Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-15, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2005 33 TINGHELLUDEBATTIN Sámal Matras Kristiansen Tað er av sonnum syrgiligt sum Føroya syðsta oyggja er farin illa hesi seinastu fimtan árini. Síð- andi kreppan byrjaði at gera um seg í nítiárunum hevur lítið gott verið at hoyrt úr oynni, og úr Vági hava næstan bara verið neyðarróp. Hetta er væl skilligt, tí Suðuroyggin er nú í 2005 enn meiri afturútsigld enn hon longu var tá ið kreppan var uppá sítt versta. Og her er eingin bati at hóma. Allar loysnir sum talað verður um, eru av slíkum slagi, at tær halda í besta føri nøkur ár fyri síðani at detta niðurfyriaftur, uttan at oyggin sum heild er komin víðari. Tað er sum at mýga í brøkurnar. Tað vermir eina løtu, men tá ylurin er kølnaður, byrja beinini at frysta hvaðna verri. Eg haldi tað vera harmiligt at so nógvar góðar loysnir verða havdar á lofti, uttan at nakar torir at nema við ta veruligu grundina til at tað er so illa statt í Suður- oynni. Burtursæð frá nýggja (sera skilagóða) sparikassa- stjóranum eru sera fá, ið av álvara tosa um tørvin av einum beinleiðis sambandi av Suður- oynni og niður á meginlandið. Her verður í staðin tosað um ein betri Smyril (alt gott um tað) og flutningsstuðul og aðrar stuðuls- skipanir og aðrar gamalkendar loysnir. Men trupulleikin, tann strukturelli vansin hjá Suður- oynni, er at øll vøra sum nú er - tað veri seg út- sum innflutn- ingur skal um Havnina at venda. Bert hetta, at Suðuroyggin í grundini hevur einans bý at útflyta sínar vørur til, nevniliga Tórshavn, ger at framleiðslan neyðturviliga (alt annað líka) verður dýrari, um veruligi marknaðurin er at finna suðuri í Evropu og man skal kappast við somu vørunum. Harumframt kemur sjálvandi tíðartrupul- leikin, nevniliga at góðskan minkar jú longri fiskurin bíðar eftir ávikavíst at verða virkaður og seldur. Sjálvandi er møguligt at loysa nakrar av hesum trupulleikum við ymiskum stuðulsskipanum. Men so leingi einki beinleiðis samband er millum Suðuroynna og evropeiska meginlandið, er tað sum at mýga í brøkurnar. Skipanin heldur nøkur ár - í besta føri - og síðani dettur alt niðurfyri aftur og skal setast upp aftur á slitnu almennu høkjurnar. Men oyggin kemur ikki víðari, men verður heldur uppaftur meiri afturútsigld í mun til restina av landinum, ja kann við tíðini enntá gerast ein bági fyri samanlagda føroyska búskapin, ið neyvan hevur ráð at fara ígjøgnum enn eitt lemjandi stuðulsævintýr. Sum eg dugi at síggja tað, er einasta loysnin fyri at fáa Suður- oynna til aftur at gerast eina blómandi oyggj, at loysa flutn- ingsspurningin. Hetta kann gerast á nógvar hættir. Men mest nærliggjandi er, at interessentar úr oynni - kanska við hjálp úr onkrum Suðuroyargrunni - keypa seg inn í etthvørt flutningsfelag og harvið skapa eina trygga og burðardygga flutningsloysn, ið ger Suðuroynna, t.d. Drelnes til seinastu havn Útnorðurs áðrenn Bretland, soleiðis at Suðuroyggin á hendan hátt hevur ein kapping- arfyrimun í mun til restina av landinum hvat viðvíkur tíð frá flakavirki til søludisk. Um Suðuroynni skal verða eina góða framtíð lagaðari, so er neyðugt at koma burturfrá útjaðarahugsu- narháttinum, og í staðin byrja at hugsa seg sjálvan sum ein mið- stað. Tí at tað er altíð í miðstað- unum at framtíðin liggur. Og við tíðini fara suðuroyingar - hvør veit - at eiga sítt egna flutnings- felag. Suðuroyggin og flutningsspurningurin LÓGARSMÌÐ Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Tað vildi ikki verið tað skilabesta hjá føroyingum í sjálvstýrishøpi at fáa eina lóg meinlíkari lovfor- slag nr. 126 samtykta. Tað heldur royndi sakførarin Halgir W. Poulsen. Lógaruppskotið nr. 126 snýr seg um fólkarættaligar avtalur hjá Grønlandi og ikki fyri Før- oyar, men tað er torført at ímynda sær ymiskar treytir fyri Grønland og Føroyar. Halgir W. Poulsen hevur verið virkin í ymsum millumtjóða viðuskiftum. Millum annað var hann við í arbeiðinum at fáa Føroyum atlimaskap í altjóða sjófelagsskapinum hjá ST, IMO. Lítið nýtt Vit hava fingið Halgir W. Poul- sen at lesa lógaruppskotið og viðmerkingarnar. Men tað er ikki tann mest hugnaligi lesnaðurin, hann hevur havt í hondum. – Eg haldi ikki, at tað er nakað nýtt ella serliga spennandi við hasari lógini. Hon er eisini ógvuliga torskild, og eg dugi ikki at síggja, hvat endamál ella hvørja nýskapan hendan lógin hevur, sigur Halgir W. Poulsen. Tað er greiða fatanin hjá roynda sakføraranum, at tað er ógvuliga lítið hjá føroyingum at heinta í einari tílíkari lóg. Hann knýtir ikki hetta saman við spurninginum um tulkanina av grundlógini. – Tað verður trupult at semjast um, hvussu grundlógin skal tulkast. Teir tulka sum teir gera, og vit tulka upp á okkara máta, sigur Halgir W. Poulsen. Hann heldur ikki, at hendan lógin hevði gjørt nakran mun í sambandi við arbeiðið at fáa Føroyum atlimaskap í IMO. – Í tílíkum førum snýr tað seg um at seta seg væl inn í sam- tyktir hjá tí einstaka felags- skapinum. Loyvir hann bert fullveldum limaskapum, so kunnu vit gera alt tað, vit vilja, men vit fáa ikki limaskap fyrr enn, vit hava fingið fullveldi. Í IMO er støðan ein onnur, og tað Betri sum er Meðan nógvir føroyingar ikki eru serliga glaðir fyri útlitini, at ein líknandi lóg skal samtykjast fyri Føroyar, so hevur í øllum førum grønlendska Landstingið góðtikið lógina við stórum meiri- luta. Fólkatingsmaðurin Kuupik Kleist heldur eisini, at lógin sum meginregla er eitt framstig fyri Grønland. Men Halgir W. Poulsen metir heldur, at tann verandi lóggáva vil roynast betri enn ein møgulig líknandi lóg sum tann grøn- lendska. – Tað hevði verið betri fyri Føroyar at halda fast við yvirtøkur eftir heimastýrislógini, enn at fáa eina líknandi skipan, ið grønlendingar eftir ætlan fáa sett í gildi, sigur Halgir W. Poulsen, advokatur Skulu føroyingar skapa størri framstig á sjálvstýrisleið, so riggar munandi betri at tamba heimastýrislógina. - Tá flúgva vit kanska ikki so høgt, men vit gera hóast alt størri framstig, sigur Halgir W. Poul- sen. Danmark er Danmark Hóast lógin í stóran mun tykist rættiliga kompleks og lítið ný- skapandi, sambært Halgir W. Poulsen, so er hon at kalla nýskapandi í § 1 stk. 4. Har stendur at lesa: "Bestemmelserne i stk. 1-3 omfatter ikke folkeretlige aftaler, som berører forsvars- og sikker- hedspolitikken, samt folkeretlige aftaler, som skal gælde for Danmark, eller som forhandles inden for en mellemfolkelig organisation, hvoraf Kongeriget Danmark er medlem." Tað er setningurin "som skal gælde for Danmark", ið vit skulu leggja til merkis. Halgir W. Poulsen sigur, at hetta er fyrstu ferð Danmark verður kallað fyri Danmark í einari tílíkari lóg. Ikki tí. Tað broytir ikki hansara støðu um lógina, men í løgfrøðiliga sam- bandinum millum Føroyar og Danmark er talan um eitt nýbrot. Heldur heimastýrislógina - Tað hevði verið betri fyri Føroyar at halda fast við yvirtøkur eftir heimastýrislógini, enn at fáa eina líknandi skipan, ið grønlendingar eftir ætlan fáa sett í gildi, sigur Halgir W. Poulsen, advokatur Heimastýrislógin er ein betri loysn enn ein lóg meinlíkari teirri nýggju heimildarlógini hjá grønlendingum.