum. Leiðarin hevur júst fingið
ð talv sum gávu til tilhaldið
Pinnamatur og »verðins besta kransakøka« vóru á borðinum
Nógvar myndir frá øðrum tiltøkum eru at hyggja at