Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-15, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2005 25 grundini sera lítið til at fáa um- røðu í Føroyum. Ein orsøk er, at føroyska samfelagið sum heild er eyðkent av ótta fyri stórum avgerðum, og okkara samfelag er av hesi orsøk mangan ábyrgdar- leyst, við tað at føroyingar mang- an skáka sær undan teimum stóru avgerðunum, sum skulu takast. Føroyingar tora ikki at skera ígjøgnum, og nógv stríð og klandur botnar í, at fólk ikki tora at taka stórar avgerðir. Í einum slíkum samfelagi er lætt at elva til øsing, og við okk- ara avgjørdu meiningum eru vit møguliga komnir meiri í ljós- mála, enn vit annars høvdu verið. Um eg skilji tykkum rætt, er talan um eina andsøgn millum almenna og privata profilin: stillir og afturlatnir, men sam- stundis almennir, kontantir og umstríddir. Er tað rætt? Mikkjal: Ja. Um eg skal tosa fyri meg sjálvan, eri eg ikki tann, sum rópi hart og leiki í, hóast eg møguliga kann tykjast soleiðis fyri fólk, sum ikki kenna meg. Sum sjónvarpsstjóri hevur tað ongantíð verið mín ætlan at provokera. Men tær avgerðir og útsagnir, eg havi borðreitt við, havi eg mett vera sakligt grund- aðar og neyðugar fyri at seta viðurskiftini í eitt ljós, sum er í samsvar við veruleikan. Men summar avgerðir elvdu til meira øsing, enn eg hevði væntað, og tað bleiv heldur størri fokus á mín persón, enn eg ynskti mær. Carl Johan: Eg havi upplivað, at tað er stórur munur á mær og tí fatan, fólk hava av mær, og á henda hátt fara fleiri, sum ikki kenna meg, skeiv av mínum persóni. Sostatt kanst tú møgu- liga siga, at tað er munur á almenna og privata Carl Johan. Men hetta hevur aftur nakað við samfelagsnáttúruna at gera. Um eg t.d. sat og ummældi bøkur í Tromsø í Noregi, sum er á leið eins fólkaríkt sum Føroyar, so hevði eg bert verið ein av mongum ummælarum. Men í Føroyum eru færri, sum taka lut í almenna kjakinum, og tí skal so lítið til, áðrenn fólk varnast eitt navn. Kommunisma og fullveldi Hevur samfelagsfatan Carl Johans av Føroyum sum eitt ábyrgdarleyst og óttafult sam- felag politiskar undirtónar? Carl Johan: Ja, hetta eyð- kenni føroyinga er eisini tengt at okkara støðu sum tjóð, har eitt annað samfelag hevur verið omanfyri okkara, tikið avgerð- irnar fyri okkum og givið okkum pening ístaðin. Hesi viðurskifti hava seyrað niður ígjøgnum sam- felagið og skapt eina føroysku náttúru, sum hevur torført við at taka ábyrgd, tí vit ikki hava havt fyri neyðini at skera ígjøgnum og taka tær stóru avgerðirnar. So leingi vit ikki kunnu taka ábyrgd av egnum gerðum, eru vit afturúrsigld. Mikkjal: Uttan at viðmerkja fullveldisstøðuna hava føroyingar torført við at skera ígjøgnum. Granskingin verður ikki raðfest, sum lovað verður, mentanar- politikkurin er afturúrsigldur, og vit hava í grundini ongan ásettan fjølmiðlapolitikk. Hetta fer fram, samstundis sum vit tosa um, at vit mugu hava fleiri bein at standa á. Svøríki hevur t.d. rað- fest íløgur til mentanarøkið og heystar í dag stóran vinning í útflutningi sínum av t.d. tónleiki. Í staðin fyri at síggja gransking og mentan í breiðum týdningi sum útreiðslur, skuldu vit heldur at fingið eyguni upp fyri, at økini eru íløgur í framtíðar út- flutningsvinnur. Hesar vantandi raðfestingarnar avdúka í øllum førum eitt ávíst stuttskygni í Føroyum. Carl Johan: Okkum vantar heilt einfalt rætta hugburðin og árræði. Mentan verður framvegis sædd sum kostnaðarmikið marg- læti, sum vit kunnu hugna okk- um við, tá allar aðrar rokningar eru goldnar, men hyggja vit at Íslandi, sum hevur raðfest mentan, eru íslendskar bøkur í dag ein altjóða vøra, sum verða umsettar til nógv mál. Saman- bera vit við fátæksligu sjeytiárini hava íslendingar endavent sínar raðfestingar á fleiri økjum, m.a. mentanarøkinum, og vit hava nógv at læra av tí. Aftanfyri succesina liggur eitt umfatandi og miðvíst arbeiði, sum føroy- ingar ikki eru farnir í holt við enn. Hevur hetta nakað við tykkara áskoðan um fullveldi at gera? Mikkjal: Eg eri sjálvstýris- sinnaður og vinstrahallur, men eg identifiseri meg ikki við nakran ávísan flokk. Sum ungur var eg virkin í SU (Sosialistiskt Ung- mannafelag), eg var javnaðar- maður burturav, og eg helli fram- vegis til grundleggjandi vinstra- hallu virðini. Carl Johan: So leingi Tjóð- veldisflokkurin arbeiðir fyri full- veldi, eri eg við, men eg eri ikki partur av nøkrum floksapparati. Mikkjal: Nú gloymir tú tínar túrar til Albania, Carl Johan! Carl Johan: Jaja. Sum ungur var eg virkin saman við teimum radikalu vinstahallu, og vit nýttu eina summarfrítíð í Albania. Men tann túrurin drap væl og virðiliga mína maoismu. Tað luktaði ov nógv av missión, men tá tað kemur til sosial viðurskifti og sosiala rættvísi, er lítið broytt frá tí tíðini. Um tit at enda hyggja afturá, kundu tit hugsað tykkum eina meiri anonyma lívsleið? Mikkjal: Nei, eg kenni ikki nakran tørv á at vera meira ano- nymur, enn eg havi verið. Eg haldi ikki, at eg eri eitt so kent andlit, hóast mítt navn av og á hevur verið partur av almenna rúminum. Tað hevur ongantíð verið til nakran nevniverdan ampa fyri mítt privatlív. Carl Johan: Eg havi ongantíð verið so kendur, at tað hevur bilað við ov lítlum anonymiteti, so tað hevur ongantíð verið nakar trupulleiki. ið kontanta stílinum verið skírdir provokerandi, og teir standa við brøðurnar Mikkjal Helmsdal og Carl Johan narøð í komandi vikuskiftisútgávunum Mikkjal Helmsdal Sjónleikarin og fyrrverandi sjónvarpsstjórin hevur serliga verið í andglettinum seinasta árið fyri sínar umstríddu og fyri summi provokerandi avgerðir sum stjóri í SVF, og hann hevur ikki fýrt fyri at spæla høgt spæl, skera ígjøgnum og fingið politiska myndugleikan upp úr stólinum. Føddur 1964 1981-82: AFS-næmingur í USA 1984: Studentaprógv 1984-85: Sjónleikari í Svøríki 1985-86: Sjónleikari í Føroyum 1986-89: Cand. mag. við høvuðsgrein í leiklistafrøði 1990-95: ymiskt 1995-1997: Leiðari á Grímu 1997-2001: Stjóri á Nordens Institut på Åland 2001-2004: Stjóri í Sjónvarpi Føroya 2004-?: Sjálvstøðugt vinnurekandi Fakta um Mikkjal Mynd: Jens Kristian Vang Næstu ferð: Jógvan og Magni Arge