týsdagur 21. september 1999síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið
NR. 178 - 21. SEPTEMBER 1999
Landsfundur Javnaðarfloksins:
- Vit hava rikið ein
virknan andstødupolitikk
— Vit fóru m. a. til val uppá, at fólkapensiónin hjá teimum, ið bert hava pensi-
ónina at liva av, skulid hækkast munandi. Vit hava tvær ferðir lagt uppskot
fram um at hækka pensiónina. - men báðu ferðirnar feldi samgongan upp-
skotini. segði Jóannes Eidesgaard m. a. í formansfrágreiðingini:
Góðu floksfelagar
A tvinnanda hátt er hesin
landsfundurin ein søgu-
ur landsfundur. Fyri tað
fyrsta, ti hetta er fyrstu
Foroya Javnaðarflokki
verður
hildin her í Sand-
„tí hetta er
sfundur í
Tad er tí við
g SI gi, at Vit
nast til landsfundar
ter í fødibygdini hjá fyrsta
formanni okkara Petur
Mohr Dam. Og tað er við
ng, at vit fara at
politiskar lunnar
floksins politikk, nú
stevna inn i ta nyggju
tað nýggja ártús-
øldina og
Men tíðin er eisini
merkt av einum broyting-
arråki, tá tað snýr seg um
vidurskiftu Føroya við
Danmørk, sum fer at
krevja fólkið eftir einari
stødutakan, sum lættliga
dingar langt inn i
1 øldina. Og í kjalar
vørrinum av hesum ber til
at hóma annað rák, sum
lættliga kann verða ein
hóttan av tí vælferd, sum
við tógvið stríð er vunnin
her á landi
Við vón um ein stimbr-
andi og mennandi fund
ynskja vit ollum ein góðan
landsfund.
11. og 12. sept. í fjør
varð landsfundur hildin í
Havn, har vit m.a. høvdu
vitjan av formanninum
fyri danska javnaðarflokk-
in Poul Nyrup Rasmussen,
og hesa ferð hava vit ta
gleði at kunna boða frá, at
næstformaðurin Ole Sta-
vad vitjar landsfundin í
morgin, har hann fer at
flyta fram rødu.
fær avlen
nýggj
Virkisskráin
Flokkurin er farin undir
eina drúgva enduskoðan
og dagføring av okkara
virkisskrá. Hetta arbeiðið.
sum varð ætlað skuldi
vera liðugt til landsstevn-
una, er ikki enn komið á
mál. Vit hava skipað ar-
beiðið í politiskum verk-
støðum, har ymiskir bólk-
ar hava sitid og vidgjørt
ymsu partarnar i virkis-
skrånni vid einum ting-
manni sum formanni i
hvørjum bólki. Hetta hev-
ur verið eitt ótrúliga gev-
andi og mennandi arbeiði.
og vit ætla at halda fram
við ti í vetur. Urslitið
verður so, at vit fáa eina
nýggja virkisskrá, sum
floksleiðslan og ein lands-
fundur koma at taka stóðu
til
Spurningurin er so, um
henda landsstevna kann
geva floksleisðluni heim-
ild til hennara vegna enda-
liga at góðkenna virkis-
skránna. Kann hon tað, so
kann nýggja virkisskråin
prentast og sendast út og
leggjast á heimasíðun
kanska fyri jól
Tingbólkurin
Nyggi tingbólkur floksins,
harav fýra av okkum sjey
vóru nývald, legði so til
brots við áræði og ágrýtni.
Sum andstøda á tingi
verður leikluturin aloftast
mest at snågva seg um
kritiska viðgerð av upp-
skotum frå landsstyrinum,
at smida egin uppskot og
at seta fram fyrispurningar
um vidkomandi aktuel
mål.
Tingbólkurin hevur tikið
hesa uppgávu i størsta
álvara og hevur verið sera
konstruktivur í sínum
arbeiði. Kritiska viðgerðin
av uppskotum landsstýris-
ins merkir ikki, at vit altíð
hava atkvott ímóti. Tá vit
hava hildið, at uppskot
merkja framburð og betran
av korunum hjá fólki, so
hevur tingbólkurin atkvott
fyri teimum. Eisini er
komið fyri av og á, at vit
saman við øðrum flokkum
hava lagt uppskot fram og
eisini stuðlað uppskotum
frá øðrum flokkum í and-
støðu.
Vit hava í farna árið lagt
fram 13 tingmál, tað er
bæði løgtingslógaruppskot
og uppskot til samtyktar.
sett fram 20 fyrispurning-
ar.
Harumframt hevur ting
bólkurin eisini verið sera
virkin við at seta fram
munnligar fyrispurningar.
Teir hava verið 16 í tali.
Men fyrst og fremst
hevur bólkurin víst orða-
skiftum á tingi sera stóran
áhuga og hevur aloftast
havt týðandi leiklut í hes-
um. Vit hava nú í eina tíð
roynt eina skipan við fost-
um framsøgufélkum, sum
må sigast at hava roynst
avbera væl
Eg vil ti nýta høvid her
at takka tingbólkinum fyri
góða samstarvið.
Løgtingsmål
Hesi løgtingsmål hevur
flokkurin lagt fram síðan
Olavsøku i fjør:
* Eykajáttanarlóg til SL til
Suðuroyarsiglingina. (fall
við 14-1-17)
* Eykajáttanarlóg til stuð-
ul til tónleikaútflutning.
(fall)
* Uppskot til løgtingslóg
um setan av stjórnarskip-
anarnevnd. (fall við 12-0-
18)
* Uppskot til samtyktar
um at heita á landstýrið
um at leggja málið um
javning av almannaveit-
ingum fram. (samtykt við
30-0-0)
* Uppskot til løgtingslóg
um útjaðarastuðul. (sam-
tykt við 32-0-0)
* Uppskot til løgtingslóg
um stuðul til lemmatrol-
arar. (fall við 13-0-16)
* Uppskot til logtingslóg
um áseting og javning av
almannaveitingum. (sam-
tykt við 30-0-0)
* Uppskot til løgtingslóg
um arbeidsumhvørvi. (fall
vid 13-0-16)
* Uppskot til løgtingslog
um endurgjald til Arbeids-
marknaðareftirlónargrun-
nin. (fall við 13-0-14)
* Uppskot til løgtingslóg
um Arbeiðsmarknaðareft-
irlønargrunnin. (fall við 8-
6-15)
* Uppskot til logtingslóg
um broyting í løgtingslóg
um fólkapensjón. (samtykt
við 32-0-0)
* Uppskot til løgtingslóg
um foreldrafráveru or-
sakað av barnsburð, fød-
ing og ættleiðing. {sam-
tykt við 28-0-0)
* Uppskot til løgtingsløg
um broyting í lóg fyri
Føroyar um dagpening
vegna sjúku og barnsburð.
(ikki liðugt vidgjørt)
Ahugavert er at síggja, at
nøkur av okkara uppskot-
um eru komin í gjøgnum,
harav nøkur einmælt.
Av skrivligum fyri-
spurningum hevir flokk-
urin sett hesar fram:
* HDáN: Um sjúkraflutn-
ing við tyrlu komandi
vetrarhálvu.
+ JP: Um løgtingslég um
Lønjavningargrunn.
* JP: Um umsiting av
islandskvotuna.
* KH: Um møguligar
ætlanir at privatisera Før-
oya Banka.
* HDáN: Um fyribyrging
móti bróstkrabba.
* JN: Um línuskipið Frøy-
anes.
* FA: Um samanlegging
av SL og LV.
* AK: Um leiguútreiðslur-
nar hjá aðalstýrunum.
* JN: Um hvalaveiðu.
* SáB: Um gamlar teldur
fólkaskúlanum.
* SáB. Um nýggjan fiski-
vinnuskúla.
* FA: Um vegin til Tjørn-
uvíkar.
* KH: Um játtanarmynd-
ugleikan.
* JN: Um garnaveiðu.
. HDáN: Um sjúkl-
ingaviðgerð uttanlands.
* AK: Um sólu á upp-
bodssøluni.
Umboð fyri SU á lands-
fundinum hjá Javnaðar-
flokkinum í Skopun
Mynd: John Johannessen
Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins ber
fram formansfrágreiðingina
* HDáN: Um barnaans-
ingina.
* FA: Um tunnilin millum
Hov og Øravik.
* FA: Um sigling hjá SL
millum Havnina og Vág.
* FA: Um útbygging hjá
Sev av Eiði 3 og Eiði 4.
Almanna- og heilsumál
Javnaðarflokkkurin hevur
seinasta árið nýtt nógva
orku til at reka ein aktivan
andstødupolitikk og her
serliga innan almanna- og
heilsuøkid.
Flokkurin fór m.a. til val
uppá, at fólkapensiónin
hjá teimum, ið bert hava
pensiOnina at liva av,
skuldi hækkast munandi.
Vit hava tvær ferðir lagt
uppskot fram um at hækka
pensiónina. Fystu ferð í
des. 98 í samband við
lógina um áseting av al-
mannaveitingum. Tá
mæltu vit til at hækka
pensi6nsvidb6tina við kr.
1.300 til stakar pensionist-
ar og pensiónsviðbótina til
hvønn, tá talan var um
hjún við kr. 850.
Samgongan feldi upp-
skotið, og segði seg koma
í løgtingid á várið 99 við
uppskoti um at hækka
pensióninar. Enn er onki
komið, bert undanforslur.
Hetta er kynisma av
grovasta slag, tá hugsað
verður um, hvussu væl
landskassin er fyri, og
flestu onnur í samfelag-
num hava fingið samrátt
seg seg til betri fíggjar-
ligar umstødur. Í staðin
hevur samgongan arbeitt
við einum nýggjum pensi-
ónreformi, ið gongur út
uppá, at lønmótakarin skal
fíggja sín egna aldurdóm.
At tey, ið vinna nógv
skulu hava góðar pensión-
ir, stuðlaðar við skatta-
frádrátti, meðan tey við
minni inntókum fáa minni
pensión. Javnaðarflokkur-
in hevur ávarað og stríðst
Mynd: John Johannessen
ímóti hesi gongd, ið setur
egoismuna í hásætið. Tað,
at øll nú skulu sæta sær
sjálvum, måar støðið und-
an solidarisku prinsippu-
num, 10 er ein av grundar-
steininum undir vælferðar-
samfelagnum.
Vit vilja framvegis
stríðast fyri at varðveita
og menna tær solidarisku
skipaninar, samhaldsfasta
og almennu fólkapensi-
ónina. Tað kemur heldur
ikki upp á tal, at flokkurin
fer í eina samgongu, uttan
at bøtt verður munandi um
korini hjá pensionistum
sum heild.
Innan almanna- og
heilsuverkið vil flokkurin
stíðast ímóti teimum kreft-
um, ið ætla at privatisera
grundleggjandi almennar
tænastur. Tað er ikki rætt,
at einstaklingar hava vinn-
ing av almennum tænast-
um og uppgávum.
Útbúgvingar-
og mentamál
Í nærum øllum kjaki um
føroysk viðurskiftu, verð-
ur víst á, at vit enn bert
hava eitt bein at standa á,
og tað er fiskivinnan.
Hvussu góðan byrð vit
fara at hava í einum møg-
uligum oljuævintýri, veit
eingin við vissu um at
siga, men dúgliga verður
gitt. Tí verður um somu
tíð mint á, at umframt
fiskivinnuna er einasta
trygga tilfeingi í landi-
num, tað fólk, sum her
býr, og tað er her satsast
skal. Børn, ung og vaksna
ættarliðið er og verður
trygdin fyri, hvussu okk-
um fer at gangast. Hetta er
ikki nakar serføroyskur
sannleiki, men so mikið
sannari í einum landi, sum
ikki hevur so nógvar
streingir at spæla uppá.
Havandi hetta í huga, er
fólkaskúlin grundarstein-
urin undir øllum tí, sum