Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. september 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 Viðmerking: Ogreid framløga av Hvítubók Magni Laksáfoss, buskaparfrødingur, heldur ikki framløguna av Hvítubók vera nøktandi. Hann vísir á, at fleiri viðurskifti í bókini als ikki verða vidgjørd í framløguni arpartin i Hvítubók erna stutta gjøgnumgongd av høvuds lysingunum sum standa i Hvítubók Ikki nektandi framlega Eg leitaði mær inn í skúlan á ljanesi mánakvoldið fyri at urta ettir framløguni av Hvít ubók. Tað var serliga búskap arparturin sum hevði mín á i. Eg havi nevniliga verið at skriva part av bú skaparpartinum av Hvítubók, og vildi hvussu dur fram a framløgu av høv bokini í ga royna at lysa tey viðurskifti, sum ikki vórðu nóg væl lýst í fram- løguni iðsmiðurstøðunum Ein stutt lýsing av bú- skaparpartinum í Hvítubók Eg skal ikki her fara inn á tær någreiniligu greiningar- nar av árinunum á búskapin av at ríkisveitingarnar minka. Hesar kunnu lesast í bókini fyri tey, sum hava hug at seta seg inn í teir (fyri leikfólk) meiri torskiltu partarnar. Eg vil bert geva eina stutta lýs- ing, sum tó skuldi kunna giv- ið fólki eina fatan av árinun- um av minkandi ríkisveiting- um Myndin niðanfyri er ein eitt sindur broytt útgáva av myndini á síðu 80 í búskap- arpartinum í Hvítubók (fylg- bind 1). Hon vísir avleiðing- ina av, at ríkisveitingarnar minka. Fulla linjan í stykki Í á myndini vísir gongdina fram til í dag, meðan fallið í stykki 2 vísir avleiðingina í skiftistíðini. Skiftistíðin er tíðin. meðan ríkisveitingin minkar, til hon er burtur Stykki 3 vísir búskapar- gongdina eftir at ríkisveiting- in er burtur. At enda er ein linja teknað omanfyri hinar linjurnar í stykki 2 og 3 Henda linjan vísir búskapar- gongdina um rikisveitingin ikki minkar burtur, men held ir fram eins og í dag Út frá myndini er greitt, at að ikki er uttan avleiðingar fyn samfelag nntøku av ð at missa eina teirri stødd. sum ríkisveitingin er. Ríkisveit ingin er í dag umleið triðj ingunn av samlaðu inntøkuni hjá almennu kassunum, og má tað fáa avleiðingar at minka eina so týðandi inn- tøku. Í skiftistíðini (stykki 2) verður neyðugt at broyta bú- skapin, soleiðis at hann kann vera ríkisveitingarnar fyri utt- an. Hetta merkir. at búskap- urin kemur í eina kreppulikn andi støðu. Tvs. tillagingar mugu henda í búskapinum, sum líkjast teimum tillaging- um, sum henda tá kreppur eru í búskapum. Her er t.d. talan um at arbeiðsloysi økist, løn in lækkar. fólk flyta av landi num o.l Eftir at ein tíð er fráliðin, Í búskapurin rætta seg upp iftur (stykki 3). Tvs. at fólk flyta ikki longur av landinum, lønin lækkar ikki longur og vidurskiftini eru stabiliserað Her hava ymiskar misskilj ingar verið frammi í fjølmiði unum, um hvar lønarlagið leggur seg, og um øll flyta inn aftur í landið. Her átti at verið lætt at hugt at støduni í Føroyum í dag. Lítil ivi er um, at eftir eina tílíka tillag- ing er lønarlagid lægri enn ådur. Bert ein partur koma aftur, meðan stórur partur bú- setur seg meiri støðugt í út- londum. Avleidingarnar á týðandi búskaparviðurskifti Hverjar avleiðingar tað fær fyri búskapin, lønarlagid, skattatrýstið, pensiónir, al- menna sektorin og onnur týð- andi viðurskifti í okkara dag- liga lívi, er ilt at meta um, tí førdi politikkurin avger, hvar sparast skal, og hvussu nógv skal sparast Tó er lítil og ongin ivi um at búskapurin minkar, og har- við vilja nøkur missa arbeiði. Arinini av at hava arbeiðs- oysi kenna vit frå kreppuni, sum vit just hava havt, nevn- iliga at lønarlagid má gerast ægri, og at nøkur flyta av andinum. Sum longu nevnt er ilt at meta um, hvussu nógv lønarlagid må minka, og hvussu nógv flyta av landi- num. Eitt boð upp á avleiðingar- nar fyri hinar partarnar, t.d. pensiónir, skatt. avgjøld o.l. íkist teimum fyri arbeiðs oysið, nevniliga at tað er ringt at síggja, hvussu ráð skal vera til skattalættar, av- gjaldslættar og hækkingar í ensionsgjøldunum, tá inn tøkan hjå almennu kassunum minkar við so stórari upp- Meðalvokstur í BTU tíðindablaðið SOS hædd, sum ríkisveitingin er. Tvørturim6ti er eyðsæð, at neydugt verdur at krevja meira inn frå borgarunum og vinnulivinum og samstundis at gjalda minni ut til borgar arnar. Her eigur tó at vera endurtikið, at talan er um pol- itiskar avgerdir, og ti kann ikki sigast vid vissu, at t.d pensionirnar fara minka ella at skatturin fer at hækka. TO kann sigast vid vissu, at al mennu kassarnir eru noyddir at gera eitthvort fyri antin at minka um útreiðslurnar ella at okja um inntøkurnar, tå ríkisveitingin minkar Hvat við núverandi buskaparligu støduni? I Hvítubók verður eisini sagt, at búskapurin sermastu arini hevur lagað seg til eitt lægri útreiðslustøði og til lægri inn tøkur. Hetta kann skiljast sum um búskapurin longu er kom in gjøgnum stykki 2 í mynd- ini. Altso at tær ringastu bú- skaparligu tillagingarnar er liðnar, og nú kann farast inn í stykki 3, sum er ein búskap- ur uttan ríkisveitingar. Hetta er tíverri bert partvís rætt. Tað er rætt at búskapurin hevur lagað seg til minni inn- tøkur og lægri útreiðslur, men ikki nokk til at vit kunnu vera ríkisveitingina fyri uttan. Ein háttur at síggja, hvussu nógv búskapurin hevur lagað seg til lægri inntøkur er at hyggja at yvirskotinum í almenna sektorinum. Hetta er umleið 800 mió. kr. (land og komm- unur). Hetta er eitt sera stórt yvirskot, sum hevur stóran týdning, um ríkisveitingin fer at minka. Tað eigur tó at vera viðmerkt, at hetta yvirskot er í eini tíð, har almennu iløg- urnar eru sera lítlar, og inn- tøkurnar eru óvanliga høgar orsakað av góðum fiskapris- um. Um vit skulu meta um yvirskotið, roknast kann við í longdini, má metast, at nak- að verður mist, tå fiskapris- irnir falla, og eisini at nakað má fara til íløgur. Um vit siga, at umleið 500 mió. kr. eru eftir, aftaná at hædd er tíkin fyri hesum (hetta er rættiliga bjartskygt), so er neyðugt at finna umleið 7-800 mió. kr afturat, áðrenn vit eru komin á mál. Málið er umleið 1.300 mió. kr. tvs. blokkstuðul og aðrar ríkisveitingar tilsam- ans. Tískil er eingin ivi um, at neyðugt er við størri tillag ingum fyri at rokka málinum. Møguleiki at spara upp Ein møguleiki at koma nærri málinum er at sleppa av við nakrar av teimum útreiðslu- num, vit hava í dag, fyri á tann hátt at fáa rúm fyri, at inntókurnar kunnu minka. Ein "óneyðug" útreiðsla er rentuútreiðslurnar. Um al- mennu kassarir kundu sloppið av við rentuútreiðsl- urnar, høvdu teir havt møgu- leika at hildið hinar útreiðsl- urnar á sama stødi við eini lægri inntøku, uttan at neyð- ugt var at fremja ógvusligar sparingar á fíggjarlógini. Um almennu kassarnir eisini høvdu eina uppsparing, so- leiðis at rentuútreiðslur blivu til rentuinntøkur, so hevdi sjálvsagt verið møguligt at verið enn stórri partar av rík- isveitingini fyri uttan. Tad er henda tankagond, ið liggur aftan fyri hugtøkini bú- skapargrunnur og støduginn- tøka. Hugsanin er, at almennu kassarnir kunnu spara pening upp og leggja hann i ein grunn. Grunnurin skal geva so stórt avkast sum gjørligt. Avkastid av grunninum er sjálvsagt tengt at altjóða rent- ustødinum og búskapar- gongdini í útlondum, og vil sostatt ikki vera heilt støðugt, men tó so at almennu kass- arnir kunnu rokna við at fáa eina toluliga støðuga inntøku. Avkastið av búskapargrunn- i-num verður rópt fyri stød- uginntøka (á donskum per- manentindtægt). Ein tilik støduginntøka vil, sum nevnt, hava við sær, at almennu kassarnir kunnu klára seg við nakað skerdari ríkisveiting. Búskaparvekstur og ríkisveiting Ein annar háttur at klára seg við minni ríkisveitingum er at lata buskaparvøksturin hjálpa. Hugsanin er, at tá bú- skapurin veksur, so gevur hetta stórri inntøkur til al- mennu kassarnar, sum tískil hava møguleika fyri at missa onkra aðra inntøku. Utrokningar vísa, at neyð- ugt er at hava ein rímiligan buskaparvøkstur, um hetta skal vera nøkur hjálp. M.a vísa útrokningarnar, at 2% í árligum buskaparvøkstri vildi gjørt tað møguligt at minka um ríkisveitingina. Søguliga gongdin vísir, at føroyski bú- skapurin hevur havt ein vøkstur sum er væl omanfyri 2%, heldur hevur hann ligid um 4%. Sostatt tykist grund- arlag vera fyri at meta, at vøksturin framyvir fer at liggja um 2%, ella kanska heldur hægri. Tó er ein tílík meting ikki nóg góð, av fleiri orsøkum. Fyri lættari at skilja hvussu ein kann meta um vøksturin skal fyrst greiði fáast á hvat búskaparvokstur er. (Sí mynd) Buskaparvøkstur er eitt mát fyri støddini á búskapinum í mun til árið fyri. Vert er at leggja til merkis, at talan er um støddina á búskapinum. Hvussu máta vit støddina á búskapinum? Jú, tað gera vit við at máta, hvussu nógv virksemi er í búskapinum, og ikki hvussu stórt virðið er á NR. 177 - 18. SEPTEMBER 1999 Magni Laksáfoss, búskaparfróðingur, er ein av høvundunum fyri búskaparpartin av Hvítubók virkseminum. Um vit t.d. tosa um fiskiskap, so er vøksturin nær tengdur at, hvussu nógv tons fiskað verða. Her er so statt ikki talan um t.d. avreid- ingarvirðið, men um avreið- ingar í tonsum Tá nú greiði er fingið á, at talan er um nøgd, og ikki um virði, so kunnu vit hyggja nærri at hví búskapurin veks- ur Búskaparvekstur — fyrr I 70'unum í Føroyum fingu vit flakavirkini. Her kom ein vinna, sum kravdi nógva ar- beiðsmegi. Fyri at kunna økja um framleiðsluna er neyðugt við bæði kapitalapparati og tøkari arbeiðsmegi. I 70'u- num og inn i 80'ini kom eitt tilfongi í land, sum áður ikki var komið í land. Samstund- is vórðu iløgur gjørdar, bæði almennar og privatar. Tískil vaks framleiðslan á flaka- virkjunum. Eingin stórvegis trupulleiki var at økja um framleiðsluna, tí tøka ar- beiðsmegin var rimiliga stór, nevniliga konufólkini. Hesi gjørdust í alt stórri mun part- ur av arbeiðsmegini. Sam- stundis vórðu vælferðartæn- astur útbygdar, t.d. stovnar til børn og eldri. Hetta kundi somuleiðis gerast tí tóka ar- beiðsmegin var har. Utbygg- ingin av vælferðarstovnunum var eisini við til at skapa bú- skaparvøkstur. I 80'unum øktist vøksturin aftur, hesaferð fyri læntan pening. Nú var tøka arbeiðs- megin ikki eins stór, og tískil mátti hetta fáa avleiðingar fyri lønarlagid. Tá kreppan kom, var stórt sæð øll ar- beiðsmegin brúkt, og nakað av arbeiðsmegi var innflutt. Í kreppuni var ikki neyðugt við allari arbeidsmegini, og tí rýmdu nógv av landinum undan arbeiðsloysinum. Buskaparvøkstur - nú Eftir at kreppan var av, var aftur boð eftir arbeiðsmegini, men nú var ríkiligt til av henni, tí arbeiðsloysið var stórt, og samstundis var ríki- ligt til av bæði fiski og fram- leiðslutólum, soleiðis at framleiðslan kundi økjast aft- ur, uttan at hetta legði nakað munandi trýst á lønarlagið. Hetta er orsøkin til at vit hava havt stóran biiskaparvøkstur í 70'unum, 80'unum og eisini í 90'unum (eftir at kreppan var av). Búskaparvekstur - framyvir Tó kann ein samstundis síggja, at sum stødan er nú, hvar fiskanøgdin ikki er 6av- markað longur, arbeiðsloysið er minkað niður í næstan onki og framleiðslutólini verða gangnýtt fult út aftur, so er ikki rúm fyri stórum búskap- arvøkstri framyvir. Um pro duktiviteturin kann økjast heilt munandi, antin vid at folk renna skjótari, ella við at maskinurnar kunnu gera stórri part av arbeiðinum fyri okkum, so er aftur rúm fyri buskaparvøkstri. Tó er vert at leggja til merkis, at um mask- inurnar skulu gera stórri part av framleiðsluni fyri okkum, so er neyðugt við stórum í- løgum (bæði privatum og al- mennum, tær almennu serliga í gransking), og hetta er jú ikki í samsvar við, at vit skulu halda fast við verandi yvir- skot. Hetta var ein longri frá- greiðing um buskaparvøkst- ur, og hon kann tykjast torfør. Orsøkin til at hon er tikin við er, at tað er ov snævurskygt bert at hyggja at søguligi gongdini, og ikki samstundis hyggja at orsøkunum til at gongdin var, sum hon var. Við at hyggja eitt sindur nærri at útlitunum sæst, at ein vøkstur upp á 2% er ikki ein varislig meting, men heldur ein bjartskygd meting. Fyri at undirstrika argu- mentini eitt sindur eigur at vera viðmerkt, at søguliga hava Føroyar altíð havt eina gongd, sum fylgjur nøkur år aftaná gongdini í løndunum rundan um okkum. Hesi hava ikki longur ein høgan bú- skaparvøkstur, men tvørtur- ímóti ein vøkstur undir 2%. At enda eigur at vera nevnt, at útbyggingin av vælferðar- tænastunum hevur verið við til at okt um búskaparvokst- urin. Um tann føroyski al- menni sektorurin skal til at fremja sparingar, so er sann- likt at hann vil hava eina minking í búskaparvokstri- num við sær, og tískil er sann- líkt at búskaparveksturin um nøkur ár ikki verður 4%, ei heldur 2%, men tíverri nærri 1%. Oljan — enn einaferð Sum við øllum metingum, sum hava við búskapin at gera, so halda tær ikki, um fortreytirnar broytast heilt ógvusliga. Her kann verða nevnt, at kemur oljan er sann- líkt, at hon vil geva eina eins stóra inntøku til almennu kassarnar og ríkisveitingin gevur í dag, og so er sjálvsagt væl møguligt at minka um ríkisveitingina uttan at fremja sparingar ella at hækka skatt- in. Magni Laksáfoss Buskaparfrødingur