Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-15, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 10 - 15. januar 2005 POLITIKKUR Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Tað eru ógvuliga nógvar tulking- ar av lovforslag nr. 126, sum í hesum døgum bíðar eftir at verða liðugt viðgjørt á Fólkatingi. Lovforslag nr. 126 er Lov om Grønlands landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler. Í skrivandi stund er fólkatingsval ikki út- skrivað, men verður val í næst- um, so verður lovforslag nr. 126 eisini sett á síðulinjuna. Eitt líknandi lóg fyri Føroyar er ikki enn løgd fyri Fólkatingið, og í løtuni er óvist, hvussu tað verður við samráðingunum mill- um føroyingar og danir um før- oyskar heimildir í millumtjóða sáttmálum og avtalum. Men tað vildi verið løgið, um grønlend- ingar og føroyingar fingu ymsar heimildir frá somu donsku stjórnini undir somu grundlógini. Rætta vegin Fólkatingsumboðið fyri mest hin sjálvstýrissinnaða flokkin í Grønlandi, Inuit Ataqatigiit, heldur, at hendan nýggja lógin sum meginregla er eitt stig tann rætta vegin. - Hetta er tá ið samanum kem- ur eitt stig tann rætta vegin. Fyri grønlendska ynski um sjálvstýri er hetta eitt framstig, men ikki nakað avgerandi stig, sigur Kuupik Kleist, sum eisini er limur í Norðuratlantsbólkinum á fólkatingi. Hann vísir á, at lógin hevur verið til viðgerðar í grønlendska landstinginum, og her var hon viðmælt við stórum meiriluta. - Skotbráið at viðgera lógina var øgiliga stutt hjá Landsting- inum. Har komu eisini nakrar reglur við, sum eg als ikki eri samdur við. Tað snýr seg um, at Grønland ikki er nakað fólka- rættarligt subjekt – men bara staturin Danmark er tað. Men sjálvur parturin um myndugleika haldi eg er í lagi, sigur Kuupik Kleist. At lógaruppskotið verður langt fram júst nú, heldur Kuupik Kleist eisini vera undrunarvert. Hann minnir tó á, at vit eisini mugu duga at síggja hetta frá danska sjónarhorninum og teirra tulkan av grundlógini. Skeiva vegin Lars Emil Johansen, sum um- boðar Siumut á fólkatingi og er limur í Norðuratlantsbólkinum, setir stór spurnartekin við, hvørt lovforslag nr. 126 er ein betran av grønlendskum viðurskiftum. - Eg loyvi mær at seta stór spurnartekin við, hvørt hetta er eitt stig rætta vegin fyri Grøn- land. Vit mugu hava langtíðar- málið um grønlendskt sjálvstýri fremst í huganum, og har dugi eg ikki at síggja eitt framstig, sigur Lars Emil Johansen. Viðgerðin av lógaruppskotum skal, eftir hansara fatan, nýtast til at meta um trý avgerandi viður- skiftum: Ì mun til tað virkandi skipanina, ynski um grønlendskt sjálvstýri og tann løgfrøðiliga partin og serliga grundlógina og altjóða fólkarætt. Fólkatingsumboði fyri grøn- lendska Javnaðarflokkin heldur, at talan kann gerast um eitt afturstig fyri grønlendingar. Hann vil tó ikki lasta dønum fyri niðrandi ella skeivt orðaljóð í lógaruppskotinum. - Danir hava tíðanverri havt sum siðvenju at vera ógvuliga hástórir og yvirlegnir í tílíkum støðum, men eg haldi, at í seinastuni er støðan nógv betra, og tónin er vorðin positivur, sigur Lars Emil Johansen. Lítil týdningur Bæði grønlendsku fólkatings- umboðini eru samd um, at hend- an lógin – verður hon samtykt – ikki fær tann heilt stóra týdning fyri grønland og sjálvstýrismálið í Grønlandi. - Eg havi ógvuliga trupult við at ímynda mær, at hetta fer at fáa tað heilt stóru ávirkanina. Hvørki fyri kjakið ella fyri sjálvstýris- málið, sigur Lars Emil Johansen. Hesum er Kuupik Kleist eisini samdur við partamanni sínum á fólkatingi í. - Hetta fer ikki at fáa nakra stórvegis ávirkan. Hetta er í alstóran mun ein formalisering av nøkrum viðurskiftum, og eg haldi, at tað formelt er eitt stig tann rætta vegin, sigur Kuupik Kleist. Sum sagt var tað stórur meiriluti aftan fyri uppskotið, tá málið var til viðgerðar í grønlendska landstinginum. Ein spurningur um vilja Grønlendsku fólkatingsumboðini er aftur samdir um, at grundlógin ikki eigur at vera nøkur forðan fyri øktum sjálvstýri ella størri heimildir. - Tað hevur víst seg at vera ein spurningur um politiskan vilja og ikki um løgfrøði. Vit hava sæð, at tað ber til, og vit eiga tí at leggja dent á politikkin, sigur Kuupik Kleist. Støðan hjá Lars Emil Johansen er tann, at grønlendingar sum so ikki nýtast at taka atlit til grundlógina. - Grønland er bara hekta upp á grundlógina, so tað eigur ikki at vera nøkur forðing. Tað er meira ein spurningur um vilja, sigur Lars Emil Johansen. Tað ber til at lesa alt lógarupp- skotið og viðmerkingar á http://www.folketinget.dk/Samlin g/20041/lovforslag/L126/som_fr emsat.htm - Tað ber ikki til hjá grønlendingum og føroyingum at fáa størri heimildir enn tær í lógaruppskoti nr. 126. Tað forðar grundlógin fyri, heldur Per Lachmann, embætismaður FYRISITING Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Danski embæitsmaðurin Per Lachmann hevur verið nakað frammi í sambandi við føroyska kjakið um uttanríkisheimildir. Vit hava ringt til danska embætismannin. Per Lachmann starvast til dagligt hjá Udenrigsministeriet, har hann millum annað virkar sum ráðgevi í føroyskum og grønlendskum viðurskiftum. Men hann er ikki nógv fyri at gera viðmerkingar til føroysk viðurskifti. - Eg veit væl, at í føroyskum sjónvarpi eri hongdur út fyri at vera tann, sum tulkar grundlóg- ina og forði føroyingum, men tað er púra skeivt fatað, sigur Per Lachmann. Tað er ístaðin í danska løg- málaráðnum og í statsminister- iet, at vit skulu finna upphavið til donsku grundlógartulkingina. Hann vil heldur ikki sjálvur gera viðmerkingar til, hvat hann heldur um tulkingarnar av grundlógini. - Tað er í stóran mun eitt politiskt mál, sum eg ikki vil blanda meg uppí, sigur Per Lachmann. Maksimum Danska grundlógartulkingin er avgerandi, sambært Per Lach- mann. Tað er hon, sum avmarkar hvat ber og ikki ber til. Lovfor- slag nr. 126, sum eisini umrøtt aðrastaðni í Tinghelluni, er maksimum fyri, hvat grønlend- ingar og føroyingar kunnu vænta sær. - Tað ber ikki til hjá grøn- lendingum og føroyingum at fáa størri heimildir enn tær í lógar- uppskoti nr. 126. Tað forðar grundlógin fyri, heldur Per Lachmann Danski embætismaðurin heldur, at lógaruppskot nr. 126 gevur størri møguleikar fyri Grønland uttan at fara uttan um heimildirnar í grundlógini. Og stórvegis meira fáa vit ikki danska embætismannin at siga. Eitt stig rætta vegin? Grønlendsku fólkatingsumboðini eru ósamd um, hvørt nýggja lógin um fólkarættaligar avtalur fyri Grønland er eitt framstig Tað mest loyvda Grønlendsku fólkatingsumboðini eru ósamdir um, hvussu góð nýggja lógin um grønlendska rættin at gera millumtjóða avtalur er.