leygardagur 15. januar 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 10 - 15. januar 2005
ÚTFERÐARHUGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
93 ára gamli bóndin situr nú
aftur í hugnaliga heimi sínum í
Kongsstovu í Nólsoy.
– Eg havi upplivað nógv, síðan
vit fóru úr Føroyum, 18. de-
sember og komu heimaftur, 3.
januar.
Richard fór niður og kom
heimaftur við flogfarinum hjá
Atlantsflogi, og í Danmark
koyrdi hann í toki til og úr
Slagelse, har hann helt jól saman
við Rúna, damuni og børnunum.
– Eg hevði hvørki verið í
flogfari ella toki áður.
Richard sigur, at hann var
ongantíð bangin við tankan um
at flúgva.
– Nei, tað var eg slett ikki. Eg
kendi ongan seg helst ótta á mær,
hvørki frammanundan, ei heldur
tá ið eg fór í flogfarið.
Hann sigur, at hann kendi seg
ógvuliga væl í flogfarinum, og
bæði túrurin niður og túrurin
uppaftur vóru góðir og ikki á
nakran hátt óbehagiligir.
– Eg sat so ógvuliga væl, og
fólk vóru so blíð og fyrikomandi.
Omman eldri
Richard sigur, at hann hevði ikki
sitið leingi í flogfarinum, tá ið
boð komu frá skiparanum um, at
hann var boðin fram í stýrhúsið
at heilsa upp á teir báðar, sum
skuldu føra ferðafólkini trygt um
hav og yvir lond.
– Tá ið eg kom fram, sigur
skiparin, at eg var ikki elsta
ferðafólk, sum hann hevði flutt
millum lond. Omma mín var
eldri; hon var 96, sigur hann við
meg.
Gamli bóndin í Nólsoy sigur,
at hann mátti ansa sær, tá ið
hann setti høvdið inn um í stýr-
húsinum, at hann ikki kom undir
teir óteljandi knapparnar og
kontaktirnar, ið har eru.
- Ja, har var eitt ótal av slík-
um, sigur hann.
Richard sigur, at bæði skiparin
og stýrimaðurin á flogfarinum
hendan dagin, sum báðir vóru
føroyingar, vóru fryntligir og
prátingarsamir, og tað vóru flog-
ternurnar, sum vartaðu ferða-
fólkini upp, so sanniliga eisini.
– Jú, hetta var eitt stórt upp-
livilsi, sum eg ikki hevði viljað
verið fyri uttan.
Hann sigur, at tá ið hann var
komin niður aftur at sita, komu
flogternurnar við einum plastik-
posa til hansara. Í posanum var
eitt lítið flogfar, sum kundi
byggjast saman, og har var eisini
ein konfekteskja.
Til altars
Richard og Rúni hildu sum nevnt
jól í Slagelse.
– Vit høvdu eini góð og hugna-
lig jól saman við damuni hjá
Rúna, sum lesur til sjúkrasystir í
Danmark og børnunum.
Richard sigur, at hann og Rúni
vóru í kirkju, 2. jóladag.
– Hetta var ein stór kirkja, men
har vóru bert 30 fólk í kirkju
hendan dagin – og øll fóru til
altars, bæði vaksin og børn.
Richard og Rúni fóru eisini
báðir til altars í donsku kirkjuni.
– Í Føroyum er ikki vanligt, at
børn fara til altars, fyrr enn tey
eru fermd, men her fóru sjálvt
tey yngstu børnini, sum vóru eini
5-6 ára gomul, eisini til altars.
Í Danmark koyrdu Rúni og
Richard biltúrar, har teir hugdu
seg um ymsastaðni, og somuleiðis
vóru teir ein góðan túr í Sorø.
– Veðrið var rímiliga gott í
Danmark hesar dagarnar. Tað var
eitt lítið lot viðhvørt, men
onkran dagin sást sólin, og eina-
ferð var eitt lítið følv, sigur hann.
Avstað aftur!
Spurdur, um hann nú hevur
fingið “blóð á tonna” at ferðast,
ásannar 93 ára gamli bóndin, at
tað er ikki sørt, at hann hevur.
– Eg fari avstað aftur í mai!
sigur hann, tá ið vit seta honum
henda spurningin.
– Rúni fer niðuraftur í mai, og
tey hava longu biðið meg komið
við. Eg ætli mær eisini avstað
aftur tá, um heilsan verður góð.
Hóast høga aldurin, hevur
heilsan hjá Richardi verið góð.
– Eg hevði tað gott á allari
ferðini, og eg kendi ikki á mær,
at hetta á nakran hátt gekk út
yvir heilsuna.
Richard heldur, at so leingi
heilsan er góð – og hann í allar
mátar er væl fyri og er klárur, er
eingin orsøk at setast afturá.
- Jú, eg haldi, at eg fari ein túr
niður aftur í mai, sigur hann.
Eingin útróður
Spurdur at enda, hvussu tað
gongur við útróðrinum hjá
brøðrunum báðum, Rúna og
Bárði, nú veðrið seinastu tíðina
hevur verið so buldrasligt, sigur
93 ára gamli bóndin í Nólsoy at
enda:
– Jú, teir fóru ein túr í kvøld,
men annars hevur eingin útróður
verið, síðan vit komu aftur úr
Danmark. Til tess hava líkindini
verið alt ov vánalig, sigur
Richard Jacobsen.
Fyri jól skrivaðu vit um 93 ára gamla bóndan í
Nólsoy, Richard Jacobsen, sum fyri fyrstu ferð í
lívinum fór út um landoddarnar. Somuleiðis
hevði hann verið í Havn og fingið sær sítt fyrsta
pass nakrantíð, eitt ES-pass. Saman við Rúna
Poulsen í Nólsoy fór hann niður til Slagelse í
Danmark at halda jól
93 ára gamli bóndin, Richard Jacobsen:
– Eg fari avstað aftur í mai!
Her sita teir báðir, 93 ára gamli, Richard Jacobsen og Rúni Poulsen, sum hevði Richard niður við sær at halda jól
Mynd: Erik Christensen
- Boð komu úr stýrhúsinum um, at skiparin og stýrimaður vildu sleppa at
heilsa upp á meg, sigur Richard, sum her noyðist at ansa sær fyri øllum
knappunum
Mynd: Erik Christensen
- Bæði yvirmenninir og flogternurnar vóru sera fryntlig og fyrikomandi,
sigur Richard, sum fekk eitt lítið flogfar og eina eskju av konfekt í
flogfarinum
Mynd: Erik Christensen