Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. september 1999síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Føroyingarnir vóru høvudsleikarar NR. 176 - 17. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið 23 Fótbóltur: Eftir at hann hevur verið við tríggjar ferðir, er Kurt Mørkøre vorðin toppskjútti í Sogndal, sum nú av álvara er á uppflytingarkós Mikukvøldid vóru teir báðir føroysku fótbóltsspælarar- nir í Sogndal enn eina ferð í miðdeplinum, tá liðið hjá teimum — hesa ferð á úti- vølli móti botnliðnum úr Clausenengen — styrkti um sína stóðu í kappingini at sleppa upp í bestu deildina. Kurt Mørkøre og Julian Johnsson vóru við allar 90 minuttirnar. Sogndal vann 3-0, og føroysku spælarar- nir skoraðu øll try málini. Kurt Mørkøre styrdi einum innleggi ur høgru i kassan úr tveimum metrum, tá tað restaðu tríggir minuttir av fyrra umfarinum. Leiðslumálið var nátúrlig avleiðing av yvirvágini, sum Sogndal so við og við hevði vunnið sær, og í 2. hálvleiki vóru teir uppaftur meiri omaná. Tá 67 minuttir vóru farnir, stútaði Julian Johnsson frísparksinnlegg í málið, og í næstsíðsta min- uttinum staðfesti Kurt Mørkøre sigurin, tá hann úr sera spiskum í høgru skor- aði. Krevur nógv meiri Tá Kurt Mørkøre skrivaði sáttmála við Sogndal varð sagt, at liðið manglaði ein málsóknan framherja, og tað er sjón fyri søgn, at tað hevur hjálpt, at teir hava fingið klaksvíkingin á liðið. Sogndal hevur spælt 22 landskappingardystir í ár, og teir hava skoraði 35 mál. Kurt Mørkøre hevur spælt tríggjar dystir, hann hevur skorað fimm mál, og hann er toppskjútti í felagnum. Tveir spælarar hava skorað fýra mål, og annar av teim- um er Julian Johnsson, sum eftir skiftid ur Kongsvinger fyrr í summar rættuliga tyk- ist hava funnið spæligleðina aftur og mest sum hverja ferð er millum berandi kreftirnar. Óli tapti familjustriðið í i Glostrup Fótbóltur: Og tå tað endiliga eydnaðist hjá FCK at skjóta fleiri mål. var Todi Jónsson bara á vellinum i ein litlan hålvan tima Tað er ikki á hvørjum degi, at fleiri tvøråmenn og onkur afturat, sum hevur havt nógv við Tvøroyri at gera, eru við í einum og sama fótbóltsdysti í Danmark. Men soleiðis var tað mikukvøldid, tá Oli Jo- hannesen og AGF vóru í Keypmannahavn og strídd- ust í fjórða umfarinum í steypakappingini móti Glo- strup IF32, sum í summar flutti niður í triðji bestu deildina, har teir eru nú eru mitt í rødini. Frank Skytte, sum bæði í 1982 og í 1995 var ein av- hildin venjari hjá TB, har Oli Johannesen í 1995 var ein av spælarunum, er venj- ari hjá Glostrup IF32, og Jón Johannesen, eldri beiggin hjá Ola Johannesen, er ein av spælarunum. Tíverri bar tað ikki til at fáa fyrstu føroysku brødra- uppgerðina í donskum fót- bólti mikukvoldið, tí Jón Jo- hannesen var skaddur. — Jón er í 1. liðs hópinum, hann er elsti maður á einum ungum liði, og undan summarfrítíðini var hann ein góður stuðul. Tíverri hevur hann verið skaddur í hælsinuni henda síðsta mánaðin, og tað harmar meg almikið. Ikki minst hevði tað verið stuttligt, at hann hevði verið við móti Ola og AGF, men nú hugdi hann at, og eg havi skilt, at foreldrini hjá teimum eisini vóru millum teir seks hundrað áskoðararnar. Hetta sigur Frank Skytte, sum sjálvsagt er ovurfegin um, at tað eydnaðist hansara liði at vinna 2-1 á AGF. — Tað var synd fyri Ola, men sjálvandi er tað altíð stuttligt at vinna móti einum stórum felagi, og eg haldi, at sigurin var uppiborin. Vit fingu tvey mál í 1. hálvleiki, og tá AGF í 2. hálvleiki royndi at leggja trýst á, vóru spælararnir hjá mær kaldir og vístu alla tíðina, hvat teir gjørdu. Frank Skytte, sum av og á fær fyrispurningar úr Før- oyum um at gerast venjari, fylgir væl við í føroyskum fótbólti, og tað harmar hann, at tað ikki gongst so væl hjá TB. — Teir hava sama trupul- leikan, sum vit hava í Glo- strup IF32. Spælararnir eru í so ungir, men uggin er, at royndirnar gera, at tað verð- ur betri, um tað fer at bera til at halda uppá spælarar- nar, og tað er altíð tann stóri spurningurin. Frank Skytte hevur sátt- mála við Glostrup IF32 eitt ár afturat, og hann útilokar als ikki møguleikan, at hann aftur verður at síggja sum venjari í Føroyum. Todi við í ein hálvan tíma Fyri FCK var tað heilt sjáld- samt og kom sjálvandi væl við, at teir í steypakapping- ini mikukvøldid vunnu 5-0 á utivølli móti Kolding, sum spælir í tí, teir rópa kval- liguni, sum er deildin undir 2. deild. Í sjeyti árunum var Kold- ing eitt skifti í bestu deild- ini, men nú eru mong ár síðani sætti størsti býurin í Danmark var við millum teir bestu. At áhugin fyri fótbólti kortini ikki er sørur sást aftur í, at 4.100 á- skoðarar møttu at síggja FCK. Todi Jónsson var ikki millum teir fyrstu ellivu hjá FCK. Hann kom á vøllin, tá tað restaðu 28 minuttir. Tá fór David Nielsen, sum fýra minuttir frammanund- an hevði økt til 3-0, av vøll- inum. Todi Jónsson skoraði ikki, og hóast hann fær hampuligt skoðsmál fyri tann lítla hálva tíman, hann var á vellinum, so verður tað ivaleyst torført hjá hon- um at sleppa á liðið móti Brøndby månakvøldid, ti Clement Clifford, sum Todi spældi saman vid ta løtuna, hann var å vøllinum, skor- aði í 77. minutti til 4-0 og i 90. minutti til 5-0. I fyrra hálvleiki skoraði Thomas Thorninger, sum aftur var á midvøllinum, til 2-0 í 37. minutti, og Mich- ael Mio Nielsen, sum hóast hann hevur spælt nógv og leingi í FCK, bara hevur skorað okkurt hissini málið, Merkisvert er annars, at hvorki Julian ella Kurt hava fingid gul kort, sidani teir komu til Sogndal, men Kurt Mørkøre heldur ikki, at uppgåvan er so mikið løtt, at alt mest sum gongur av sær sjålvum: — Sammett vid fóroyskan fótbólt, so er hetta strævn- ari. Ferðin er hægri, og eftiransingarnar eru alla tíðina tættari, enn tær vóru í Føroyum, har tað móti teimum veikaru liðunum ikki so sjáldan kendist heilt frigjørt at spæla. Men tå tit báðir føroy- ingarnir gera so stóra nyttu, so heyði að verið upplagt, at felagið fekk fatur á fleiri føroyskum spælarum? — Tað er ikki mítt borð at avgera tað, men eg veit, at Óli Johannesen og AGF vóru heilt óvæntað sendir úr steypakappingini, tá teir felagið alla tíðina hyggur seg um. Teir hava fyri stuttum verið í Íslandi, har kappingin skjótt verður lið- ug, og harvið verða spælar- arnir leysir á marknaðinum. Tá felagið og eg skrivaðu sáttmála, varð nevnt, at teir hava síni umboð i Føroyum, sum fylgja við og siga teim- um frá, so tað skuldi ikki undra meg, um vit eina ferð fara at fáa ein landsmann afturat á liðið, helt ein væl upplagdur Kurt Mørkøre, sum skuldi til venjingar klokkan trý seinnapartin í gjár Góðar møguleikar I Sogndal eru tey rættuliga farin at rokna vid møguleik- anum, at teirra lið skal flyta upp í bestu deildina. Við sigrinum á Clausenengen tók Sogndal seg fram á triðja plássið, sum ber møguleikan fyri kvalifika- tionsdystum um eitt pláss í bestu deildini við sær. Øll liðini hava spælt 22 dystir, og Sogndal hevur 39 stig Start er á odda við 43 stig- um, og Haugesund hevur 40 stig. Bryne hevur 37 og Lyn 36 stig. Komandi sunnudag skal Sogndal aftur spæla á úti- velli. Tá verður mótstøðu- liðið Raufoss, sum fyrr í summar var áhugað í at keypa John Petersen, men tí handlinum kom einki burturúr, tí B36 og norska felagið kundu ikki semjast um prísin jh taptu 2-1 fyri 2. deildarfelagnum Glostrup IF, har bróður Ola, Jon Johannesen, dagliga spælir. Mynd: Alvur Haraldsen setti hol á málskjótingina, tá hálvur tími var farin, og munur var farin at síggjast á orkuni hjá teimum í bestu deildini og teimum í fjórði bestu deildini. Jákup helt frí Herfølge var ikki við í fmta umfarinum í steypakapp- ingini, sum varð liðugt spælt mikukvøldid. Orsøk- in, til at Jákup Mikkelsen og lidfelagarnir hildu fri, var, at tey seks liðini, ið síðsta kappingarár vóru ov- ast í í superliguni, koma ikki uppí steypakappingina fyrrenn í sætta umfari. Tað umfarið verður spælt 5. apríl komandi ár. AGF var einasta felagið í superliguni, sum fór úr kappingini mikukvøldid, men tað var tætt við hjá onkrum øðrum eisini. Silke- borg var í Køge, granna- felagnum hjå Herfølge, sum er í næstbestu deildini. Eftir vanliga leiktíð og umdyst stóð framvegis á jøvnum 1— 1, og so var neyðugt við brotssparkskapping, sum Silkeborg vann. OB var i Virum, sum spælir i Dan- marksseriuni, og har noydd- ist superligu felagid at stríðast nógv, áðrenn teir kundu fara avstað aftur við einum 1—0 sigri. jh