leygardagur 18. september 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 177 - 18. SEPTEMBER 1999
Heri Mortensen, fyrrverandi stjóri - nú útróðrarmaður:
— Vit gloyma =
utrodurin
JAN MULLER
Hann hevur eina rættiliga
spennandi og fjølbroytta for-
tíð. Frá stoypibransjuni í
Danmark til stjórasessin í
Tvøroyrar Flakavirki og
seinni í Atlantsflogi til nú at
vera = útróðrarmaður og
kommunalpolitikari. Maður-
in vit tosa um og við er Heri
Mortensen, tvøramadur við
stórum T.
Lítið hevur verið at hoyrt
til henda annars sera ber-
søgna og avgjørda mann, síð-
ani hann rættiliga var f brenn-
ideplinum. Flestu munnu
minnast hansara mongu råm-
andi og avgjørdu úttalilsi um
føroyskan fiskivinnu- og
fiskasølupolitikk ella mangul
uppå sama.
I dag er Heri Mortensen
útróðrarmaður. Men sum
kommunalpolitikari fær hann
tó innlit í og eisini ávirkan á
gongdina á øðrum økjum í
samfelagnum. Eitt av teimum
málunum, sum Heri Morten-
sen er farin at vísa serstakan
ans er spurningurin um,
hvussu ein komandi olju-
vinna kann gagna heimby gd-
ini og Suðuroynni annars.
Hera dámar væl sjólívið.
Men tað er ikki bara at siga
tað at vera útróðrarmaður í
dag. Hevur tú sett teg í stóra
skuld við báti ol. so kann tað
vera sera torført at fáa endar-
nar at rókka saman. Eitt nú
er tað trupult hjá ungum
monnum at gerast útróðrar-
menn, skulu teir seta seg í
skuld. Heri Mortensen gevur
myndugleik-unum ein stóran
part av skulduni fyri tí ringu
stóðu útróðrarmenn eru í.
Fyrr var tað so, at útróðrar-
maðurin fekk hjálp, um hann
ikki fiskaði nóg mikið. Tann
møguleikan hevur landsstyr-
ið tikið frå útróðrarmonnu-
num. Ístaðin fyri eina minst-
ulønarskipan fyri útróðrar-
menn er komin ein bonus-
skipan. Fyri at fáa eitt einasta
oyra frá tí almenna skal út-
róðrarmaðurin hava fiskað
fyri 54.000 kr. í seks mánaðir.
Hetta hevur havt við sær, at
flestu útróðrarmenn eru farnir
úr skipanini, tí fiskaríið hevur
verið so lítið í ár. Tí sansar
tað í veruleikanum at hjá út-
róðrarmonnunum í dag. Meg-
inparturin av teimum líða
neyð, hava teir ikki konu,
sum hevur gott arbeiði. Teir
fáa ongan stuðul nakra aðra-
staðni.
Heri Mortensen sigur, at
útróðrarmenn eru tann einasti
stættin í øllum landinum, sum
einki fær.
-Okkurt má gerast fyri at
varðveita útróðrarmentanina.
Eg ivist ikki í, at leggja pol-
itikararnir høvur í blot. so
kunnu teir finna fram til eina
skipan, sum kann tryggja út-
róðrarmannin, tá lítil fiski-
skapur er.
-Men tosað verður um at
fara burtur frá stuðulinum!
-Tað er rætt, men so er tað
eisini skeivt at loyva trolaru-
num at taka fiskin hjá útróðr-
armanninum.
Útróðrarfiskur bestur
Vit spurdu Hera Mortensen,
hvussu týdningarmiklan hann
metir útróðurin at vera fyri
føroyingar í dag?
- Nú havi eg bert verið út-
róðrarmaður í eini fimm ár,
so tað er avmarkað, hvat eg
havi innlit i. Men eg í vist ikki
tíðindablaðið
þv
Þa
Heri Mortensen á útróðri
í, at útróðurin gevur ein tann
besta fiskin, sum kem-ur upp-
á land í Føroyum. Verður rætt
atborið, so hava vit her eina
fyrsta floks vøru, sum kann
seljast fyri 1. floks pris.
Heri Mortensen viðgong-
ur, at hyggur man nøkur ár
aftur í tíðina, so sóu mangir
menn ikki framum sína egnu
nøs. Har var bara talan um
nøgdir og at selja blokk. Tú
legði teg ikki eftir at fáa tað
besta burtur úr tí besta fiski-
num. Í hesum sambandi vísir
hann eisini á, hvussu stór
måtstøda var móti konga-
fiskavinnuni. -Tå høvdu vit
eina sølu i Føroyum, sum
Gud havi lov ikki er til meira,
og sum gjørdi alt tað hon
kundi fyri at forda fyri troyta
kongafiskin.
Heri Mortensen sigur seg
vera sannførdan um, at heyði
stuðulin ikki verið tíkin so
bráddliga burtur, so hevdi
nógv av tí, sum menn fóru
undir at byggja upp, verið
vælvirkandi vinna í dag.
Fyrrverandi flakavirkis-
stjórin heldur, at vit føroy-
ingar eiga at seta alt inn á at
fáa góð sølufélk, ti vit eiga
heimsins besta fisk. -Norð-
menn hava tikið í egnan barm
og ásanna, at teir duga ikki
nóg væl. Teir hava tí fingið
sær danskar sølumenn. Hetta
er nakað, sum vit kanska eis-
ini áttu at tikið til eftirtektar.
Utjadarin
Aftrat hesum mugu vit fara
undir at troyta øll fiskasløg.
Heri Mortensen heldur vit
eiga at hjúkla um útróðurin,
tí hann heldur lívið í mongum
bygdum og vísir m.a. til Fam-
ien, Hest oa. -Tað nyttar ikki,
at vit lata trolararnar styggja
og taka fiskin, sum útróðrar-
menn annars eiga. Tað hevði
verið frægari at latið trolar-
arnar varðveitt fløgustudulin,
heldur enn at koyra teir inn á
útróðrarleiðirnar at ræna fisk-
in frá hesi vinnuni.
Heri Mortensen vísir á, at
tá politikarar nú eru farnir
undir at tosa um at halda lív í
útjaðararnum, so eiga teir
av gjørt at taka útróðurin við,
tí nógva staðni er tað júst
útróðurin, sum er fortreytin
fyri varðveiting av búseting-
ini.
Drelnesbasin stóran tydning fyri Suðuroynna
JAN MULLER
Er útróðurin ein nýggj verð
fyri Hera Mortensen, so er
ein komandi oljuvinna tað
ikki minni. Sum kommu-
nalpolitikari og har serstak-
liga sum limur í Vinnu-
nevndini hevur Heri Mort-
ensen havt møguleika at
snodda eitt sindur til hesa
nýggju verð. Hann var tí
eisini millum teir mongu
føroyingar, sum leitaðu sær
til Aberdeen á oljumessu
herfyri.
-Við mínum drúgvu
royndum frá fiskivinnuni
eri eg sannførdur um, at
okkara samfelag eisini hev-
ur tørv á íkasti frå onkrari
aðrari vinnu. Ein komandi
oljuvinna er eitt gott boð í
so máta.
Heri Mortensen heldur tó,
at vit mugu ansa eftir ikki
at gloyma fiskivinnuna, hó-
ast ein nýggj vinna sum olj-
an tekur dik á seg. Fiski-
vinnan hevur verið og vil
framhaldandi at vera okkara
høvudsålit, og tí vil hon
altíð vera nr. 1. Men nú olja
og gass tykist liggja goymt
í føroysku undirgrundini
eiga vit eisini at troyta hesi
råevni heldur hann.
Heri Mortensen nytti høvi
at kunna seg um oljuvinnu
Heri Mortensen å øljume ssuni i Aberdee mn,
Service, sum er vid i Drelnesverkætlanini. Mynd Jan Miiller
á altjóða stødi á oljumessuni
i Aberdeen. Hann dylur ikki
fyri, at hjarta fyrst og fremst
brennir fyri eini oljuútgerð-
arhavn á Drelnesi. Tí er
Heri Mortensen eisini sera
fegin um tað arbeiði, sum
longu er lagt í eina oljuút-
gerðarhavn á Drelnesi, sum
hann metir kann fáa alstóran
týdning fyri alla oynna.
Hann metir eisini, at básurin
hjá Norserv (tað er verk-
ætlanin fyri Drelnes) vakti
stóran ans á oljumessuni.
-Tað er einki skeivt í tí at
siga, at vit vóna, at ein off-
shorebasi verður til veru-
5008 > ET EO
leika her å Tvøroyri. Sjålvur
haldi eg eisini, at nettupp
Drelnes er best egnada
plássið til oljuútgerðarhavn.
Nógv bendir eisini á, at tað
verður við markið norðan
fyri bretsku oljukeldurnar,
at oljufeløgini fara at bora.
Tvs. at tað tí verður stytsta
leið at sigla á Tvøroyri. Eis-
ini tá talan er um at flyta
fólk millum flogvøll og út-
gerðarskip.
Heri Mortensen vísir eis-
ini á, at verður ein olju-
dálking á borigkinum, so
hevur tað alt at siga at kunna
koma skjótt á staðið. Antin
her saman við Sten Hansen frá Danbor
mást tú hava stytstu leið at
sigla, ella mást tú hava skip
á staðnum, sum er útgjórt
til at taka sær av slíkari
dálking.
-Vit mugu gera okkum
greitt, at oljan uttan iva fer
at verða eitt alternativ til
fiskivinnuna.
Í sambandi við oljumess-
una í Aberdeen nýttu um-
boð fyri Tvøroyrar Komm-
unu høvi til at vitja í Pet-
erhead. -Ynskið okkara er
at fáa eitt samstarv í lag við
býin og serstakliga á
fiskivinnuøkinum.
MADRASSEN.
Madrassan, sum hóskar júst til tin.
Hon lagar seg eftir tínum Kroppi.
Tá tú velur madrassu, er sera
umráðandi, at tú gevur tær góðar
stundir at finna fram til ta heilt
røttu.
Hon må ikki vera ov bleyt, ti so
søkkur tå ov langt nidur i hana, men
heldur ikki ov hørd, ti tá liggur tú
omanå og fær ikki røttu stúttuna.
Madrassan skal tí passa til tína vekt
og longd. Yvirmadrassan skal vera úr
tilfari, sum ikki stjelur hita, men sum
alíkavæl "andar". Eisini skal ein góð
madrassa kunna reinsast.
Vit eru altíð til reiðar at hjálpa tær
at finna ta heilt rettu Wonderland-
madrassuna til tín. Tú kanst eisini
fara á internetið og fáa vegleiðing
um, hvat slag av madrassu, tú skalt
velja.
Adressan er;4
EINAUMBOÐ Í FØROYUM
3?ANDAL
Klaksviksvegur 72 * Fo