leygardagur 18. september 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
NR. 177 - 18. SEPTEMBER 1999
Hugskotskapping um
skúladepil við Markna-
gilsvegin
singar- og Mentamálastýrið bjóðar við
almenna hugskotskapping um skúla-
I við Marknagilsvegin i Tórshavn
Endamálið við kappingin: er at fáa fram eina
heildarbyggiætlan, sum kann tryggja teimum
tnmum skulunum Føroya Studentaskúla og
HF-skeiði, Tekniska Skúla í Tórshavn og Før-
oya Handilsskúla, Tórshavn, góðar og tíðar-
hóskandi karmar um framtíðar virkið hjá
sKuiunum
1 er ein opin kapping. har oll, ið halda
seg hava førleika, kunnu lata inn uppskot
irðislenir verða latnar soleiðis:
virð:slon kr. 250.000
150.000
75.000
virdisløn kr
virðislon kr
rið fæst við skrivliga at venda
Arkitektafelag Foroya
Postboks 1293
10 Tórshavn
Kostnaður fyri tilfarið er kr. 300
Uppskot skulu verða latin inn í seinasta lagi
30. nov. 1999
18. september
1999.
Undirvísingar- og Mentamálastýrið
-
Viðmerking:
Opið bræv til ÚF um
hitt foroyska málið
So er tíðin upprunnin, har
ein almenn útvarpsrás er
farin at skjóta sínum líkum
í skógvarnar, viðvíkjandi
málburði. Sagt hevur verið,
at tað eru fjølmiðlarnir her
á landi, ið hava størsta ári-
nið á mál okkara. Hetta er
ikki sætt, og hvussu var
vorðið áðrenn vit fingu loft-
miðlar og skrivandi fjøl-
miðlarnar, hvat gjørdu vit
tá, søgdu vit Vuff ella
Miau?
Nei, foroyska málið hev-
ur altid ligið føroyinginum
nær at hjartanum, og sam-
anbera vit okkum við onnur
grannalond, sum eitt nú
Shetland, so hava vit megn-
að at varðveitt okkara mál.
Spurningurin er, um hetta er
fjølmiðlunum fyri at takka
— Nei, nei og aftur nei.
Hendan niðurgerðingin
av tí einstaka føroyinginum,
í besta Jantelógarstíli, má og
skal halda uppat. Tað eru
ikki fjølmiðlarnir ið eiga av-
gerandi leiklutin í varð-
veitsluni av ti føroyska mál-
inum, men evni og vilji hjå
ti einstaka føroyinginum at
velja og velja frå, tá tað
kemur til málburð.
Vit hava, eftir mínum
tykki alt ov leingi havt mon-
opol á loftmidlaøkinum. Tá
- Fígging heitt niður í
3.75% rentu fæst
0. K. HEILSGLA & MASKINUR
430 Hvalvík - Tlf. 422394
Stalin råddi i Sovjetsam-
veldinum, kundi hann lætt-
liga geva sær sjålvum æru
na av ti, 10 framt var i verki,
snøgt sagt tí at ongin annar
slapp at siga sína meining.
Tann monopolstødan sum
júst UF hevur verið í sein
astu nógvu árini hevur givið
teimum ein leiklut, ið teir
so dyggiliga hava missnýtt
á øllum økjum. Burtursøpl-
an av skattgjaldarans pen-
ingi er bert eitt dómi, men
eisini á tí målsliga økinum
hevur hesin nalvaskoðandi
stovnur tikið sær æruna av,
at vit tosa føroyskt her á
landi, og so dyggiliga nið-
urgjørt hitt einstaka menn-
iskja, ið sjálvt hevur valt at
tosa sama mál sum forfedr-
arnir.
Tá fólk fara burtur í annan
heim at lesa, og nærum ikki
tosa føroyskt í fleiri år,
kundu hesi eins væl valt at
tosað danskt, enskt ella ís-
lendsk tá tey vendu heim
aftur. Hetta gera tey ikki av
eini orsøk, at tey eru góð
við sitt egna mål, og ikki ti
tey leggja ein pinn í mono-
polrásina, ið stinkar av
sjálvrósi.
Útvarp Føroya eigur og
skal koma niður á jørðina í
hesum máli og halda seg
langt vekk frá dómarapulti-
num, tá æra og rættur við-
víkjandi tí føroyska måli-
num skal býtast millum fjøl-
miðlarnar. Teir eru snøgt
sagt so ógegniðir til at úttala
seg um nakað hesum víð-
víkjandi, at tíðindasending-
in á døgdurda hósdagin 16.
septembur gjørdi stovni-
num so til skammar, at mor-
alsku målstimburmennirnir
burdu hingið sum ein køv-
andi mjørki yvir stovninum
í langa tíð. Um hetta ikki er
stødan, kunnu vit av røttum
siga, at hesin stovnur ikki
hevur skomm skapta og ti
ikki eigur at verða okkara
fyrimynd málsliga á nakran
hátt í framtíðini.
Takið tykkum saman har
uppi hjá UF, og venjið tykk-
um av við monopolhugsanir
á øllum økjum. Virðið Før-
oya fólk meira, og haldi
tykkum langt vekk frá dóm-
arapallinum frá nú av.
Blíðar heilsur
Finn Jensen á
Atlantsradio
Eina skipan við skili?
„Eingin vegur er aftur. Rik-
isfelagsskapurin = millum
Føroyar og Danmark stend-
ur fyri stórum broytingum«
sigur Tíðindablaðið Sosial-
urin 14. sept., at Jóannes
Eidesgaard hevur sagt á
landsfundinum hjá danska
javnaðarflokkinum, og
hann mælir til, >Tað týdn-
ingarmesta er, at vit fáa eina
skipan, ið er borin av prag-
matismu og skili<.
Pragmatisma er ofta góð
og neyðug, men i nøkrum
vidurskiftum í lívinum dug-
ir hon ikki.
»Teir samråddust eina
løtu, um teir skuldu leggja
å streymtangan, kjakast var
aftur og fram, men endin
var, at teir løgdu til brots.
Teir vunnu å tanganum, og
tað hóast tann eini alla tíð-
ina sat og mutaði ímóti.
Hetta er sonn søga úr Sand
vík, og man vera kend í
flestu bygdum. Søgan hevur
altíð gjørt mær mun, men
at em sat og mótmælti,
meðan teir róðu, havi eg
nústaðni hoyrt. Men nýti eg
og fleiri av mínum lands
monnum ikki skil, tá ið vit
vilja hava loysing. Vóru so
abbi og pápi mín skilaleysir,
sum saman við øllum hin
um valdu loysing í 1946?
Nei, og hevur tú ikki skilt
tað fyrr, so má tú skilja tað
nú, at loysing tá hevði spart
okkum fyri mongum, bæði
so og so, og kanska vóru
vit nú fremri enn íslend-
ingar
Greinin endar við at Ny-
rup sigur: >Jú meir eg lesi
um hesa gongdina, enn
meira skilji eg ynskini hjá
einum og hvørjum fólki til
at stýra egnum viðurskift
um:
Hetta er einfalt og rætt
t, men um tú brúkar vit
og skil, kanst tú tá lýta á, at
hann vil virka eftir hesi
vitan. Nei, als ikki, tí áður í
greinini sigur hann: >og vit
hava ógvuliga tætt samband
ímillum Javnaðarflokkin í
Føroyum og okkara, soleið-
is, at vit kunnu finna eina
framtíðarloysn, ið fer at
halda<. Aftur okkurt løgið
frælsi hesa ferð, men lívs-
frælsi kann neyvan brúkast.
Hvat so? Tú roynir at brúka
vit og skil, eisini pragmat
ismu. Leitar í bókmentu-
num og søguni eftir onkr-
um dømi, men so eidasørt,
ikki eitt tað einasta eitt
dómi, sum vit kunnu brúka
Er tað tá logið, at júst mítt
vit og skil fær meg til at
hugsa um krotusmíð
Men hvat er hetta fyri
nakað, maðurin sigur: »at
vit — (Javnaðarflokkurin)
kunnu finna eina framtíð-
arloysn, ið fer at halda.
Hevur Nyrup gloymt, at vit
hóast alt hava eitt Løgting
Og hin føroyski Javnað-
arflokkurin, hvar er hann?
Situr hann báðu megin
borðið? Er hann ein tro-
janskur hestur hjá dønum.
Eg kvíði fyri, at javnaðar-
flokkurin kann enda við at
koma at spæla ein sera ljót-
an leiklut. Tað, sum ein av
teimum nýggju løgtingslim-
unum hevur skrivað í sein-
astuni, boðar heldur ikki frá
góðum. Javnaðarflokkurin
hevur sett seg í eina sera
trupla støðu. Teir hava verið
ímóti alt og øllum. Hvussu
kunnu teir nú sakliga við-
gera Hvítubók. Langt áðr-
enn hon kom, lósu teir hana
niður og sand og øsku.
Kom aftur at minnast til
bókina »Møte ved Milepe-
len« hjå Sigurd Hoel, ser-
liga tå ið norski frælsis-
stríðsmaðurin bíðar eftir at
verða píndur og avhoyrdur.
Hann ynskir so inniliga, at
tað verður ein týskari, sum
skal gera tað skitna arbeiði
og ikki ein norskur nasistur.
Sigurd Hoel var nógv á
virkaður av sålarfrødini og
brúkti hana eisini í síni
skriving
Sjálvandi kann hetta ikki
samanberast nú, men søgan
er lærurík eisini fyri okkum
Þú skalt als ikki tykja
synd í einum, sum ikki tek
ur synd í sær sjålvum«,
segði Janus hjá Sørini. Um
degini kona:
<Honum er ikki synd í, eitt
menniskja, sum sleppur at
arbeiða fyri tí, tað innast
inni kennur er rætt. livir
væl. Verri er við hinum<.
>Sólin skínur altíð á djarvar
menn“.
segði ein
Steinbjørn B. Jacobsen
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo