Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. september 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 177 - 18. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið Logmaður: Sær ein møguleika fyri breiðari semju Anfinn Kallsberg, lógmaður kvígur fyri møguleikanum, at fólkið kann havna eina avtalu við danir, sum bara samgonguflokkarnir ganga inn fyri. Hann fer tí at leggja stóran á tað, sum kemur fram í aðalorðaskiftinum um framtíðar ríkisrættarligu stóðuna, tá hann fer at skriva samráðingaruppleggið. Tí leggur lógmaður nú upp til eitt breitt samstarv á tingi undan samráðingunum við danir JAN MULLER Løgmadur leggur nú upp til, at eitt breitt samstarv fæst í lag, soleiðis at trygd verður veitt fyri, at tað er breið undirtøka í Før- oyum, bæði í løgtinginum og millum fólkið, tá landsstýrið fer til Danmarkar at samráðast við donsku stjórnina um ein fram- tíðar sáttmála. -Hvítabók gevur ikki øll svar. Hon er heldur ikki ætlað sum samráðingarupplegg við danir. Í Hvítubók verða nókur modell sett upp. Samráðingaruppleggið er nú nakað, sum flokkarnir skulu til at tosa saman um og finna eina felags loysn uppá um sigur Anfinn Kallsberg, og app- elerar við hesum til andstøduna á tingi um at vera við til at gera eitt skilagott samráðingarupp- legg. Løgmaður dylur ikki fyri, at tað hevði verið sera ynskiligt við eini breiðari semju enn henni millum samgonguflokk- arnar, um trygd skal fáast fyri, at sáttmálin sum verður sam- tyktur í løgtinginum, fer at fáa breiða undirtøku í fólkinum. Løgmaður ásannar, at hetta fer at krevja av øllum pørtum gott politiskt hegni og handalag, og hann ásannar eisini, at tað verð- ur fyrst og fremst hansara leik- lutur at vera hóvuðsmaður fyri at skapa hesa semju. Breiðan meiriluta - Samanbera vit parlamentarisk- ar meirilutar í mun til fólkaat- kvødur aðrastaðni, so vísir tað seg oftani, eitt nú í Danmark, at hevur tú havt ein stóran meiri- luta í fólkatinginum, so hevur tú fingið ein minniluta í fólk- inum. Í okkara føri er tað ti altavgerandi, hvat vit fáa før- oyska fólkið til at ganga við til. Tí er tað ikki bara ein spurningur um at finna ein minst møguligan meiriluta í løgtinginum sigur løgmaður, sum nú bíðar við spenningi eftir útspælinum frá andstøduni og aðalorðaskift- inum á tingi. - Eg vóni, at orðaskiftið fer at vísa, hvørjir møguleikar eru fyri eini breiðari semju. Og so er tað uppgávan hjá okkum at gera brúk av teimum. Og tað má vera út frá hesum, at víðari politiska kósin verður løgd. Nústaðani fer tann prosessin í gongd „sum skal liggja til grund fyri einum samráðingarupp- leggi. Fyrsta stigið í henni er aðalorðaskiftið og latið okkum ikki nú, áðrenn prosessin byrjar, sláa fast, hvar hvor stendur. Tað avgerandi er, hvussu vit finna eitt felags stað at standa á, tá prosessin er liðug. Samdir um endamál Anfinn Kallsberg, løgmaður heldur, at tann stóri politiski spurningurin i løtuni er ikki endamálið, men heldur mátin, sum vit røkka endamálinum uppá, tí hann heldur seg síggja eina rættiliga breiða semja um endamálið. Við hesum sipar løgmaður eisini til orðini hjá Jó- annesi Eidesgaard á landsfundi í Danmark, um, at løgtingið skal vera evsta lóggevandi vald í Føroyum, at vit skulu hava stórri ávirkan á uttanríkispolit- iskar avgerðir ol. Lógmaður vísir á, at politiska telvingin verður um tær ymsu nyansurnar, sum liggja í hesum og hvussu vit prioritera. Er målsetningurin ngkunlunda tann sami, so má bera til at finna semjur. Hvat úttalilsunum hjá for- manni javnaðarfloksins viðvík ur, heldur løgmaður, at tey eru at sammeta við suverenitet. Avleiðingin av at hava evsta vald er jú, at allur avgerðarrættur liggur hjá løgtinginum. Og tá er tað ikki ein spurningur um at hava eitt endamál, men nær og hvussu tú nært hesum endamáli. Er man samdur um eitt enda- mál, so eiga vit eisini at kunna semjast um, hvussu vit røkka tí Tú kanst so sjálvandi leggja túsundtals ymsar møguleikar í hetta. Vit spurdu Anfinn Kallsberg, um Fólkaflokkurin og Tjóð- veldisflokkurin í veruleikanum ikki standa longur frá hvørjum ødrum í spurninginum um sjálv- stýri og fullveldi, enn Fólka- flokkurin og Javnaðarflokk- urin? - Utgangasstødid er, at allir flokkar hava ymsar stevnuskrå- ir. Vit eru kanska samdir um endamálið men kanska ikki so fullsamdir um, hvussu vit rókka endamálinum. Og tað er hetta, sum nú liggur fyri framman. Vit mugu uppá ongan máta longu frammanundan læsa okkum Document WorkCentre“ Kopimaskina - Printari fastar í eina ávísa stóðu. Tí tá koma vit onga leið -Sær tú ein møguleika fyri, at tað verða Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum fara at byggja brýr í hesum málinum? - Tað er ov tidliga at siga nak- að um tað. Tað veldst um, hvussu liðiligir allir eru. Eg hevði vónað, at vit kunnu fáa tað neyðuga forstáilsi um at røkka tí máli, sum vit allir hava So mugu vit finna út av og brýna og mýkja, soleiðis at loysnirnar enda við tí málinum, sum vit allir tykjast vera meira og minni samdir um. Anfinn Kallsberg ber ótta fyri, at einki fer at henda í máli- num, um allir partar grava seg niður. Og tað er tað ringasta, sum kann henda. So ymisk sum sjónarmiðini eru í hesum máli, krevur tað forstáilsi frá øllum síðum. Gravið tykkum ikki niður Hvørjar vónir hevur løgmaður til landsfund Javnaðarfloksins í vikuskiftinum? - Tað er sjálvandi fyrst og fremst upp til javnaðarflokkin sjálvan, hvat hann setur seg fyri politiskt, men eg hevði ynskt, at man ikki grevur seg niður. Anfinn Kallsberg sigur ann ars, at miðjað verður móti at enda samráðingarnar við danir í hesum árinum, men um dag- urin verður 1. januar, 15. januar ella ein annar dagur hevur minni at siga. Tað, sum umræður, er fyri tað fyrsta at fáa gjørt eitt + Snøgg lítil kopimaskina + Stationer glaspláta við við innbygdum printara * Framúrskarandi digital lasaradygd * 6 kopi um minuttin + Skrivar út 8 síður um zoom minking/øking + 200-arks pappirmagasin, handfarið frammanifrå minuttin i Windows tm for: ula LJ JJ XEROX * 600 x 600 dpi Tlf. 31 11 15 - Fax 31 71 15 Postbox 1078 - Stidjagøta 11 FO-110 Tórshavn www.formula.fo * Printarakåpul fylgir við gott heimaarbeiði og síðani at fáa gongd á málið, so tað ikki dregur út Samráðingarleiðarar = vera løgmaður og danski forsætis ráðharrin váttar Anfinn Kalls berg. Uppá fyrispurning um tað ikki heyði tænt søkini at latið umboð fyri andstøduna verið við í samráðingarneyndini - um ikki annað sum eygleidarar - sigur løgmaður, at hann ikki í løtuni kann siga nakað um hetta Formliga er tað landsstýrið, sum stendur fyri samráðingunm og skulu tær verða í neyvum samstarvi við uttanlandsnevnd Ikki politisk propaganda Løgmaður Anfinn Kallsberg er annars ikki samdur við tey, sum halda, at landsstýrið við síni kunningarferð um Hvítubók brúkar almennar pengar til polit- iska propagandu -Hvítabók er líka so gott am- boð fyri andstøduna sum fyri samgonguna. Tað, sum verður lýst, er alt tað, sum liggur mill- um verandi skipan og fult sjálv- stýri. Hetta er eitt katalog, sum allir politikarar og Føroya fólk kunnu brúka til at víðka sjón- amngin við. Eg vóni eisini, at orðaskiftið á kunningarfundu- num er á einum fakliga stødi og ikki einum politiskum. Løgmaður sigur, at tiltakið er ætlað sum ein kunning fyri van- liga føroyingin. Her er fyrst og fremst talan um fakligar spurningar. At tað so koma pol- itiskir spurningar er ringt at koma uttanum. Men tað er ikki Anfinn Kallsberg, løgmaður endamálið við hesum fundum Tú kanst heldur ikki siga, at Hvítabók vísir á nakra ávísa loysn. Hon er meira ein gjøgn- umgongd av avleiðingum fyri fíggjarlóg ol., um tú velur hesa ella hasa leiðina -Er Hvítabók nóktandi til at taka stóðu til, antin vit skulu taka fullveldi nú ella velja aðrar loysnir? -Sum heild er hon tað, men tað eru sjálvandi nógvir aðrir faktorar og spurningar, sum verða reistir. Men spurningar sum privatøkonomiin hjá fólki og tann vinnubúskaparligi vink- ulin eru ikki nóg væl lýstir Løgmaður leggur annars dent á, at Hvítabók kann ikki geva øll svar. Hann vidurkennur, at upp- gåvan at fara ul Danmarkar hes- aferð verður helst hansara størsta nakrantíð í politikki. Og tá vit enda við spurninginum, um tað ikki hevði verið nógv lættari fyri alt hetta stóra málið, um Javnaðarflokkurin varð tikið við i Tinganes í fjør sigur An- finn Kallsberg brosandi: -Tað veit eg ikki, men tað er møgu- ligt, at setningurin tá hevði vend minni, men lat okkum nú síggja, hvat hendir