Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-15, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2005 31 greiða frá, at til ber ikki at lata føroyskum myndugleikim víðar heimildir, tí hetta skal stríða ímóti ásetingini í § 19 í grund- lógini um, at "Kongen handler på rigets vegne." Ádú, tá tað bar til at "for- moda" seg burturúr ásetingunum um, at bara kongur og fólkating smíða lógir, játta pengar og út- inna vald, tá tað bar til hjá okk- um ikki at fara uppí ES, tá tað ber til hjá ES at umboða Dan- mark, og tá vit vita, at danska ríkisgrundlógin í grundini ongantíð hevur handlað um valdsbýtið í ríkissfelagsskapinum - ja so átti tað eisini at borið til at latið kong verið drottning, og latið føroyskar myndugleikar umboða seg sjálvar í egnum navni á teimum málsøkjum, har føroyingar ráða. Í hesum viðmerkingum verður skrivað um allar tær skipanir, har føroyingar hava sjálvstøðuga umboðan, at talan er um "sær- egne undtagelser." Eisini stendur í hesi lóg, at Føroyar og Grøn- land skulu semjast á teimum økjum, har Føroyar og Grønland í felag umboða ríkið. Hetta ber sjálvsagt heldur ikki til at ganga undir. Tað er eisini brot á heima- stýrisskipanina at leggja fram á fólkating uppskot um grøn- lendsku heimildirnar, ið bein- leiðis hevur ásetingar um Før- oyar og óbeinleiðis fær týdning fyri okkum, uttan at hetta uppskot fyrst er samtykt sum ríkislógartilmæli í Føroyum. Í øllum førum átti grønlendska lógin at bíða eftir teirri føroysku. Loksins skulu vit nú ganga undir, at vit skulu eita "Konge- riget Danmark for så vidt angår Færøerne." Hann náði tú meg! Tað velst um hvørt høvi og høpi sær, hvussu vit skulu kallast. Í altjóða sjórættarfelagskapinum, IMO, eita vit td. The Faroe Islands, Denmark. Hvat kundu vit hugsað okkum? Uppskotið sum tað liggur nyttar valla at tveita burtur. Afturfyri eittans stykki, ið staðfestir verandi støðu, mugu vit lata allar hinar ásetingarnar, umframt viðmerkingarnar. Vána úrslit. Í staðin áttu vit at biðið um: • Sáttmála ella seming um uttanríkisheimildirnar hjá Grønlandi og Føroyum • At hesin varð fráboðaður øðrum londum • At hesin staðfestir, at vit gera avtalur í egnum navni á egnum málsøkjum • At Danmark hevur skyldu at taka fyrivarni fyri Grønlandi og Føroyum í øllum altjóða sáttmálum, ið viðvíkja máls- økjum, sum eru yvirtikin ella eyðvitað kunnu yvirtakast. • At allir sáttmálar skulu leggjast fyri tingini í Grønlandi og Føroyum fyri at fáa gildi • At Danmark skal virka fyri, at allir altjóða stovnar, ið eru Grønlandi og Føroyum við- komandi, sambært viðtøkum sínum skulu kunna taka upp lond sum okkum sum limir ella atlimir Sjálvsagt er, at partarnir hvør í sínum lagi kunnu hava egna fatan av, hvussu alt hetta ber til, egna fatan av tí, ið Anders Fogh nevndi teir teoretisku spurning- arnar. Vit áttu at boðið donskum tingfólkum til Føroya at viðgjørt hesar spurningar, umframt at vit áttu at viðgjørt hesi mál og miðlar alment her heima. Tað var skeivt lagt til rættis at lata em- bætisverkini togast um uttan- ríkisheimildirnar. Tað er eisini at undrast á, vit tykjast hava ta støðu, at vit skulu hyggja út ígjøgnum vindeyga og látast sum onki, tá danir nevna grundlógina. Tað er tvass at siga, at vit ikki hava viðurkent grundlógina. So ella so hava vit viðurkent, at hon er har, og at hon sigur okkum, hvørjar stovnar vit hava hinu- megin borðið og hvørjar hemildir teir hava. Á sama hátt sum føroyingar ofta duga betur at stava danskt enn danir sjálvir, so áttu vit eisini at kent grundlógina betur enn danir og kunna víst teimum á, at fyri tað fyrsta er grundlógin fyrst og fremst stýrisskipanarlóg Danmarkar - hon hevur ongar beinleiðis reglur um ríkisstøðuna - og fyri tað annað er tað í øllum førum næstan púra frítt fyri hjá fólka- tinginum at tulka grundlógina hvønn veg, tað skal vera. Tað má tí "formodast" at vit kunnu smíða eina nøktandi skipan í góðum samsvari við grundlógina. Atli P. Dam, løgmaður, og Poul Schlüter, forsætisráðharri, hava júst undirskrivað avtaluna um yvirtøku av málsøkinum ráevni í undirgrundini Mynd úr Løgtingið 150 Sendinevndin er komin til Keypmannahavnar. Vinstrumegin frá: Andreas Møller, skrivstovustjóri í danska forsætisráðnum, Rikard Long, Pól Petersen, Petur Mohr Dam, Niels Arup, ráðharraskrivari, Jóhan Poulsen, Jákup Fr. Øregaard, Kristian Djurhuus og Hilbert, amtmaður. Thorstein Petersen vantar á myndini Mynd úr Stjórnarskipanar málið 1946