Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2005 27 hava saman og hvør sær eina bukett av tónleikaavrikum aftanfyri seg. Og at teljast mill- um teir bestu innan føroyskan tónleik, er neyvan nakar ósamdur í. Gott er at hava Arnold aftur á klettunum, eftir útlegd í mong ár. Og gleðilgt er, at hann tykist beinanvegin at hava vunnið sær pláss aftur millum harkaliðið av livandi tónleikarum í miðstaðar- økinum. Og við Rógva og Arnold á ávíkavist trummum og bassi hevur Uni funnið sær tann platt- form, ið hann tryggur kann stand á, uttan mun til, hvussu blátt havið gerst undir honum. Go Go Nýggja fløgan ber eisini boð um sterka manning, sum hevur verið í upptøkuhølunum "Live", sum fløguheitið eisini sigur: Live in studio. Júst hvussu live ein er í studio kann altíð kjakast um. Helst er okkurt lappað og haldi meg vita, at t.d. sagurin er tikin aftanaá, men hetta eru smálutir. Og tá sagt verður live in studio, so merkir hetta eisini júst, at talan er ikki um eina mikrofon oman fyri tónleikararnar undir eini jammsession t.d. á Manhattan í Havn. Lag nummar eitt er lagið, ið fellur best og lættast í oyruni á áhoyrarunum. Løgini eru annars góð og sum sagt, so er hetta sum ein hvør onnur bluesútgáva. Og tað er sera, sera positivt menit. Um ein setir B.B. King, Hendrix ella onkran annan á, so er ongin munur á. Henda út- gávan stendur mát. Tónleikar- arnir standa má. Og Jón McBirnie hevur negna enn einaferð at blandað ljóðið, so tað er rátt og veruligt. Blues er hjarta, kenlsa og fátøk orð. Og so verður eisini her. Men tað stutta av tíð langa er, at fløgan við GoGo stendur stolt undir liðini av øðrum fløg- um á hillini, har altjóða blues- fløgur standa. Hon stenur uttan stuðul og fellur ikki. Og tað er tað góða og gleðiliga við hesi fløgu: Hon er einfalt tað heilt ektaða, sum ein helt iki fanst her á klettunum. Málarar í Føroyum tosa um litir - serstakar litir og ljós. Uni hevur sum tann fyrsti uppdagað føroyska bláa litin og er farin á tónleikahimmalin, sum ikki er bundin at londum, men er altjóða himmal, og hevur sett seg saman við B.B. king, Hooker og øðrum legendum. At fara í smálutir er her bert uppatfurtøka og óneyðugt. Uni er frálíkur! Um sjónvarpið stóð frá, og myndin var burtur eina løtu, so høvdu tey flestu væntað at sæð ein littan bluesguitarleikara við mikrofon. Men hetta er altso ein ungur, blábleikur føroyingur! Vit kenna Rógva og Arnold, su hava spælt saman, síðani teir vóru smádrongir. Tað gleðiliga er, at ein fær kenslu av, at teir teir enn eru smádrongir. Men stórir smádrongir, sum veruliga duga, far ikki skeivur av tí. Teirr swinga og groova. Og her hava teir møguleika at vísa seg í minimalistiskum smálutum, Hetta, at tað bara skal koyra og rigga og tað er bert bassur og trumma at hoyra! Men teir sleppa eisini at spæla solo og gera tað til UG! Og synd at siga so, men annað var ikki væntandi. Teir eru leysir av tíð og stað og av sínum ljóðførum. Tað má eita at sveima. Men her er ein frá- greiðingar trupulleiki - forklár- ingsproblem, tí samstundis eru teir eitt við ljoðføri síni. At hugsa sær Rógva sum annað enn trummuleikara ella Arnold sum annað enn bassleikara er óhugs- andi! Dugi í hvussu er ikki at hugsa mær hesar í leiklutinum sum bestu heilsøluseljarar í Føroyum innan t.d. sólbrillur. Blátt Skal stutt takast samanum, so er at siga, at GoGo Blues er blues, tá tað er best. Hetta er aftur til ektaða blues tónleikin og tá kann ikki fingur setast á. Har er hand- verkið í lagi og kenslan er har. Hvørt ein so er úti ella inni, á sjógvi ella landi, so gerst tilveran blá, tá tónleikurin hjá GoGo ljómar. Guitar, bass og trummur og so sangurin. Og so hasi 3 grepini, Óendaligir møguliekar at skapa blátt. Soleiðis skal tað vera. Hugaligt verður at hoyra GoGo til Prix Føroyar tiltakið, har okkurt av fløguni verður at hoyra, men mest nýtt tilfar. Go.go, gott! Útgávu konsertir Í sambandi við nýggju útgávuna verða ymisk tiltøk við GoGo Blues. Tann 21. januar, fríggjakvøld, verður útgávuframførsla í Rex, fyrrverandi Plattform, har GoGo Blues fer á pallin. Tann 29. januar fara GoGo Blues á pall í Atlanits í Klaksvík og 4. februar leika GoGo blues á bryggjuni í Vestmanna. Nýggjastu tíðindini siga, at goGo eru bodnir at leika á festi- valum í Grønlandi og í Írlandi.