hósdagur 16. september 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8 tíðindablaðið aur
Fullveldisætlan
i leysari luft
Javnaðarmaðurin vid sjálvstýrishugsjónum, Jógvan Adolf Johannessen, held-
ur lítið um fullveldisætlanir landsstýrissins. Hann heldur tær vera lítið ítóki-
NR. 175 - 16. SEPTEMBER 1999
liga og at hanga í leysari luft. Jógvan Adolf er spentur til landsfund Javnað-
arfloksins um vikuskiftið, sum fyri fyrstu ferð verður hildin á Sandoynni
NNESSEN
IKK 1 einans vera
3 k oe SDE
5 í iðarfloks
i i
KLUSK ð
í u € væntandi, at
flokkurin fer at koma
sínum fyrstu viðmerkingum
til Hvítubók
lógvan Adolf Johannes
iðarfloksins úr
H € sin
R 2 n HH
Bilagt verk
Eg haldi ikk
at siga, at æti
ð DET
r í leysari luft
Jógvan
ga stórt álit
vit væl,
ru væl útbúgvin em
bætisfólk. ið hava evnað
bókina til. men hann vísir
er um eitt bílagt
hóast embætisfólk
aðrar metingar enn
idsstýrið, er ógvuliga tor-
ført at muta ímóti, og tiskil
er Hvítabók eftir hansara
N að eftir hugsjónum
landsstýrissins
Jógvan Adolf Johannes-
sen vísir á, at fullveldissinn-
ikki
hugsar um, at umsitingin fer
aða landsstýrið als
at verða nógvar ferðir dýr
art, um vit fáa sjálvstýri
Hann vísir á, at vit tá fáa
hópin av útreiðslum orsak
að av ymiskum uttanlands
ikki
ríkisrættar
tænastum. ið vit als
ligu støðu
Eg haldi, at alt ov lítið
verður hugsað um ymiskar
víðvíkj
andi Føroyum sum sjálv
stødugart tjóð. fólk ynskja
bert at fáa fullveldi fyri ein
hvønn pris, og eftir mínum
tykki er hetta politikkur í
leysari luft, sigur ein av
gjørdur Jógvan Adolf Jo
hannessen
beinleiðis vansar
Tjóðveldismaður á
ungum árum
Jógvan Adolf Johannessen
sigur, at hann í sínum heilt
ungu døgum fjeppaðist eitt
sindur uppii Tjóðveldis
flokkinum. Men hann vísir
at hetta ikki var
nakað fyri hann. Tó dylur
hann ikki fyri, at hann altíð
hevur verið sjálvsstýrissinn
aður, og at hann mangan frá
floksfeløgum sínum í Javn
aðartlokkinum hevur fingið
skotið í skógvarnar, at hann
hellir ov nógv á loysingar
bógvin
Men Jógvan Adolf Joh
annessen vissar um, at hann
altíð hevur verið Javnað-
armaður burturav, hóast
hann kanska hevur verið eitt
sindur meira sjálvsstýris-
sinnaður enn mong onnur í
flokkinum. Hann greiðir
frá, at hann fyrstu ferð var
á vali í 1962 sum 26 ára
gamal. Tá skuldi tú vera 21
a, at Så,
år fyri at fáa valrætt. Hesa
fyrstu ferðina Jógvan Adolf
Johannessen var á vali,
valdi hann Javnaðarflokkin,
og tað hevur hann gjørt síð
ant. Og áhugi hansara fyri
politikki hevur verið óg
uliga stórur síðani tá
A valinum í 1988 varð
Jógvan Adolf fyri fyrstu
ferð valdur á ting, og sjálv
sagt var hetta fyri Javnað
arflokkin. Har varð hann
sitandi í tíggju ár, til hann
við seinasta val ikki fekk
hóast hann var
fýra á listanum
valevni við flestum
persónligum atkvødum, um
roknað verður í prosentum
samanborið við onnur val-
dómi.
tingsess,
nummar
YVII
Eldhugadur
Hóast Jógvan Adolf Jo
hannessen nú er vorðin 63
ára gamal, er hann enn ógv
uliga eldhugaður í politikki
Hann hevur sínar greiðu
meiningar um politikkin,
førdur verdur i Føroyum i
dag. Og tá Sosialurin spyr
hann, um tað er hugsandi,
at hann fer at stilla upp til
næsta val, svarar hann, at
hetta er nakað, sum lokal-
felagið á Sandoynni má av-
gera, men verður hann biðin
um at stilla upp, so ger hann
tað, um hann hevur lív og
heilsuna.
Jógvan Adolf er ikki
bangin fyri at leggja fingr-
arnar ímillum, tá hann
verður spurdur um ymisk
politisk viðurskifti. Og eftir-
sum Tjóðveldisflokkurin er
nógv frammi í løtuni orsak-
að av fullveldisætlanum og
Hvítubók, er hann ikki
bangin fyri at siga sína
hugsan um hendan flokk og
samgonguna annars. Hann
vendir aftur til valið í 1962
og greiðir frá um atburðin
hjá Tjóðveldisflokkinum:
Eftir valið 8. mars í
1962 fingu vit eitt landstýri
við Javnaðarflokkinum á
odda. Tað var tá vit fingu
fólkapensjónina igjøgnum.
Sjálvsagt var mótstøðan frá
Fólkaflokkinum hørð, men
sanniliga var Tjóðveldis-
flokkurin eisini ógvuliga
hart ímóti at fáa eina fólka-
pensjónsskipan. Tjóðveldis-
fólk søgdu nevniliga, at
hetta fór at seinka loysingini
fleiri ár.
Tískil heldur Jógvan Ad-
olf Johannessen ikki, at
Tjodveldistlokkurin er
serliga sosialistiskur, eins
og hann sigur seg vera.
Hann vísir á, at einasti poli-
tikkurin hjá Tjóðveldis-
flokkinum er at fáa loysing,
og er hesin flokkur als íkki
sinnaður at hjálpa ti
»veika«, eins og hann sigur
seg gera. Jógvan Adolf
skundar sær at viðmerkja,
at honum als ikki dámar at
nýta orðið veikur, um ar-
beiðaran, tí í hansara eygum
er hesin nógv hægri í met-
um enn til dømis embætis-
fólk í landsstýrinum og onn-
ur.
Jógvan Adolf Johannes-
sen heldur tað sama vera
galdandi fyri Tjóðveldis-
flokkin í dag, sum í 1962.
Flokkurin setir alt til viks
fyri loysingarpolitikkinum.
Jógvan Adolf Johannesen, fyrrverandi løgtingsmadur
Harafturat heldur Jógvan
Adolf tað vera logi, at Tjóð-
veldisflokkurin hevur tveir
ráðharrar, ið næstan ongar
atkvødur fingu við valið.
Her hugsar hann um fíggjar-
málaráðharran og oljumála-
ráðharran. Eisini vísir hann
á vinnumálaráðharran, ið er
lopin frá flokki til flokk.
Eisini Sjálvsstýrisflokk-
urin fær av at vita frá Jógv-
ani Adolf Johannessen.
Hann sigur, at eftir hansara
tykki er Sjálvstýrisflokkurin
at meta sum ein skaploys-
ingur, ið ongan politiskan lit
hevur, men sum bert lagar
seg eftir tí politikki, flokk-
arnir hann er í samgongu
við, føra. Sjålvsstyristlokk-
urin hevur eftir hansara
tykki als onga stevnu, og
kann bert metast sum ein
kleppur í føroyskum poli-
tikki.
Sjálvstýri innan ríkið
— Hóast eg altíð havi verið
rættuliga sjálvsstýrissinnað-
ur, merkir hetta ikki, at eg
haldi, at vit skulu loysa. Eg
haldi tað bera væl til at finna
fram til eina loysn innan
ríkisfelagsskapin, ið inniber
sjálvstýri við ríkisfelags-
skapi við Danmark, sigur
hann og vísir á Bretska
kongaríkið, ið fevnir um
fleiri sjålvstødug lond.
Eg haldi, at limirnir í
Tjóðveldisflokkinum líða
undir ávísum undirluta-
kenslum mótvegis dønum.
Tí ynskja hesi fólk full-
komna loysing frá Danmark
og einki annað, sigur Jógv
an Adolf Johannessen og
leggur afturat, at slíkar
Sendinevndin, sum var og
samráddist um heima-
stýrislógina í Danmark
eftir følkaatkvøduna í
1946
kenslur aldri hava bygst
honum í barmi.
Svikaligar vinnur
Javnaðarmaðurin úr Sand
oynni vísir á, at í løtuni
byggir samgongan full-
veldispolitikkin á góðar
tíðir. Hetta heldur hann ikki
kann bera til, tí fiskivinnan
er ein ógvuliga svikalig
vinna og ikki ber til við
vissu at siga, at olja finst í
føroysku undirgrundini.
Heldur ikki heldur hann tað
bera til at vita, hvussu leingi
til ber at liva av einari møg-
uligari oljuvinnu, tí ikki bert
til at vita, hvussu nógv olja
er í føroysku undirgrundini,
um nøkur er.
Eg tað eisini vera Ogvu-
liga logi, tá landsstýrið rósar
sær av, at tað hevur gingist
føroyska samfelagnum so
væl seinastu árini. Metfiski-
skapurin og høgu prísirnir
eru Várharra fyri at takka
og ikki landsstýrinum. Og
tá hugsað verður um,
hvussu góður fiskiskapurin
hevur verið og hvussu góðir
prísirnir hava verið, so hava
vit fingið alt ov lítið burtur-
úr.
— Hóast vit ansa eftir ikki
at føra ovurfiskiskap, ið før-
ir til oyding av fiskastovn-
unum, kann væl henda, at
fiskurin brådliga hvørvur.
Tað er heilt vist, at eingin
ovurfiskiskapur fór fram tå
menn fiskadu vid ongli og
steini, men hóast hetta, so
hvarv fiskurin summi ár,
sigur Jógvan Adolf Johan-
nessen og vísir á, at hav-
streymur og hiti hevur nógv
at siga, um nakar fiskur er
vid Føroyar ella ikki.
Jógvan Adolf Johannes-
sen vónar tiskil, at føroy-
ingar taka annað skinn um
bak og fara at føra ein skyn-
samari politikk. Hann ynsk-
ir at enda at bera eina heilsu
til ll javnaðarfólk og heitir
á tey, um at meta fjølment
til landsfundin, ið er tann
fyrsti á Sandoynni. Jógvan
Adolf Johannessen vissar
um, at hann fer at meta á
landsfundinum, og hann
ætlar sær ikki at vera heilt
kúrrur.