Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. september 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 175 - 16. SEPTEMBER 1999 Axel Skou Flokkurin má koma tíðindablaðið + bo, undan landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum: við greiðum boðum — Tað nyttar einki at mala uttanum málið. Nú má flokkurin einaferð fyri allar geva greið boð um hvat hann vil í ríkismálinum. Antin samarbeiðir hann við samgonguna allan vegin, ella gera hann tað ikki, sigur Axel Skoubo á Sandi. sum annars ikki dylir fyri, at hann sjálvur hellir meira til at varðveita ríkis- felagsskapin SVEINUR TRÓNDARSON Um vikuskiftid fer Javnað- arflokkurin at hava lands- stevnu í Skopun, har m. a. framtíðarpolitikkurin skal fastleggjast. Tað málið, sum uttan iva fer at fáa drúgvast umtaluna á fundinum verður málið um ríkisbroytingarnar. Hvítabók er komin og saman við Sambandsflokk- inum er Javnaðarflokkurin tann einasti, sum enn ikki er komin við nakrari útsogn um tað sum skal henda framyvir. I Sosialinum í gjár stóð at lesa, at Sambandsflokk- urin ikki fer at siga nakað fyrr enn Javnaðarflokkurin hevur úttalað seg, og tað Axel Skoubo, lærari hendir um vikuskiftið. Men tað eru ikki øll, sum eru nøgd við, at Javnaðar- flokkurin ikki hevur givið boð upp á sínar ætlanir. Veljararnir í iva Ein teirra er Axel Skoubo á Sandi. Hann heldur, at Javn- aðarflokkurin langt síðani átti at havt boðað frá, hvørja leið teir ætla at halda Veljarar floksins eru í iva, tí eingin veit hvor leið floksins er. Ætla teir at sam- starva við landsstýrið ella ætla teir ikki at samstarva, sigur Axel Skoubo, sum annars heldur, at leiðin, sum flokkurin hevur hildið síð- ani seinasta væl hevur verið heldur slingrandi. — Aftaná fólkatingsvalið kvettu teir so at siga sam- bandi við javnaðarflokkin í Danmark og eftir at aitandi samgonga var skipað, eftir seinasta løgtingsval, søgdu teir, at Tjóðveldisflokkurin hevði gjørt ein brølara, tí hann hevði fingið nógv meira saman við Javnaðar- flokkinum, sígur Axel Skoubo. Tí heldur hann at tað er alneyðugt, at flokkurin nú greitt sigur hvat hann ætlar. Saman við mongum gðr- um er hann annars ein teirra, sum vil halda fast í ríkis- felagsskapin og tí heldur hann tað kann fara at gerast trupult hjá flokkinum at fara at samstarva við samgong- una. Eg haldi ikki, at tað er so lætt at samstarva við samgonguna, tí teir vilja hava alt ella einki. Tí má flokkurin taka eina endaliga stóðu. Fara teir at samstarva við samgonguna, so er tað við tí fyri eyga, at fáa av- gerandi ávirkan á tað sum spyrst burturúr, sigur Axel Skoubo. Sambandflokkurin hevur skyldina Tað skilst á ollum brøgdum, at Axel Skoubo, hóast fegin um rikisfelagsskapin, er ikki sørt illur inn á Sam- bandsflokkin. - Tað munnu vera fleiri við mær sum halda, at Sam- bandsflokkurin eigur alla skyldina fyri tað sum hendir nú. Teir hava altíð hildið ímóti og ikki vilja gjørt nakrar broytingar í nøkrum viðurskiftum millum Dan- mark og Føroyar, og úrslitið av ti síggja vit nú, sigur Ax- el Skoubo. Hann vísir á, at banka- kreppan og annað hevur gjørt, at Tjóðveldisflokkur- in hevur fingið vind í segl- ini, og nú er fullveldismálið tað sum stendur ovast á skránni. — Javnaðarflokkurin er í veruleikanum tann, sum hevur víst størstan vilja til at fremja broytingar á sjálv styrisleid. Tað hendi snøgt sagt einki fyrr enn Javnað- arflokkurin tók stig til sam- gonguna við Tjóðveldis- flokkin og Fólkaflokkin Tað var politisk nýskapan sum vildi nakað. Tann sam- gongan framdi stig, sum gingu rættan vegin, og hon var tann fyrsta sum gjørdi tað, sigur Axel. Og hann heldur fast við, at Sambandsflokkurin ikki fyrr enn í ár hevur skilt, at tað er okkurt í ferð við at henda við ríkisfelagsskap- inum, og nú er í grundini OV seint. — Aftaná ta samgonguna, sum var í seinnu helvt av sjeytiárunum hevur Sam- bandsflokkurin aftur verið í samgongu, og arbeiðshátt- urin hevur verið tann sami. Ongar broytingar av nøkr um slag. Alt við tað gamla, sigur Axel Skoubo Verða seld til NATO ístaðin Sum sagt, so vil Axel var- veita ríkisfelagsskapin held- ur enn at lata Føroyar vera heilt sjålvstødugar. Hann heldur, at Javnað- arflokkurin skrivar sín egna deyðadóm við at góðtaka eina føroyska grundlóg, og sær tí trupulleikar hjá flokk- inum at meta samgonguni. Orsøkin til tað er, at flokkurin vil hava somu grundlóg sum Danmark, og tað vil samgongan ikki. Tí sigi eg, at gongur flokkurin við til, at nýggj grundlóg skal gerast, so víkir hann so nógv frá sínum grundprin- sippum, at so er grundarlag - ið undir flokkinum burtur, sigur Axel Sjálvur heldur hann at ríkisfelagsskapurin er annað enn pengar, og hann heldur eisini at tosið um NATO seinastu tíðina bera á tað borðið, at verður ríkisstuð- ulin úr Danmark skorin burtur, so verða oyggjarnar »seldar« til NATO ístaðin. — Onkustaðni skulu peng- arnir koma frá, og tað er ikki óhugsandi í minari verð, at landsstýrið tá fer at »selja« NATO rættindi at vera í landinum og fáa pengar afturfyri, sigur Axel Skoubo, sum ikki heldur tað vera nakað petti frægari at fáa pening tann vegin enn úr Danmark. Broytingar skulu gerast Nú skal alt hetta tosið ikki skiljast soleiðis, at Axel Skoubo er ímóti broyting- um, tí tað er hann als ikki. Hann heldur at tað er neyð- ugt at broyta og dagføra samstarvi millum londini bæði, tí tað nú er so langt fráliðið síðani tað var gjørt í hesum líkinum. Sjálvandi skulu broyt- ingar til, og tær broytingar- nar skulu staðfesta viður- skiftini millum londini bæði. Har skal greitt ásetast hvor hevur ábyrgdina fyri hvørjum og so víðari. Tað sum hevur verið higartil kann ikki halda fram, tí tað hevur víst seg, at skipanin, hevur veikleikar, sigur Axel Skoubo. Hinvegin heldur hann ikki at tað er rætt, at Føroyar fara burturúr ríkisfelags- skapinum, tí vit hava nógv- ar fyrimunir av at vera inn- anfyri. Hesar fyrimunir heldur Axel, at føroyingar missa um Føroyar gerast fullveldi uttanfyri danska ríki og við egnari grundlóg. Eg haldi ikki, at tað er rætt at sleppa teimum fyri munum sum vit hava av at samstarva við danir. ti t ter geva okkum so ótrúligar møguleikar, sigur hann Kortini mugu broytingar til, og tær byggja å ætlanin- ar hjå politisku flokkunum Ein flokkur er Javnaðar- flokkurin og Axel Skoubo heldur tí, at tað er alneyð- ugt, at floksleiðslan sigur veljarum sínum hvat flokk- urin ætlar og vil. Nógv fólk til 14. septemberhald Fitt av fólki var til kvóldsetuna, sum Unga Tjóðveldið skip- aði fyri í sambandi við, at tað var seinasta 14. september- hald í hesum ártúsundinum SVEINUR TRÓNDARSON Týsdagin skipaði Unga Tjóðveldið fyri seinasta 14. septemberhaldinum í hes- um ártúsundinum. Haldið var í Læraraskulahøllini og Týsdagin var 14. sept- ember, dagurin fyri fólka- atkvøduna í 1946, og tað var hátíðarhildið við eini kvøldsetu á Læraraskúlan- um har eisini Friðarrórsl- an hevdi fingið innivist. Kjartan Mørkøre var ein av teimum, sum gekk i fremstu rød tå fridarrørsl- an skipaði fyri mótmælis- gongum ; Mynd: Alvur Haraldsen var skipad sum ein kvøld- seta, vid rødum, upplestri og sangi. Nú var tað ikki bara fólk- aatkvødan 1946, sum fekk sina minnisløtu. Fridarrørslan, sum hevði síni bestu ár í 70-árunum og byrjanini av åttatiårunum, hevði eisini fingið innivist, og orsøkin til tað er, at um nakrar fáar dagar verður hernadarkanningin, sum landsstyrid letur gera, al- mannakunngjørd. Tveir rødarar vóru fyri fridarrørsluna, og vóru tað Kjartan Mørkøre, prestur og Elinborg Trónd Johansen. sum bæði vóru aktiv í før- oysku fridarrørsluni. Hvítabók og framtíðin Hinir — rødararnir hetta kveldið vóru varaløgmaður Høgni Hoydal, sum reddi um tað, sum skal henda nú Hvítabók er komin, og Kar- in Kjølbro. Rødan hjá Karin snúði seg eisini um framtíðina, men um at byggja framtíð- arpolitikkin á tað arbeiði, sum undanfarnir tjóðveldis- menn hava lagt grundina til. Umframt politikararnar báðar, núverandi og fyrr- verandi, var eisini upplestur og sangur á skránni. Jóanes Nielsen, yrkjari og Jens Pauli Heinesen lósu upp úr tilfari teir sjálvir hava latið úr hondum, og Jóannes Jak- obsen var á pallinum og framførdi nakrar sangir. Eini 250 til 300 áhoyrarar vóru við til tiltakið.