leygardagur 18. september 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Åb
Jan Miller
Blaðstjóri:
Internet: www.sosialurin.fo
Sláið kalt
vatn í blóðið
Oddagrein
SÍÐANI fullveldissamgongan varð skipað fyri
knoppum hálvum orðum ári síðani, hevur mesta
politiska tosið snúð seg um framtíðar stoðu Før-
oya. At nógv tíð hevur verið brúkt uppá hetta, er
bara gott, tí tað hevur í fleiri ár verið greitt fyri
ollum teimum mest forstokkaðu sambandsmonn-
unum, at menningin á ollum samfelagsokjum
hevur havt við sær, at heimastýrislógin ikki kundi
Drukast meiri
MEN tað hevur verið harmuligt, at so nógv tíð
hevur verið brúkt uppá ríkisrættarliga spurningin,
at tað mest sum ikki hava verið stundir at fingist
við nógv annað politiskt virksemi, sum meiri ella
minni hevur ligið og bíðað. Tað hevði tænt ollum
portum betri, um intensiteturin í fullveldistosinum
hevði verið eitt sindur minni, og meiri tíð hevði
verið ofrað uppá aðrar stórar spurningar, sum eisini
Skulu loysast, um vit so fáa fullveldi ella ikki. Her
verður td. hugsað um endurnýgging av fiski-
skipaflotanum og pensiónirnar.
SAMBANDSMENNINIR sogdu sína hugsan um
Hvítubók í gjár, og í vikuskiftinum hevur javnaðar-
flokkurin landsfund, har ríkisrættarliga stoðan og
harvið eisini Hvítabók ivaleyst fara at verða nógv
umrødd. Vit kunnu tiskil siga, at nú eru allir partar
klárir til at fara undir eina seriosa viðgerð av mest
týdningarmikla málinum, sum hevur verið vidgjørt
í Foroyum hesa síðstu hálvu øldina, og kanska
fer framtíðin at vísa, at einki mál nakrantíð hevur
verið av so stórum týdningi, sum hetta málið.
OG her er tað, at vit vilja lyfta peikifingurin og
koma við einari ávaring. Í einum fólkaræði sum
okkara er tað av alstórum týdningi, at tað ikki
verður farið fram eftir fummum. Trygdin fyri at
talan ikki verður um hastverk, sum ofta verður
lastverk, er, at politikararnir taka sær góða tíð,
soleiðis at tað fer at bera til at mýkja stødurnar og
harvið at finna fram til eina loysn, sum tað ongantíð
verður nakar ivi um, at nógv tann storsti parturin
av foroyingum tekur undir við.
LANDSSTÝRISMAÐURIN í fullveldismálum er
ungur og ótolin. Hann vil síggja sína politisku visión
verða gjørda til veruleika um eitt hålvt ár. Hetta
halda vit vera óðamannaverk, men vit skulu ikki
gloyma at rósa landsstýrismanninum fyri, at hann
hevur megnað av álvara at skumpa undir við-
gerðina av hesum stóra máli. Tað ber sjálvandi til
at tosa og tosa, soleiðis at einki kemur burturúr,
men tað er munur á hesum og so at hava eina
ferðaætlan, sum sigur, at samráðingarnar við danir
skulu vera av áðrenn ársskiftið. Fyri politiska
heimin í Føroyum hevði tað verið best at arbeitt
miðvíst og seriøst inntil ein breið semja er funnin,
heldur enn ein seinnapart í einum aðalorðaskifti á
tingi at konstatera, at eingin tekur undir við sam-
gonguni, og so gerst ikki við.
SØGAN minnir okkum á, hvussu tað gekk frá 1945
til 1948. Søgan sigur, at tå varð bæði tosað ov
nógv og leingi og ov skjótt skundað igjøgnum.
Hetta hava Føroyar og føroyingar keglast um
síðani tá. Okkara politikarar eiga at gera alt, sum
teir megna, fyri at fyribyrgja, at sogan fer at end-
urtaka seg, og so eigur tað at vera líka mikið, um
semjan við danir, ið skal samtykkjast í løgtinginum
og leggjast fyri fólkið, verður gjørd í ár 2000 ella í
2001 ella kanska eitt ella tvey ár seinni enn tað:
Tí siga vit: sláið kalt vatn í blóðið!
Sosialurin
Eiríkur Lindenskov
jóri:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Marknaðardeild:
| Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
| Eyðun Klakkstein
Hegni Mohr
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Merk
Myndamenn:
Postadr: Postsmog
a 76,
Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
Álvur Haraldsen Telefon: 311820
Útgevari, uppseting: Telefax. 314720 —
Sp/t Sosialurin e-mail: post &sosialurin.fo
Bústaður: Lýsingar: lysing &sosialurin fo
Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin
Ferðandi búskapargandur
Foroya Landsstýrið er í hes-
um døgum á PR-rundferð
kring oyggjarnar, at útleggja
tekstin í Hvítubók. Full-
veldislandsstýrismaðurin er
ferðastjóri at síggja til at
serfrødingarnir gera sítt ar-
beiði ordiligt, og ikki minst
at tortrúnir spurningarnir
fáa tað rætta svarið
Tað frættist at framførslan
er sera ymisk til dygdar,
suntmir partar sum tað reina
sovimedisin og aðrir sum
rúsandi eydnubollar. Tað
velst sjálvandi eisini alt um
áhoyrararin hoyrir til klapp
arakórið ella til tey van
trúgvandi
Serliga sigast fólk sita
sum kånus pura bytt og
gløda, tå ein av teim leik
andi fer i sving å telduni, at
vísa fólkinum við talrekkj-
um og stabbum og kurvum
í alskyns litum, hvussu 6-
trúliga simpult alt hongur
saman, og hvussu tú bara
við at broyta eitt einkult tal
her ella eitt annað dér, so
fært tú kurvarnar og stabb-
arnar í stundini at kneisa her
ella ella at leggja seg flatar
har, og tú fær í sama anda-
drátti svar uppá allar spurn-
ingar, sum hava verið loyn-
idómar fyri tjóðina í mans-
aldrar.
Hetta buskaparfrødisliga
telduspælid er so '6ført, at
ikki við í blaðnum í dag.
Torshavnar kvøld-
og ungdómsskúli
Í bladnum týsdagin fer Tórshavn Kvøld- og Ung-
dómsskúli at lýsa vid tilbodunum, skúlin hevur at
bjóða komandi vetur. Vegna plásstrot er lýsingin
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum id vistu samkenslu og
hjálpsemi tå okkara kæri bróður, svågur og gubbi
ÓLAVUR LARSEN
Tórshavn
tað gandar allar betonkilig-
heitir burtur - alt ber til! Við
reimum og selum einsvæl
og við berari reyv. Sig bara
til, hvat tú vilt hava. Langa
skiftistíð? Stutta? Vokstur
uppá 2%? Ella 3%? Alt ber
til - tad er bara ein spurn-
ingur um persónligan smak,
hvussu skjótt og lætt tú
leggur í at kuta hesar 1,3
milliardina út úr buskapi
” num. Ella hvussu øgtligar
ognir tú leggur í at eiga í
útløndum um 5, 10 ella 15
ár. Allur ivi verður sum
blástur burtur, og tað er
keine hexerei, nur behend
igkeit
Eg havi sjålvur sæd hetta
buskaparfrødisliga teldu-
spælid i aktion å einum
kunningarfundi fyri 4 vik-
um síðani. Eg fekk tå lyfti
um at fáa tað sendandi, tí
eg helt tað vera áhugavert
at kanna tað eitt sindur eftir.
Tað er so ikki komið fram
enn
Summastaðni í búskapar-
fylgibindinum til Hvítubók
verður nógv gjørt burtur úr,
hvussu ómetaliga kompli-
seraður samanhangurin er
millum ríkisstuðulin og all-
ar teir ymisku tættirnir í
okkara búskapi, hvørji ári-
nini hava verið og eru, fyri
ikki at tala um hvørjar av-
leiðingarnar kunnu verða
blastj.
so bráddliga varð tikin frá okkum.
arstað. Tøkk oll somul.
Tøkk til Hera Joensen, prest, fyri troystarrik orð.
Sangarar, berarar, kirkjutænarar og gravarar.
Ein serstøk tøkk til tykkum øll á frímerkjadeildini,
ið vóru so góð við Ólav og hjálptu okkum so ómeta-
liga nógv í samband við jarðarferðina.
Tøkk fyri blómur, kransar, uppringingar og pen-
ingagåvur til Hjartafelagið. Og tøkk til øll tykkum
mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíld-
Familjunnar vegna
Hansina, Petry og Lauritz
av at skerja ríkisstuðulin
burtur so ella so. Ja, tað er
so ómetaliga trupult, at tað í
flestu fórum als ikki ber til
at gera útgreiningar við ná-
greiniligum tølum, av teirri
ávirkan sum ein burturmink-
ing av ríkisstuðlinum vildi
havt á samfelagsbúskapin í
sínum staklutum og í síni
heild
Ikki minst tí undrar tað
meg sáran at síggja hetta
simpla mekaniska modellið
uttan himpr og fyrivarni
brúkt sum eitt høvudsvåpn
at vinna sálirnar fyri full-
veldinum. Tí ilt er at taka
tað í álvara í so ómetaliga
týdningarmiklum og lagnu-
tungum máli fyri alt fólkið
At síggja til, so tykist tað
vísindaliga prinsippið í hes-
um sonevnda búskaparmod-
ellinum at minna nógv um
"træk-og slip" prinsippið í
wc-mekanikkinum. Ella um
tað verkfrødiliga prinsippið
í jólanissusprellumonnu-
num, har tú við at hála í ein
tráð fær armar og bein at
spjálka. .
Men kanska er hetta
síðsta júst tann djúpara
meiningin við framførslu-
num hjá fullveldisferðalið-
num.
Hans Pauli Strøm
javnaðartingmaður
Ein heilsan til
Jóhonnu hjá Sigurdi
á 100-ára degnum 17/9-1999
Lag: Nú aftnar dagur og tað verður síðla
Nú aftnar dagur síðla er nú blivið.
Tí Harrin hevur hundrað ár nú givið.
Til megnarkvinnu her á Føroyalandi.
Øll hesi ár hon búð hevur á Sandi.
I Toppigarð har barn í heim bleiv borið.
Ei hóvasták av slíkum tá varð vorðið.
Við tørvi kynt varð, hita vatn við eldi.
So tøkkin fór til Gud sum hevur veldi.
I Toppigarð seks gentubørn tey fingu.
I hesi øld sum árini tey gingu.
At seta búgv tær allar mundu náa.
Sær mann á Sandi, allar vildu fáa.
Ur korni drýl, kjøt, mjólk varð teimum lovað.
Góð epli, tvøst, spik, rómastamp í kova.
Við húsavegg var landtunna og køstur.
Sum neytakona varð man ofta pøstur.
Tá Sigurð ungu skipsboð mundi fáa.
Jóhanna einsamøll man heima ráða.
Hon bant so børnini tey vælklødd gingu.
Og góða troyst frá mammu altíð fingu.
Í heiminum var altíð útiróður.
So veiðidagur ofta royndist góður.
Tá ið teir vendu heim við sínum fongi.
Teir sendu bøn til Gud við takkarsongi.
Jóhanna vit nú ynskja lukku góða.
Tey hundrað munnu gera tygum móða.
Nú dagur aftnar tað er blivið síðla.
Tað verður gott í himmiríkið hvíla.
Sólvit