leygardagur 15. januar 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 10 - 15. januar 2005
SAMRØÐA
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
Lat okkum byrja við at biðja
tykkum stutt lýsa tykkum sjálvar?
Mikkjal: Eg eri á ein hátt eitt
privat menniskja, sum havi lyndi
til at halda meg aftur frá støðum,
har nógv fólk eru savnaði og í
staðin vera fyri meg sjálvan. Tað
fellir mær náttúrligt at stilla meg
á síðulinjuna og taka leiklutin
sum eygleiðari heldur enn
luttakari.
Men av tí sama havi eg kanska
leitað mær til tað mótsatta í mín-
um vali av yrki og havi miðvíst
lagt meg eftir at arbeiða í um-
støðum, har eg havi verið noydd-
ur at taka ein meiri "úteftir-
vendan" og sosialan leiklut, eitt
nú sum sjónleikari, undirvísari
ella leiðari.
Samstundis meti eg meg vera
ambitiøsan. Mær dámar væl
avbjóðingar, og tað, eg farið í
holt við, ynski eg at gera 100%.
Carl Johan: Á sama hátt sum
Mikkjal eri eg ein afturlatin typa,
og eg fái av og á at vita, at eg eri
í so afturlatin. Men mótvegis
honum havi eg eisini valt eitt
einsligt yrki sum rithøvundur. Eg
seti mær høg mál og krevji høgt
støði við tí, eg fáist við. Men
hóast mína afturlatnu náttúru
geri eg vart við meg og sigi mína
meining hart og kontant, tá eg
meti tørv vera á tí.
Hvussu kunnu tit harafturímóti
lýsa hvønn annan?
Mikkjal: Carl Johan ynskir at
gjøgnumføra tað, hann fer í holt
við, hann leggur stórt arbeiði í
tað, hann ger, og samstundis
meti eg stórabeiggja vera gløgg-
an. Og eg havi virðing fyri, at
hann hevur valt at arbeiða burt-
urav sum skrivandi listarmaður,
meðan eg kanska heldur eri
vorðin eitt karrierumenniskja
innan mentanarøkið.
Skal eg nevna ein negativan
eginleika, so meti eg, at honum
av og á vantar virðing fyri øðr-
vísi áskoðanum. Hann kann vera
líkasælur og ov lítið kenslusamur
yvirfyri persónliga markinum hjá
hansara medmenniskjum.
Carl Johan: Mikkjal torir at
standa við sítt og óttast ikki at
siga tað, hann metir vera rætt.
Alt SVF-málið prógvar, at hann
torir at skera ígjøgnum, og hóast
eg ikki havi verið samdur við
avgerðunum hjá Mikkjali, havi
eg virðing fyri hansara eginleika
at tora at hava eina greiða áskoð-
an og bera seg at sambært síni
sannføring.
Hinvegin er Mikkjal sera eigu-
kærur og heldur sera fast við tað,
sum hann metir vera hansara
rættur ella hansara ogn.
Hvørjir eru so líkleikarnir og
mótsetningarnir millum tykkum
báðar?
Mikkjal: Báðir eru vit ógvu-
liga treiskir, og vit eru ikki lættir
at vika frá teimum áskoðanum,
sum vit – hvør í sínum lagi –
hava.
Viðvíkjandi mótsetningum
okkara millum hevur Carl Johan
valt eina meiri reserveraða lívs-
leið, meðan eg í størri mun havi
ferðast í sosiala rúminum í
mínum dagliga arbeiði. Og so
kann eg ikki lata vera við at
nevna, at eg haldi meg vera meiri
diplomatiskan enn hann.
Carl Johan: Ja ja, men í
mínum starvi havi eg heldur ikki
havt fyri neyðini at vera diplo-
matiskur í sama mun sum tú, tí
eg livi jú av at siga mína egnu
erligu meining. Men aftur til
spurningin um líkleikar og mun-
ir, so minna lyndi okkara um
hvørt annað, hóast ymsu yrkis-
leiðirnar avmynda munirnar
okkara millum. Mikkjal hevur
valt sosial umhvørvi og hevur
eftirhondini staðið á odda
ymsastaðni í sínum yrki, men ein
stjórasessur hevði absolutt ikki
verið nakað fyri meg. Men tað er
so nakað heilt annað, at eingin
hevði nokk heldur valt meg til
sjónvarpsstjóra.
Hava tit báðir eitt tætt
forhold?
Mikkjal: Tað eru sjey ár á
muni millum meg og Carl Johan,
og vit komu í grundini ikki at
kennast, fyrrenn eg var tann-
áringur, tí hann frammanundan
hevði tikið studentsprógv í Dan-
mark. Í dag finna vit sera væl út
av tí saman, hóast vit ikki um-
gangast so nógv í gerandis-
degnum.
Carl Johan: Vit búgva í hvør
sínum enda av býnum og síggjast
ikki so ofta, men vit práta væl
saman, og mær dámar væl at
vera saman við Mikkjali.
Ábyrgdarleys tjóð
Fyri at kasta meiri ljós á tykkara
almenna profil, hava tit so nakra
ítøkiliga frágreiðing um, hví tit
báðir hava markerað tykkum, og
hví tit báðir meiri enn einaferð
hava verið í andglettinum í al-
menna kjakinum?
Mikkjal: Eg meti tað vera eitt
samanfall av fleiri viðurskiftum,
men leiklutirnir hjá mær og Carl
Johan kunnu ikki samanberast.
Meðan mín uppgáva sum al-
mennur stjóri hevur verið at
finna loysnir í einum felagsskapi
og sett framtíðina hjá Sjónvarpi
Føroya á dagsskránna við grund-
gevingum, sum øll kunnu fyri-
halda seg sakliga til, hevur Carl
Johan arbeitt sjálvstøðugt og
kunna loyvt sær at vera persón-
ligur.
Men kanska felagsnevnarin er
at finna í, at vit báðir hava havt
eina konsekventa meining og
insisterað uppá konsekvens. Vit
hava møguliga á hvør sínum øki
skumpað nøkur sjónarmið fram
fyri at fáa eina reaktión. At hava
eina greiða og konsekventa
meining er í grundini nóg mikið
til at fáa umrøðu í einum so
lítlum samfelag sum okkara, og
tað hava vit báðir havt.
Carl Johan: Tað eru møguliga
nøkur felagseyðkenni millum
meg og Mikkjal, hóast leiklutir
okkara ikki kunnu samanberast,
við tað at vit hava markerað
okkum undir heilt ymsum for-
treytum og í hvør sínum høpi.
Sum Mikkjal sigur, skal tað í
Stillføru brøðurnir v
Teir hava sínar greiðu meiningar, teir hava v
sítt. Sosialurin hevur hitt umstríddu provo-
Jensen sum fyrsta systkinaparið í grein
Carl Johan Jensen
47 ára gamli rithøvundurin hevur í mong ár
markerað seg í føroyska bókmentaheiminum.
Fyri tey flestu verður hann settur í samband
við bersøgna, kritiska og provokerandi
ummælaran, sum ikki fýrir fyri at sveiggja
øksina, siga sína hugsan og vera náðileysur, tá
hann viðgerð bøkur og rithøvundar. Umstríddi
blaðmaðurin, rithøvundurin, týðarin og
ummælarin er ein maður, tey flestu hava eina
meining um "på godt og ondt".
Føddur :1957
1976: Studentaprógv
1976: hálvt ára lestur í gudfrøði
1977-79: blaðmaður,
timburlærlingur, lossingarmaður,
lærlingur hjá landsverk-
frøðinginum
1979-84: cand.phil. við
høvuðsgrein í føroyskum
1985-2004: Rithøvundur, týðari,
blaðmaður og ummælari.
Búsitandi í Íslandi, Noregi,
Føroyum og Australia
Fakta um Carl Johan