Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. september 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 175 - 16. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið Samstarvsavala undirskrivað millum Aberdeen og Tórshavn: - Brotast skal upp úr nýggjum -Ætlanin er at fáa nakað ítókiligt burtur úr nýggja sam - starvinum millum Aberdeen og Tórshavn. Her skal brót- ast upp úr nýggjum sigur Leivur Hansen, býráðsformað- ur, sum sær nógvar móguleikar í framtíðar samvinnu millum báðar býirnar Jan Miller I farnu viku varð ein sam- starvsavtala undirskrivað í Aberdeen millum Tórs- havnar býráð og Aberdeen kommunu. Avtalan skal rudda slóð fyri einum breið- um og øktum samstarvi á flest øllum økjum. Tað er serstakliga vónin til eina komandi oljuvinnu í For- oyum og menning av øllum Atlantsmótinum, sum er íblásari til hetta samstar A samkomu á oljumess- uni í Aberdeen segði Leivur Hansen, býráðsformaður m.a., at okkara tíð ber brá av tørvi á stórri samstarvi, og vid samstarvsskjalinum vilja báðir byirnir vera við til at fremja fíggjarligan vøkstur og stuðla vinnulivi, hóast tað í Tórshavn og í Aberdeen kann vera munur á samskifti við vinnulívið og almenna stovnar. Fyri- sitingarligar mannagongdir bæði innan almenna og privata sektorin kunnu eis- ini vera ødrvisi. Leivur Hansen segði vid- ari, at báðir partar eru samdir um: at kunna hvønn annan um týdningarmikil viðurskifti innan vinnulív og á almenna og ment- unarliga økinum - at kunna um og menna og studla vinnuligum åtøkum og fløg- um og at hjålpa hesum ætlanum at fáa fótafesti á marknaðinum hjá hvørjum øðrum - at stuðla og menna samskifti innan okkara fíggjarheim og fyrisiting bæði heima og á uttanlanda marknaðum - at seta á stovn eina felags nevnd, sum skal taka sær av ymsum ætlan- um við seks limum frá hvørjum byi. Av hesum skulu eisini umboð vera fyri vinnulívið. Nevndin skal mótast á hvørjum ári antin í Aberdeen ella Tórshavn. Hopin av møguleikum Leivur Hansen segði víðari, at samstarvið skal eisini bera í sær, at man kann út- vega upplýsingar ella skipa kunningarmidstødir, har vinnulivid kann kunna seg um bæði samfeløgini Henda kunning kann antin verða privat ella alment fyriskipað men skal verða í samráð við mentanina og tær fyriskipanir, sum eru í báðum samfeløgum. Síðani reksaði hann upp møguleikan fyri samstarvi á flutningsøkinum, innan fiskivinnu og matvørufram- leiðslu og marknadarføring, innan umhvørvistøkni, orkutøkni, nytslu- og menn- ing av kunningartøkni og innan leiðslu, útbúgving og skeiðvirksemi bæði innan privata og almenna sek- torin. Leivur Hansen nevndi eisisi møguleikan at stuðla og menna mentunarligu og útbúgvingarligu møguleik- arnar hjá teimum ungu. Í mestan mun eisini við atliti til ítróttar- og tónleikastevn- ir. Síðani visti hann á tydn- ingin at studla og menna ferðamannavinnuna. Í dag hevur Tórshavnar Kommuna líknandi sam- starvsavtalur við Nuuk og Reykjavík umframt at vera í tí norðurlendska høvuds- staðarsamstarvinum. (I blaðnum í farnu viku varð nevnt, at Havnin eisini hevur samstarvsavtalur við Stavanger. Hetta er íkki beint. Men tað verður ar- beitt við líknandi avtalu sum henni við Aberdeen, skilst. Blaðm.) Leivur Hansen sigur seg vera sera væl nøgdan við avtaluna, sum nú er gjørd við Aberdeen, tí hann metir hon kann fáa stóran týdning fyri okkum. Hann sær fram til, at umrødda felagsnevnd fer til arbeidis. -Avtalan er fyrsta stigið og grundalagið undir ti itøk- iliga arbeiði, sum felags- nevndin nú skal fara undir. Mugu vera tilreiðar Leivur Hansen sigur, at teir hava skilt, at flestu av olju- feløgunum ætla at stovnseta skrivstovur i Havn. Tad hevur ti tydning longu nú at gera neyðugu fyrireik- ingarnar. Hann dylur heldur ikki fyri, at tað er eitt ynski hjá Tórshavnar kommunu, at ein oljuútgerðarhavn verður í økinum. Eitt av størstu arbeiðsplássunum í kommununi, Skipasmiðian, hevur longu fingið samstar við stórt útlendskt felag, og vónar býráðsformaðurin, at hetta hevur við sær, at havnin á Sundi fer at verða brúkt. Uppá fyrispurning um kommunan hevur hugsað nakað um tørv á bæði bygningum, íbúðum og ødr- um, tá ein oljuvinna tekur seg upp sigur Leivur Han- sen, at hetta verður nakað, sum teir fara at taka upp í næstum og taka í størsta álvara. -Vilja vit hava slíkt virk- semi í kommununi, sum tað sær út til, so mugu vit eisini hava umstødur at taka ímóti hesum fólkum og teimum avbj6dingum, ið liggja i tí Í hesum sambandi er æt- lanin, at umboð fyri komm- ununa skulu vera við á eini ráðstevnu í Noregi, har um boð fyri 10 oljubýir kring allan heimin vera við. Har verður so eitt av evnunum nettup spurningurin, hvussu man tryggjar familjum hjá oljuarbeiðarum bústað, skúlapláss, barnagarðspláss beinanvegin- hesi fólkini fara til arbeiðis. Ráðstevnan verður í Stavanger í okto- ber, og tað er í hesum sam- bandi, at Havnin umhugsar at fáa eina líknandi sam- stavsavtalu sum hana við Aberdeen. Hyggja eftir skrivstovum í Havn Sosialurin skilur annars, at fleiri útlendsk oljufeløg í løtuni hyggja eftir hølum í Havnini. Tað er m.a. eitt krav í oljulógini, at olju- feløg hava skrivstovur her, tå tey fáa loyvi. Eisini út- lendsk advokatfeløg hava ætlanir um at lata upp skriv- stovu her fyri at ráðgeva stóru altjóða oljufeløgunum í sambandi við fyrstu loyv- ini í Føroyum. Talan er m.a. um onkra kenda altjóða ad- vokatfyritøku, ið hevur skrivstovur kring allan heim, eitt nú eisini í Aber- deen. Hetta er fyritøka, sum nettup hevur specialiserað seg inann olju- og gasslóg- arverkið til at ráðgeva stór- um altjóða oljufeløgum. Nú |. útbjóðing nærkast verður Ein sera høviskur Leivur Hansen ynskir starvssystur síni í Aberdeen tillukku við nýggja samstarvinum. Mynd Jan Miiller Margaret Smith býráðsforkvinna i Aberdeen og Leivur Hansen, býráðsformaður i Havn skri da undir avtalu hesum tørvurin meiri ak- tuellur Vælkomin Borgarstjórin í Aberdeen, Margareth Smith varð eisini sera fegin um nýggja sam starvið, tå hon hevði orðið á samkomuni í Aberdeen Hon ynskti teimum mongu føroyingunum vælkomnin á oljumessuna. Hon metti av- taluna hava stóran týdning fyri at styrkja samvinnuna millum báðar býirnar á flest øllum økjum. Hon mintist aftur góðu minnini, tá Havnarkórið hevði verið á vitjan. Hon segði seg at hava álit á, at nakað itøkiligt fór at henda á oljugkinum. nú oljufeløg sum BP og Amerada Hess og Texaco vóru millum feløgini, sum vórðu sinnað at fara undir leiting vid Føroyar. Hon nevndi eisini, at Aberdeen for at gera sítt til, at ein komandi flutningsleið mill um báðar býirnar aftur fór at gerast veruleiki. Eisini nam hon við ekta skúla- samstarvið millum byirnar, ið hon metti fór at verða ment í framtíðini. Somu- leiðis vísti hon til møgu leikarnar at menna ferða vinnusamstarvid, ið avgjørt varð nakað. sum bæði økin kundu gingið nakað burtur úr Eftir tær var samstarvsavtalan und skrivað. Hjåstødd vóru umleið 100 førovingar, sun - f báðar rødurnar