leygardagur 15. januar 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 10 - 15. januar 2005
TINGHELLUANALYSAN
Kári á Rógvi
kari_law@post.olivant.fo
Tá Danmarks Riges Grundlov
seinast var endurskoða í 1953,
var tað "formoda," at heima-
stýrisskipanin var í samsvari við
grundlógina. Longu í 1948
samdust Føroyar og Danmark
um eina skipan við heimastýri,
ið millum annað viðurkendi, at
føroyskir myndugleikar høvdu
"lóggávuvald og umboðsvald."
At viðurkenna heimildir
Føroya at lóggeva og fyrisita bar
til, hóast grundlógin í 1948
segði, at lóggávuvaldið var hjá
"Kongen og Rigsdagen" í felag,
og hóast "Kongen" og "Regeri-
ngen" sambært grundlógini
skuldu standa fyri útinnandi
valdinum og umboðan úteftir.
Tað bar eisini til hjá føroysk-
um myndugleikum at samtykkja
fíggjarlóg og aðrar játtanarlógir,
hóast grundlógin segði, at ríkis-
tingið skuldi samtykkja "Finans-
lov" sum fortreyt fyri øllum
almennum útreiðslum.
Alt hetta, sum saktans kundi
tykst "uppá kant við" grundlóg-
ina, var nú "formoda" at vera í
lagi. Eisini var samtykt longu í
fyrstu paragraff at áseta, at
Danmarkar ríki gongur í bólkum;
har kom at standa, at grundlógin
er galdandi fyri "alle dele af
Danmarks Rige."
Tann endurskoðaða grundlógin
var kunngjørd í 1953, og um-
framt "formodningina" um, at
føroyskir myndugleikar kundu
fáa heimildir, ið annars kundu
tykjast ólærdum at liggja hjá
ríkisstovnum, var eisini ein
heimild til at lata vald til
"mellemfolkelige myndigheder."
Hetta stendur í § 20 og hugsað
var fyrst og fremst um greitt at
heimila limaskapi í tí, vit nú
nevna Europeiska Samveldið,
ES.
Tað stendur tó onki í § 20 um,
at ymsu "dele af Danmarks rige"
hvør sær kunnu lata vald frá sær
ella lata vera; heldur onki er
nevnt um at taka seg úr aftur ES
ella øðrum "millumfólkaligum"
samveldum. Men tó sluppu
Føroyar undan at fara uppí ES;
og Grønland kundi seinni enntá
taka seg úr samveldisstøðuni við
ES.
Tað ber so grúiliga væl til
Danir er skemtingarsamir. Mill-
um danskt skemt er hugfarsliga
søgan um humlufluguna. Henda
fluga er heldur trivaliga á at líta,
hyldlig og loðin við veingjum so
smáum, at tú undrast á, at tær
megna at bera fluguni uppi.
"Humluflugan fær ikki flogið,"
siga danir, men - leggja teir
skemtandi afturat - "hon veit
bara ikki av tí."
Nakað soleiðis hugsa aftur-
lítandi embætismenn í donskum
ráðum helst um okkum. Før-
oyskir myndugleikar kunnu
hvørki eitt ella annað, teir vita
bara ikki av tí. Meðan føroyskir
myndugleikar surra sum humlu-
flugan, so ugga stívrendir
embætismenn seg við, at hetta í
veruleikanum stríður ímóti øllum
viti og skili, og ein vakran dag,
man føroyska flugan fella til
jarðar.
Við uppskotinum um fólka-
tingslóg um uttanríkisheimildir
Grønlands og teirri enn ikki
føddu tvíburðasystrini um
uttanríkisheimildir Føroya, er
hesin dagur at enda upprunnin.
Nú skal samtykkjast, at føroyskir
myndugleikar í veruleikum onki
sjálvstøðugt vald kunnu hava, tí
tað "er ikki lov" sambært grund-
lógini. Føroyskt vald skal
"formodast" burtur aftur.
Danskir politikarar tykjast ikki
hava nakran trupulleika at
viðurkenna føroyskar heimildir
og føroyskt vald. Beint eftir
annan heimsbardaga, tá danir
vildu samráðast við Føroyingar
um nýggja skipan av samveld-
inum okkara millum, segði
danski tingmaðurin Robert Stær-
mose á fólkatingi, at neyðugt var
at samráðast bæði við grøn-
lendarar og føroyingar, so ikki
somu mistøk vórðu gjørd sum
mótvegis íslendingum. Serliga
var neyðugt beinanvegin at
viðurkenna uttan nakað fyrivarni,
at føroyingar eru "en Nation" -
tjóð - við øllum tí, hetta ber í
sær.
Formælið til heimastýrislógina
nevnir eisini "den Særstilling,
som Færøerne indtager i national
Henseende."
Eisini verandi forsætisráðhari
hevur ikki bert sagt, at Føroyar
og Grønland skulu fáa fleiri
veruligar heimildir uttanríkis-
politiskt, hann hevur enntá sagt
av fólkatingsins røðarapalli, at
Tórbjørn Jacobsen (ið tá sat á
danatingi) var vælkomin at halda
og meina, at føroyska fólkið og
løgtingið vóru omanfyri grund-
lógina. Tí slíkt vóru teoretiskir
spurningar, segði Fogh.
Til ber sostatt hjá Anders Fogh
at fara so langt, at hann semist
við Tobba, tann mest víðgongda
loysingarmannin og tað minst
semjusøkjandi av øllum tingfólk-
um í Føroyum, um at teir báðir
kunnu hava hvør sína fatan av
støðuni. So mátti tað borið til hjá
honum at samst við Jóannes og
Lisbeth um eina hampiliga
nýskipan av viðurskiftunum,
uttan at heimstýrisskipanin skal
endavendast.
Hetta tykist enn meiri eyð-
vitað, tí fólkatingið í 1999
samtykti svart uppá hvítt, at
føroyska fólkið skuldi gera av,
hvussu framtíðar sambandið
ríkispartanna millum skuldi
skipast.
Tað átti at borið so grúiliga
væl til.
Blakman konge vågner
om nat
Í ættini hjá konu míni eru tey
von at kvøða vísuna um Blak-
man konge. Hon er um sann-
droymdan kong, ið droymir, fyrst
at hann stríðist ímóti trimum
bjarnum og vinnur tær, síðani at
hann berjist ímóti eini leyvu,
men tapir ímóti henni. Hann fer í
víggj og møtir Vidrik Verland-
søn, ið stríðist undir bannara við
eini leyvu á. Hóast Blakman
kennir á sær, at hann fer at tapa,
vil hann heldur doyggja menskan
deyða, enn geva seg yvir. Í
vísuni verður tikið til:
"Meldte det Vidrik
Verlandsøn, han blev i
kinderne rød;
det var stor ynk at se derpå, at
slig en kæmpe skulle dø."
Tað tykir mær, sum nakrir
fámentir embætismenn stríða
sama stríðið ímóti lagnuni. Er
onkur færøekspertur sann-
droymdur, man hann hava
droymt nakað tað sama um eina
hvítabjørn og ein veðr.
Áðurnevndi Stærmose minti á
sinni á, hvussu óhepnir danir
høvdu verið við embætisfólki
sínum í Føroyum, hagar teir
mangan høvdu beitt fólk, ið ikki
kundi brúkast aðrastaðni. Slík
fólk tykjast enn sita sum luft í
rørunum
í
uttanríkis-
og
forsætismálaráðunum. Men illa
ber til annað enn at virða dyrvi og
ágrýtni teirra at rógva andróður
móti tíðini.
Eitt til viks og fleiri
eftir reyv
Hvat er so galið við heimildar-
lógini? Jú, fyrst staðfestur hon,
at føroyskir myndugleikar kunnu
gera avtalur við onnur lond.
Hetta er staðfesting av siðvenjuni
og er tí í besta føri eitt fet til
viks. Síðani ásetir hon, at danskir
myndugleikar kunnu gera avtalur
og sáttmálar á okkara málsøkj-
um, og enntá siga upp teir sátt-
málar og tær avtalur, ið vit hava
gjørt. Síðani stendur, at vit skulu
boða frá áðrenn, meðan og
aftaná vit samráðast við onnur
lond, líkamikið hvat tað snýr seg
um, og uttan mun til, um hetta
eru avtalur, ið vit mangan fyrr
hava gjørt. Eisini er stappað uppí
sekkir av viðmerkingum, sum
For så vidt angår Færøerne
Á Tinghelluni á hesum sinni viðger Kári á
Rógvi tær báðar lógirnar um uttanríkis-
heimildar - eina fyri Grønland og eina fyri
Føroyar - ið ríkispartarnir í hesum døgum
tingast um