hósdagur 16. september 1999síða 6
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Siga frá
søguni á
Gamla Mei-
arinum
Í mai mánaði í fjør skip-
aði Gríma fyri einum frá-
søgukvøldi, ið fekk sera
góða undirtøku. Líka síð-
ani hevur verið ætlanin at
endurtaka hetta, og nú
verður tað: Í kveld verður
aftur eitt fråsøgukvøld á
Gamla Meiarínum í Tórs-
gøtu, har fólk ymsastaðni
úr landinum luttaka við
søgum og sangi
Sum innleiding fer
Malan Marnersdóttir at
hugleiða um søgu, keð-
semi og dreymafuglar
Luttakarar hesuferð eru
annars
Heri Joensen úr Svínoy
Palli Dalsgarð úr Skála-
vik
Kiss Linklett ur Klaksvik
Hjørleif Kúrberg úr Havn
Adelborg Linklett og
Minna å Lava frå Nord-
Hans Jacob Hansen år
Fuglafirði fer at syngja
Kingo og spæla á har-
moniku, og Rebekka
Blak úr Havn fer at
syngja skjaldur.
At lurta eftir søgum
hevur verið og er týðandi
tåttur í mentan okkara og
væntar Gríma tí, at nógv
fólk leita sær oman á
Tel +298 31 95 40
Fax #298 31 75 41
Fakzace post olivant fo
Meiaríið í kvold. Eins og
undanfarnu = hóskvold
verður eisini hesaferð ein
kaffimunnur og småkøk-
ur at fáa.
I foyerinum hava Tita
Winther og Suduroyar
Ullavirkið framsýning.
Endamálið við hesum
kvøldinum er eisini at
savna pening saman til
keyp av útgerð til leik-
húsið á Meiarinum. At-
gongumerkið á 100,- kr.
ella meir, um fólk vilja
stuðla - fáast á Kunning-
arstovuni ella við dyrnar.
Vit gera vart við, at av-
markað er, hvussu nógv
fólk sleppa inn.
Øll sum á ymiskan hátt
luttaka og hjálpa til hesi
kvøldini gera hetta 6-
keypis. Eisini fyritøkur
og einstaklingar hava
stuðlað: Føroya Keyp-
samtøka, P/F Frants Res-
torff, Hjalmar Jacobsens
Bókhandil, P/F Poul Mic-
helsen, Sosialurin, Før-
oya Bjór, Kondittaríið,
MáF, Margarinfabrikkin,
Læraraskúlin, Sjónleikar-
húsið, Glarsmiðjan í Bø-
gøtu, Bakaríið hjá Gunn-
leivi, Oddfríður M. Ras-
mussen og Tema Radio.
Gríma.
tíðindablaðið
D.G
NR. 175 - 16. SEPTEMBER 1999
Føroyar vertir
fyri ferdavinnuni
Føroyar verða í næstu viku vertir á teirri 14. Vestnorden Travel Mart sølu-
stevnuni, ið er týdningarmesta vinnutiltakið á árinum, har vinnan fyrireikar
seg til næsta ár
TURIÐ KJØLBRO
Høllin á Hálsi i Havn verður
í seinnu helvt av næstu viku
karmur um stóru sølustevn-
una Vestnorden Travel
Mart. Fleiri hundrað fólk
umboðandi seljaravirki og
keyparavirki innan ferða
vinnu í útnorðurlondunum
stevna til Føroya á hesa
stóru ferðavinnustevnuna
Stevnan verður sett miku-
dagin 22. september í Norð-
urlandahúsinum, og dagin
eftir verður hon opin fyri
almenninginum í Høllini á
Hálsi
Við á stevnuni verða eis
int fleiri almennir gestir úr
teimum trimum løndunum.
Sjey úr Grønlandi, átta úr
Íslandi, eitt nú Sturla Bød-
varsson, ráðharri í samskift-
ismálum, og 10 úr Føroyum
við Finnboga Arge, lands-
stýrismanni í ferðavinnu-
málum á odda
Arbeitt hevur verið í sjey
mánaðir at fyrireika stevn
una. Nógvir einstaklignar,
felog og stovnar eru við í
fyrireikingaarbeiðinum, og
Ann-Mari Wang er sam-
skipari av tiltakinum. Tað
er Vestnorden Travel Mart,
10 fyriskipar stevnuna
I 1995 hevdi Vestnorden
Travel Mart 10 åra jubileum
í Føroyum. Føroyar eru so-
statt vertir á teirri 14. sølu-
stevnuni av hesum slagi
Endamálið við hesi stevn-
uni er at savna alla ferða-
vinnuna í útnorði og á
henda hátt hitta tann partin
av ferðavinnuni í øðrum
londum, ið hevur ein ser-
ligan áhuga fyri løndunum
í útnorði. Hetta er vorðið
týdningarmesta vinnutiltak-
ið á árinum, har vinnan eitt
nú fyrireikar seg til næsta
ar.
Eldrakvøldseta
å Strondum
pe
me
Bygdaráðsformenninir á Strondum og Skála taka lut á kvøldsetuni
í sambandi við Eldraárið
TURIÐ KJøLBRO
Nú hava tiltókini við
kvøldsetum í Eldraárinum
skjótt rokkið kring landið.
Eftir eru tvær kvøldsetur,
onnur í kveld á Strondum
og hin í Vestmanna í næstu
viku. Í Vestmanna tekur
verjin fyri eldraárið, Hel-
ena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna í al-
manna- og heilsumálum,
lut.
Kvøldsetan á Strondum
verður í pensjónistahúsi-
num, og hon byrjar klokk-
an 19.00 í kveld. Sjóvar-
og Skála pensjónistafelag
skipa fyri. Eivind Jacob-
sen, bygdaráðsformaður á
Strondum, og Símun Pauli
Berg, bygdaráðsformaður
á Skála, taka lut. Teir fara
at umrøda evni, ið viðvíkja
teim eldru, bústað-
arvidurskifti og annað.
Umframt verður undir-
hald við upplestri og sang-
ir, og tey luttakandi fáa
kaffi og køkur. Hjalgrím
Poulsen fer at spæla har-
moniku.
Forkvinnan í Sjóvar
Pensjónistafelag, Gynna
Lauritsen, roknar við, at
kvøldsetan fær góða und-
irtóku. Limatalid í pen-
sjónistafelagnum á
Strondum er oman fyri 80.
Nøkur teirra eru
strandingar búsitandi i
Havn.
Seinasta vikuskiftid í
hesum mánaðinum verður
Norðurlandahúsið í Havn
karmur um stórt tiltak í
sambandi við Eldraárið.