leygardagur 15. januar 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 10 - 15. januar 2005
SAMRØðA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Bárður Lydersen
Flogbóltsspælarar kenna hana
best fyri hennara framúr góða
verjuspæl. Onnur minnast hana
serliga frá sjónvarpsskíggjanum,
har hon neyvt og bersøgið hevur
viðmerkt stíl og útsjónd hjá eitt
nú Prix Føroyar luttakarnum. Og
so eru tað allar tær, sum gjøg-
num árini hava lagt hár til saks
og kamb inni á hennara hár-
fríðkanarstovu, Vera Klipt. 38 ára
gamla Vera Larsen úr Klaksvík
hevur altíð nógv jørn í eldinum,
ein eldsál, sum er við uppá tað
mesta og helst vil sleppa undan
at bíða - eisini um tað bara er
fimm minuttir.
– Nær eg slappi av? Í øllum
førum ikki í eini sofu. Eg kobli
frá, tá eg spæli flogbólt og máli.
Tá fái eg onki annað havt í
tonkunum, so tær løturnar eru
mínar gularøtur.
Við kambi og saksi
Men fyrst av øllum brennur Vera
fyri sínum faki, og tað hoyrist alt
fyri eitt, at hon er hárfríðkanar-
kvinna út í fingraspíssarnar.
- Tað ljóðar kanska løgi, men
tað kemur fyri, at ein hárfríðkan-
arkvinna eisini tekur sítt arbeiðið
við sær heim. Eg geri, í hvussu
er. Tá eg skal pynta brúður, er
hon altíð í mínum tonkum fleiri
dagar áðrenn sjálvan dagin, og
miseydnast ein hárliting, fái eg
ikki frið á mær, fyrr enn eg havi
fingið møguleika at gera tað av
nýggjum. Tað sigur seg sjálvt, tí
um kundin ikki er nøgdur, eri eg
tað heldur ikki, sigur Vera, sum
hóast hon hevur starvast í hesum
yrkinum í næstan 20 ár, allatíð-
ina heldur seg hava okkurt eftir
at læra.
– Tað er kanska tað, sum ger
mín arbeiði so spennandi. Tað er
altíð onkur nýggjur teknikkur, tú
kanst læra, og hármótin broytist
ofta, so tað ræður um at endur-
nýggja seg sjálva. Kundarnir eru
sjálvandi eisini sera ymiskir, og
tað er altíð ein avjóðing at seta
seg inn í teirra ynski um, hvussu
tey fegin vilja síggja út. Tað
krevur kanska eitt sindur av
sálarfrøði, men ert tú opin og
ikki bangin fyri at siga tína
hugsan og koma við øðrum hug-
skotum, er tað sjáldan nakar
trupulleiki. Fakliga loyndarmálið
er so, at ein hárfríðkanarkvinna
altíð skal duga at síggja endaliga
úrslitið fyri sær, sigur Vera, sum
fyri fýra árum síðani lat sína
egnu hárfríðkanarstovu upp í
Klaksvík. Og fyri at koma so væl
frá byrjan, sum møguligt, fór
hon við á fyrsta skeiðið í Føroy-
um fyri Kvinnuligar Íbirtarar, tí
sum hon sigur: Uttan mun til,
hvat tað snýr seg um, skalt tú
kunna hyggja teg sjálva í speglið
og siga: Eg gjørdi mítt besta.
Ongin kann vara seg fyri mis-
tøkum, men at tú ikki gjørdi tær
ómak, kann ongantíð brúkast
sum umbering.
Ítróttarkvinnan
Hóast arbeiðsdagurin hjá Veru
ofta er langur, hevur hon onkus-
vegna altíð gjørt pláss fyri frí-
tíðarítrivum. Ikki minst fyri
flogbóltinum, sum hevur spælt
ein rættiliga stóran leiklut í
lívinum hjá Veru, síðani hon var
15 ár. Síðani 1993 hevur hon
havt sítt fasta pláss í meistara-
deildini hjá Mjølnir, umframt at
hon hevur verið við á føroyska
kvinnulandsliðnum í flogbólti á
fimm Oyggjaleikum.
- Einastu tíðarskeiðini, eg ikki
havi verið við á vøllinum, er, tá
eg havi verið uppá vegin. Tá havi
eg so sitið á beinkinum og rópt,
tí tað er ógjørligt hjá mær at
halda meg vekk, tá mítt lið spæl-
ir. Mín drívmegi sum ítróttar-
kvinna er fyrst og fremst spenn-
ingurin og trongdin til at vinna
og verða best. Ongin ivi um tað.
Men samanhaldið millum
Mjølnirkvinnurnar hevur eisini
altíð verið nakað heilt sermerkt.
Eg ivist onga løtu í, at tað hevur
gjørt sítt til, at vit hava rokkið so
góðum úrslitum, og fyri meg
persónliga hevur góða saman-
haldið havt ótrúliga stóran týdn-
ing. Og hevur tað framvegis,
leggur Vera áherðslu á, tí hóast
hon er 38 ár, hevur hon ongar
ætlanir um at gevast heilt við
flogbóltinum. Tað næsta verður
fyrsta deild ella Old Girls
- Eg má viðganga, at eg hugs-
aði av álvara um at gevast í
meistaradeildini síðsta ár. Men
tað var mest tí, jú eldri tú verður,
jú meir mást tú venja, so tað var
farið at knípa við at fáa tíðina at
røkka til. Fyri nógv ítróttarfólk
er tað sera umráðandi at gevast,
meðan tey eru á toppinum, men
soleiðis havi eg tað ikki. Tað
órógvar meg ikki, at mín tíð á
landsliðnum er farin, og at árini í
meistardeildini fækkast, tí tað
kennist nátúrligt. Alt annað hevði
verið løgið, tá tú nærkast teimum
40. So fái eg kanska umsíðir tíð
til at gera meir við málingina,
sigur Vera, sum seinastu árini
hevur fingist við listamáling í
frítíðini.
Í heila tiki heldur Vera tað vera
umráðandi at góðtaka støðuna, tú
ert í, og fáa tað besta burturúr
henni, í staðin fyri allatíðina at
halda, alt hevði verið betri, bara
tað var øðrvísi.
- Eg minnist einaferð, eg sat á
beinkinum við stórum búki og
hugdi at einum dysti, tá onkur
knappliga spurdi, um eg ikki
fekk brell eftir at sleppa út á
vøllin. Men nei. Tað kom mær
yvirhøvur ikki til hugs, hvussu
deiligt tað hevði verið, at verið
mitt í dystinum. Eg hevði tað
veruliga fínt við at sita á beink-
inum, tí soleiðis átti tað at vera -
beint tá.
Óneyðug ring samvitska
Hóast puslispæli við fulltíðar-
starvi og familjulívi kann tykjast
fløkt, ber tað væl til at fáa tað at
liggja, sum tað skal, heldur Vera.
- Tað krevur bara eitt sindur av
planlegging. Eg havi til dømis
valt at taka frí ein dag um
vikuna, har yngra dótturin so
heldur ikki fer í barnagarð, og
tann eldra ikki er upptikin av
ymsum øðrum aftaná skúlatíð.
Tað er gull vert at eiga ein dag
soleiðis heilt fyri seg sjálvan,
sigur Vera, sum heldur, at nógv
útiarbeiðandi foreldur plága seg
sjálvan óneyðuga nógv við
ringari samvitsku yvir ikki at
vera meir saman við børnunum.
- Børn nú á døgum ganga til so
nógv ymisk frítíðarítriv, at eg
ivist í, hvussu góða tíð tey høvdu
havt at verið saman við okkum
foreldrum, um vit gingu heima.
Og vit vilja jú, at tey skulu
sleppa til hesi ítrivini, sum hava
teirra áhuga, og har tey eru
saman við øðrum børnum, sigur
Vera, sum er sannførd um, at
bara børnini merkja, at tú veru-
liga tímir at vera saman við
teimum, ger tað minni, at tíðin
onkuntíð er knøpp.
- Tá samanum kemur, ræður
tað um at geva børnunum allan
tín kærleika og lata tey merkja
tað í tí dagliga. Og tað kanst tú
gera uppá so nógvar ymsar
mátar. Okkara døtur skulu vita,
at tær altíð kunnu koma til
okkum við øllum, og at tær her
sleppa at vera, seg sjálvar. Men
tað merkir ikki, at tær sleppa at
gera akkurát, sum tær vilja. Eg
leggi stóran dent á, at læra tær
góðan fólkaskikk og tað fevnir
um alt frá at sita hampuliga við
borðið til at tosa fólkaliga við
onnur. Burtursæð frá tí, taki eg
tað, sum tað kemur. Tað fellur
mær mest nátúrligt, tí eg eri sum
heild rættiliga spontan.
"Vera-syndrom"
Hatta við tí spontana atburðinum
hevur ivaleyst onkuntíð verið ov
nógv av tí góða, flennir Vera og
viðgongur, at onkur av vinfólk-
unum er farin at tosa um eitt ser-
ligt "Vera-syndrom".
- Eg skilti tað vist ikki beinan-
vegin, men tað er nakað við, at
um eg ætli mær okkurt, geri eg
tað bara, - eisini sovorðið, sum
onnur ikki høvdu funnið uppá, tí
tað skal vera so flovisligt. Men
heilt erligt - lívið er alt ov stutt
til at ganga og gruna yvir, hvat
onnur møguliga halda sær eitt
sindur býtt út. Onki er í grundini
flovisligt í sær sjálvum. Tað
veldst um eyguni, sum síggja. Eg
vil í øllum førum ikki sita sum
80 ára gomul og angra alt tað, eg
ongantíð fekk roynt, tí eg var so
bangin fyri at gera mær fyri
skommum, sigur Vera avgørd.
Onki er ov flovisligt
- Eg havi ongantíð verið bangin fyri at gera mær fyri skommum. Um eg
ætli mær okkurt, leypi eg bara út í tað. Lívið er alt ov stutt til at ganga og
gruna yvir, hvat onnur møguliga halda er flovisligt, sigur Vera Larsen,
frisør, flogbóltsspælari, stjóri, listakvinna og mangt annað
"At tú ikki gjørdi tær ómak, kann
ongantíð brúkast sum umbering"
”
"Eg ivist í, hvussu góða tíð børnini
høvdu havt at verið saman við okkum
foreldrum, um vit gingu heima"
”
"Hevði maður mín ikki smurt hvønn
einasta matpakka, heinta genturnar
osfr., so veit eg ikki, hvussu mítt dagliga
puslispæl hevði sæð út ... "
”
Navn: Vera Larsen
Fødd: 25.06.66 í Klaksvík
Familja: Gift við Jonhard, eiga
døturnar Sólrun, 10 ár, og
Tórfríð, 4 ár
Starv: Hárfríðkanarkvinna
Frítíðarítriv: Flogbóltur og at
mála
Minniligar hendingar: Túrurin
við tyrluni úti í Tindhólmi í
sambandi við videoupptøkurnar
til "Waiting in the Moonlight"
hjá Brandi Enni. Eg var við sum
hárstylistur.
Og avgjørt eisini, tá vit vunnu
steypafinalaluna móti Drátti í
2001.Tað var ein ordiligur gysari
...
Blá bók
Fimm ferðir ?
Hvørjum líkist tú mest - mammu tíni ella pápa tínum?
- Mammu - vit er báðar líka útvendar og tosa uppá sama máta.
Og so eri eg næstan líka strukturera, sum hon.
Enda setningin "At vera sín egni stjóri er ... "
- ... at hava frælsi til sjálv at gera av, hvussu tín arbeiðsdagur og
títt arbeiðsumhvørvið skal síggja út.
Er tað nakað, tú kundi hugsað tær at broytt við tær sjálvari?
- Eg kundi hugsað mær at verið longri. Nakrir sentrimetrar
afturat høvdu komið væl við, tá eg spæli flogbólt. So hevði eg
eisini sloppið frá at pumpa frisørstólin so langt niður ella altíð
staðið á tá ...
Hvat gerast fólk bilsin av við tær?
Nógv undrast yvir, at eg havi málað málningarnar sum hanga í
míni hárfríðkanarstovu.
Hvat brúkar tú ov nógvar pengar uppá?
Skógvar, halda míni vinfólk. Sjálv haldi eg, at eg finni
óneyðuga nógvar varrastiftir í mínum taskum og lummum ...