leygardagur 15. januar 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 10 - 15. januar 2005
Biðja børn
til hermenn
Altjóða
barnahjálpar-
stovnurin UNICEF vil
vera við, at tamilsku
uppreistrarmenninir
í
Sri Lanka hava gjørt sær
dælt av, at nógv børn
mistu foreldrini í flóð-
alduni annan jóladag.
Ted Chaiban, sum
stendur fyri virksemin-
um hjá UNICEF í Sri
Lanka, sigur, at stovnur-
in hevur fingið prógv
fyri, at tamilsku upp-
reistrarmenninir royna
at fáa tey foreldraleysu
børnini at virka sum
hermenn í bardaganum
ímóti stjórnarherinum.
Sambært Ted Chaiban
veit UNICEF um trý
børn, sum eru endað í
einari legu hjá uppreist-
rarmonnunum, og nú
roynir UNICEF at fáa
fatur á teimum. Sam-
bært stovninum eru tey
trý børnini ættað úr ein-
ari bygd har eysturi í
landinum. Hetta økið
varð serliga meint rakt
av flóðalduni.
Hetta er ikki fyrstu
ferð, at teir tamilsku
uppreistrarmenninir
brúka børn sum her-
menn.
Tvørturímóti
hava nógv tamilsk børn
gjørt hertænastu í tí
drúgva borgarakrígnum.
Vend komin í
Størsti bankin í Dan-
mark, Danske Bank, sig-
ur í einari frágreiðing, at
tað eru fleiri tekin til, at
vøkstur er aftur komin í
danska búskapin.
Bankin vísir á, at
nógvar fyritøkur søkja
eftir fólki, talið á ar-
beiðsleysum minkar, og
danir brúka pengar sum
ongantíð fyrr. Steen
Bocian, búskaparfrøð-
ingur hjá Danske Bank,
sigur við Politiken, at
lýsingarnar eftir fólki
eru øktar nógv ta sein-
astu tíðina, og hann ivast
ikki í, at hendan gongdin
fer at halda sær.
Dansk Jobindex, sum
dagliga heldur eygað
við, hvussu nógvar fyri-
tøkur søkja eftir fólki,
sigur við Politiken, at
tað seinasta árið er talið
á lýsingum eftir fólki
vaksið umleið 20 pro-
sent.
Vilja hava løn
fyri deyðsboð
Í Noregi vilja prestarnir
ikki ganga við deyðs-
boðum longur, uttan at
teir fáa samýning fyri
tað.
Blaðið
Vårt
Land
skrivar, at sambært set-
anartreytunum
skulu
norskir prestar bera fólki
deyðsboð uttan samsýn-
ing, men nú vilja prest-
arnir hava løn afturfyri. Í
seinastuni hava fleiri
prestar sýtt fyri at fara
við deyðsboðum, og tað
hevur havt við sær, at í
teimum førunum hevur
løgreglan fingið upp-
gávuna. Men har hava
tey lítlan hug at yvirtaka
hendan partin av presta-
starvinum. Á løgreglu-
støðini í Haugaland siga
tey við Vårt Land, at
prestarnir
eru
betur
egnaðir at ganga við
deyðaboðum, og har-
afturat hevur løgreglan
annað at taka sær av.
Norska prestafelagið
reisti spurningin um løn
fyri at ganga við deyðs-
boðum
fyri
trimum
árum síðani, og nú hevur
kirkjuleiðslan játtað at
taka spurningin upp.
Partarnir skulu til sam-
ráðingarborðið seinni í
mánaðinum.
Bob Marley
til Etiopia
Einkjan eftir reggae-
stjørnuna Bob Marley
ætlar sær at flyta líkið av
manninum úr Jamaica til
Etiopia.
Rita Marley sigur við
tíðindastovuna AP, at
bæði kirkjan og mynd-
ugleikarnir í Etiopia
hava játtað henni at flyta
líkið av manninum hag-
ar. Hon ætlar at jarða
hann í einum býi har
suðuri í landinum, og
gongst
eftir
ætlan,
verður jarðarferðin eina
ferð í næsta mánað. Tá
hevði reggae-stjørnan
fylt 60 ár, og í Etiopia
ætla tey at halda dagin
við einum átaki, sum
hevur
fingið
heitið
"Africa Unite" eftir ein-
um av løgunum hjá Bob
Marley.
Bob Marley, sum varð
borin í heim í Jamaica í
1945, doyði 36 ára
gamal av krabbameini í
Miami í 1981. Hann
varð seinni jarðaður í
Jamaica, men Rita Mar-
ley sigur við AP, at alt
lív hansara snúði seg um
Afrika, og at hann tí
eigur at verða jarðaður
har.
UTTAN ÚR HEIMI
Egyptisku myndug-
leikarnir ávara nú
um, at ófriðurin í
Irak kann enda í ein-
um veruligum borg-
arakríggi undan
valinum 30. januar.
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ávaringin kemur frá egypt-
iska forsætisráðharranum,
Ahmas Nazif.
– Hendir einki til tað
betra, er vandi fyri, at ófrið-
urin endar í einum veru-
ligum borgarakríggi, og at
landið verður býtt sundur í
fleiri partar, og at tað verða
tey átrúnaðarligu viður-
skiftini, sum seta markið,
segði Ahmad Nazif í gjár,
eftir at hann hevði verið í
Jordan og tosað við Ab-
dullah kong.
Sambært BBC hevur
egyptiska ávaringin uttan
iva samband við tilburðin,
tá tveir av næstu medar-
beiðarunum hjá shiamusl-
imska leiðaranum í Irak,
Ali al-Sistani, vórðu myrdir
í býnum Najaf mikudagin.
Irakska løgreglan heldur, at
tað vóru sunnimuslimskir
uppreistrarmenn,
sum
skutu teir í einari roynd at
elva til ófrið upp undir
valið 30. januar. Hóskvøld-
ið doyðu sjey shiamuslimar
av einari bumbu uttan fyri
eina mosku norðan fyri
Bagdad.
Umleið 60 prosent av
fólkinum í Irak eru shia-
muslimar, og teir taka undir
við at halda val tann 30.
januar, tí valið eftir teirra
tykki fer at geva teimum
valdið í landinum. Hesum
er tann sunnimuslimski
minnilutin ímóti.
Eingin
bati
Tað er ikki líkt til, at teir
víðgongdu palestinsku
bólkarnir leggja stórvegis í
áheitanina frá nývalda
forsetanum, Mahmoud
Abbas, sum hevur biðið teir
binda frið. Fyrrakvøldið
lupu sjálvmorðsbumbumenn
á eina ísraelska herstøð við
Gaza-geiran, og seks
ísraelsmenn og tríggir
palestinar lótu lív. Ikki
minni enn tríggir
palestinskir bólkar søgdu
seg hava skipað fyri
álopinum
Mynd: Reuters
Flóðaldan á jólum
kann gera, at umleið
tvær milliónir fólk í
teimum raktu lond-
unum enda í fátækra-
dømi
FLÓÐALDAN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ógvusliga flóðaldan annan
jóladag fer ikki at fáa stór-
vegis ávirkan á búskapin í
Suðurasia, tí aldan rakti
ikki nakran av teimum
stóru býunum og heldur
ikki nakað ídnaðarøki. Har-
afturímóti er vandi fyri, at
tey lágløntu í teimum raktu
økjunum verða uppaftur
verri fyri, enn tey vóru
frammanundan.
Tað sigur asiatiski menn-
ingarbankin í einari frá-
greiðing. Bankin vísir á, at
1,9 milliard fólk í Asia hava
minni enn 12 krónur at liva
fyri um dagin, og at hetta
talið verður uppaftur størri
nú. Bankin væntar, at meini
enn ein millión indonesar,
600.000 indarar og 250.000
srilankar
koma
afturat
orsakað av flóðalduni.
Londini, sum eiga pengar
til góðar hjá teimum flóð-
alduraktu londunum, hava
boðið sær til at frysta
skuldina, men higartil hava
bara Indonesia, Sri Lanka
og Seychellurnar tikið av
tilboðnum. Í Sri Lanka
verður roknað við, at tað
fer at kosta einar 20
milliardir krónur at bøta
um skaðan av flóðalduni.
Flóðaldan elvir til størri fátækradømi
Vænta borgarakríggj í Irak