leygardagur 18. september 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagur 11. september 1999
?
F
da
KOKIBOK. At ríkidómið í havinum
eigur lívið í okkum føroyingur,
verður ofta havt á munni. Tað verður
nú staðfest á skrift. Idnir næmingar á
Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna
geva við árslok út bók við fiska-
rættum í úrvali
Høgni Mohr
Ur føroysku fiskivinnuni og
seinast ur kokka-skaranum.
verður sóknast eftir nýskap
an og menning í føroyskari
matvøruframleidslu og mat
gerð. Men næmingarnir í 2
flokki á Fiskivinnnuskúl
anum í Vestmanna halda
ongar almennar fundir og
gera heldur ikki avgjørdar
niðurstøður. Tey hava fingið
(fiska)fingrarnar út, og gera
okkurt við tað..!
Tå hesir 10 næmingarnir
fóru at kanna, hvat var til
av føroyskum kókibókum.
noyddust tey at staðfesta, at
ongin kókibók enn er kom
in, bert við smakkgóðum
sjomati. Hetta hóast fiski
vinnan sum kunnugt er høv
uðsvinna okkara, og flestu
føroyingar eta fisk fleiri
ferðir um vikuna.
Vit liva av fiski, men
hava onga bók, bara við
fiskarættum. Hetta ber ikki
til, og tí eru vit farin til
verka, sigur næmingurin
Fríðleif Lydersen avgjørdur
Salat-J ákup
Tilfar
3 spsk. matolju
I purru
200g pikantosti
I pk. róma
| I gl. champignon
200g jåkupskel
| salt
| pipar |
| dild |
| javning (mjøl og vatn)
Svitsa sundurskornu |
purruna í matolju, áðr-
| enn alt verður hitað ein- |
ar 5 minuttir. Afturvið
ber til at hava langbreyð
ella bollar. |
Salat og tari
Ætlandi vera einar 180
ymsar uppskriftir í bókini
Nógvir rættir eru kendir,
men sumt er nýtt og sera
áhugavert. Fleiri spennandi
fiskasuppur og forrættir
verða t.d. við, eins og tey
hava roynt at fingið futt í
vanligar fiskarættir. Ræstur
fiskur hevur í mannaminni
verið kókaður og borðreidd
ur á sama hátt, men í nýggju
bókini hjá næmingunum í
Vestmanna fer t. d. alt at
standa um, hvussu tú gert
fiskafat við røstum fiski
Fiskasløgini í føroyskum
sjógvi eru sambært Náttúr
vísindadeildini á Fróðskap
arsetrinum góð 200 í tali.
men komandi kókibókin fer
kortini í størsta mun at
halda seg til kendastu fiska
sløgini, eins og skeljadýr og
grind. Vidgjørd verða t.d
laksur, kræklingur, rækjur,
sild, havtaska, saltfiskur og
hummari. Nógv av hesum
er kryddað við spennandi
ikøstum, sum t.d. salatpyra-
midum og tara(!)
Eitt ódnartak
Fast-food mentanin hevur
eisini fingið fastatøkur á
næmingunum í Vestmanna:
men munurin er kortini, at
kvika-kókini< í nýggju
bókini, serliga at gera í
mikroovni, eru grundað á
heilsugóðu råvøruna úr før-
oyskum sjógvi.
Allar tær 180 uppskrift-
irnar verða royndar, eins og
orkuvirðið í teimum verður
kannað og skrásett til bók-
ina. Alt arbeiðið verður
gjørt á skúlanum, og tey
hava býtt uppgávurnar so
kristiliga. Summi skriva og
leggja til rættis, meðan onn-
ur eru sett at biðja um fíggj-
arligan stuðul til spildur-
nýggju útgávuna.
futt
— Sjálvandi hyggja
vit í fiskabókina...
— Hvat skulu vit
gera við hetta
beistið...?
Talan tykist vera um eitt
sera væl skipað arbeiði, og
tað er helst neyðugt. Stend-
ur tað til idnu næmingarnar
verður bókin í búðunum
fyrst í desember. Tískil
noyðast næmingarnir at ar-
beiða við bókini til út á næt-
urnar.
Stuðul neyðugur
Hóast ungu næmingarnir
hava ovmikið av uppskrift-
um tøkar, heita tey á fólk
um at seta seg í samband
við Fiskivinnuskúlan, halda
hesi seg hava onkra spenn-
andi uppskrift, ið eigur at
koma Føroya fólki til góða.
Fyri vanligar næmingar,
ið liva av útbúgvingarstuðli,
er tað sera kostnaðarmikið
at geva eina bók út. Fyribils
metingar benda á, at neyð-
ugt verður við
200.000 krónum
Higartil hevur bert eydn-
ast næmingunum at fingið
20.000 krónur í stuðli. Kort-
ini hava tey fingið ábend-
ingar um, at risarnir í før-
oysku fiskivinnuni eru sera
áhugaðir í ætlanini. Næm-
ingarnir halda, at ein slík
slóðbrótandi bók fær týdn-
ing fyri heimamarknaðin,
emum
eins og hon kann stuðla
uppundir eina neyðuga
góðskumenning og fjøl
broytni í fiskiidnadinum
Tey vóna, at føroyska
fiskivinnan ikki fer at sita
»hendur í pavn« í hesum
føri, men fer at stuðla teim-
um eftir førimum!..