hósdagur 16. september 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 175 - 16. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið
5
Einki flog yvir samráðingunum
Danir hava ikki sett pening av til útbygging av flogvøllinum á Vágum, men hinvegin hava danir ikki stórvegis ímóti,
at føroyingar yvirtaka flogvøllin. Fóroyingar ætla tó ikki at yvirtaka vøllin, sum hann er nú. Men samráðingarnar í
vikuni hava ikki givið nakra ábending viðvíkjandi kostnaðarbýtinum millum Danmark og Føroyar ella viðvíkjandi
móguligari yvirtóku og Sonja Mikkelsen væntar ikki, at komið verður á mál í hesum samráðingarumfarinum
DAGFINN OLSEN
Danski ferðslumálaráðharr-
in Sonja Mikkelsen vitjar í
hesum dógum Finnboga
Arge, landstýrismann. Tey
hava samráðst um flogvøll
og utbygging og møguliga
yvirtøku av honum.
Samrådingarnar fyrra-
dagin gingu tó heldur strilti
og einki úrslit hómaðist, tá
tey bæði tyskvøldid boðaðu
til tíðindafund.
Sonja Mikkelsen sigur, at
danir einki hava ímóti ynski
føroyinga um at yvirtaka
flogvøllin. Hon leggur t6
dent å, at enn er eingin
semja í málinum og nógvir
spurningar eru eftir at
greiða.
Sonja Mikkelsen sigur, at
skal málið síggjast á donsku
fíggjarlógini fyri ár 2000, so
er ein ávís tíðarfreist. Fólk-
atingið tekur fíggjarlógina
upp í heyst og tá má flog-
vallarmálið vera avgreitt,
um tað skal speglast á
donsku fíggjarlógini.
Danir gjalda ikki alt
Danir eru til reiðar at lata
føroyingar yvirtaka flog-
vøllin og eisini at vera við
til at tryggja trygga og góða
samferðslu til Føroya loft-
Vegis.
Men spurningurin um,
hvor skal gjalda útbygging-
ina av flogvøllinum er ikki
avgreiddur. Sonja Mikkel-
sen og Finnbogi Arge komu
ikki nær einum úrsliti . So
enn er ikki greitt, um Før-
oyar ella Danmark koma at
gjalda ella hvussu gjalds-
býtið verður. Men greitt er,
at tað var ikki ein gávuríkur
ferðslumálaráðharri, ið vitj-
aði føroyska landsstýris-
mannin í samferðslumálum.
Fullveldi
Tá umrøtt verður, at nógvir
týðandi spurningar eru av-
gerandi í málinum, so er
eingin loyna, at ætlanirnar
um fullveldi spæla inn, men
Sonja Mikkelsen heldur
ikki, at hesar ætlanir eru
komnar í vegin fyri samráð-
ingunum. Hon heldur, at ein
kann ikki leggja seg upp
aftur á og bíða, men heldur
royna at fáa málið um flog-
vøllin avgreitt. So fer tíðin
at vísa, um aðrar ætlanir
leggja samráðingarnar aft-
urum seg.
Finnbogi Arge sigur, at
ætlanirnar um fullveldi ikki
bara kunnu gloymast undir
samráðingunum og at tað
sjálvsagt hevur ávirkan, at
ein yvirordnað avgerð kann
koma at spæla inn.
Sonja Mikkelsen og Finnbogi Arge uttanfyri Tinghúsið, har tey vitjaðu eftir
samráðingarnar fyrradagin og har løgtingsformadurin Finnbogi Ísakson geiddi frá
Mynd: Dagfinn Olsen
Fagrir Fuglar aftur á flog
Kendi danski tónleikarin Karsten Vogel er fóroyavinur. Fleiri ferðir hevur hann vtijað og luttikið
í bólkum og á útgávum, t.d. á Vedurløg, har hann átti lógin og spældi saman við fóroyskt
mannaða bólkinum Fagrir Fuglar. Nú vitjar hesin flytifuglurin aftur og hevur konsertir saman við
fóroyska bólki sínum
DAGFINN OLSEN
Í 1981 kom plåtan Vedurløg
eftir Karsten Vogel. Hetta
eru løg, ið hann hevur gjørt
við iblåstri frá føroyska
veðurlagnum. Havnar
Jazzfelag bílegði verkið, ið
varð frumframført í Sjón-
leikarhúsinum í Havn á ól-
avsøku í 1980 og fleiri kon-
sertir vóru í samband við
plátuna. Við á hesi plátu er
bólkurin Fagrir Fuglar, ið
hevði føroyska manning:
Olavur Øster, Ernst Dals-
garð, Kristian Blak, Jóhann-
us å Régvu Joensen og Jan
Jacobsen, umframt Karsten
Vogel.
Flúgva aftur
Nú er nakað síðani, at hann
vitjaði í Føroyum, men í
gjár kom Karsten Vogel enn
einaferð til Føroya at halda
konsertir saman við føgru
fuglunum. Teir eru nú Ol-
avur Øster, guitar, Kristian
Blak, klaver, Jóhannus á
Rógvu Joensen, bass og Kaj
Johannesen, trummur.
Fagrir Fuglar spæla í
kvold og í morgin á Café
Natúr klokkan 21:30.
Klokkan 20:00 leygar-
kvøldid spæla teir á Meia-
rínum og sunnukveldið
>
klokkan 22:00 í Kagganum.
Føroyavinur
Karsten Vogel var vid Burn-
Mono:ck
I VEÐURLØG
| FAGRIR FUGLAR VIÐ KARSTEN VoGEL
ing Red Ivanhoe fyrst í sjey-
tiårunum. Frá 1976 fastur
gestur hjá Havnar Jazzfelag.
Hann hevur verið við á
fyrstu plåtuni, ið nevndist
Jazz í Føroyum í 1977. Eis-
ini hevur hann verið við á
Brongl, Snjóuglan, Sunleif
Rasmussen Kvartett, Jazz í
Føroyum 3 og fleiri øðrum
plátum. Hann hevur eisini í
nógv ár verið útvarpsvertur
hjá Danmarks Radio.
Um vikuskiftid flúgva
føgru fuglarnir aftur og ger
veðurlagið ikki um seg, so
ber væl til at leita sær at
lurta eftir Fagrir Fuglar, ið
nærum leika aftur við upp-
runamanningini frá 1981.
I 1981 kom plátan Veður-
løg út, har Karsten Vogel
og føroyski bólkur hans-
ara Fagrir Fuglar leiktu
løg hjá Vogel. Um viku-
skiftið flúgva fuglarnir
aftur, værum við uppruna-
manning
Myndviðgerð:
Alvur Haraldsen
Skuffaður
landsstýrismaður
Landsstýrið hevur ikki ætl-
anir um at yvirtaka flogvøll-
in, sum hann er nú. Ætlanir
eru gjørdar um útbygging
og glíðirás. Henda ætlan
kostar 137 milliónir krónur,
harav føroyingar skulu
gjalda 11 milliónir krónur
Finnbogi Arge kann bert
staðfesta, at farið er undir
eina prosess og at burturúr
samráðingunum spurdust
ongar 126 milliónir og eing-
in yvirtóka. Hóast hann
vónaði, at náast kundi á mál,
so er hann nú greiður yvir,
at hetta mál tekur tíð og at
røkkast kundi ikki á mål í
fyrsta samráðingarumfari-
num
Eftir samráðingarnar fyrr
adagin, vitjaðu Sonja Mikk
elsen og Finnbogi Arge í
Løgtinginum, har løgtings
formadurin Finnbogi Isak-
son greiddi frå. Seinni å
kveldi var ein óformligur
fundur. Nær næstu veruligu
samráðingarnar vera
ikki greitt
Kjell
Elvis
. er enn
Norski eidismadurin
Kjell Elvis vitjar aftur
i Føroyum og hevur i
vikuskiftinum kon-
sertir í Klaksvík og í
Hvalba.
Í Klaksvík fer hann
á pallin í Lognbrá
friggjakvøldid. Leyg-
arkvøldid sleppa suð-
uroyingar at uppliva
Kjell Elvis og hansara
elvisframførslur, har
hann roynir at líkjast
Elvis Presley. Og okk-
urt er til bæði eygu og
oyru, tá hesin elvis-
hermarin trínur á pall,
tí hann er millum teir
bestu í á økinum og
tað sigur ikki einki, tí
nógvir eru teir, ið
royna at líkjast Elvis.
Kjell Elvis er tann ein-
asti á okkara leiðum,
ið hevur megnað at
gera hetta til livibreyð.
Í Hvalba fara eisini
Hans Jacob og Vin-
menn á pallin í Royn-
høllini.