leygardagur 15. januar 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 - 15. januar 2005
29
AV LANDINUM
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tú mistekur hann neyvan við
nakran baldruttan føroyskan rok-
skipara, sum hevur ligið og barst
á íshavinum stóran part av sínum
lívi. Hansara fasinatión er hvørki
toskur ella hýsa, men hinvegin
blómur og blómuprýði. Ikki sær
hann bulmikil út, og hóast sín
lutfalsliga unga aldur, er hárið
longu gránað og fækkað í tali.
Tey, ið standa honum nær,
lýsa hann sum skemtingarsaman,
ómátaliga kreativan, fyrikom-
andi, ágrýtnan og ikki minst
sermerktan.
Egin er helst besta lýsingin av
33 ára gamla dananum, Ulrik
Skytte, sum hevur búleikast í
Føroyum seinastu árini. Nú
hevur danin gjørt av at flyta til
Danmarkar, og harvið hvørvur
ein býarmynd í høvuðsstaðnum
seinastu árini.
Sterkt sosialt kontrol
Ulrik Skytte flutti til Føroya í
1997, og hann byrjaði alt fyri eitt
at arbeiða í blómuhandlinum,
Fípuni. Nú hann eftir átta ár í
Føroyum hevur valt at stinga í
sekkin og flyta aftur til Dan-
markar, hava vit spurt hann,
hvørjar positivar og negativar
royndir hann hevur gjørt av
føroyska samfelagnum.
– Føroyar eru eitt deiligt
samfelag. Føroyingar eru bæði
fryntligir og vinarligir, og her er
gott samanhald. Tann eginleika,
sum mær best við tykkum, er at
tit geva tykkum stundir til
hvønnannan og at tað ongantíð er
nakar trupulleiki at koma á gátt
hjá hvørjum øðrum, uttan mun
um tú hevur avtalað tað framm-
anundan, at tú kemur á vitjan,
fortelur 33 ára gamli danin.
Hann hevur kortini ikki bara
rós at bera føroyingum og før-
oyska samfelagnum.
– Føroyingar hugsa alt ov nógv
um, hvat onnur halda um teir. Tit
eru ótrúliga bangin fyri at bróta
burturúr heildini, men so skjótt
tit fara av landinum sláa tit tykk-
um veruliga leys. Hetta fyri-
brigdi kemur óivað av, at tit
kennast so væl, og harvið er
sosiala kontrollið so sterkt,
heldur Ulrik Skytte.
Fingið frið
Tað eru góð trý ár síðan, at Ulrik
Skytte trein fram sum samkynd-
ur fyri føroyska almenninginum í
Sosialinum. Síðan hann flutti til
Føroya hevur hann ongantíð dult
fyri, at hann er samkyndur, og tá
samkyndir føroyingar tóku seg
saman í felagsskapin, Friðar-
boðan, í fjør, var Ulrik skjótur at
gerast limur.
Tá tú bert eyga við Ulrik kann
skjótt staðfestast, at talan er um
eitt menniskja, sum brýtur frá
fjøldini í Føroyum viðvíkjandi
útsjónd og stíli. Eitt høvuðsey-
ðkenni í føroyska samfelagnum
er, at fólk, sum onkursvegna
bróta frá mongdini, hava ilt við
at fóta sær.
Sum samkyndur við sínum
heilt egna stíli hevur Ulrik Skytte
kortini ikki merkt stórvegis til
hetta serføroyska fyribrigdið.
– Hatta hevur ikki verið nakar
trupulleiki. Sum heild hava fólk
tikið væl ímóti mær í Føroyum.
Onkur fullur maður hevur
onkuntíð rópt okkurt eftir mær,
men tað havi eg ikki tikið so
tungt. Tað stuttliga er, at eg havi
ongantíð upplivað at nakar føroy-
ingur hevur nakrantíð rópt bøssi
eftir mær, men í gongugøtuni í
Keypmannahavn hevur tað verið
rópt eftir mær, greiðir Ulrik frá.
Giftir menn
Ulrik Skytte fortelur, at tað eru
fleiri ymiskar orsøkir til, at hann
hevur valt at flyta úr Føroyum.
Ein orsøk eru arbeiðsumstøð-
urnar.
– Eg gjørdist ósamdur við
leiðsluna í Fípuni um løn og, um
hvussu handilin skal skipast.
Fípan er eftir mínum tykki blivin
ein discount handil, og tað má
leiðslan gjarna satsa upp á, men
so eri eg ikki rætti maðurin hjá
teimum. Fyri at menna meg
áhaldandi havi eg eisini tørv á
fleiri skeiðum, sum eg ikki fái í
Føroyum, sigur skjótt fyrrverandi
býarmyndin í høvuðsstaðnum.
Ulrik dylir heldur ikki fyri, at
ein av fremstu orsøkunum til, at
hann flytir av landinum er, at
hann hevur trupulleikar at finna
sær ein unnusta í Føroyum. Hann
vísir á, at hann gerst ikki yngri,
og hann tískil má gera skjótt av á
tí økinum, sum hann málber seg.
– Trupulleikin í Føroyum er, at
vit eru so fáir, sum vilja standa
við, at vit eru samkyndir. Tað er
ein rúgva av sam- og tvíkyndum
monnum í Føroyum, men stóri
trupulleikin er, at teir eru giftir.
Nógvir teirra hava sett seg í sam-
band við meg bæði persónliga,
umframt gjøgnum telefon og
alnótina, og gjøgnum tíðina havi
eg lagt oyra til nógv, sum ikki
tolir dagsins ljós. Giftu menninir
tora ikki at standa fram, tí sam-
felagið er so lítið, og at teir eru
bangnir fyri, at konan og
familjan finnur út av tí. Eg havi
eisini fleiri ferðir fingið at vita,
at eg eri eitt ov kent andlit til, at
teir vilja hava samband við meg,
greiðir Ulrik Skytte frá.
Danin sigur seg vænta, at tol-
semi mótvegis samkyndum fer at
økjast komandi árini, tí eitt nýtt
ættarlið er ávegis, sum ikki
hevur somu fordómar mótvegis
samkyndum sum undanfarin
ættarlið.
– Bara ta tíðina, eg havi verið
her, er ótrúliga nógv hent á tí
økinum. Føroyingar eru blivnir
meira opnir mótvegis samkynd-
um, og tey ungu veksa upp við tí
hugburðinum, at tað er ikki
nøkur synd at vera samkyndur í
Føroyum longur, og hetta fer
óivað at hava við sær, at fleiri
samkynd fara at traðka fram í
framtíðini, væntar Ulrik Skytte.
Bersøgni samkyndi Ulrik Skytte fer av landinum hóast:
Ein rúgva av samkyndum monnum
í Føroyum
-Stóri trupulleikin er, at teir eru giftir. Nógvir teirra hava sett seg í samband við meg
bæði persónliga, umframt gjøgnum telefon og alnótina, og gjøgnum tíðina havi eg lagt
oyra til nógv, sum ikki tolir dagsins ljós. sigur Ulrik, sum nú flytir av landinum millum
annað tí at tað er ringt at finna ein samkyndan unnusta í so lítlum samfelagi
Mynd: Jens Kr. Vang