Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. september 1999síða 22

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 177 - 18. SEPTEMBER 1999 Fyrstu konfirmantar ár 2000: Í Fuglafjarða presta tíðindablaðið gjaldi byrjar konfirmatiónslesturin longu eitt ár undankonfirmatiónini Mynd Jens Kristian Vang Longu farnir at ganga til prest I Fuglafjarðar prestagjaldi hevur Peter Olofson, prestur, nú í fleiri ár valt at lata konfirmantarnar byrja at ganga til at lesa í eitt ár, áðrenn teir verða fermdir. Soleiðis verður eisini gjørt í ár, og tey hava longu gingið til prest í 3 vikur. Vit hava spurt prestin um, hvussu tað ber til, at hansara konfirmantar ganga at lesa í so langa tíð Liss HANSEN — Tá eg byrjaði sum prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi í 1989, skuldi eg hava teir fyrstu konfirmantarnar beinanvegin um heystið. Tá var ein bólkur á 24, og tey gingu til at lesa í 3 vikur, sum vanligt er. — Eg helt sjálvur, at tað var ringt at koma at kenna tey oll uppá so stutta tíð, og tå kendi eg ikki ein av teim- um 24 konfirmantunum frammanundan. Í dag kenni eg eitt sindur til tey allar- flestu, sum koma at ganga at lesa - eisini við navni - sjálvt um talið av ungum er stórt. Men eg haldi tað vera møtumikid at skula sita við alt ov nógvum unglingum á gangin, og skula læra tey um kristnu trúnna. Eg helt, at bæði eg og tey ungu fingu meira burturúr, um ein greiðari ætlan varð løgd fyri frálæruna. Broyttu so við og við Ogvuliga skiftandi er, hvussu nógvir konfirmantar eru frá ári til ár. Tann størsta einstaka konfirmatiónin, eg havi havt, var uppá 49 kon- firmantar. Tað var á vári 1992. Hugsa tær at skula sita við 49 næmingum í 13 - 14 ára aldri í einum holdi. Hetta er ógvuliga møtumik- ið tær tríggjar vikurnar, van- liga verður gingið til prest. Tiskil spurdi eg kirkjuráð- ini, um eg kundi fáa loyvi til at broyta tað, og tað góð- tóku tey. Tá broyttu vit tað til, at tey komu 1 ferð um vikuna í 2 tímar, stórt sæð frá byrjanini av 7. flokki og heilt til várkonfirmatiónina. Og síðani ganga oll somul saman, bæði tey sum skulu fermast um várið og tey sum skulu fermast um heystið, sigur Peter O. K. Olofson, prestur. — Í byrjanini fluttu vit runt uppá tímarnar, men nú er tað so við og við vorðið so- leiðis, at tveir fastir tímar sama dag eru komnir at standa í tímatalvuni hjá næmingunum. Hetta eri eg glaður um. Og tað er at fegnast um, at skúlarnir vísa slíka væl, vild, at tímatalvan verður løgd soleiðis, at hetta ber til. Lágt barnatal — Gjøgnum árini havi eg vanliga havt 4 bólkar av konfirmantum, men tó vóru einaferð 5 bólkar. Í ár hava vit so bara tríggjar bólkar, tí tað ikki eru so nógv børn longur! Bara 38 byrjaðu hesaferð, og tað eru so øll tey, sum skulu fermast um várið og um heystið ár 2000 í Fuglafjarðar prestagjaldi. Peter O. K. Olofson vísir á, at hetta ikki er nakað ser- liga stórt tal, tí tá hann byrj- aði vóru tað um 50-60 børn um árið, sum skuldu ferm- ast, men talið er stútt fallið Peter O. K. Olofson, prestur við konfirmantum í Fuglafjarðar kirkju gjógnum árini. Tó ivast hann ikki í, at barnatalið fer at vaksa aftur fyrr ella seinni. Orsaka av lága barnatal- inum er tað, at Peter O. K. Olofson bert hevur tríggjar bólkar av konfirmantum hesaferð, og eru tey eru í Leirvik, i Gøtu og í Fugla- firði. Tey sum eru frå Hell- unum, Elduvík og Funn- ingsfirði ganga at lesa sam- an við Gøtubørnunum. Tey verða avheintað við hýru- vogni í heimbygdini og koyrd heim aftur aftaná. T.v.s. at konfirmantarnir ganga til í heimbygdini, burtursæð frá teimum, sum búgva í teimum smáu bygd- unum. — Eftirsum at tey ungu ikki kenna hvønn annan, fara vit á legu um várið, allir bólkarnir saman. Hetta byrj- aðu vit at gera í 1993, og tá vóru vit eitt vikuskifti i Lívdini í Haldarsvik. Hini árini hava vit verið í Nesvík, burtursæð frá í fjør, tå legu- húsið var upptikið, so vit vóru í misiónshúsinum á Toftum í staðin. Tað vóru vit glað fyri, tí har var gott at vera. 23 Peter O. K. Olofson greiðir víðari frá, at tá vár konfirmantarnir eru fermd- ir, metast heystkonfirmant- arnir nakrar fáar ferðir áðr enn tey fermast, og aftaná tað er vanligt at halda eina konfirmantaveitslu. har konfirmantarnir koma at hugna sær saman við for eldrunum 21 konfirmatiónir Síðani eg byrjaði sum prestur í Fuglafirði havi eg havt 21 konfirmatiónir Tann minsta var i Elduvíkar kirkju, og tá var talan um 4 konfirmantar, sum allir vóru úr Funningsfirði. Men eg havi enn ikki havt nakran konfirmant úr Elduvík, tí har er ikki nakar, sum er so ungur. Væntandi verur eing- in konfirmantur aftur í Elduvík fyrr enn um eini tiggju ár Í prestagjaldinum hjá Olofson er vanligt at hava vårkonfirmationina Pálma sunnudag. og heystkonfir mationina tann seimasta sunnudagin áðrenn Mikkj alsmessu Ikki møguligt allastaðni Tá tað letur seg gera at lata børnini ganga til prest í longri tíð, er tað eisini tí, at her er landafast millum bygdirnar. Hetta hevði helst ikki verið so lætt at fingið at borið til í einum presta- gjaldi sum til dømis á Viðar- eiði, tí har eru eisini Fugloy og Svínoy uppii. Tað hevði verið ringt at fingið slíkt at borið til har á leiðini, tí so máttu konfirmantarnir úr Fugloy og Svínoy helst ver- ið noyddir at flutt á Við- oynna tað árið, og hetta er helst ov nógv kravt, sigur Peter O. K. Olofson. — Her er møguligt at skipa konfirmatiónina soleiðis, tí at her er landfast, og børnini verða avheintad í hýru- vogni. Tey tíggju árini, eg havi verið prestur her, havi eg havt 460 konfirmantar, so miðaltalið hevur ligið um 46 um árið, endar Peter O.K Olofson við at siga. <á