Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-15, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 10 - 15. januar 2005 UMRØÐA Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tá ein setur nýggju fløguna við GoGo Blues í fløguspælaran, so er ein beinanvegin í øðrum heimi. Tað kann gera tað sama, um stova ella herberg títt er gult, grønt ella reytt, tí tá henda fløgan fer frá, gerst himmal, rúm og tilvera blátt. Hetta er ektað vøra. Ikki plagiat, sum annars er so nógv umrøtt í føroyska listaheiminum júst nú, har ongin veit hvør málar eftir hvørjum, sambært listafólkunum sjálvum. Men her er bert ein litur - blátt. Nummero Uno Manningin í hesi trio - GoGo Blues, er Uni Reinert Debess, Arnold Ludvig og Rógvi á Rógvu. Uno merkir á italskum nummar eitt, um eg ikki fari skeivur. Og Uni Reinert Debess er av góðum bergi brotin og hann er "all about blues". So einfalt er tað og tí er hetta ektað vøra - hjartaligt og við dygdini í hásæti. Tað eru nøkur ár síðani ein fyrstu ferð so smátt fór at hoyra um unga guitarleikaran, sangar- an, sum hevði henda forkærleik- an fyri bluestónleikinum. Hann kom so á pallin á spælistøðum í býnum (tað merkir í Havn), og skjótt skiltist, at her var ein úrmælingur á sínum øki. Gamaní hava føroyskir tón- leikarar spælt blues, tað er ofta har tað byrjar! (Samanber so mong bluesheiti). Men Uni er farin á nærum ódyrkað lendi. Hann er farin longur út á blá- dýpi, men munurin er, at hann grynnir. Hann hevur bæði beinini á botni. Ilt at seta orð á, men Uni er ektaður og í roynd og veru tann einasti í Føroyum, sum megnar hetta. Helst er ikki rætt at siga "megnar", tí eg haldi ikki at hetta er nakað, sum hann roynir at klára, men nakað ið hann er. So einfalt er tað! Arnold is back Afturat sær hevur Uni fingið tveir úrmælingar. Rógvi á Rógvi og Arnold Ludvig! Orð eru fátøk, tá hesir skulu lýsast. Úrmælingar úr Plúmm, sum síðani hava verið lokomotiv innan føroyskan tónleik. Teir Go,Go, Gott! GoGo Blues er ein trio, sum júst hevur givið fløgu út. Og so skuldi ein hildið, at søgan var snipp, snapp úti. Men henda fløgan er ikki bert ein fløga millum aðrar. Bluesfløgur við føroyingum eru sjáldsamar í Føroyum og tí er hendan kærkomin. Og hetta er ektað vøra, tað er einki at taka seg aftur í