leygardagur 18. september 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 177 - 18. SEPTEMBER 1999
13
Shu-bi-dua til Føroyar
5. november fáa fóroyingar fyri fyrstu ferð høvi til at skråla við, tå Dogshit in my garden, Sex-
chikane og aðrar danskar landaplágunum frå Shu-bi-dua verða at hoyra í Ítróttarhóllini á Hálsi
JÁKUP MORK
Nógvar ferðir hevur verið
roynt uttan at nakað itøku-
ligt er komið burturúr, men
nú tykist tað vera heilt víst,
at ein hin størsti danski
bólkurin nakrantíð, Shu-bi-
dua, kemur til Føroyar at
halda eina koncert. Um-
framt allar Shubbarnir
verða fleiri hjálparfólk við
í ferðalagnum, soleiðis at
tað tilsamans eru 12 fólk,
sum koma henda vegin.
Seinastu 25 árini hava teir
fingið danskarar til at skrála
saman við teimum til land-
aplágur av øllum slag, so
sum Vuffeli-vov, Hvalborg,
Folkevognen fyri bert at
nevna nakrar. Teir hava selt
yvir 5 mió eintøk av bond-
um, plátum og cd, umframt
at teir í fleiri ár hava hildið
konsertir um alt landið.
Ikki færri enn 17 ymsar
plátur bera navn teirra, um-
framt at teir sjálvandi eisini
hava givið út uppsamlings-
plåtur o.a. At hesar eisini
eru at finna í nógvum heim-
um, runt um í Føroyum, ber
eisini boð um, at teir hava
stóra undirtøku her á landi.
Fólk úr øllum aldursbólk-
um kennast aftur við sangir
teirra, og eru fyrireikararnir
eisini fegnir um, at tað hev-
ur eydnast at fáa ein bólk,
við somikið breiðum lurt-
araskara at koma hendaveg-
in. Tónleikur teirra er vítt-
fevnandi, men samanumtik-
ið kann sigast, at talan er
um lættan tónleik, har stórur
dentur verður lagdur á tað
humoristiska, og er talan
um bæði heimagjørd løg og
alternativar umsetingar av
løgum hjá kendum bólkum.
Tiltakið, sum er sett til at
verða friggjakvøldid 5. nov-
ember er fingið í lag eftir at
fyrireikararnir hava arbeitt
við málinum seinastu 6 vik-
urnar. Nógvar samrødur og
nógv telefaks eru farin
framvið, og nú tykist alt
vera komið í rættlag hesum
viðvíkjandi. Hetta er fyrstu
ferð at bólkurin Shu-bi-dua
er i Føroyum, men fyrst í
sjeytiárinum vóru nakrir
teirra her á landi, við bólki-
num Passport.
Itréttarhøllin á Hálsi
verður karmur um tiltakið,
og við væntaðu nýggju góð-
kenningini, sum er umrødd
aðrastaðni í blaðnum, verð-
ur rúm fyri 2.000 fólkum.
Sostatt er væntandi at til-
takið verður tað størsta av
sínum slag, sum higartil
hevur verið hildið í Føroy-
um.
Vit hava spurt okkum
fyri, hvussu tað ber til, at
ein somikið stórur bólkur
kemur til Føroya at spæla.
Tað kann í hvussu so er ikki
vera peningaliga avkastið
av tiltakinum, sum dregur
teir henda vegin, tí mann-
ingin man ivaleyst teljast
millum best løntu tónleik-
ararnar í Danska ríkinum.
Frá fyrireikarunum frætta
vit, at teir í bólkinum hildu,
at tað kundi veriði spenn-
andi at spælt í Føroyum,
samstundis sum hetta verð-
ur ein nýggj uppliving hjá
teimum.
Krøvini, sum ein slíkur
bólkur seta til fyrireikarar-
nar, eru sjálvsagt stór. Bara
tað at tað higartil hevur tikið
6 vikur at tosað aftur og
fram um tiltakið, sigur so-
mikið sum tað, at nógvir
smálutir hava verið at fingið
upp á pláss. Ivaleyst er eis-
ini nógv eftir at gera enn,
men sum vit hava skilt á
lagnum, átti hetta ikki á
nakran hátt at vidført 6-
væntaðar trupulleikar.
Forsølan til konsertirna
byrjar månadagin. Fyrireik-
ararnir leggja dent á, at talan
bert verður um eina konsert,
og at fólk sostatt ikki fáa
møguleikan at hoyra teir á
einari eyka framførslu, so-
leiðis sum ofta hevur verið
gjørt, tá okkurt tiltak hevur
fingið góða undirtøku. So-
statt verður væntandi neyð-
ugt at ogna sær atgongu-
merki í góðari tíð, um tú vilt
vera vísur í at teljast millum
åhoyrararnar. Væntandi
verður talan um 15 sølu-
stød, umframt at møguleiki
verður at keypa sær atgong-
umerki á alnótini. Sostatt
verður møguleiki hjá eitt nú
skúvoyingum at bíleggja
sær atgongumerki, uttan at
vera noyddur at leggja leið-
ina til Havnar.
Lesið meira um tiltakið í
blaðnum í komandi viku.
Høllin á Hálsi nýggja góðkenning
Endamálið er at betra umstødurnar fyri stórri tiltókum, og harvið betra
um møguleikarnar at hava konsertir í Fóroyum
JÁKUP MORK
I løtuni eru tey í ferð við at
leggja seinastu hond á ar-
beiðið, sum skal tryggja, at
høllin framyvir kann rúma
2.000 fólkum. Talan er um
eina ætlan, sum stavar frá
1992, tá Smokie hevði eina
konsert, har mett var at eini
3.000 fólk vóru í høllini,
hóast hollin tá, eins og í dag,
einans hevdi góðkenning til
1.600 fólk. Talan er um at
gera 3 nýggjar neyðhurðar,
umframt at betra er um
gomlu hurðarnar, soleiðis at
panikkur ikki skal taka seg
upp, um tað brádliga gerst
neyðugt at tóma høllina fyri
fólki.
Í sínari tíð varð ein verk-
frødingur settur at taka sær
av málinum. Ætlanin varð
tó ikki gjøgnumførd á sinni,
við tað at fíggjarligar um-
stødur ikki vóru til hetta,
men nú er so fyrsti parturin
av ætlanini um at verða lið-
ugur. Tað resta einans nakrir
smálutir í, og tá hetta er
komið í rættlag, skal høllin
sýnast av avvarandi mynd-
ugleikum. Væntandi verður
hetta ikki nakar trupulleiki,
við tað at myndugleikarnir
hava bæði sæð og góðkent
upprunaligu ætlaninina.
Birgir Sondum, hallar-
vørður, greiðir frå, at tå
stórri konsertir verða hildn-
ar, liggur Break-even,
markið sum oftast eitt stað
ímillum 1.000 og 1.400
fólk. Við Break-even verður
meint við talið av seldum
atgongumerkjum, sum
skulu til fyri at tiltakið skal
kunna hvíla í sær sjálvum.
Hetta ger sjálvsagt at tað er
sera torført hjá fyriskiparum
at fáa nakað burtur úr sjálv-
ir, tá konsertir verða hildnar,
og skuldi nýggja góðkenn-
ingin tískil betra møguleik-
arnar fyri at hýsa fleiri stórri
tiltókum her á landi. Fyrsta
tiltakið við nýggju góð-
kenningini verður væntandi
friggjakvøldid 5. november,
og er hetta umrøtt adra-
staðni i blaðnum í dag.
Arbeiðið sum nú er gjørt,
verður mett at kostað einar
100.000 kr., og verður hetta
fíggjað gjøgnum dagliga
raksturin av høllini.
Høllin å Hålsi er i dag
eisini karmur um fritidar-
skúla, og her síggja vit
nókur av bórnunum
standa framman fyri
nýggju hurðarnar